Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. februar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 36 - 21. februar 2003 Nr. 36 - 21. februar 2003 11 Løgtings- og fólkatingslimurin hjá Tjóðveldisflokk- inum, Torbjørn Jacobsen, ger bart í Sosialinum ígjár. Fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum sigur, at "okkurt høvd má rúka" í samband við málið um landsfornfrøðingin. Eysturoyartingmaðurin leggur afturat, at annaðhvørt mugu embætisfólk ella Annlis Bjarkhamar rúka. Hetta eru ikki hissini orð, sum formaður Tjóðveldis- floksins enn ikki hevur gjørt viðmerkingar til. Men til tað er at siga, at Høgni Hoydal hevur í seinastuni verið ógvuliga tigandi, tá tað hevur snúð seg um innanhýsis viðurskifti í flokkinum og í málinum landsfornfrøð- ingin. Øðrvísi var, tá tað snúði seg um málið hjá Signari á Brúnni, Finnboga Ísaksyni, Torbirni Jacobsen ella Jørgeni Niclasen. Tað fær Torbjørn Jacobsen at spyrja, um tað sama ikki er galdandi fyri Annlis Jacobsen sum fyri hinar áður nevndu. Samrøðan við Sosialin og oddagreinin í Fregnum fríggjadagin vísa, at tað er rættiliga gjálvut millum floksformannin og varamann hansara á fólkatingi. Tað er sjáldsamt at síggja so opinskáraðar meingingar um sínar egnu partamenn, og enntá formann, í føroyskum fjølmiðlum. Hesar og tær báðar greinirnar hjá "Credo" í Oyggja- tíðindunum benda á, at áralagið er ikki gott í Tjóð- veldisflokkinum í løtuni og at fleiri trupulleikar eru: - Vantandi samstarv er millum formannin og fólkatings- mannin, sum eisini er tingmaður fyri næststørsta valdømið. - Týðandi starvsfólk eru eftir øllum at døma rýmd undan landsstýrismanninum í trivnaðarmálum Páll á Reynatúgvu. -Málið um landsfornfrøðingin hevur vístá fleiri óheppin viðurskifti, sum gera, at fyri mong er álitið á Annlis Bjarhamar fokið. Øll hesi mál gera, at ikki bara formaður Tjóðveldis- floksins hevur trupulleikar, men at flokurin er í trupulleikum, sum mugu loysast, um tað av álvara ikki skal fáa avleiðingar fyri landsstýrissamstarvi og flokk- in. Andstøðan fær ikki høvuðbríggj av hesum, men fyri vanliga borgaran er tað keðiligt, um politisku viðurskiftini ikki eru nøkurlunda stabil. At trupulleikar fóru at stinga seg upp í flokkinum var ikki óvænatð. Men trupulleikarnir, sum nú eru uppi eru av ørðum slag enn væntast kundi. Trupulleikarnir í løtuni hava meira við hugburð og framferð at gera enn ymiskar hugsanir um tann sosiala-búskaparliga politikkin og sjálvstýris-fullveldispolitikkin. Tí á hesum mótum er spennið vítt í Tjóðveldisflokkinum. Vit hava ein rættiliga borgarligan vong og so hava vit ein meiri traditionellan sosialdemokratiskan vong. Og harafturat hava vit loysingarfólk og meiri hóvlig sjálv- stýrisfólk. Men hesir spurningar eru í skugganum frá teimum meira persónligu trupulleikunum, sum í løtuni skapa misálit á politisku skipanina. DAGSINS MEINING Sosialurin Flokkur og formaður í gjálvi VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ivan Eginsson Í fleiri ár hava føroysk ítróttarfólk roynt at fingið eina rennibreyt í Miðstað- arøkinum. Tað er einki at ívast í, at tey skulu hava góðar umstøður fyri at íðka frælsan ítrótt. Í dag hevur FSF eina skilagóða — eftir mínum tykki — loysn viðvíkjandi heimadystum hjá landslið- num. Tórsvøllur og Svangaskarð skiftast um at hýsa bestu føroysku leikar- unum og gestum teirra. Í sovorðnum førum verða vallarnir báðir brúktir eins nógv, og bæði havnarfólk og bygdafólk fáa landsliðið á vitjan. Tílik rotatión er vanlig nógva aðrastaðni, t.d. í Svøríki, har landsliðið