Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. februar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 36 - 21. februar 2003 Nr. 36 - 21. februar 2003 7 Finsk bókmentafólk meta, at søgusavnið eftir Hanus Kamban er besta bókin, sum er stillað inn til virðis- lønina hjá Norður- landaráðnum 2003 BÓKMENTA- VIRÐISLØN Jógvan Isaksen Tá ið søgusavnið "Píla- grímar" eftir Hanus Kamb- an kom út fyri góðum ári síðani, fekk tað stak harð- liga móttøku í viku- blaðnum Fregnir, har Carl Jóhan Jensen tægaði tað sundur og millum annað setti spurningin, hvat ið hevði fingið forlagið at geva eina so vánaliga bók út? Seinni vóru ummælir í Dimmalætting og Sosialin- um, ið bóru søgunum mangt gott, men sum so mangan minnist lesarin betri tað harðsinnaða álop- ið enn tey føgru orðini. Summi seta sær ivaleyst spurningin, um tann mang- an ákoyrandi og løgið orðaða røddin á Fregnum kanska er tann einasta ær- liga í okkara tronga sam- felag? Tað er tað kortini ikki semja um, tí nýggja til- nevningar-nevndin til virð- islønina hjá Norðurlanda- ráðnum hevur stillað inn savnið "Pílagrímar" sum føroyskt uppskot. Úr Finn- landi koma tíðindir av bókmentafundum og grein- ir, har akkurát hetta savnið verður mett sum frægasta boð í ár til at fáa virðis- lønina. Og úr Noreg er komin grein, sum líkaleiðis rósar søgunum hjá Hanusi Kamban fyri at vera relevantar fyri samtíðina og um somu tíð hava ævinligt virði. Tað er eingin ivi um, at Carl Jóhan Jensen er gløgg- ur í mongum, men bók- mentaviðgerðirnar hjá hon- um eru tíðum so afturlatnar og merktar av tilvildarligari sympati og antipati, at tær vilja ikki skilja ætlanini við einum verki. Hóast mangt kann lesast inn í mong verk, so kann alt ikke lesast inn í øll verk. Tú ert noydd- ur at skoða verkið í sínum mentanarliga samanhangi og gera tær greitt, um tín tolking er uttan mótsøgnir í mun til tekstin. Aftrat hesum koma hugleiðingar um relevans og einfeldni. Her tykist stundum at bila eitt vet, og líkt og ólíkt verður greipað og blakað fyri dyr. Høvundurin Sum skrivandi maður hevur Hanus Kamban gjørt eina ringrás frá yngri árum til í dag. Tað fyrsta vit onnur merktu til høvundin, vóru týðingarnar hjá honum av angelsaksiskum stuttsøg- um, ið komu á prent seinast í sekstiárunum og fyrst í sjeytiárunum: H.G. Wells, Ray Bradbury, Graham Greene, Somerset Maug- ham, Ray Bradbury. Fyri mín part vóru summar av hesum søgum fyrstu ferð, at eg rendi meg í science fiction á føroyskum, og eg minnist enn, hvussu fegin eg var at lesa tær. Higartil hevði eg lisið fitt av science fiction á enskum og donsk- um, men at tílíkar søgur nú funnist á føroyskum var sum eitt mótmæli ímóti tí alvaldandi bóndamentan- ini. Hanus hevur altíð havt eitt serligt málsligt hegni, ið ivaleyst stavar frá upp- vøkstrinum úti í Skúvoy og sum er fjart frá tí aka- demisku íslandiseringini av føroyskum. Tað er ein sprellivandi og eyðsæddur málburður, ið eisini merkti kjakgreinirnar um mál og mentan, sum høvundurin um hetta mundi hevði í føroyskum bløðum. Í 1980 kom fyrsta savnið av egnum søgum, "Dóttir av Proteus", og tær gjørdu hol í sjógv. Søgurnar eru meiri intellektuellar enn føroyskar søgur flestar við eini rúgvu av bókmenta- ligum tilsipingum og ábendingum. Eitt aftur- komandi tema er, at frá- søgumaðurin altíð ivast og hevur ilt við at taka eina avgerð. Hetta er eitt mynst- ur, sum er potað niður í hann í barnaárunum og sum røkkur langt inn í vaksnaárini. Tvey søgusøvn koma aftrat í áttatiárunum, men samstundis við at hann heldur fram við at týða – m.a. William Shakespeare og James Joyce – so tagnar hann sum høvundur av føgrum bókmentum. Stór- verkið í nítiárunum er bókmentaliga ævisøgan um J.H.O. Djurhuus, og seinni árini hevur hann tikist við eina samsvarandi ritgerð um Hans Andreas Djur- huus. Uppímillum er seinnu árini komið eitt greinasavn, ein sjónleikur og fyri stuttum "Tað nýggja Atlantis" við undirtitlinum "Vísindaskaldskapur og furða". Og nú er ringurin lokaður, tí føroysku undir- heitinum eru týðing av teimum ensku: science fic- tion og fantasy. Valtrarar Aftrat tí omanfyrinevnda hevur høvundurin so eisini havt stundir at tríva aftur í aftur søguskrivingina, og hansara vald á hesum kynstri er ikki vorðið minni. Í tíð fevna tær níggju søgurnar í "Píla- grímum" um 150 ár, men lagnir og pílagrímsferðir hava lyndi til at endurtaka seg. Í søguni "Undir tínum veingjabreiði" úr fyrsta savninum, varð drongurin Kaisten neyðtikin uppi á einum lofti í heimbygdini, og undir báðum teimum sterkastu søgunum í "Píla- grímum" býr neyðtøka í barnaárunum. Tann fyrra er "Angels