fríggjadagur 21. februar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 36 - 21. februar 2003
Nr. 36 - 21. februar 2003
13
NØVN Í VIKUNI
Annfinn Brekkstein, borg-
arstjóri á Velbastað, er nú
formaður í valfelag Sam-
bandsfloksins
í
Suður-
streymoy, Føroya Væl.
Felagið hevði aðalfund
mánakvøldið, og tá varð
nýggj nevnd vald.
Bent Jákup Hansen, sum
var formaður í felagnum,
Egga Jensen og Petur
Weihe stillaðu ikki upp-
aftur. Annfinn Brekkstein
og Súsanna Dam stóðu ikki
fyri vali hesaferð. Sum
nýggir nevndarlimir vórðu
valdir Kaj Leo Johannesen,
Heini Fossá og Michael
Jensen.
Nýggja nevndin skipaði
seg við Annfinni Brekk-
stein sum formanni, Heina
Fossá sum næstformanni
og Súsonnu Dam sum
kassameistara. Eykalimir í
nevndini eru Schumann
Hjaltalin og Bent Jákup
Hansen.
Annfinn Brekkstein formaður
DANSUR
Tíðindaskriv
Leygardagin klokkan 16:00
fer norðurlendski bólkurin
»Kvedar« at framføra í
Klingruni í Norðurlanda-
húsinum. Eisini verður
Nólsoyar Danisfelag við í
tiltakinum,
sum
hevur
undirheitið
»Eldgamle
kvad og nysmidde stev med
dans - frå det nordiske
ferdaskrinet«
Seks fólk manna bólkin
"Kvedar", ein dansari og
fimm sangarar. Sangararnir
eru Aiva Insulander úr
Svøríki, Marianne Maans
úr Finnlandi, Agnes Buen
Garnås, Halvor Håkanes og
Eli Storebekken, sum øll
fýra eru úr Noregi. Dans-
arin er Cathrine Smith, sum
eisini er úr Noregi.
Tólv dansarar úr Nóls-
oyar Dansifelag eru eisini
við, nú »Kvedar« vitja í
Føroyum.
Agnes Buen Garnås er
millum kendastu norður-
lendsku
sangarar
og
granskarar á hesum øki.
Hon hevur m.a. givið út
plátu »Rosensfole« saman
við víðagitna saksofon-
spælaranum Jan Garbarek á
plátefelagnum ECM.
Úr norðurlendska ferða-
skríninum
hava
tey
í
»Kvedar« leitað fram fe-
lags norðurlendskar vísur,
sum verða settar saman í
eina serstaka skrá.
Framførdar verða so-
nevndar gátuvísur úr Eddu-
kvæðunum, lokkavísur úr
seinnu miðøld, eins og
skemtivísur í ymsum skapi.
Framførdu vísurnar eru
bæðí úr livandi hevd og úr
gomlum, skrivaðum heim-
ildum. Hóast tekstir og løg
úr
ferðaskríninum
hjá
"Kvedar" kunnu vera tús-
und ára gomul, eru eisini
nýsmíðað stev og vísur á
skránni.
Dansarin Cathrine Smith
leitar inn í hesar søgur og
við dansi gevur hon aldar-
gomlu søgunum eitt nútíðar
andlit. Partur av pallmynd-
in eru myndir og vovið
teppi, sum Nina Thormod-
sæter Haugen hevur til-
evnað.
Tey ferðandi hava sjálvi
skapt framførsluna, sum
higartil hveur vitjað í
Noregi, Svøríki, Finnlandi
og Álandi. Føroyska fram-
førslan hjá »Kvedar« og
Nólsoyar Danisfelag verður
í Klingruni í Norður-
landahúsinum leygardagin
22. februar klokkan 16:00.
Atgongumerki, sum kosta
80 krónur, fáast í Húsinum.
Nøvn í vikuni
Kennir tú onkran …
Kennir tú onkran í familjuni,
á arbeiðsplássinum, í grannalagnum
ella hvar tað skal vera, ið hevur ein
merkisdag sum t.d. rundan
føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag
ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv
ella annað, so sig okkum frá.
Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann
persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av
restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd.
Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur.
Navn:.....................................................................................................................
Bústaður:.............................................................................................................
Bygd/býur:..............................................................Tel:.....................................
Evt. arbeiðspláss:..............................................................................................
Merkisdagurin er: ............................................................................................
Innsendari: ....................................................................Tel:...............................
Sendið lepan, í brævbjálva, til:
• Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni"
Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir
okkara kring alt landið:
Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo
Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo
Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo
Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo
Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo
Kvæði úr ferðaskríninum
Mikudagin 19. februar fylti
Jógvan Durhuus fyrrver-
andi løgtingsmaður 65 ár.
Jógvan er føddur og upp-
vaksin í Vestmanna. Hann
hevur verið postavgreiðslu-
maður í Vestmanna síðan
1960. Hann sat á Løgtingi
fyri Tjóðveldisflokkin frá
1970-1980, frá 1984-1990
og frá 1994-2002. Hann var
landsstýrismaður frá 1985-
1989. Í dag arbeiðir Jógvan
á høvuðsdeildini hjá Post-
verkinum á Óðinshædd í
Havn.
Jógvan Durhuus 65 ár
Týsdagin verður
Skálafjarðarsiglingin
niðurløgd
STRANDFERÐSLA
Eirikur Lindenskov
Týsdagin kl 16.20 fer
Ternan I seinasta túrin av
Havnini inn á Skálafjørðin.
Broytingar eru gjøgdar í
løgtingslógini, soleiðis at
Skálafjarðarleiðin
ikki
longur er umfatað av lógini
um flutningsskyldu, sigur
Poul
Jákup
Thomsen,
fólkaflutningsleiðari
hjá
Strandferðsluni.
Frá
mikumorgni
26.
februar verður broytt og
nýggj ferðaætlan hjá Bygd-
arleiðum fyri leiðini Toftir -
Tórshav – Toftir sett í gildi.
Broytingarnar í ferðaætl-
anini verða lýstar í bløð-
unum týsdagin, verður sagt
av Strandferðsluni.
Seinasti túrur inn á
Toftir verður týsdagin
Ternan I fer seiansta túrin av Havnini inn á Skálafjørðin týsdagin kl 16:20. Frá mikumorgni
mugu fólk, ið nýta almennu flutningsskipanina, ferðast við bussi millum Skálafjørðin og
Havnina
Hóttanin um eitt
amerikanskt álop skal
hava fingið fleiri
hermenn at rýma úr
irakska herinum.
Samstundis ljóðar, at
Saddam Hussein
hevur sett verjumála-
ráðharran í húsa-
varðhald. Tað av-
sanna irakar, men
aðrar keldur hast fast
um, at tíðindini eru
sonn
IRAK
Árni Joensen
- Hatt er ikki bert slutur,
men láturligt slutur, skal
Naji Sabri, uttanríkisráð-
harri hava svarað, tá hann
fyri nøkrum døgum síðani
varð spurdur, um starvs-
felagi hansara í iraksku
stjórnini, Sultan Hashim
Ahmed
al-Jabburi
Tai,
verjumálaráðharri er settur
í húsavarðhald.
Tíðindini um, at verju-
málaráðharrin er settur í
húsavarðhald, eru sambært
bretska
blaðnum
The
Guardian frá einum em-
bætismanni, sum hevur gott
samband við tann ráðandi
Baath-flokkin hjá Saddam
Hussein.
- Verjumálaráðharrin er á
stjórnarfundum, sum hann
altíð plagar at vera, og hann
er eisini í sjónvarpssend-
ingum, sum um einki var
hent. Men veruleikin er, at
hann er alla tíðina umgyrd-
ur av lívverjum hjá forset-
anum, so hann ikki sleppur
at flýggja, sigur tann
ónevndi irakski embætis-
maðurin við The Guardian.
