fríggjadagur 21. februar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 36 - 21. februar 2003
Nr. 36 - 21. februar 2003
9
Tunnilin gevur veldugar fyrimunir
- Neyvari metingar og
mátingar eiga at
verða gjørdar til tess
at fáa greiði á
týdningarmiklum
spurningum í
samband við
tunnilsætlanina, sigur
áhugabólkurin í síni
niðurstøðu
TUNNILSSAMBAND
Vilmund Jacobsen
Í niðurstøðuni hjá áhuga-
bólkinum verður sagt, at
einki er til hindurs fyri at
gera undirsjóvartunnil mill-
um
Skálafjørðin
og
Suðurstreym.
- Hesin tunnil gevur
velduga stórar fyrimunir,
bæði samfelagsliga, trygar-
liga, vinnuliga, samfelags-
búskaparliga
og
um-
hvørvisliga.
Øllum til góðar
Símun Johanesen, bygda-
ráðslimur í Nes kommunu,
sum stóð fyri høvuðsfram-
løguni hjá áhugabólkinum,
segði, at fyrimunirnir við
tunlinum fara at koma
tveimum
triðingum
av
landsins borgarum til góð-
ar, tá ið undirsjóvartunnilin
um Leirvíksfjørð er komin.
- Men samfelagsbúskap-
arliga og umhvørvisliga
koma hesir fyrimunir øllum
landinum til góðar.
Símun helt, at metingarnar,
sum áhugabólkurin hevur
gjørt í samband við tunnils-
uppskotið, eru rættiliga
realistiskar.
- Men tær eru nakað
feskar og eiga tí at verða
gjøgnumgingnar kritiskt.
Hann vísti á, at lagt er
upp fyri eini munandi øk-
ing í kostnaðinum saman-
borið við Vágatunnilin, og
tí má hesin í útgangsstøðin-
um metast at liggja heldur
høgt, heldur enn ov lágt.
- Kostnaðarmetingin er
tó heft av ávísari óvissu,
serliga við atliti til jarðfrøð-
isligu umstøðurnar á økin-
um, segði Símun.
Metingar og mátingar
Í sínum tilmæli, sigur
áhugabólkurin, at neyvari
metingar og mátingar eiga
at verða gjørdar til tess at
fáa greiði á týdningarmikl-
um spurningum í samband
við tunnilsætlanina.
Símun segði, at ein kost-
benefit kanning eigur at
gerast. Henda kanning skal
vísa á leið, hvussu stóran
samfelagsbúskaparligan
týdning, eitt tílíkt samband
veruliga kann fáa.
- Farleiðin til Havnar
og við hesum eisini til
Sandoyar og Suðuroyar
gerst styttri fyri alla Eyst-
uroynna, og somuleiðis
verður styttri millum Skála-
fjørðin og Vágarnar.
Hann segði, at jarðfrøðis-
ligar mátingar mugu gerast,
sum kunnu vísa, hvar best
er at byggja tunnilin.
Ferðagjaldið lækkast
- Neyðugt verður eisini at
gera metingar um fíggjar-
hátt, og tá serliga í hvønn
mun tað almenna skal
verða við til at fíggja verk-
ætlanina.
Símun Johannesen segði
at enda, at ein og hvør inn-
skotskapitalur frá tí al-
menna vil merkja, at ferða-
gjaldið kann lækkast og
harvið gerast minni, enn
útrokningarnar vísa.
Áhugabólkurin sigur, at ein
kost-benefit kanning eigur at
verða gjørd. Hendan skal vísa
á leið, hvussu stóran
samfelagsbúskaparligan
týdning, eitt tunnilssamband
millum Skálafjørðin og
Suðurstreym kemur at hava.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Roynt eigur at verða at fáa fatur á miðfláunum
- Stór gil og rivur eru
í støðum, men hesi
vísa seg at ganga
systematiskt. Tað
hevur tí stóran týdn-
ing, hvussu tú kemur
inn á hesar rivur.
Verður borað paralelt
við rivurnar, kann tað
gerast torført at koma
burtur úr teimum,
segði Martin V.
