Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. februar 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NR. 36 • FRÍGGJADAGUR • 21. FEBRUAR 2003 • 77. ÁRGANGUR • WWW.SOSIALURIN.FO Samskiparin Fróði Vestergaard er 40 ára gamal. Hann er giftur við Barbaru á Tjaldrafløtti, og tey eiga tvey børn – ein drong og eina gentu. Hann vaks upp á Tvøroyri, men flutti í 1983 til Dan- markar, har hann fór at lesa á Hægri Handilsskúla. Framm- anundan hevði hann tikið útbúgving sum bankamaður. Miðskeiðis í áttatiárunum fór hann undir at lesa til lærara niðri, og seinasta skúlárið tók hann á Læraraskúlanum í Havn. Hann var vikarur í eitt ár, áðrenn hann fór í starv hjá Fráhaldsrørsluni, har hann gjørdi undirvísingartilfar. Í 1994 fór hann í starv í Norðurlandahúsinum, og eitt tann fyrsta uppgávan, hann fekk, var at gera eitt konserttiltak fyri ung. Hetta endaði sum Prix Føroyar, ið var fyrstu ferð í 1995. Hann hevur verið samskipari av Prixnum øll árini síðani. Hann er útbúgvin bankamaður og lær- ari, men seinastu átta árni hevur hann starvast í Norður- landahúsinum. Hann er vorðin ímyndin av Prix Føroyar tón- leikakappingini og leggur dent á, at hann vil takast við okkurt, sum hann hevur hug til og heldur vera spennandi PORTRETT Eyðun Klakstein Hann er helst fyrsti per- sónurin, fólk hugsa um, tá ið tey hoyra Prix Føroyar verða nevnt. Hann er kendur sum tann sakligi og róligi samskiparin av hes- um stóra tiltaki, og tað hev- ur hann verið øll árini, síð- ani kappingini fyrstu ferð varð hildin í 1995. Men alt byrjaði í einum heilt øðrum umhvørvi á einum heilt øðrum staði. Fróði Vestergaard vaks upp á Tvøroyri, og hann fór sum ungur í læru í Føroya Banka. Har tók hann út- búgvin sum bankamaður, áðrenn hann í 1983 leitaði sær til Danmarkar fyri at lesa á Hægri Handilsskúla. Seinni í áttatiárunum fór hann at lesa til lærara niðri, og áðrenn hann flutti heim fyri at taka seinasta árið á Læraraskúlanum í Havn, var hann úti og fjakkaði saman við konuni. Í 1991 gjørdist hann vikarur. Fyrst var hann eitt hálvt ár í Gøtu og síðani eitt hálvt ár í Eysturskúlanum í Havn. Tíðirnar vóru versnaðar nógv tá, og tað var næstan ógjørligt at fáa fast starv í skúlanum. Flutti í Norður- landahúsið Í 1992 fór Fróði at starvast hjá Fráhaldsrørsluni, har hann hevði til uppgávu at gera undirvísingartilfar. Her var hann í stívliga tvey ár, áðrenn ein lýsing eftir fólki til Norðurlandahúsið lokkaði hann at søkja. Nógv lógu fram við, eisini Fróði, og endin var, at hann fekk starvið. Nýggi stjórin í Norður- landahúsinum vildi gera okkurt tónleikatiltak fyri tey ungu, og Fróði var sett- ur á hesa uppgávu. Úrslitið av hesum var tað, sum í dag er vorðið til helst størsta tónleikatiltakið í Føroyum – Prix Føroyar. Fimta kappingin verður hildin í hesum døgum, og Fróði Vestergaard hevur verið oddamaðurin fyri all- ar kappingarnar. – So leingi tú hevur eitt starv, sum timir at fara til og heldur vera spennandi, so skalt tú vera nøgdur. Tað hugsi eg meira um, enn kanska at hava eitt starv, sum kann geva ta bestu pensiónina, sigur Fróði. Stóran áhuga fyri tónleiki Tað er neyvan bara av til- vild, at Fróði Vestergaard er vorðin so sjónligur í før- oyska tónleikalívinum. Áhugin fyri tónleiki hevur verið til staðar frá ungum døgum. Hann hevur spælt nógv tónleik, og kendasti bólkurin, sum hann hevur verið við í, er uttan iva Deiggj. Teir spæla framvegis saman og venja fast eina- ferð um vikuna eitt hana- gleiv frá heiminum hjá Fróða í Villumsgøtu í Havn. – Hóast nógv av arbeið- num hjá mær snýr seg um tónleik, so havi eg fram- vegis hug til at spæla sjálv- ur, sigur hann. Aftur við klaverið Fyri kortum flutti eitt klaver innar í heimið. Tað var í fyrstu syftu serliga ætlað teimum báðum børn- unum, men áhugin hjá Fróða fyri klaverspæli er kyknaður aftur, so nú situr hann ofta við klaverið og spælir. – Eg havi spælt nógv kassagittar, men tað er øðrvísi at sita við klaverið og spæla og kanska gera onkur løg. Tú fært øðrvísi løg við at gera tey á klaveri. Fróði Vestergaard hevur starvast í