Tíðindini koma annars
rættiliga óvæntað. Verju-
málaráðharrin
er
ikki
einans ein av teimum leið-
andi
monnunum
kring
Saddam Hussein. Hann
hevur eisini annað samband
við forsetan. Ein dóttur
hansara er gift við tí 36 ára
gamla Qusay Hussein, sum
er sonur Saddam Hussein.
Fleiri royndir
Vesturlendskir serfrøðingar
í irakskum viðurskiftum
siga, at seinastu árini hevur
Saddam Hussein skipað
eina trygdarskipan, sum
fyrst og fremst hevur til
endamáls at tryggja, at
hann kann verða sitandi.
Forsetin
hevur
eisini
prógvað, at hann er náði-
leysur ímóti teimum, sum
gera sjálvt ta minstu roynd
at seta seg upp ímóti hon-
um. Ein fyrrverandi verju-
málaráðharri, Adnan Khai-
rallah Tulfah, doyði í einari
tyrluvanlukku í 1989. Hann
varð roknaður sum krígs-
hetja frá krígnum við Iran,
men hildið varð, at talan
var ikki um eina vanlukku,
men at hann varð fyri-
beindur. Vælsitandi keldur
vildu tá vera við, at krígs-
hetjan var vorðin so væl
umtókt millum hermenn-
inar, at Saddam Hussein
metti hann ráðharran vera
eina hóttan ímóti sær.
Síðani Flógvakríggið í
1991 hava einar fýra ella
fimm royndir verið at fella
Saddam
Hussein,
men
hvørja ferð eru royndirnar
avdúkaðar, og teir, sum
skipaðu fyri, fingu harðastu
revsing. Sambært serfrøð-
ingunum hendi tað meiri
enn so, at alt húskið hjá
kvettmonnunum varð tikið
av døgum.
Iran liggur framvið
Vælsitandi keldur vilja
eisini vera við, at stjórnin í
Bagdad ber ótta fyri, at
herurin ætlar at sleppa
undan einum amerikansk-
um álopi við at koyra Sad-
dam Hussein frá. Kurdisk
bløð skrivaðu í síðstu viku,
at forsetin hevði sent limir í
iranska
andstøðufelags-
skapinum MKO til fleiri
hermannalegur at forða
fyri, at hermenn eggja
øðrum til at gera uppreistur.
Hermenninir hjá MKO eru
iranar, men teir hava støð í
Irak, har teir fáa stuðul frá
stýrinum í Bagdad. Tað
ljóðar eisini, at hermenn
hjá MKO eru sæddir á
markinum millum Irak og
Sýrialand og á markinum
millum Irak og Kuwait.
Hildið verður, at MKO fer
at taka lut í bardøgunum
ímóti einum møguligum
amerikanskum álopi.
Men MKO-hermenninir
eru ikki teir einastu iran-
ararnir, sum eru í Irak. Tað
ljóðar, at iranska stjórnin
hevur sent einar 5.000 shia-
muslimskar
uppreistrar-
menn inn í tað kurdiska
økið í Norðurirak. Alment
verður sagt, at talan er um
verjutiltak, og at shia-
muslimsku
uppreistrar-
menninir
skulu
forða
MKO-hermonnum at søkja
at Iran. Men vesturlendskir
serfrøðingar ivast ikki í, at
iranska stjórnin við hesum
roynir at vísa á, at hon skal
eisini sita við borðið, tá
framtíð Iraks skal avgerast,
verður Saddam Hussein
rikin frá.
Eygleiðarar vísa á, at
hetta sigur eitt sindur um,
hvussu torført tað er at
meta um avleiðingarnar av
einum møguligum Irak-
kríggi.
UTTAN ÚR HEIMI
Saddam bangin fyri kvetti
Saddam Hussein sigst hava sett sín verjumálaráðharra í húsavarðhald, tí hann er bangin fyri einum kvetti ímóti sær. Aðrir slíkir hava fingið aðra lagnu
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
13
12