Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. februar 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 36 - 21. februar 2003 Tað vóru serliga teir yngru føroysku telvararnir, sum gjørdu vart við seg, tá NM í skúlatelving varð hildið um vikuskiftið TALVEFTIRMETING Talvsambandið Um hugsað verður um vónirnar undan kappingini, so má sigast, at NM 2003 kappingin í talvi, sum var í Norðurlandahúsinum í døgunum 14.-16. februar royndist illa. Gamaní føroy- ingar fingu tvey bronsu heiðursmerkiog tað er ikki gerandiskostur, tá ið før- oysk ítróttarfólk royna seg í altjóða kapping. Men hesu- ferð høvdu tey helst ætlað sær meiri. Ratingtølini hjá elstu telvarunum vóru á heilt góðari leið og góvu ábendingar um, at føroysku telvarnir stóðu einki aftan- fyri hinar. Men júst sum vónirnar vóru tær allar- bestu gekk ikki – og tó. Tí hóast tær kanska í so góðu vónirnar til elstu telvarnar ikki stóðu mát, so stóðu vónirnar til yngru telvarnar mát og tað so ríkiliga. Rógvi Nielsen bronsu Júst í aldursbólkunum, har væntandi var at føroysku telvarnir skuldu vera kan- ónføði. Ja ikki at rokna sum meiri enn ein lítil munnbiti áðrenn stóru avbjóðingar- nar, vístu teir, at eisini í teimum eru knotur. Rógvi Nielsen úr Sandavági, víst- ið at hann sanniliga telist millum frægastu norður- lendsku telvarnar í sínum aldursbólki – Rógvi vann nevniliga rættuliga óvænt- að bronsu. Tey ættarkønu siga kanska okkurt annað, tí at fleirfaldi føroyameist- arin, Torkil Nielsen, er pápi Rógva, og mann mestur hava lært hann onkran góðan leik. Rógvi var ikki hin ein- asti, sum vístið at hann dugdi at telva. Hjalti Toft- um var fremstur í yngsta bólkinum, tá ið tvey tey fyrstu umførini vóru telv- aði, men hann kláraði tían- verri ikki at vera líka nærlagdur teir báðar seinnu dagarnar. Helgi Dam Ziska eisini við í oddinum Eisini her er nakað hjá ættargranskarum at fara eftir. Eftirnavnið Ziska stendur ikki á so fáum før- oyameistarasteypum og fær danski venjarin Jacob Aa- gaard rætt, so verður navn- ið Helgi Ziska eisini at standa á onkrum steypum í komandi tíðum. Jacob Aagaard var ikki venjari hjá yngstu telvarunum, men hugdi kortini eftir teimum. Hann helt, at Helgi var gávuríkur telvari, sum sýnt- ist at skilja torføra hugsun- arháttin sum er galdandi í talvi. Olaf Berg Olaf Berg var ein av teim- um, sum hevði rættuliga góðar vónir undan kapp- ingini. Hann bleiv júst ov stuttur til heiðursmerkini, men í seinasta umfarinum vísti Olaf, at hann er stríðs- fúsur. Undan umfarinum var greitt at Olaf hevði ein lítlan møguleika at fáa heiðursmerki, men kravið, var at hann skuldi vinna seinasta talvið. Byrjanin í hesum talvinum var einki serlig og mótstøðumaðurin mundi halda væl standa til, tá ið hann beyð remis, sum tryggjaði honum í minsta lagið bronsumerki. Olaf havnaði tilboðnum í ásann- an av, at hann púra onga nyttu fekk úr hálvum stigi. Olaf bøldi leingi omaná næstu leikunum áðrenn hann fann avgerðandi leik- in, sum vendi øllum talvin- um, men tá var tíðin eisini farin at ganga undan. Men, at Olaf eisini roynist væl, tá tíðin er knøpp, vístið hann í snarkappingini, sum var fyriskipað sunnukvøldið. Har gjørdist Olaf besti føroyingurin og fekk eitt samanlagt fjóðra pláss. Eitt fjóðrapláss var eisini úr- tøkan hjá Olafi á hesum sinnið. Helst ikki heilt nøktandi, tá havt verður í huga, at hann fyrr hevur vunnið heiðursmerki í kappingini. Føroyameistarin fekk bronsu Hans Kristian Simonsen, sum er føroyameistari í løt- uni, mundi ætlað sær betri heiðursmerki enn bronsu- merki, sum hann loksins fekk. Tá ið handanin var, segði hann, at hann ikki var so væl nøgdur við sítt avrik í kappingini, men at tað hevði verið strævið at vita, at nógv fólk høvdu stórar vónir til avrikini hjá honum og hinum telvarunum. At hetta kanska bleiv og tungt at bera mugu teir báðir Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen bara ásann- að. Hinvegin hava teir í fleiri kappingum víst, at teir sum einki buktað telv- arum, sum eru nógv sterk- ari, enn teir. sum vóru í Føroyum hetta vikuskiftið. Men kanska hava fleiri av mótstøðumonnunum hjá Hans Kristiani, gjørt seg serliga út til at telva móti manninum, sum er hin ein- asti í Norðanlondum, sum hevur vunnið á sjálvum Kasparov. Komandi stór- meistarar? Jacob Aagard, sum er danskur altjóða