býtir heimadystir millim Stokkhólm og Göteborg. Í summum londum (Týsk- landi, Italia, Hálandi) leikar landslið í fleiri býum. Í so máta er núverandi støðan í Føroyum best hóskandi. Men — um so er, at renni- breyt kortini verður gjørd á Tórsvølli (og ikki aðra- staðni), so hevði tað verið púra natúrligt hjá FSF at flutt allar heimadystir hjá landsliðnum inn á Toftir aftur. Tað kann als ikki samanberast at síggja ein fótbóltsdyst har inni (ella á Tórsvølli í dag), sita beint við vøllin og veruliga njóta dystsins anda, og at vera einar tíggju-fimmtan met- rar frá vøllinum, serliga tá ið talan er um luftfallsliga fá áskoðarapláss, sum eitt stadium í Føroyum kann bjóða. Tí er niðurstøðan hjá einum fótbólsáhugaðum greið. Rennibreyt á Tórs- vøll — so latið Svanga- skarð fáa fótbóltslandsliðið aftur! Rennibreyt og fótbóltslandsliðið Martin Johannesen Týsdagin 4. februar stóð súkklan hjá mær uttan fyri hjá okkum, við síðuna av úthurðini. Súkklan er ein Wild Crik »fjallasúkkla«. Hon er svørt við 21 gearum, svørt- um skjermum og blankar felgur. Ein partur av róðr- inum er blankt, hon hevur lyktir bæði aftan og framm- an, og so hevur hon kilo- meturteljara. Saðilin er eitt sindur slitin, men annars er súkkl- an í góðum standi; og var eg sera glaður fyri hana. Og sera keddur nú hon er burtur. Tí millum kl. 17 og 21 hetta kvøldið, 4. februar, er onkur farin avstað við súkkluni! Vit kundu fylgja sporun- um yvir til Eysturskúlan og oman á Gripsvegin, kanska eftir Traðarvegnum og om- an til SMS; longur bar ikki til at fylgja sporunum, tí- verri. Til tín, sum kennur teg aftur í hesum! Eg biði teg inniliga um at koma aftur við súkkluni hjá mær. Tú finnur helst ein útveg. Um tú ikki kemur aftur við súkkluni; men velur at kanna tær hana sjálvur! So spyrji eg bara: Kann nakar verða glaður fyri eina súkklu, sum ein veit at ein annar eigur? Tað vænti eg ikki! Sigmund Andreasen skipari, Vágur Mánadagin og dagin í dag hevur Útvarp Føroya lýst við at »Smyril« skuldi byrja sigling aftur, og fyrsti túrur skuldi vera kl. 19.00. Kom úr Klaksvík kl. 18.20 og stillaði meg í tað lítlu køina hjá Smyrli. Tá ið tað endiliga bleiv koyrt tann langa veg til skipið, var tað St. Ola sum skuldi suður. Hvar tann fyrsta stóra køin, sum longu var komin umborð á St. Ola, kom frá, er mær ein gáta, sum kanska onkur av leiðsluni á Strandferðsluni kann greiða nærri frá. Fleiri bilar, og sjálvandi undirritaði, stóðu eftir á havnarkai. Tað er ikki fyrstu ferð, eg havi staði eftir á havnarkai. Suðuroyingar hava fakt- iskt onki ferðamannaskip. Vit hava eitt fraktskip, sum tekur nakað av bilum, tá ið Strandferðslan finnur tað fyri gott. Sjálvur havi eg siglt sum skipari við frakt til Føroyar og lastaðu vit altíð soleiðis, at vit kundu avskipa í teim- um havnum, vørðan var til. Nú skal alt avskipast í Havn og síðani koyrast runt Føroyar við stórum treyl- arum. Av tí sama blíva stórar køir á øllum vega- strekkjum. Tað ger koyring- ina vandamikla við yvir- hálingum, og nógvir av vegunum eru slett ikki egnaðir til hesa tungu ferðslu. Hvat verður gjørt? og hvat kann gerast? Best hevði verið fyri mongdina í Føroyum, um fraktin fra útheiminum bleiv avskipað á oyggjun- um, har hon skal. Fiska- flutningur er nógvur, og skuldi skip verið til henda flutning »ikki passager- skip«. Hopi at hoyra onkra viðmerking, so mann kanska sær eina meining í tí, sum nú fer fram. Spor í kavanum og súkklan horvin! Strandfaraskip Landsins – »Suðuroyarleiðin« Sonja Herietsdóttir Fyri einum ári síðan var ein grein í Fregnum. Greinin snúði