Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. februar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 21. februar 2003 19 Ári Rouch – sang Rasmus Rasmussen – gittar Rólant av Reyni – gittar Hergeir Staksberg – bass Magnus Hansen – trummur Tónleikararnir í bólkinum hava áður spælt saman í bólkinum Happy, men síðani fyrst í 2002 hava teir spælt undir navninum Makrel. Teir eru fimm fiskar, sum spæla heavy metal. Í fjør vóru teir við í eini stórari ís- lendskari tónleikakapping, og har stóðu teir seg sera væl. Gittarspælarin Rasmus Rasmussen varð kosin at vera besti gittarspælarin í kappingini. Luttøkan í kappingini kastaði eisini eitt uppihald í íslendskum studio av sær, og síðst í desember mánaði var Makrel í Íslandi og tók upp. 14 sangir vórðu spældir inn, og ætlanin er, at hesir skulu koma út í summar. Ein av sangunum, sum verður við á fløguni, verður eisini spældur í Prix Føroyum. Einar Jacobsen – sang Dagfinn Joensen – gittar og kór Bjarti Hansen – gittar og kór Kenneth Hansen – bass Janus Nicolajsen – trummur Bólkurin bleiv stovnaður á heysti í 1999 og hevur sostatt 3 ár á baki. Tað vóru Einar Jacobsen (sang) og Dagfinn Joensen (guitar), sum tóku stig til at stovna bólkin. Hesi 3 árini bólkurin hevur verið virkin, hevur hann spælt nógv til dans kring landið, t. d. í TB-húsinum á Tvøroyri, Kagganum í Tórshavn, Lognbrá og Klubbanum í Klaksvík og aðra staðni. Bólkurin hevur fyri tað mesta vant í Losjuni í Gøtu, men har eru umstøð- urnar ikki tær bestu, av tí at nógvir aðrir bólkar venja eisini har. Tað ger, at út- gerðin má setast upp og takast niður hvørja ferð tað verður vant. Og so eru limirnir nokk so spjaddir – tríggir búgva í Tórshavn, ein í Gøtu og ein á Toftum. Í løtuni lænir bólkurin eitt høli Margarinfabrikkini í Havn, og tað hevur gjørt sítt til, at glið nú er komið á at gera egið tilfar. Stílurin má sigast at vera ROCKUR – einki meira, einki minni. Íblásturin kemur fyri tað mesta úr 70-ára rockinum, t.d. frá Black Sabbath, Deep Purple, Whitesnake og øðrum bólkum. Men tónleikurinber eisini brá av onkrum nýggjari. Alice Garðalíð – sang Uni Svabo Joensen – bass Johan Mikkelsen – klaver og sang Høgni Ole Jacobsen – trummur Terje Johannesen – gittar og sang Bólkurin varð stovnaður í 1996. Síðani hevur mann- ingin skift eitt sindur, og teir tónleikararnir, sum nú eru í bólkinum, hava spælt saman í sløk tvey ár. Bólk- urin byrjaði við tveimum forsangarum, men nú er tað bara Alice Garðalíð, sum er í front, meðan tveir av tónleikarunum syngja saman við henni. MMM var við í undanumfarinum í Vágum fyri tveimum árum síðani, og nú royna tey seg aftur. Síðani seinasta Prixið hevur bólkurin spælt til ymisk tiltøk kring landið, og næstu tíðina verða tey eisini at hoyra á ymsum kon- sertum. Bólkurin spælir melodiøsan rocktónleik við andaligum tekstum. Páll Oddur Rubeksen – sang og gittar Finnur Jensen – sang og gittar Páll Georg Hammer – ljómborð Høgni Fagraberg – gittar Ísak Sambleben – fiól Høgni Reistrup – sello Eyðun – trummur og slagverk Bólkurin hevur verið virkin í 3 ár og hevur millum annað tikið lut á Pop Top konsertini, Jazzfestivalinum 2000, yms- um kvøldsetum í Hoydølum og á fløguni Livandi Tónleik- ur, sum kom út í fjør. Tónleikurin er ein blandingur av britt-poppi og fólkatón- leiki. Allir tekstir eru á før- oyskum, og teir flestu hava skemtiligar undirtónar. Teir siga, at teir kombinera vælljóðandi ak- kordir og undirhaldandi tekstir. Seinni í ár kemur fyrsta fløgan hjá bólk- inum út. Hon varð tikin upp í fjør summ- ar og inniheldur 10 løg. Ludvík Breckman – sang og rapp Brynjolfur á Heygum – ljómborð og forritan Ragnar Djurhuus – ljómborð Rúni Christiansen – gittar Heiðrik á Heygum – sang Shanet Danielsen – kór Lív Mikkelsen – kór Ronnie Nielsen – trummur og slagverk Bólkurin var stovnaður í 1999. Side Effect hevur spælt til nógvar konsertir tey seinastu