stívliga átta ár í Norðurlandahúsinum, og hann letur dyrnar standar opnar, tá ið tað ræður um framtíðina. – Eg vil fegin gera nakað, sum eg tími, og starvið í Norðurlandahúsinum er framvegis sera spennandi. Eg havi ikki undirvíst síð- ani 1991, so eg veit ikki, hvussu tað verður við lærarayrkinum, sigur hann. Fróði stýrir showinum Fróði Vestergaard á heimavølli í Villumsgøtu í Havn. Har býr hann saman við konuni Barbaru og teimum báðum børnunum hjá teimum Mynd: Jens Kristian Vang 15 14 Nr. 36 - 21. februar 2003 Hetta vóru seinastu orðini hjá flogskipar- anum umborð á iranska hernaðarflog- farinum, sum datt niður. Vanlukkan er ein tann størsta í søguni FLOGVANLUKKA Árni Joensen - Eg royni at raka flog- vøllin. Kanska verður veðr- ið betri.... Meiri fekk flogskiparin umborð á tí iranska hern- aðarflogfarinum ikki sagt, áðrenn flogfarið við 302 fólkum umborð datt niður har suðuri í Iran. Beint frammanundan hevði flogskiparin kært seg um, at veðrið var vánaligt har á leiðini við nógvum vindi. Sambært myndug- leikunum kavaði tað eisini illa. Umborð á flogfarinum vóru 284 servandir her- menn hjá Kollveltingar- hirðini og manningin, sum taldi 18. Gjáramorgunin komu bjargingarlið fram á vrakpetti og lík uppi í teim- um kavakløddu fjøllunum í Suðuriran. Amerikansk handilstiltøk ímóti Iran hava gjørt, at nógv av flogførunum í landinum eru gomul og slitin sovjetsk flogfør, og seinastu trý árini eru trý av hesum flogførunum dottin niður. Í februar í fjør doyðu 119 fólk, tá eitt Tupolev- flogfar datt niður tætt við Teheran, og í desember datt eitt Antonov-flogfar niður miðskeiðis í Iran. Øll tey 46 umborð doyðu. Ringasta flogvanlukkan í Iran undan hesari var í 1988, tá eitt flogfar við 290 fólkum um- borð varð skotið niður yvir Persaflógvanum. Eitt amerikanskt herskip skjeyt flogfarið niður, tí mann- ingin helt, at flogfarið var í ferð við at stoyta seg niður á skipið. Prestaherurin Flogfarið, sum datt niður fyrradagin, var eitt hjá Kollveltingarhirðini. Kollveltingarhirðin varð skipað stutt eftir kollvelt- ingina í 1979, og hon telur í dag 120.000 mans. Tað er prestastýrið, sum hevur eftirlitið við hirðini, og hon verður vanliga roknað sum trúgvasti stuðulin og verjan hjá prestasatýrinum við ayatollah Khaminei á odda. Iranskar keldur søgdu í gjár, at hermenninir vóru á veg til býin Keman, har teir skuldu taka lut í einum hátíðarhaldi í sambandi við, at Khaminei skuldi koma til býin at vitja. UTTAN ÚR HEIMI Fór inn um mark Eitt norðurkoreanskt stríðsflogfar av slagnum MIG kom fyrradagin inn um suðurkoreanska markið. Steðgurin innanfyri vardi bert tveir minuttir, tí suðurkoreansk flogfør róku tann óbodna gestin útaftur, sigur verjumálaráðið í Seoul. Tilburðurin er tann fyrsti av hesum slagnum síðani 1983. Hendingin var á fiskimarkinum hjá teimum báðum londunum. Júst fiskimarkið hevur leingi verið ein umstríddur spurningur. Í 1999 boðaði norðurkoreanska stjórnin frá, at hon hevði ógildað markið og kravdi, at tað varð flutt munandi longur suður. Hesum vísti Suðurkorea aftur. Í juni í fjør brustu herskip hjá teimum báðum londunum saman á markinum. Seks suðurkore- anskir herflotamenn doyðu. Hvussu nógvir norð- urkoreanskir herflotamenn doyðu í samanbrestinum, er ikki greitt. Kanna ferðafólkalistar Í framtíðini sleppa amerikansku myndugleikarnir at kanna, hvør ferðast við flogfari í Evropa. Heim- ildina hava teir fingið sambært einum sáttmála millum USA og ES, og endamálið er at forða yvir- gangsmonnum at sleppa loftvegis til USA. Amerikansku myndugleikarnir hava lovað, at eingin annar fær hendur á upplýsingunum um ferðafólkini. Hóast partarnir eru samdir um tann nýggja sáttmálan, eru ávís viðurskifti eftir at fáa upp á pláss. Eitt nú vilja amerikanararnir fegnir hava at vita nummarið á kredittkortinum hjá teimum, sum flúgva, og teir vilja eisini hava at vita, hvat tey vilja hava at eta á ferðini. Hesum krøvunum hevur ES ikki eftirlíkað enn. Býr frítt men fær stuðul Sum svenskur forsætisráðharri hevur Gøran persson frían bústað, men kortini hevur hann seinastu