Place", har ein yngri før- oysk kvinna roynir at krógva seg í stórbýnum, tí hon hevur so ilt við at basa demonini, sum í henni býr. Demonin ella "dýrið", sum hon nevnir tað, stavar frá barndóminum, har annar beiggin neyðtók hana og soleiðis avlagaði bæði sál og kynslív. Hesin beiggin dugir at koma sær fram í samfelagnum, meðan tann fitti beiggin tekur lívið av sær, og tað ger kvinnuligi høvuðspersónurin loksins. Handan yvirflatan í tí pardíslíka umhvørvinum býr mangan eitt helviti, sum fylgir persóninum til deyðadag, og ofta er at- voldin til hendan. Í søguni "Tann hvíti maðurin", sum í frásøgutíð fer fram stutt eftir, at fríhandilin er kom- in, er eisini ein neyðtøka handan hendingarnar. Dáv- ur er ávegis til Keypmanna- havnar at sita, dømdur fyri eitt dráp hann ikki hevur framt. Umborð fortelur hann einum skotskum aðalsmanni, at hansara størsta ynski er at síggja katedralin í Canterbury. Skotin ber so í bandi, at føroyingurin sleppur í land og sær tann nevnda kate- dral. Hann fær starv hjá eini jarnbreytafyritøku í London, men eftir nøkur ár ganga viðburðir úr Føroy- um aftur, so at Dávur kem- ur fyri eitt tok og doyr. Sum smádrongur var Dávur neyðtikin av einum bóndasoni, og tað er ein bein linja haðani og til hendingina á jarnbreyta- støðini í London. Tann ótryggleiki, sum er skaptur av tvitnum hendingum í uppvøkstrinum seta fót fyri tí vaksna manninum og kvinnuni. Á vegamótinum millum at vera barn og vaksin kanst tú vera fyri hendingum, sum tú ikki ræður fyri sjálvur, men sum fram- haldandi hava ræðið á tær. Fyri hesar lívsins pílagrím- ar tykist eingin ætlan at vera, men bara tann blinda tilvild. Fær »Pílagrímar« norður- lendsku virðislønina? Finsk bókmentafólk meta, at Hanus Kamban hevur góðar møguleikar at fáa bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins Sveinaroyndin hjá bilmekanikarum er nú broytt. Í mong ár hevur tað verið so- leiðis, at teir sum fara upp til sveinaroynd fáa eina ávísa upp- gávu sum t.d. at um- væla ein motor, róðurgreiðir ella bremsurnar. Nú skulu teir sjálvir finna brekið og umvæla tað.. SVEINAROYND Magnus Gunnarsson At vera bilmekanikari í dag kann als ikki sammetast við, hvussu tað var fyri um- leið 10–20 árum síðan. Broytingarnar á elektriska og elektroniska økinum hava verið so ómetaliga stórar. Hetta hevur havt við sær, at krøvini til bil- mekanikararnar eru heilt øðrvísi, enn tey vóru fyrr. Tí hevur Tekniski Skúlin broytt og tilpassað sveina- royndirnar til nýggju tíðir- nar. Broytingarnar ganga t.d. út uppá, at tann, sum fer upp til sveinaroynd, skal arbeiða meira sjálvstøðugt og vísa, hvat hann hevur lært í lærutíðini. Skipanin hevur í mong ár verið upp- bygd soleiðis, at tann, sum fer upp til sveinaroynd, fær til uppgávu at umvæla ein motor, róðurgreiðir, upp- hang ella bremsurnar. Í nýggju skipanini er tað soleiðis, at tann sum fer upp tilsveinaroynd fær at vita, at nakað er galið við bilinum, sum t.d.at hann dregur til høgru ella til vinstru undir koyring, ella tað at hann kódnar undir koyring, ella ikki kraftar tað, hann eigur. Áðrenn teir møta til sveinaroyndina, hava lærararnir broytt okk- urt við bilinum, so alt ikki virkar sum tað skal. So skal lærlingurin sjálvur finna út av, hvat er galið við bilin- um. Hendan nýggja sveina- royndin krevur meira av lærlingunum, og at teir kunnu arbeiða sjálvstøðugt. Eisini skulu teir leita egin- diagnosu fram við hjálp av teldu og testara. Stórur dentur verður lagdur á tað skrivliga arbeiðið. Teir skulu gera eina stutta skrivliga frágreiðing um tað arbeiðið, teir hava gjørt í sveinaroyndini. Tøkniliga menningin í bilaídnaðinum broytir sjálvandi innihaldið í undirvísingini alla tíðina. Undirvísingin er tillaga soleiðis, at lærlingarnir kunnu klára hesa nýggju sveinaroyndina. Uppgávan hjá lærarunum er, at teir skulu vera meira sum veg- leiðarar hjá lærlingunum. Teir sum vanliga eru skoð- anarmeistarar skulu eisini á skeið fyri at seta seg inn í nýggju skipanina. Í næstum verður skipað fyri skoðan- armeistaraskeiði, sum yrkisnevndin hevur fingið í lag saman við »Svende- prøvekommissionen« í Danmark. Tekniski Skúli – sveina- royndir eftir nýggjari skipan Hesir eru teir fyrstu lærlingarnir, sum eru til sveinaroynd eftir nýggju skipanini. f.v. Hallur Petersen frá Reyni Service í Hoyvík, Poul Arni Poulsen frá VR Bilum í Havn, Thorgrím Jacobsen frá ENM í Leirvík, Bárður Klakstein frá Autoshine í Klaksvík og Bárður Olsen frá P/F Wenzel í Havn Skoðanarmeistarar til fyrstu sveinaroyndina eftir nýggju skipanini vóru Neinbjørn Nattestad úr Miðvági og Heðin Weihe úr Havn C M Y K 7 6