tvey árini og hevur ment seg nógv frá síðsta Prix Føroyar, tá ið teir spældu í innleiðandi umfarinum á Strondum. Bólkurin hevur broytt manningina eitt sindur tey síðstu árini og hevur nú kórsangarar og trummuspælara við. Bólkurin vil vera við, at tað fer at fylla meira á einum palli, og samstundis ger tað tónleikin enn meira »live« enn áður. Side Effect hevur á ein hátt verið undangongubólkur í Føroyum, tí tey spæla techno-tónleik. Tónleikararnir eru blaðungir, men tey hava longu spælt í fleiri ár, og í ár hava tey so fingið tann garvaða trummuspælaran Ronnie Nielsen afturat sær. 4. innleiðandi umfar – Mentanarhúsið í Fuglafirði – leygarkvøldið 22. februar kl. 21.00 Hans Andrias Olsen - sang Leivur Vitalis – gittar og sang Jógvan Fróðin Baldvinsson - bass Eyðun Thorgeirsson - trummur Alvin E. Andersen – ljómborð Bólkurin byrjaði at spæla í 1997, tá ið trummuspælarin Eyðun og gittarspæl- arin Leivur tóku seg saman. Seinni komu so bassspælarin Jógvan Fróði, sangarin Hans Andrias og ljómborðs- spælarin Alvin við í bólkin. Teir hava spælt til onkur almenn tiltøk, men tó ikki tað stóra. Bólkurin spælir eitt bland av andaligum rocki við onkrum kryddri afturat. Aldurin í bólkin- um er frá 16 til18 ár, og eru allir úr Klaksvík. Fluffy Toys Chain Makrel Páll Finnur Páll MMM Side Effect 19 18 Nr. 36 - 21. februar 2003 Eyðun Klakstein Prix Føroyar er ein kapp- ing. Tað vita øll, og tað verður eisini góðtikið av teimum flestu, hóast øll vita, at tað kann verða trup- ult at kappast í tónleiki. Triðja umfar í Prix Føroy- um skapti kjak um, hvussu rættvís dømingin var. Hetta var fyrstu ferð, at hetta kjakið veruliga blussaði upp í hesi kappingini. Or- søkin var, at bólkurin Krit, sum nógv halda nógv av, varð eftirsettur, tá ið tveir bólkar skuldu sendast víðari í kappingini. Hvussu kann tað bera til, vóru tað fleiri, sum høvdu hug at spyrja – og spurdu. Jú, tað ber til, tá ið teir 10 dómararnir geva tveimum øðrum bólkum fleiri stig. So einfalt er tað. Øll nýtast ikki at vera samd við úr- skurðinum, men tað er greitt, at í eini kapping, har tað ræður um at finna vinnarar, skulu nógvir taparar eisini finnast. Tað kann vera beiskt, men so- leiðis er tað bara. Higartil hevur eingin orsøk verið til at finnast at døm- ingini í kappingini. Dómar- arnir eu væl kvalifiserað fólk, sum fyri ein stóran part eru tónleikarar, sum hava verið virknir í nógv ár, men sum ikki eru for- stokkaðir í einum ávísum tónleikaslagi. Og tað tykist verða ein skipan, sum virkar væl. Kappingin, dømingin, spenningurin, vinningurin og tapararnir gera Prix Føroyar til tað tiltak, sum tað er. Seinasta leygarkvøld stóðu fleiri enn 100 fólk úti í kuldanum í Fuglafirði, tí tey sluppu ikki innar. Mentanarhúsið var fullsett. Hvussu kann tað bera til, at áhugin fyri Prix Føroyum er so stórur, tá ið tað skal eitt ordans tak til fyri at savna so nógv fólk til eina og hvørja aðra konsert í landinum? Jú, kapping skapar spenn- ing og áhuga. Bólkarnir kýta seg í venjingarhølun- um og á pallinum, fólk práta og vóna, summi verða fegin og onnur verða vón- brotin. Kappingin skapar fegnar vinnarar og vón- brotnar taparar, men á ein ella annan hátt fáa øll okk- urt burtur úr kappingini. Prísurin fyri at hava eina kapping er, at summi verða misnøgd við dømingina. Tað er í lagi. Tað gevur kanska høvi til at kjakast og práta um tónleik, og fyri tað um onkur er misnøgdur merkir avgjørt ikki, at áhugin minkar. Kapping skapar áhuga Einar Jacobsen var sangari í rockbólkin- um Wolfgang, sum var við í fyrstu Prix- finaluni fyri átta árum síðani. Nú roynir hann seg aftur við nýggjum bólki, og tónleikurin er klassiskur rockur við íblástri úr sjeyti- árunum FLUFFY TOYS Eyðun Klakstein Tað var tann tíð, tá ið bólk- urin Wolfgang var eitt heitt navn í føroyskum tónleiki. Teir spældu nógv og vóru væl umtóktir millum ung- fólk. Tað eru liðin nøkur ár síðani