Heinesen, jarðfrøð-
ingur, sum er í áhuga-
bókinum, ið legði
uppskotið fram um
tunnil millum Skála-
fjørðin og høvuðs-
staðarøkið
TUNNILSSAMBAND
Vilmund Jacobsen
Á fundinum á Svanga-
skarði týskvøldið um und-
irsjóvartunnil
millum
Skálafjørðin og høvuðs-
staðarøkið, greiddi Martin
V. Heinesen, jarðfrøðingur,
í stuttum frá jarðfrøðiligu
viðurskiftunum á leiðini,
har skotið verður upp at
byggja tunnilin.
Hann legði dent á, at
ongar veruligar kanningar
eru gjørdar, men at hugt
hevur verið eitt sindur at
fyritreytunum.
Miðfláirnar best
Martin vísti eitt einfalt kort
yvir Føroyar og leiðina
tvørtur um Tangafjørð, sum
er fjørðurin millum Eystur-
oyarlandið øðrumegin og
Hvítanes hinumegin. Hann
hevði eisini eitt dýbdarkort
av hesi leiðini, sum fólk
kundu síggja.
- Ymiskt er, hvussu
grótið er skikkað, men høv-
uðstrekkini ganga aftur. Vit
hava tær tríggjar fláirnar;
tær ovastu, miðfláirnar og
so tær niðastu.
Jarðfrøðingurin segði, at
flestu tunlarnir í Føroyum
eru bygdir gjøgnum miðflá-
irnar, sum eru best egnaðar
til tunnilsgerðir.
- Roynt verður tí at fáa
fatur á miðfláunum, tá ið
tunlar skulu byggjast, og
hesar fláir hella í ein
landsynning.
Hann vísti tó á, at tunnil-
in
millum
Hvalba
og
Trongisvág, sum tann fyrsti
í Føroyum, liggur rættiliga
niðarliga í flágunum, og tað
sama er við tunlinum til
Sumbiar, har stórir trupul-
leikar vóru við lendinum.
Norðrari er betur
Martin segði, at tess longur
norður á Tangafjørð, vit
koma, tess betur sær út, tí
her er størri møguleiki fyri,
at vit skjótari fáa fatur á
miðfláunum.
Hann vísti á, at miðfláir-
nar fara í sjógv á Strondum,
Saltnesi og á Sundi.
- So, her eru vit á marka-
mótinum, sum hann tók til.
Martin segði, at lendið um
Hvítanesarleiðina er nakað
"stokkið", og tað sama er
galdandi á leiðini við Rak-
tanga á Strondum og sunn-
anfyri Nes bygd. Eisini við
Flesjarnar síggjast rivur.
- Stór gil og rivur eru í
støðum, men at síggja til,
ganga hesi systematisk.
Verður rætt farið fram,
kann byrgjast uppfyri tí
mesta av tí, sum nú eina-
ferð verður á leiðini. Men
jú færri rivur eru, tess lætt-
ari er at koma ígjøgnum.
Torført er tó at siga, hvat
kann stinga seg upp, tá ið tú
arbeiðir í undirgrundini,
har øll viðurskifti ikki eru
kend til fulnar.
Vinkulin stóran
týdning
Hann segði, at tað hevur
stóran
týdning,
hvussu
vinkulin sær út, tá ið tú
kemur á hesar rivur.
- Verður borað paralelt
við rivurnar, kann tað ger-
ast ein stórur trupulleiki, tí
tá kann verða torført at
koma burtur úr teimum
aftur. Tí eiga vit at hyggja
væl eftir, hvar hesar rivur
eru, segði jarðfrøðingurin í
áhugabólkinum, Martin V.
Heinesen.
- Tess longur norður á
Tangafjørð, vit koma, tess
betur sær út, tí her er størri
møguleiki fyri, at vit skjótari
fáa fatur á miðfláunum,
sigur Martin V. Heinesen,
jarðfrøðingur.
