Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. februar 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 • fríggjadagur • 21. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Seinasta stjørnan í stjørnusetta B36- hópinum verður helst á búnanum. Líkt er nevnliga til, at Maersk verður nýggur høvuðsstuðul hjá B36 í eini avtalu, sum ivaleyst er tann størsta av sínum slag í Føroyum SPONSORAVTALA Jákup Mørk Eitt av feløgunum, sum enn ikki hevur boðað frá, hvør høvuðsstuðulin fyri kom- andi kappingarár verður, er B36. Tey bæði seinastu árini hevur tað annars verið telefyritøkan, Kall, sum hevur verið høvuðsstuðul, men í heyst samdust part- arnir um, at tað samstarvið ikki varð longt á hesum sinni. Metsáttmáli At B36 enn ikki hevur boðað frá, hvør verður nýggi høvuðsstuðulin, kemst tó neyvan av, at felagið ikki hevur havt samband við møguligar høvuðsstuðlar. Eitt navn, sum aftur og aftur hevur verið at hoyrt, er at danska flogfelagið, Maersk, skal verða nýggjur høvuðsstuðul. Meðan Kall hevur átt sætið á bringuni hjá B36, hevur flogfelagið hildið til á brókunum, men nú skal búmerkið so eftir øllum at døma flytast longur upp. Tíðindini verða heldur ikki minni sannlík av, at formaðurin í B36 í løtuni er staddur í Danmark. Men tá vit hósmorgunin fingu orð- ið á Kristian á Neystabø, var hann ikki so nógv fyri at siga, hvørt hetta var í ørindum fyri B36 ella í privatum ørindum. Spurdur beinleiðis, um hann var í Danmark fyri at undir- skriva eina sponsoravtalu, segði Kristian á Neystabø, at tað var hann ikki. - Vit fáa nýggjan høvuðs- sponsor fyri komandi ár í nærmastu framtíð. Nær tað verður, og hvør tað verður, fái eg ikki svara fyri, var einasta viðmerkingin, sum formaðurin hevur til hetta. Álítandi keldur vita tó at siga, at talan verður um sáttmála millum Maersk og B36. Og verður hetta so, so er lítið at ivast í, at talan verður um størsta sponsor- sáttmála, sum eitt føroyskt ítróttarfelag hevur fingið. Tað tykist sera trupult at fáa nakað greitt boð um, akkurát hvussu stórt krónu- talið í sáttmálanum er. Men greiðar ábendingar tykjast tó vera um, at árliga grund- gjaldið í sáttmálanum fer at verða onkra staðni millum 300.000 og 500.000 kr. um árið. Og hartil skulu so leggjast tær bonusupp- hæddir, sum kunnu koma upp á tal, um stjørnusetti B36-hópruin røkkur somik- ið langt í lands- og steypa- kapping, sum vónirnar eru til. Rekordsáttmáli til B36 Restorff’s Bryggjarí og FS Vágar hava gjørt eina sindur øðrvísi sponsor- avtalu, har fólkið í oynni beinleiðis kann vera við til at økja um stuðuls- upphæddina SPONSORAVTALA Jákup Mørk Restorff’s Bryggjarí og FS Vágar hava fyri kom- andi ár avtalu um, at bryggjaríið í Havnini verður høvuðsstuðul, nú vágamenn aftur fara at royna seg í bestu fót- bóltsdeildini. Í mun til vanligar sponsoravtalur, er talan tó um eina heldur serliga avtalu hesaferð. Hjálp til sjálvhjálp Johan Mortensen, sum hevur marknaðarføring- ina á Restorff’s Bryggj- arí um hendi, váttar fyri Sosialinum, at sponsor- avtala er gjørd. Hann leggur afturat, at avtalan er gjørd soleiðis, tað í veruleikanum ikki er nakað mark fyri, hvat FS Vágar kunnu fáa burtur- úr eini slíkari avtalu. - Avtalan er gjørd so- leiðis, at tað í veruleik- anum er upp til vága- fólk, hvussu nógvar stuðulskrónur fótbólts- felag