Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. februar 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 36 - 21. februar 2003 Nr. 36 - 21. februar 2003 21 McCartney til Danmarkar Paul McCartney fer fyrst í mai mánaði at hava konsert í Dan- mark, har hann fer at spæla 36 hitt hjá sær. 22 av sangunum eru frá Beatles-tíðini. Konsertferðin hjá McCartney sló 20 sølumet í USA í fjør, og var kosin tann besta ferðin í fjør TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Mánadagin fáa starvsfólk- ini hjá Billetmaskinen.dk og í sølubúðum hjá TDC úr at gera. Tá vera tey umleið 40.000 atgongumerkini til stóru konsertina við Paul McCartney í mai mánaði sett til sølu, og tað verður gravgangur eftir lepunum, sum kunnu føra fólk inn til konsertina við legenduna úr Beatles. Tey, sum skipa fyri kon- sertum hjá Paul McCart- ney, hava júst boðað frá, hvar hann fer at spæla á Europa-ferð síni, og ein av konsertunum verður í Park- ini í Keypmannahavn. Hendan konsertin verður 2. mai, og Atlantic Airways og Flogfelag Føroya hava longu fingið fyrispurningar frá fólki um at skipa fyri ferð í sambandi við kons- ertina. Setti 20 met Paul McCartney var ein av bestu poppkomponistunum í farnu øld. Saman við John Lennon skrivað hann stóran part av tónleikinum hjá The Beatles, og eisini eftir at bólkurin fór í søguna, hevur McCartney skrivað nógvar vælumtóktar sangir. Í fjør var McCartney á konsertferð í USA, og hetta var vorðið sum konsertferð. Hann spældi øll hittini hjá sær, og fólk vóru næstan frá sær sjálvum fyri at fáa at- gongumerki til konsertir- nar. 20 sølumet vórðu sett kring USA, og virda tíðar- ritið Billboard helt, at McCartney hevði havt ársins konsertferð í 2002. Konsertferðin, sum kall- ast »Back in the World«, er tann best eydnaða konsert- ferðin hjá McCartney síð- ani tíðina í The Beatles. 22 Beatles-sangir Nú McCartney kemur til Europa at spæla, verður tað við somu sangum, sum hann spældi á ferðini í USA. Hann spælir í hálvan- triðja tíma, og talan er um 36 sangir. 22 av hesum sangum eru frá Beatles- tíðini, og onkrir av sangun- um eru ongantíð áður fram- førdir live av meistaranum sjálvum í Europa. Hann spælir eisini sangir frá tíð- ini við Wings og aðrar sangir hjá sær. – Eg hevði tað serliga gott á konsertferðini í USA. Í staðin fyri at kenna meg troyttan við øllum konsert- unum, so var lyftur upp. Eg gleði meg veruliga at hava konsertir aftur í Europa, sigur Paul McCartney í tíð- indaskrivinum, sum kon- sertfyrireikararnir hava sent fjølmiðlunum. Saman við legenduni fara virdir tónleikarar at spæla. Bólkurin er mannaður við Rusty Anderson og Bryan Ray, sum spæla gittar, Paul Wickens spælir ljómborð, og Abe Leboriel yngri spælir trummur. Sjálvur spælir McCartney bass og syngur. Atgongumerkini til kon- sertina í Parkini verða sett til sølu mánamorgunin, og tey kosta millum 500 og 550 krónur. Tey umleið 40.000 atgongumerkini vera seld eftir eina lítlari løtu, so skal onkur sleppa innar til kanska mest um- talaðu konsertina í Dan- mark í ár, so ræður um at fara tíðliga upp og at brynja seg við toli. 2. mai verður Paul McCartney at hoyra Parkini í Keypmannahavn, og Atlantic Airways og Flogfelag Føroya hava longu fingið fyrispurningar frá fólki um at skipa fyri ferð í sambandi við konsertina. Hesa mynd- ina tók Katrin Dahl Jakob- sen, løgtingskvinna,av Paul McCartney, sum hon av til- vild møtti á einum nátt- klubba í New York í novem- ber í fjør Tunnilin undir Tangafirði triðjur í røðini - Seinast, eg var á Toftum fyri nógvum árum síðan, mundi blivið borgarakríggj, tí tá var renovatiónin á skránni, segði Heini Olsen TUNNILSSAMBAND Vilmund Jacobsen Heini Olsen, verkfrøðingur, sum í fleiri ár hevur starv- ast hjá landsverkfrøðingin- um, eins og hann eisini hevur starvast úti í stóru verð, var við á fundinum á Svangaskarði, tá ið áhuga- bólkurin legði fram upp- skotið um tunnil millum Skálafjørðin og høvuðs- staðarøkið. Heini segði, at hann kendi seg eitt sindur rørdan aftur at verða á