Kostnaðurin at rigga
Tórvøll til rennibreyt
er vorðin átjan ferðir
størri enn uppruna-
liga mett
TÓRSVØLLUR
Heri á Rógvi
Í sínari tíð skuldi tað "bert"
kosta eina hálva millión at
gera Tórsvøll til reiðar at
leggja rennibreyt rundanum
fótbóltsvøll, og so skuldi
kostnaðurin
fyri
sjálva
breytina koma afturat.
Hetta framgongur í grein
í Sosialinum 13. apríl 1999,
har formaðurin fyri Tórs-
vallargrunnin, Poul Michel-
sen, verður endurgivin fyri
at siga, at kostnaðurin fyri
at flyta áskoðaraplássini,
soleiðis at pláss verður fyri
rennibreyt, skuldi vera ein
hálv millión krónur.
Hetta tal er nú vorðið átj-
an ferðir størri eftir neyvar
kanningar.
Sostatt
var
fyrsta metingin ikki tað
minsta á røttu leið.
À sama fundi, sum Poul
Michelsen nevndi hálvu
milliónina, vístu umboð
fyri frælsan ítrótt á, at tað
ongantíð var ætlanin at fáa
rennibreyt um Tórsvøll, og
tey roknaðu heldur ikki við,
at hon fór at koma.
Tórshavnar
býráð
samtyki 6. apríl 2000, at
Tórsvøllur skuldi vera fót-
bóltsvøllur burturav.
Hóast arbeiðið at fáa
rennibreyt um Tórsvøll
hevur fingið nýtt lív, so er
tað í løtuni lítið, sum týðir
upp á, at hetta verður veru-
leiki.
Tað eydnaðist okkum ikki
ikki at fáa fatur á Poul Mic-
helsen til eina viðmerking.
Tórsvøllur:
Kostnaðurin fleirfaldaður
Hendan tekningin vísir, hvussu Tórsvøllur eftir ætlan fer at síggja út við einari rennibreyt. Munandi færri áskoðarapláss vera, um ikki nýggj verða bygd afturat.
Eingi áskoðarapláss vera við endan móti Gundadalshøllini, og eini áttahundrað færri pláss vera móti høllini á Hálsi.
Hálkan kom
óvæntað
Hálka var orsøkin til, at
ein bilur tíðliga hósmorg-
unin fekk skaða sunn-
anfyri sund.
Bilurin var á veg suður-
eftir, tá bilurin varð slong-
dur runt, og bilurin fekk
nakað av skaða framman.
Vakthavandi á Politi-
støðini í Havn sigur, at or-
søkin til óhappið var
hálka. Sagt verður, at
hálkan kom óvart á bil-
føraran. Hósmorgunin var
hált í støðum, og hetta
høvdu fleiri bilførarar
ikki væntað.
Eingin fólkaskaði hendi
orsakað av óhappinum.
-hr
Tað kann enda galið við hálkuni
Mynd: Jens Kristian Vang
Mikudagin
var
Jacob
Vestergaard fyri fyrstu
ferð í tinginum sum
landsstýrismaður. Hann
fær gamla plássið hjá
Jørgen Niclasen á fremstu
røð millum løgmann og
Bjarna Djurholm.
Mikudagin var eisini
móttøka
fyri
nýggja
landsstýrismanninum
í
Tinganesi.
Nógv
fólk
nýttu høvi at støkka inn á
gólvið og heilsa upp á
nýggja landsstýrismannin.
-hr
Jacob funnið
seg til rættis
Vinstrumegin Bjarna Djurholm hoyrist ikki longur
vágamál. Dialektin er nú so suðuroysk sum tilber.
Mynd: Jens Kristian Vang.
Arbeiðið at gera rundkoyr-
ing við inngongdina til
gomlu Argja kommunu er
farin ígongd. Arbeiðið er
eitt sindur seinkað, men tað
skuldi ikki tikið tað nógva
av tíð, áðrenn argjafólk
skulu koyra runt fyri at
sleppa avstað.
-hr
Gera rund-
koyring á
Argjum
Arbeiðið at gera rundkoyring á Argjum er farið ígongd.
Mynd: Jens Kristian Vang.
C
M
Y
K
9
8