meistari og er yrkistelvari og talvvenj- ari segði eftir kappingina, at evnunum bagdi einki hjá hvørki Hans Kristiani ella Martini. Hann helt hinvegin kanska, at teir vóru komnir ov lætt til talvkynsturið. Sum dømi um hetta nevndi hann, at teir føroysku telv- arnir høvdu gramt seg um høvuðpínu, tá ið teir høvdu vant. “Tá ið teir fáa ilt í høvdið av so lættari venj- ing, sum vit høvdu, merkir tað, at teir hava lært at telva uttan verðuliga at hava vant nakað serligt. Tað vil aftur siga, at møguleikarnir eru sera góðir, Sum eg síggi tað, hava allir tríggir, Hans Kristian, Martin og Olaf evnini at gerast stórmeistar- ar, einasti spurningurin er, hvussu hart stríðið hjá teimum verður, um at koma so langt og um teir orka og ikki minst tíma at stríðast”, segði føroyski venjarin Jacob Aagaard, sum hevði fimm dagar at venja teir bestu føroysku telvarnar og brýna teir til kappingina. Haldur Suni væl nøgdur Var Jacob Aagaard kanska ikki heilt nøgdur, so var hin venjarin, Haldur Suni Jo- hansen, sum vandi teir yngru bólkarnar, betri nøgdur. “Vit hava serliga lagt okkum eftir at venja endaspælið, men tað sást tíðanverri ikki so nógv til. Men tíðina dugdu teir betri at nýta, oftani eru teir ungu nakað ótolnir, hesuferð vóru teir heldur tolnari og høvdu tol at hugsa seg væl um.” Tað sást aftur at teir høvdu lagt sær hyggjuráð- ini um tol og umhugsni í geyma, tí teir ungu og røsku føroysku telvarnir vóru leingi við í odda- stríðnum, men tá ið avtornaði var tað bara Rógvi Nielsen sum var nóg drúgvur og fekk eitt bronsumerki. Hóast kapp- ingin ikki gav føroyingum tað, sum teir ætlaðu sær, so fingu teir kortini boð um at gott er í væntið frá teimum yngstu telvarunum. Misjavnt føroyskt úrslit Bronsan hjá Rógva Nielsen mundi ikki gerast minni verd av, at svenska stórtalentið, Alfred Krzymmovski, eisini tók lut í sama aldurs- flokki. Alfred vann øll talvini, sum hann var partur av Mynd: Heri á Rógvi C M Y K 24 Nr. 36 - 21. februar 2003 25 FFA. A.G R A R AVSTEINAR VSTEINAR Velbastaðvegur 45 Box 336 110 Tórshavn Tlf. 320370 Fax. 321470 Far. 214270 Opið: m nadag - fr ggjadag 900-1700 annars samb rt avtalu. Sj nband - 31 77 74 V¿ruskr kann f ast! Frá Føroya Ríðingarfelag Ársaðalfundur og veitsla Ársaðalfundur verður í felagshúsinum í Havnardali 25. feb. kl. 19.30. Atgongumerki til 60 ára veitsluna verða seld í fel- agshúsinum 25. feb. frá kl. 18.00. Atgongumerki kunnu bíleggjast á tlf. 219098. Veitslan verður í Róðrarnestinum á Argjum 8. mars 2003. Nevndin Ferðatilboð Landsfelagið sigur frá at Pensjónistafelagið H.Ø.F.T. ger útferð til Noregs tann 25. august. Til hendan túrin eru 8-10 pláss leys. Eisini ger Sunda pensjónistafelag eina útferð til Ísland í mai mánaði, og kunnu fólk eisini tekna seg til hendan túrin. Fólk ið hava áhuga í hesum, biðjast um at ringja til ávíkavist Thorbjørn Lisberg, formann, tlf. 37 11 50 ella Thora Magnussen, formann, tlf. 42 33 57. Landsfelag Pensjónistanna Goymslumaður Á goymslu okkara er leyst starv at søkja. Vit sóknast eftir fyrikomandi og dugnaligum goymslumanni at byrja skjótast.Tú skal arbeiða á goymsluni, men skal eisini kunna fara onkran túrin út á bygd ella bý við vøru. Umráðandi er, at tú ert raskur og fyrikomandi og dugur at arbeiða saman við øðrum. Send skrivliga umsókn til okkara skjótast. Damfar Heilsøla Uppi á Hálsi Postsmoga 154 110 Tórshavn Fóm søkir starvsfólk at arbeiða á framleiðsluni.Arbeiðið umfatar eisini goymsluarbeiði og annað fyrifallandi arbeiði. Umráðandi er, at umsøkjarin er fyrikomandi og dugur at arbeiða sjálvstøðugt. Skrivlig umsókn at senda til P/F Fóm Smiðjugerði Postsmoga 308 110 Tórshavn Tlf. 359977 Náttarvakt Lýst verður eftir ábyrgdarhavandi náttarvakt til setan skjótast tilber ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 1/2 tíð ella lønarbrøkur 0,5. Virkislýsing er til starvið. Lønin er sambært galdandi sáttmála. Hevur hetta áhuga, skal umsókn við neyðugum prógvum sendast til leiðaran á Lágargarði Stoffalág 84 Box 1188 110 Tórshavn Meira fæst at vita við at ringja tlf. 316788. Umsóknarfreistin er til hósdagin 6. mars 2003. Røktar- og umlættingarheimið Trøð í Sandvík Fæst hóskandi boð, er ein trøð upp á slakar 2.700 fermetrar, í Sandvík, til sølu. Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Bill.mrk. 507 www.sosialurin.fo 25