seg um happing. Fregnir høvdu tá viðgjørt happing eina tíð. Greinin, eg sipi til, var um eina unga gentu, ið hevði verið happ- að so illa, at hon ta einu løtuna hevði umhugsað at tikið seg sjálva av døgum. Orsøkin til at eg minnist hetta so væl, er einføld: Eg eri tann gentan. Nú, eitt ár seinni, eri eg vorðin forvitin. Eg hugsi ofta um, hvat man vera hent í tí føroyska fólkaskúlanum síðan. Er nakað hent yvir- høvur? Ella liggur evnið onkrastaðni og verður vent í einum orðaskifti, ið hevur til endamáls, at onkur skal taka støðu til, um hetta er álvari ella ei? Eg kenni nógv ung, sum í seinastuni hava sagt mær, hvussu tað er, har tey ganga í skúla. Millum annað hava tey greitt mær frá, hvussu lærarar taka sær av happ- ing, ella um teir yvirhøvur duga at taka sær av happ- ingini. Greitt er í hvussu so er, at happingin er nógv meiri umfatandi enn hildið verður, og tað ljóðar, at lærarar ikki duga nóg væl at fáa enda á happingini. Soleiðis hendi tað, sum hendi hjá mær. Eg var 14 ára gomul, og tað einasta, sum eg vildi, var, at eg ikki vaknaði hvønn morgun og sá, at tað var ein nýggjur dagur. Eg varð kedd av at síggja sólina skína inn gjøgnum vindeygað. Og tað nívdi meg, at eg var til og skuldi í skúla at møta floksfelagum, sum gjørdu mín gerandisdag til eitt helviti. Satt at siga, og eg skammist ikki longur, tá ið eg sigi tað, so kom eg ikki yvir allar tær kenslur, eg hevði tá, fyrr enn fyri ein- um hálvum ári síðan. Eg fór niður at sleppa burtur úr mínum gerandisdegi her. Har fekk eg hjálp. Eg tosaði og tosaði líka til eg hevði tosað meg tóma. Alt tað, ið hevði nívt meg, kom út. Eg fekk eisini ráð frá fólki um, hvussu eg skuldi koma upp undan aftur. Millum annað lærdi eg um, hvussu eg skuldi arbeiða við kenslunum og koma víðari á leiðini. Hetta hjálpti mær so nógv, at eg kann siga, at tann gentan, eg var fyri hálvum ári síð- an, ikki er tann sama sum tann, eg eri í dag. Eg eri komin til ta góðu niðurstøðu, at eg havi júst sama møguleika at fáa nakað burtur úr lívinum sum øll hini. Nú dugi eg at síggja hvønn dag sum eina nýggja byrjan. Og eg havi fingið eitt mál at arbeiða fram ímóti. Í dag hugsi eg kortini nógv um øll tey ungu, sum í dag ganga í skúla. Summi teirra eru í somu støðu, ið eg var í tá. Hvørja hjálp fáa tey, um so er, at tey fáa nakra? Noyðast tey, eins og eg, bara at krógva allar kenslurnar og ganga við øllum tí svára líka til hol fer á svullin, og alt kemur út í einum bresti, ið er nógv ógvisligari enn tú megnar at standa ímóti? Eg veit, at tað eru nógv fólk, ið ikki halda, at happ- ing er nakað, sum eigur at verða tikið í so stórum álvara. Men tað eigur hon! Eg veit í hvussu so er, at um sonurin hjá mær ein dag kemur heim og sigur, at hann ikki hevur tað gott í skúlanum, fari eg ikki at leggjast á boðini og lata sum einki. Eg ivist ikki í, at tað má vera torført at vera lærari í dag, men kortini er happing eitt evni, ið okkurt má ger- ast við. Tað eiga foreldur og lærarar at gera í felag. Nógv megna óivað sjálv at basa happingini, men summi duga ikki. Eg var ein teirra. Sárini sleppi eg ikki av við, tað veit eg. Tey grøðast ikki. Eg havi bara lært at liva við teimum. Men spurningurin er bara, um hjálpin er har, tá ið tær tørvar hana mest… VIÐMERKINGAR Happing Tøl ið tala Jónas Johnsson Kommunuskatturin er settur í gásareygir tí hann er bert rokn- aður av upphæddini omanfyri 21.000! Í talvuni omanfyri verður tann samanlagdi skatturin 62.305. Tað er 32,8% av brutto. Við kommunuskatti "20%"%, er skatturin 4.215 minni = 58.090 ella 30,6% av brutto. Við