tað, men sangarin í bólkinum trínur nú fram á Prix-pallin aftur. Einar Jacobsen er kendur sum ein lívligur rocksang- ari, og hann er á odda fyri bólkinum Fluffy Toys, sum verður ein av bólkunum í kappingini leygarkvøldið. – Vit fara á pallin fyri at geva øllum eitt spark í aft- urpartin. Vit spæla rocktón- leik við íblástri úr 70’un- um, og tað kennist natúr- ligt, tí tað er tónleikur, sum eg eri uppvaksin við, sigur Einar Jacobsen. Farnir at skriva egnan tónleik Bólkurin Fluffy Toys hevur verið virkin síðani 1999, og teir hava spælt nógv kring landið. Teir hava verið á skránni í Kagganum, Logn- brá, Klaksvíkar Klubba, TB-húsinum og aðrastaðni. Hóast bólkurin hevur 3 ár á baki, hevur teir ikki áður fingist við at skriva egnan tónleik. Men nú Prixið stendur fyri durðum er tað heimagjørdur tónleikur, sum skal blásast út gjøg- num anleggið í Fuglafirði. – Eg vil ikki siga ov nógv um, hvat vit fara at spæla leygarkvøldið. Fólk hava forvitnast, men eg havi bara svarað teimum, at tey fáa at síggja, sigur Einar Joensen. Gamli rockurin heldur Nógvir av bólkunum í Prix- num royna at ganga nýggjar leiðir, og aðir apa sær eftir útlendskum ráki, sum er frammi í tíðini. Men so- leiðis er ikki við Fluffy Toys. Teir leita meira aftur til rockrøturnar í sjeyti- árunum, haðani teir kunnu fáa íblástur. – Okkara tónleikur er sjálvandi nýggjur, tí hann er skrivaður fyri kortum. Men tá talan er um tón- leikastílin, so er tað rætti- liga klassiskur rockur. Tað er nakað við hesum stíli, sum heldur, og spælir tú hetta slagið av tónleiki væl, so dámar teimum flestu hann, sigur Einar Jacobsen. – Vit hava ikki gjørt okkum vónir um at koma víðari í kappingini, men vit ætla at gera okkara besta, og vónandi dámar fólki okkara tónleik. Tað er hóast alt tað týdningarmesta. Dámar væl ljóðið Seinasta leygarkvøld var Einar Jacobsen millum áhoyrararnar til 3. umfarið av Prixnum. – Fleiri høvdu grenjað um, at ljóðið ikki var nóg gott, so eg vildi sjálvur meta um tað. Eg haldi, at ljóðið var sera gott, sigur hann. Einar var hugtikin av rockbólkinum Krit, sum tó ikki kom víðari frá seinasta umfarinum. – Mær dámar nógv av tí, sum eg havi hoyrt higartil, men Krit er helst tann bólk- urin, sum hevur imponerað meg mest higartil. Mær dámdi eisini væl Mary´s Baby Leygarkvøldið skal Einar royna at syngja Fluffy Toys víðari frá fjórða innleiðandi umfari. MMM roynir aftur Vágabólkurin MMM er við í Prixnum fyri aðru ferð. Tey tóku lut fyri tveimum árum síðani, men komu ikki víðari frá innleiðandi umfarinum, sum var hildið í Vágum. Nú fer bólkurin at royna einaferð afturat, men tey halda høvdið kalt og lata ikki kapp- ingin fara avstað við teimum. – Vit vænta ikki at koma víðari, men vit spæla sjálvandi fyri kjansinum. Vit eru við, tí Prixið er eitt gott tiltak, og tí tað moti- verar okkum til at skriva tónleik og at venja nógv, sigur Uni Svabo Joensen, sum spælir bass í bólkin- um. Bólkurin hevur spælt til ymiskt tiltøk seinastu tvey árini, og í næstum eru tvær kon- sertframførslur á skránni. Kanska meira Prix við Terja Terji Rasmussen var sangari í bólkinum, sum vann fyrstu Prix Føroyar kappingina í 1995. Síðani hevur hann ikki verið við í Prixnum, men tað kann broytast. – Eg kundi hugsað mær at sloppið við aft- ur, men treytin er, at eg havi okkurt at bjóða. Tað nyttar ikki at fara við bara fyri at vera við, sigur hann. – Prix Føroyar gerst alsamt meira ein ama- tør-kapping, og tað er spell. Tað hevði verið gott, um fleiri royndir tónleikarar vóru við í kappingini. Samskiparin fyri Prixið heitti áðrenn ársins kapping á royndar bólkar um tekna seg til Prix Før- oyum. Hetta eydnaðist bara lutvíst, tí sera nógvir nýggir og lut- víst nýggir bólkar eru við í Prix Føroyum hesaferð. Einar ger um seg aftur Einar Jacobsen er lívligur oddamaður í bólkinum Fluffy Toys. Teir fara at spæla klassiskan rocktónleik í Prixnum C M Y K 18