fríggjadagur 21. februar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 36 - 21. februar 2003
Nr. 36 - 21. februar 2003
5
Framferðin hjá Annlis er til óbótaligan skaða
–Tað er heilt burtur-
við, at ein landsstýris-
maður fer eftir em-
bætisfólki fyri opnum
skermi, sigur løg-
maður
LANDSANTIKVARUR
Áki Bertholdsen
Framferðin
hjá
Annlis
Bjarkhamar í sambandi við
málið um landsantikvarin
er til óbótaligan skaða.
Tað sigur Annfin Kalls-
berg, løgmaður.
Hann var greiður, tá ið
hann svaraði fyrispurning-
inum frá Katrin Dahl Jac-
obsen, sum vit hava umrøtt í
hinari greinini her á síðuni.
Hann legði dent á, at or-
søkin til, at hann ikki hevði
tikið støðu í málinum enn,
hóast tað var fjurtan dagar
gamalt, var ikki tí at hann
hevði góðkent tað, sum var
farið fram.
Men tað er ikki meiri enn
ein vika síðani, at hann
hevði fingið alt tilfarið í
málinum og hann var so-
statt ikki liðugur at viðgera
málið enn.
Tá ið hann verður liðug-
ur, verður ein niðurstøða
gjørd og so verður hon
kunngjørd.
Hann vónaði, at tað bleiv
í hesi vikuni, ella fyrst í
komandu viku.
Átaluvert
Annars var løgmaður púra
samdur við tey bæði javn-
aðarfólkini um at framferð-
in í hesum máli var átalu-
verdur.
– Vit fingu ein setanar-
politikk fyri at hava greiðar
mannagongdir fyri, hvussu
farast skal fram, tá ið fólk
verða sett í alment starv.
– Endamálið við setanar-
politikkinum er, at øll, sum
søkja eitt alment starv,
skulu kenna seg vís í, at alt
fer rætt fram.
– Men endamálið er eis-
ini, at tey, sum eru best
skikkað eftir lýsingini um
starvið, verða sett í starvið.
– Og tað er til óbótaligan
skaða fyri alla politisku
skipanina, at ein landsstýris-
maður hevur setanarsam-
røður, tí tá kann tað javntset-
ast við eina politiska setan.
Løgmaður segði, at tað er
heilt óvanligt, fyri ikki at
siga eindømi, at ein lands-
stýrismaður hevur setanar-
samrøður, tá ið eitt starv
skal setast og tað er ikki í
samsvari
við
almenna
setanarpolitikkin.
Han sitpar til, at Annlis
Bjarkhamar hevði setanar-
samrøður við teir báðar
umsøkjararnar til starvið
sum landsantikvar, uttanum
setanarnevndina.
Hoyrir ongastaðni
heima
Hann gav eisini Katrin
Dahl Jacobsen rætt í, at tað
hoyrdi ongastaðni heima, at
landsstýrismaðurin hevði
funnist at sínum embætis-
fólki alment.
–
Landsstýrismaðurin
hevur eisini ábyrgdina av
sínum ráðið og teimum
starvsfólkum, sum eru har.
– Hevur ein landsstýris-
maður nakað at seta niður á
nøkur av sínum starvsfólk-
um, eigur hann at gera tað á
røttum stað fyri rætta við-
komandi.
– Tað má vera gott sam-
starv ímillum tað umsiting-
arliga, sum embætisfólkini
umboða, og tað poltitiska,
sum
landsstýrismaðurin
umboðar
– Ganga hesi bæði ikki
hond í hond, fæst ikki tað
burturúr eini fyrisiting, sum
eigur at vera av einum
málsøki og tað er eftir míni
meining, sera, sera álvars-
ligt, segði løgmaður.
Tað sær út til, at
landsstýrismenn
kunnu gera, sum
teimum lystir, hóast
greiðar mannagongd-
ir eru, sigur Katrin
Dahl Jacobsen
LANDSANTIKVARURIN
Aki Bertholdsen
Málið um setanina av
nýggjum
landsantikvari
hevur enn einaferð verið til
umrøðu í Løgtinginum
mikudagin.
Tað var Katrin Dahl Jac-
obsen, løgtingslimur fyri
javnaðarflokkin, sum aftur
mikudagin spurdi Løg-
mann um setanina av lands-
antikvari.
Hon minti á, at Løgmað-
ur hevði lovað at kanna
málið til botns. Men síðani
var onki hent.
Hon vildi tí hava at vita,
um hetta skuldi takast so, at
Løgmaður hevði góðtikið
tað, sum var farið fram.
Hon vísti eisini á, at
Magistarafelagið
hevði
mælt til, at starvssetanin
varð afturtikin og at starvs-
fólkið á fornminnissavnin-
um hevði mómtælt.
Men hon vildi eisini hava
at vita frá løgmanni, um
hann góðtók, at Annlis
Bjarkhamar hevði funnist
at embætisfólki í menta-
málaráðnum alment, eins
og hon gjørdi í Degi og
viku 10. februar.
