Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. februar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 21. februar 2003 17 16 Nr. 36 - 21. februar 2003 Prix Føroyar er ein tón- leikakapping, sum Norðurlandahúsið í Føroyum skipar fyri í samstarvi við Føroya Undirhaldstónleikarafel ag (FUT), Útvarp Før- oya og Sjónvarp Føroya. Kappingin hevur verið hildin annað hvørt ár síðani 1995. Kappingin er skipað við fimm innleiðandi um- førunum, har vinnarin í hvørjum umfari kemur í finaluna. Bólkarnir, sum enda sum nummar 2 til innleiðandi umfør- ini, skulu kappast í eini hálvfinalu, har vinnarin fær seinasta finalu- plássi. Endmálið við kapping- ini er at hækka støðið innan føroyskan tónleik. Kappingin vendir sær til føroyskar undirhalds- bólkar, rockbólkar og onnur við tí í hyggju, at geva vinnarunum møguleikan at spæla á útlendskum palli. Øll tey innleiðandi um- førini verða hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Finalan verður í Norðurlanda- húsinum í Havn. 29 bólkar eru við í kappingini í ár. 6 bólkar sleppa í finaluna. 1. umfar, 25. januar kl. 21.00 Flux S.C.A.T.G.O.H Headache Blues Treo Søren Søgaard MC Hár Human Chaos Vinnari: MC Hár Nummar 2: Headache Blues Tro 2. umfar, 1. februar kl. 21.00 Mind’s Eye Déjá Vu onkikanndiskuterast.alt kann Speaker Holgar og Villmenn Vinnari: Déjá Vu Nummar 2: Mind’s Eye 3. umfar, 15. februar kl. 21.00 Braquet Crashwave Mary’s Baby Lawetz Krit Masha Vinnari: Braquet Nummar 2: Lawetz 4. umfar, 22. februar kl 21.00 Makrel Chain Side Effect Fluffy Toys MMM Páll Finnur Páll 5. umfar, 8. mars kl. 21.00 Týr Zink Blív Jam Gestir Hatespeech Hálvfinala, 15. mars kl. 21.00 Allir bólkarnir, sum endaðu sum nummar 2 í teimum fimm innleið- andi umførunum, kapp- ast um eitt pláss í final- uni Finala, 26. apríl Tann stóra finalan í Norðurlandahúsinum. Seks finalistar kappast um sigurin í kappingini og møguleikan at spæla á donskum festivalum. Dómarar 10 dómarar meta um framførslurnar hjá bólk- unum til tey innleiðandi umførini. Teir geva bólkunum stig fyri teir ymsu partarnar av fram- førsluni. Stigini hjá øll- um dómarunum verða tald saman, og síðani verður vinnarin funnin. Í finaluni eru 28 dóm- arar. Vinnarar 1995: Moirae 1997: Mark No Limits 1999: Taxi 2001: Clickhaze Atgongumerki Atgongumerki til inn- leiðandi umførini kunnu keypast á Kunn- ingarstovunum kring landið, í Mylnuni í Mið- vági og á Shell-støðini í Gøtudali. Eisini ber til at keypa atgongumerki á www.billetmaskinen.dk . 600 fólk sleppa inn til hvørt umfar. Bussar Í sambandi við kapp- ingina leygarkvøldið koyra bussar til og frá tiltakinum. Bussar fara úr Vest- manna, Sørvági og úr Havn kl. 20.00 Bussar fara av Toftum og Strondum kl. 20.30. Teir steðga ávíkavist í Leirvík og í Gøtu kl. 20.50. Aftan á tiltakið koyra bussarnar heim aftur. Ferja Sjóvegis samband verð- ur til Klaksvíkar kl. 03.45 av Fuglafirði. Ferðaseðlar skulu keyp- ast í Norðoya Kunning- arstovu og í Mentanar- húsinum í Fuglafirði. Prix í Sosialinum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Teldupostur: eydun@sosialurin.fo Áhugin fyri Prix Føroyum er stórur uttanlands, og nú hevur ein plátu- felagsstjóri í London boðað frá, at hann kemur til Føroya, tá ið finalan verður í apríl mánaði ÚTLENDINGAR Eyðun Klakstein Tað verður gjørt nógv fyri at fáa útlendskar gestir til Prix Føroyar finaluna, og aftur hesaferð verða koma nógv fólk úr útlandinum til Føroya. Plátufelagsfólk, journal- istar, ummælarar, festival- fyrireikarar og onnur koma hendan vegin í apríl, og nú hevur ein plátufelagsstjóri í London eisini boðað frá, at hann ætlar sær til finaluna. Talan er um stjóran á Warner Music í London, Dennis Plough. Møguliga kemur eisini okkurt írskt umboð fyri plátufelag til Prix-finaluna. Nógvir fjølmiðlar Nógvir útlendskir fjølmiðl- ar plaga eisini at vísa Prix Føroyar finaluni áhuga. Stóru donsku dagbløðini senda fólk hendan vegin, og íslendingar eru eisini áhugaðir. Íslendska Rás 2 ætlar senda beinleiðis frá Prix Føroyar finaluni, og Morg- unblaðið fer eisini at senda fólk til finaluna. Sjónvar pssendingin Boogie hjá DR, sum vendir sær til tey ungu, kemur eisini til Føroya í sambandi við finaluna. – Hetta er ein góður og bíligur háttur at markn- aðarføra føroyskan tónleik í útlandinum. Vit gera nógv burtur úr at lokka lykla- persónar til Føroya, og tað vísir seg, at hesi fólk fylgja væl við føroyskum tónleiki, eftir at tey hava verið í Før- oyum, sigur Fróði Vester- gaard, samskipari av Prix- num. Garvaði trummu- spælarin Ronnie Nielsen kryddar nú techno-tónleikin hjá teimum ungu tón- leikarunum í Side Effect. Hann kundi verið pápi teirra, men tað er hann ikki. Hann er fosturpápi ljómborðsspælaran í bólkinum SIDE EFFECT Eyðun Klakstein Nýtt og gott gamalt. Tað kundi verið yvir- skriftin fyri manningina í bólkinum Side Effect. Tón- leikararnir í bólkinum eru allir uttan ein blaðungir. Tey eru millum 17 og 19 ár. Men so er tað Ronnie. Ronnie Nielsen, sum hevur spælt trummur og sungið í alskyns bólkum í Føroyum í meira enn 25 ár. Nøvnini eru mong. Devon, Frændur, Paragraf, Black Birds, Tám og Trast – bara fyri at nevna nøkur. Nú situr Ronnie aftan fyri trummurnar í bólkinum Side Effect. 