sjey árini fingið 4.000 krónur um mánaðin í bústaðar- stuðuli frá tí almenna. Upprunaliga fekk hann stuðulin, tí hann búði í Malmø, men arbeiddi í Stockholm. Í fjør vórðu Gøran Persson og konan, Annika, sundurlisin, men forsætisráðharrin hevur kortini varðveitt adressuna í Malmø, sjálvt um Annika býr har einsamøll. Sjálvur vil Gøran Persson ikki gera viðmerkingar til tíðindini, men talskvinna hansara sigur, at for- sætisráðharrin rindar framvegis leigu fyri ta 240 fermetrar stóru íbúðina í Malmø, og tí hevur hann rætt til bústaðarstuðulin, sigur hon. Krígsvandi steðgar skøkjulevnaði Í fjør samtykti býráðið í avstralska býnum Marrick- ville, sum er ein forstaður í Sidney, at loyva kvinn- um at arbeiða sum skøkjur. Einasta treyt var, at kvinnurnar arbeiddu heima hjá sær sjálvum. Samtyktin fekk øði í fleiri avstralskar kvinnu- felagsskapir, sum vildu vera við, at hetta var at niðurgera kvinnurnar, og at býarmyndugleikarnir á hendan hátt lótu menn misnýta kvinnur fyri pengar. Hetta rein ikki við býráðið, men nú hevur pípan brádliga fingið annað ljóð. Borgarstjórin í Marrick- ville, Barry Cotter, sigur, at nú vandi er fyri kríggi við Irak ræður um at fáa fólk at standa saman, og tí heldur hann, at tað er rætt at banna skøkjulevnað- inum í býnum fyri at sameina fólkið aftur. Bretskir og ameri- kanskir fregnartæn- astumyndugleikar hava støðugt eftirlit við trimum stórum irakskum farmaskip- um, sum sigla aftur og fram. Illgruni er um, at irakar fjala hópoyðingarvápn umborð á skipunum IRAK-KREPPAN Árni Joensen Fleiri vesturlendskir fjøl- miðlar, teirra millum bretska blaðið The In- dependent, vilja vera við, at tey trý skipini løgdu frá landi, beint eftir at vápna- eftirlitsmenninir hjá ST vóru komnir til Irak. Síðani hava skipini siglt aftur og fram í Indiska Hav- inum, men av og á hava tey verið inni í øðrum arab- iskum londum eftir ymsari útgerð. Eitt nú hava skipini verið í Jemen, skrivar The Independent. Sambært blaðnum sigla skipini ikki undir sama flaggi, og eitt útgerðarfelag í Egyptalandi reiðir tey út. Skipini hava ikki havt radiosamband, síðani tey fóru frá landi, og eingin veit, hvat tey hava í lastini, ella hvagar tey skulu. Tann løgni atburðurin hjá skipunum hevur fingið bretar og amerikanarar at halda, at skipini møguliga hava iraksk hópoyðingar- vápn í lastini, og tí verður støðugt eftirlit hildið við teimum. At amerikanarar og bretar ikki hava steðgað skipunum enn, verður tikið sum tekin um, at teir vita ikki við vissu, hvat er í lastini, og at teir heldur velja at bíða, til teir hava fingið greiði á tí. Skuldi tað so víst seg, at skipini veru- liga eru fermd við hópoyð- ingarvápnum, hevði tað stuðlað upp undir ameri- kansku og bretsku ætlanina at leypa á Irak, siga eyg- leiðararnir. Halda eyga við løgnum skipum – Eg royni at raka flogvøllin Ein tann ringasta Flogvanlukkan í Iran er ein tann ringasta í søguni. Her nakrar av teimum ringastu vanlukkunum sein- astu 20 árini: 23. juni 1985: Eitt flogfar hjá Japan Air Lines dettur niður í Japan. 520 fólk doyggja. 21. desember 1988: Eitt Pan Am-flogfar spreingist yvir Lockerbie í Skotlandi. 270 fólk doyggja. 17. juli 1996: Eitt flogfar hjá TWA dettur niður við Long Island. 230 fólk doyggja. 12. november 1996: Tvey flogfør stoyta saman í New Dehli í India. 349 fólk doyggja. 5. august 1997: Eitt flogfar hjá Korean Air dettur niður við oynna Guam. 228 fólk doyggja. 2. september 1998: Flogfar hjá Swissair dettur niður í Kanada. 229 fólk doyggja. 31. oktober 1999: Flogfar hjá Egypt Air dettur niður í Atlantshavið. 217 fólk doyggja. 12. november 2001: Eldur kemur í eitt flogfar hjá American Airlines. 225 fólk doyggja. 19. februar 2003: Iranskt hernaðarflogfar dettur niður. 302 fólk doyggja. Fakta Forsetin vitjaði vanlukkustaðið Suðurkoreanski forsetin, Roo Moo- hyun, var í gjár og vitjaði undirgrundarstøðina í býnum Taegu, har ein eldsbruni kravdi meiri enn 120 mannalív fyrr í vikuni. Myndugleikarnir siga, at tað var ein sinnissjúkur maður, sum slepti einari bumbu Mynd: Reuters C M Y K 14