teirra fær í kassan. Eins og aðrar fyritøkur hava vit í ávísan mun verið við til at stuðla ítróttinum í oynni við eitt nú lýsingarskeltum kring vøllirnar, men tað man tó vera ivasamt, í hvønn mun hetta hevur nakra ávirkan á hugin hjá fólki at keypa okkara vøru. - Nú gera vit so eina avtalu, har ítróttarfelag- ið í nógv størri mun verður ein aktivur við- leikari. Avtalan er nevn- liga sett soleiðis saman, at fyri hvørja fløsku við okkara vørum, sum verður seld í Vágoynni, fær FS Vágar eina ávísa upphædd. Bæði tá talan er um sølu úr vanligum handlum, goymsluni hjá Restorff’s og Einkarsølu landsins. Johan sigur víðari, at á hendan hátt er talan um eitt slag av hjálp til sjálvhjálp hjá feløgun- um. Hann vísur á, at frammanundan hevur Restorff’s Bryggjarí eina líknandi avtalu við VB, og at hendan avtal- an hevur givið teimum sera positivar royndir. - Við at fáa ítróttarfel- øgini við sum ein aktiv- an viðspælara, hava tey ein beinleiðis leiklut í marknaðarføring okk- ara, samstundis sum tey hjálpa sær sjálvum at vinna fleiri stuðulskrón- ur, so fyri okkum at síggja, eru bara vinnarar í eini slíkari kontstr- uktión, sigur Johan Mortensen at enda. Eftir øllum at døma flytir búmerkið hjá Maers pláss komandi ár. Danska flogfelagið verður helst nýggjur høvuðsstuðul hjá B36, og alt bendir á, at talan er um størsta sponsorsáttmálan, sum nakað føroyskt ítróttarfelag hevur fingið Vágamenn spæla í Restorff’s Føroyski landsliðs- skiparin er til royndarvenjingar í Kina, nú landsliðsfelagarnir venja í Malaga YRKISFÓTBÓLTUR Jákup Mørk Í seinasta leygardagsblaðn- um nevndu vit í grein um landsliðsúttøkuna, at Óli Johannesen hevði givið avboð til ferðina til Malaga. Orsøkin til hetta var óviss, men óváttað leysa- tíðindi vóru tó at hoyra um, at Óli allar helst skuldi til Kina at royndarvenja. Nú kann staðfestast, at hald var í hesum tíðindum. Romel Vokailo, sum um- vegis svenska Glenn Schiller er umboðsmaður hjá Óla Johannesen váttar nú fyri Sosialinum, at Óli Johannesen í løtuni er í Kina, har hann skal royna at fáa sáttmála. Spurdur um støðið í kinverskum fótbólti sigur Romel, at hetta er støðugt hækkandi. - Fótbóltur er ikki tað, sum hevur havt størsta fólksliga áhugan í Kina, men hetta er nú um at broytast. Undirtøkan fyri ítróttini er nú vorðin somik- ið stór, at vinnulívið av álvara er farið inn í verk- ætlanir, og í dag er talan um munandi peningaupphædd- ir í kinversku deildunum, eins og kinverskar fyritøkur eisini royna at keypa seg inn í feløg ymsa satðni í Europa. Romel Vokailo er annars sami maður, sum á sinni sendi Christian Høgna Jacobsen til royndarvenj- ingar í Portugal, har før- oyski landsliðsleikarin tó breyt sær beinið. Um ván- irnar hjá Óla fyri at fáa sátt- mála, sigur hann, at tær sum heild eru góðar. - Óli hevur nú eina viku at prógva, at hann er rætti maðurin, og hildu vit ikki, at hann hevði møguleikan, so høvdu vit so ikki sent hann yvir. Eg ivist ikki í, at fær Óli rætta stríðsviljan inn í venjingarnar hjá sær, so hevur hann góðan møgu- leika at standa seg. Tað er millum annað tað, sum er stóra styrkin hjá Óla, og tað eru jú styrkirnar hjá sær, sum hann fyrst og fremst skal vísa fyri kinverjum, sigur Romel Vokailo at enda. Nú er Óli í Kina 23 22 Nr. 36 - 21. februar 2003 - TÍÐINDI TIL SJÓFÓ á C M Y K 22