Toftum. - Hýrurin góður, nú tosað verður um undirsjóvartunn- il. Men seinast, eg var á Toftum fyri nógvum árum síðan, mundi blivið borg- arakríggj, tí tá var renovati- ónin á skránni, segði hann. Hetta var nevniliga um tað mundið, tá ið ætlanin var at leggja brennistøðina hjá IRF á Høganesi. Mótstøðan móti hesi ætl- an var rættiliga stór, og úr- slitið gjørdist, at eingin brennistøð varð bygd í kommununi. Heini greiddi frá tí ar- beiði, sum landsverkfrøð- ingurin áður hevur gjørt í samband við ein møguligan tunnil millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið. Triðjur í røðini Hann vísti nøkur kort fram, har ymiskar linjur fyri ein komandi tunnil vóru settar út í kortið. Ivleyst er vitanin um tunnilsgerðir og havbotnin størri í dag, enn hon var tá, og tí kundi tann, sum var áskoðari á fundinum, fáa ta fatan, at nøkur av uppskot- um landsverkfrøðingsins ikki samsvara heilt við upp- skotið hjá áhugabólkinum um, hvar ein møguligur tunnil eigur at verða bygdur. Heini Olsen segði, at landsverkfrøðingurin í sín- ari tíð hevði undirsjóvar- tunnilin millum Skála- fjørðin og høvuðsstaðarøk- ið, sum tann triðja í røðini av møguligum undirsjóvar- tunlum. - Fyrstur á "listanum" var tunnilin undir Vestmanna- sundi, síðan tunnilin undir Leirvíksfirði og til seinast tunnilin undir Tangafirði, segði hann. Heini Olsen ásannaði, at lagið á Toftum var betur týskvøldið enn í sínari tíð, tá ið renovatiónin var á skránni. Teinurin stytstur úr Æðuvík TUNNILSSAM- BAND Vilmund Jacobsen Heini Olsen, sum um- boðaði landsverkfrøð- ingin á tunnilsfundin- um, vísti á, at tann tein- urin, sum er stytstur millum Eysturoynna og høvuðsstaðarøkið, er teinurin úr Æðuvík til Hvítanesar. - Eg vil meta, at teinur- in, sum er stungin út í kortið í uppskotinum, sum fyriliggur, er nærri 10 enn 9 km. Hinvegin vístu okkara kanningar, at leiðin úr Æðuvík og yvir á Hvítanes er bert 6,5 km. Samstundis, sum Heini segði hetta, vísti hann til úttalilsini hjá Martini V. Heinesen, jarðfrøðingi um, at tess meira í ein útnyrðing, tunnilin verður otaður, jú betri kann væntast, at lendið verður. Her er størri møguleiki fyri at koma ígjøgnum miðfláirnar, ið vísa seg at vera tær best egnaður til tunnils- gerðir. - Eg trúgvi ikki, at nakað er til hindurs fyri at byggja ætlaða tunnil- in – bara man hevur peningin, segði Heini Olsen. Løgtingsmaðurin, Alfred Olsen, segði seg onga løtu ivast í, at tunnil verður bygdur millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið TUNNILSSAMBAND Vilmund Jacobsen Løgtingsmaðurin, Alfred Olsen, helt uppskotið hjá áhugabólkinum um tunnils- samband, vera ógvuliga áhugavert. Hann segði, at nakrir teirra, sum sita í bólkinum, kenna trupulleikarnar við óneyðuga longu og mangan truplu farleiðini, tí hetta eru menn, sum dagliga ferðast millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin. Kvalifiseraðir - Haraftrat kemur, at hesir menn eru ikki hvør sum helst í hesum viðfangi. Hann nevndi Tummas Eliasen, sum fíggjarkønan, Niclas Foldbo við sínum drúgvu tunnilsroyndum og at enda Martin Heinesen, ið er jarðfrøðingur. - Hetta mugu sigast at vera væl kvalifiseraðir menn til at gera eitt slíkt uppskot, helt Alfred. Løgtingsmaðurin segði seg onga løtu ivast í, at tunnil verður bygdur mill- um Skálafjørðin og høv- uðsstaðarøkið. - Tað er bara ein spurn- ingur um tíð, legði hann aftrat. Eingin ivi Alfred Olsen hugleiddi eisini um teir fyrimunir og møguleikar, ein slíkur tunnil kemur at skapa. Hann tosaði eisini um øktu ferðsluna, sum kemur í kjalavørrinum av einum so góðum sambandi mill- um Eysturoynna og høv- uðsstaðin. - Eg eri samdur í, at prísurin at ferðast gjøgnum tunnilin eigur at vera so lágur, at eingin ivi skal vera um, hvønn veg fólk velja at koyra, tá ið tey koma á Skipaneskrossin, segði Al- fred Olsen, løgtingsmaður. Tað er bara ein spurningur um tíð - Tunnilin millum Skála- fjørðin og høvuðsstaðarøkið kemur. Tað er bara ein spurningur um tíð, sigur Alfred Olsen, løgtingsmaður. C M Y K 21 20