kommunuskatti "16%"%, er skatturin 9.835 minni = 52.470 ella 27,6% av brutto. Í hesari talvuni verður tann samanlagdi skatturin 80.060, ið gevur 42,1% av brutto. Við kommunuskatti "20"% er skatturin 5.070 minni = 74.990 ella 39,5% av brutto. Við kommunuskatti "16"% er skatturin 11.830 minni = 68.230 ella 35,9% av brutto. Í hesari talvuni verður tann samanlagdi skatturin 84.810. Tað er 44,7% av brutto. Við kommunuskatti "20"% er skatturin 5.070 minni = 79.740 ella 42,0% av brutto. Við kommunuskatti "16"% er skatturin 11.830 minni = 72.980 ella 38,4% av brutto Vil/Kann fíggjarmálaráðharrin grundgeva fyri lønhæddaravgjaldinum á prenti í dagspressuni? Mær tykir hettað skattaavgjald mest sum avhøvdingar- politikkur av privatum smá-fyritøkum! Mín áheitan til løgtingsmenn er: Strikið lønhæddaravgjaldið! Takið toppin av órættinum! Vónandi er annar meginboðskapurin í lesarabrævið mínum herfyri nú betur pædagogiseraður! Eg takið sjálvandi fyrivarni fyri roknifeilum. Kanska vendi eg aftur um hin meginboðskapin: at hugleiða/útgreina um bruttoskatt sum periferiskatt í fiskivinnuni á landi (selektiv byrjan). FISKIMAÐUR A-innt¿ka 190.000 k Skattastøðið (-15%) fi 161.500 Landsskattur 26.275 Kommunuskattur, 23% 32.315 Kirkjuskattur, 0,3% 4 ALS vm., 2% 3.23 Eft fi 127.695 LflNTAKARI A-Innt¿ka fi 190.000 Landsskattur 36.820 Kommunuskattur, 23 % 38. Kirkjuskattur, 0,3% 5 ALS vm., 2% 3.80 Eft fi 109.940 VINNUREKANDI B-Innt¿ka fi 190.000 Landsskattur 36.820 Kommunuskattur, 23 % 38.870 Kirkjuskattur, 0,3% 5 ALS vm., 2% 3.80 L¿nh ddaravgjald, 2_% 4.75 105.190 Alfred Olsen løgtingsmaður Eftir at hava víst á møgu- leikan í fleiri ár fyri undir- sjóvartunnilssambandi ímillum Skálafjørðin og Havnina, fekk eg staðfest á fundinum á Toftum týs- kvøldið, at tað ber til at gera ein slíkan tunnil, uttan at hann nýtist at kosta landskassanum eitt oyra. Útrokningar vísa, at so- mikið nógv ferðsla verður í hesum tunnli, at nýtslugjald kann fíggja alla verkætl- anina sum hon er. Lurtarakanningin, sum varð gjørd í sambandi við sendingina "Sostatt", ið Út- varp Føroya sendi miku- dagin, vísti eina massiva uppbakking fyri tunnils- ætlanini. Serliga vóru tað kvinnurnar, sum tóku væl undir við ætlanini. Hetta er væl skiljandi, tí ein slíkur tunnil gevur møguleika fyri, at tær kvinnur, sum ar- beiða í høvuðsstaðarum- ráðnum, og sum fáa børnini ansaði í heimbygdini, fáa ein somikið stuttan veg til og frá arbeiði, at tær klára at avheinta børnini eftir arbeiðstíð. Stóran samfelagsligan týdning Samfelagsliga fær tunnilin stóran týdning. 1. Hann betrar um kapp- ingarførið innan serliga flutningsvinnuna, og handverkaravinnuna. Virki í Eysturoy fáa møguleika at bjóða uppá arbeiði í Havn (og øvugt), tí nú verður ikki neyðugt at rokna við tveimum tímalønum eyka fyri flutning. 2. Tunnilin økir um trygd- ina og minkar um slitið á landsvegunum, og hann minkar eisini um belastningin á tveimum knútapunktum (Norð- skálatunnlinum, sum ikki er egnaður til ver- andi ferðslu, og brúnni um Streymin). 3. Hann gagnar borgarun- um við at stytta ferða- tíðina millum 1 og 1,5 tíma um dagin. 4. Hann avlastar Havnina, við tað at fólk í størri mun fara at búseta seg við Skálafjørðin, nú Strendur verður næsti granni hjá Tórshavn. 5. Hann gagnar okkara umhvørvi. Samanumtikið kann sigast, at samfelagsliga og fíggjar- liga er hetta góð verkætlan, sum eg vil stuðla og ar- beiða fyri, at hon verður framd í verki. Fast samband millum Skálafjørðin og Havnina C M Y K 11 10 Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað?