Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. februar 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 36 - 21. februar 2003 Nr. 36 - 21. februar 2003 27 Pedagogur til Dagrøktarskipanina í Klaksvíkar Kommunu Vegna ov fáar umsóknir, verður søkt av nýggjum eftir pedagogi til Dagrøktarskipanina í Klaksvíkar Kommunu. Skipanin er ein partur av Sosialu Deild hjá Klaksvíkar Kommunu og hevur skriv- stovu á 2. hædd, har sum sosiala deild húsast. Í skipanini eru 120 børn. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: Við tilvísing til leiðaran av Dagrøktarskipanini, at • Samskipa virksemið í spælistovuni • Vitjar dagrøktarheimini regluliga • Ráðgeving og vegleiðing av dagrøktarum og foreldrum Vit ynskja: • at tú hevur royndir innan dagstovnaøkið • kann arbeiða sjálvstøðugt • ert virkin, røkin og hevur lætt við at samstarva • at tú hevur hug og áræði at skapa umstøður har børnini gleðast, trívast og mennast. Setanarviðurskifti: Talan er um eitt fulltíðarstarv, men onnur avtala kann gerast. Starvið er at seta so skjótt, sum tað ber til.Løn og setanarviðurskifti sambært avvarð- andi yrkisfelag. Meira fæst at vita við at vena sær til Sigrun Vágs- tún dagrøktarleiðara ella Jórun Niclasen sam- skipara, tlf. 41 00 00. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu sendast til Klaksvíkar kommunu Postboks 2, 700 Klaksvík í seinasta lagi 16. februar 2003. Bygningur á havnalagnum á Eiði Bygningur, 544 m2 til støddar, úr isoleraðum betongelementum, har yvirtromin er stálsperrur við timbur ásum, tøttum tróðri og Alumantaki verður við hesum lýstur til sølu ella leigu. Bygningurin stendur á øki ætlað til fiskiídnað. Bygdaráðið tilskilar sær rætt, at velja millum áhuga tilboð ella einki at taka. Áhuga kunnu seta seg í samband við Eiðis kommunu, tlf. 213312. Eiðis kommuna -tað loysir seg Prix Føroyar Plakat pdf. Mentamálaráðið Mentamáladeildin NORDBOK Norðurlendska bókmenta- og bókasavnsnevndin, NORDBOK, ið umsitur pening, játtaðan av Norður- lendska ráðharraráðnum, til verkætlanir innan bókmentir og bókasavnsøkið, kunnger við hesum, at freistin at søkja pening til verkætlanir fyri 2003 er úti 1. apríl. Umframt játtan til stuðul til týðingar og útgávu av norðurlendskum bókmentum verður eisini veittur stuðul til skeið, fundir, ráðstevnur o.a. av felags norðurlendskum áhuga.Bókasøvn, aðrir stovnar og felagsskapir kunnu eisini søkja um stuðul til tiltøk við norðurlendskum luttakarum, eitt nú til norður- lendskar rithøvundavitjanir. Umsóknarbløð fáast á Føroya Landsbókasavni ella beinleiðis á heimasíðuni hjá Nordbok: www.nordbok.org Mentamálaráðið Neytakjøt Kjøt til sølu fyri kilo 26,- kr. til 28 kr. Áhugað kunnu ringja 311961 helst eftir kl. 18 Lesið internet Sosialin ! veitst tú ikki tað? C M Y K 27 26