42 ára gamal og í góðum hýri. Hann kundi verið pápi teirra, og er tað kanska á ein hátt. Hann er nevniliga fostur- pápi ljómborðsspælaran í bólkinum, Brynjolf á Heygum, sum er sonur kendu songkvinnuna Rúnu á Heygum. – Hetta er nakað heilt annað. Eg havi ongantíð áður spælt techno-tónleik, so hetta er fullkomiliga nýtt fyri meg, sigur royndi trummuspælarin, sum fyri tveimum árum síðani spældi í Prix-finaluni sam- an við bólkinum Tám. Meira livandi tónleikur Bólkurin Side Effect hevur nøkur ár á baki. Fyri tveim- um árum síðani var bólk- urin við í innleiðandi Prix- umfarinum á Strondum, og hóast nógv hildu, at teir vóru sum ein frískur vind- ur, komu tey ikki víðari. Nú royna tey aftur, og hesaferð skal tónleikurin vera meira livandi. Tey brúka forritaðar trummur, men nú verður tað saman við góða trummuspælinum hjá Ronnie Nielsen. – Fyri einum ári síðani vildi eg ikki hoyra talan um at hava ein trummuspælara við í bólkinum, men eg havi broytt hugsan. Tað riggar væl at hava ein trummuspælara við í einum techno-bólki. Tað ger tón- leikin nógv meira livandi, so tað næsta verður kanska, at vit fáa ein bassspælara við eisini, sigur Brynjolfur á Heygum. – Vit hava ikki spælt alment við hesari manning- ini enn, men tað hoyrist til venjingina, at tónleikurin hevur fingið nakað afturat, síðani vit fingu ein trummuspælara uppí. Kostar uppvask og rudding Tá trummuspælari skuldi finnast, fór Brynjolfur eftir einum tónleikara, sum stendur hon nær. Fosturpápi hansara er ein av Føroya mest virdu trummusláarum, so tað var líkatil. – Eg haldi ikki, at eg skuldi lokka hann nakað serligt. Hann segði ja mest sum beinanvegin, sigur Brynjolfur við einum stór- um smíli. – Men hann veit, hvat tað kostar. Uppvask og rudd- ing, leggur Ronnie argandi afturat. Ongar konfliktir Brynjolfur heldur, at tað er ein stórur fyrimunur at hava ein so royndan tón- leikara sum Ronnie við í bólkinum. – Vit hava skift manning eitt sindur seinastu árini, og við hvørt hava vit havt konfliktir, tí onkrir tón- leikarar ikki vilja góðtaka, at vit spæla techno-tónleik. Soleiðis er ikki við Ronnie. Hann er ótrúliga professio- nellur. Hann roynir ikki at broyta okkum, men leggur seg eftir at spæla trummur, soleiðis at tað passar til tónleikastílin hjá okkum, sigur Brynjolfur. Og Ronnie hevur eisini rósandi orð at siga um ungu fólkini, sum hann nú spælir saman við. – Tey duga sera væl at gera tónleik og at spæla, so tað er bæði stuttligt og av- bjóðandi hjá mær at vera við, sigur hann. Hann vil tó ikki siga, at hann verður verðandi í bólkinum. Fyri fyrst snýr tað seg um Prix Føroyar tónleikakappingina, og klárar bólkurin at koma víðari frá innleiðandi um- farinum leygarkvøldið, so hava tey í øllum førum finaluna at venja fram ímóti. Hugsa um útgávu Tey eru átta fólk, sum spæla í Side Effect. Ein forsangari, tríggir kórsang- arar, tveir ljómborðs- spælarar, ein gittarspælari og ein trummuspælari. – Vit hava vant nógv hvør í sínum lagi, so at vit duga allar sangirnar væl og virði- liga. Hesa vikuna brúka vit so tíðina til at venja saman og at fáa alt sita, sigur Brynjolfur á Heygum. 17 ára gamli tónleikarin er ein tann yngsti tón- leikarin, sum hevur spælt í Prixnum, og eftir Prixið í ár verður næsta uppgávan at fáa eina fløgu út. – Tað er helst best einki at siga um, nær fløgan skal koma út, men vit ælta okkum at koma við eini útgávu, sigur Brynjolfur. Prixið fær spennandi gest úr London Ronnie mitt í techno-meldrinum Ronnie Nielsen ger techno-tónleikin hjá teimum blaðungu tónleikarunum í Side Effect meira livandi. Tann royndi trummuspælarin heldur, at tað er bæði stuttligt og avbjóðandi at spæla hetta slagið av tónleiki, sum hann ongantíð áður hevur spælt Mynd: Jens Kristian Vang Ronnie Nielsen saman við fostursoninum Brynjolfi. Teir báðir fara á pallin saman í Fuglafirði leygarkvøldið Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 16