Tá fortaldi Annlis Bjark-
hamar fyri øllum Føroya
fólki, at arbeiðið hjá setan-
arnevndini var ikki nóg gott
og so kann spurnartekin set-
ast við rættartrygdina hjá
almennum starvsfólkum.
Hon helt, at tað var ógvu-
liga vánaligt, at tað skuldi
bera til hjá einum lands-
stýrismanni at vera so óloy-
alur ímóti síni egnu umsit-
ing.
Ein politisk setan
Andreas Petersen, løgtings-
maður vísti á, at setanar-
politikkurin hjá tí almenna
var greiður.
Men tá ið so ein lands-
stýrismaðurin setir embæt-
isverkið til síðis og sjálvur
hevur setanarsamrøður við
umsøkjarar, lyftir hann mál-
ið upp á eitt politiskt støði.
Sostatt verður talan um eina
politiska starvsseting.
– Og tað er harmiligt,
legði hann afturat.
Tað, hann sipar til, er, at
Annlis Bjarkhamar sjálv
kallaði Símun Arge og
Steffen Summan til setan-
arsamrøðu, uttanum setan-
arnevndina.
Katrin Dahl Jacobsen
helt, at talan var um eitt
politiskt mál, tí endamálið
við stýrisskipanarlógini var
at lyfta umsitingina upp á
eitt støði, har alt skuldi fara
rættvíst fram, men kortini
tóktist sum um landsstýris-
menn kundu gera, sum
teimum lysti- so leingi tal-
an ikki var um lógarbrot.
– Hevur ein landsstýrismað-
ur nakað at seta niður á síni
starvsfólk, eigur hann at gera
tað á røttum stað, við rætta
viðkomandi. Tað skal ikki
gerast alment, sigur Løg-
maður, sum átalar framf-
erðina hjá Annlis Bjark-
hamar
Óloyal ímóti sínum egnu starvsfólkum
– Tað er ógvuliga vánaligt, at
tað skal bera til hjá einum
landsstýrismanni at vera so
óloyalur ímóti síni egnu um-
siting, sum Annlis Bjarkham-
ar hevur verið, sigur Katrin
Dahl Jacobsen
Kvívíkar Kommuna
hevur hækkað
skattaprosentið fyri
at kunna byggja
skúlan út. Eisini aðrar
útbyggingar verða
gjørdar í kommununi
KOMMUNUTÍÐINDI
Edvard Joensen
Kvívík:
Kvívíkar skúli
verður bygdir út, so hann
stendur liðugur um gott trý
ár. Nýggjur frítíðarskúli let-
ur upp í Kvívík, og nýggj
kloakkskipan verður løgd á
Válinum.
Hesi eru nøkur av mál-
unum, Kvívíkar Kommuna
arbeiðir við i løtuni, sigur
Heini Holm, borgarstjóri í
Kvívík.
Skúlaútbyggingin kostar
nógvar pengar, sigur hann,
so bygdarráðið sá seg noytt
at hækka skattaprosentið
frá 17 upp til 19 prosent í
tvey ár fyri at fáa til vega
tríggjar milliónir krónur,
sum brúkast skulu til enda-
málið.
Arbeiðið, sum gjørt verð-
ur, umfatar umvæling av
verandi skúla, umframt at
bygt verður uppí. Miðað
verður eftir at hava arbeiðið
liðugt til skúlaársbyrjan á
sumri 2005, sigur Heini
Holm.
Við at hækka skatta-
prosentið hevur bygdarráð-
ið tryggjað sær, at arbeiðið
upp á skúlan verður goldið,
so hvørt tað verður gjørt,
soleiðis at skúlin er útgold-
in, samstundis sum hann er
liðugur.
Kvívíkar Kommuna hev-
ur eisini eina frítíðarskúla-
skipan, sum nú verður
ment, greiðir borgarstjórin
frá.
Frítíðarskúli hevur verið í
gomlu
bankahúsunum
beint
við
høvuðsvegin
oman í bygdina. Tað hevur
ikki verið nóg gott soleiðis,
heldur Heini Holm. Bæði
orsakað av plássinum og
ikki minst av ferðsluni.
Nú hevur kommunan
keypt eini eldri setús niðri
við kirkjuna í sera barna-
vinarligum umhvørvi, sigur
hann. Bein við ánna, og
eingin ferðsla er heldur.
Har fer at verða pláss fyri
16 børnum. Tey elstu úr
barnagarðinum fara oman
hagar, umframt tey, sum í
dag eru í frítíðarskúla-
skipanini.
Hóast Kvívíkar Komm-
una ikki er millum tær
størstu í íbúgvaratali, telist
hon millum tær heilt stóru í
vídd. Frá Skælingsfjalli
norður á Sneis, vísir Heini
Holm á. Og tað eru ikki
færri enn fimm bygdir í
kommununi, sum hvør skal
hava sítt vatnverk. So har er
nóg mikið at halda, sigur
hann.
Vatnverkið á Válinum við
reinsiverki og øllum er nýtt.
Og tað sama er bæði á
Stykkinum og á Skælingi.
Í Leynum er byggisam-
tyktin broytt, soleiðis at til
ber at byggja nøkur sethús
afturat fram við landsvegn-
um til Skælings, sigur
borgarstjórin, onkur um-
sókn er, men einki loyvi er
givið enn.
Í Kvívík hevur hinvegin
veirð gjørt byggiklárt nú í
eini tvey ár Norðuri á
Heygnum. Nú eru skeytini
farin út, og eini try hús eru
komin upp at standa har
norðuri, sigur Heini Holm.
Hann sigur, at peningur
er eisini settur av til at flyta
ruskbingjurnar, sum standa
niðri í bygdini, niðan móti
molddunganum, sum liggur
niðan móti Vestmanna-
vegnum.
Í dag standa ruskbingj-
urnar niðri við útgrevsturin,
og haðani vil bygdarráðið
hava tær burtur. Samstundis
verður meira skipað inn-
savning gjørd á nýggja
bingjuplássinum,
sigur
borgarstjórin.
Heini Holm sigur, at Kví-
víkar Kommuna er rímilig
væl fyri fíggjarliga. Komm-
unan varð skuldarfrí í 1999,
men
væntar
sær
eina
hampiliga
inntøku
frá
landskassanum í ár.
Tá Kvívíkar Kommuna í
1997 gjørdi barnagarð,
legði hon allan kostnaðin út
sjálv. Talan var um 1,7
millión krónur. Reglurnar
vóru tá, at landskassin
skuldi gjalda 60 prosent, so
kommunan skuldi fáa eina
millión aftur. Avtalað varð
gjørd og undirskrivað, men
peningurin ikki útgoldin.
Síðan er barnaansing
løgd út á kommunurnar, og
Kvívíkar Kommuna hevur
fingið at vita, at hon má
sjálv bera kostnaðin av
barnagarðinum.
– Men tað verður ikki
gjørt uttan svørðslag, sigur
Heini Holm, borgarstjóri í
Kvívík. vit kunnu ikki bøta
fyri, at reglurnar verða
broyttar aftaná, at vit hava
undirskrivað eina avtalu.
Hon skal bara haldast, sigur
hann.
Garnaskipið Vestur-
land, sum hósvík-
ingar løgdu smíðað í
Havn í 1970, er nú
aftur keypt til Hós-
víkar og fær sama VN
nummarið, sum skip-
ið hevði av fyrstan tíð
SKIPAKEYP
Edvard Joensen
Vesturland er nú aftur skrá-
sett í Hósvík. Tað er felagið
Thor, sum hevur keypt
skipið frá Kristiani J.
Jacobsen á Eiði.
Gunnbjørn Joensen, reið-
ari, sigur, at skipið fer
framhaldandi at fiska hav-
tasku við gørnum undir
Føroyum. Tað hevur gingið
hampiliga væl við tí fiski-
skapinum, og teir vænta, at
tað fer at halda við. Mest-
sum alt fólkið fylgir við
skipinum. Tó verður nýggj-
ur skipari, sigur Gunnbjørn
Joensen. Hann hevur ikki
hug at siga, hvat skipið
kostaði, nú tað varð keypt
til Hósvíkar.
Vesturland er smíðað á
Tórshavnar Skipasmiðju í
1970 og varð tá skrásett í
Hósvík. Tá var skipið
merkt VN 307, og nú tað er
afutr komið til Hósvíkar,
fær tað sama nummarið,
sigur Gunnbjørn Joensen.
– Hetta er líkasum eitt
sindur av søgu, sigur hann,
tí Vesturland er vist einasta
skip, sum í nýggjari tíð er
smíðað til Hósvíkar.
Reiðaríð hjá Vesturlandi,
Thor, hevur við Vesturlandi
átta skip í vinnu. Seks eru í
frálandavinnuni, meðan eitt
teirra, sum eisini eitur thor,
roynir við gørnum eftir
svartkalva undir Føroyum.
Partafelagið Thor fer í
næstu viku at flyta í nýggj
høli á havnarlagnum í Hós-
vík. Felagið hevur bygt ein
nýggjan bygning, sum fer
at hýsa bæði skrivstovuni
umramt goymslurúmum.
Skúlaútbygging í Kvívík
Vesturland vendi heimaftur
Kvivíkar Kommuna hækkaði
skattaprosentið við tveimum
stigum fyri at fíggja
skúlaútbyggingina, sigur
Heini Holm, borgarstjóri
Mynd: Jens Kristian Vang
Vesturland, sum fyri reiðiliga 30 árum síðan varð smíðað til Hósvíkar, er nú aftur skrásett við
sínum gamla nummari í Hósvík
C
M
Y
K
5
4