Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-12-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Abyrgdarblaðstjóri: Tórfinn Smith Fyritaksstjóri. Krisjan Dahi Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Sjálvir hava teir skyldina Í SAMBAND við samtíðar- skattaskipanina varð reglugerð gjørd millum bankar og lands- stýrið. Reglugerdin snúði seg um raksturin av skipanini, og skuldi Líkningarráðið umsita bæði samtíðarskattaskipan og reglugerð. Reglugerðin hevur nú verið galdandi í nøkur ár, men nú er neyðugt at taka hana upp til nýggja viðgerð. Orsøkin er, at ein av bankunum er farin út um tað mark lógarsmiðirnir til reglugerðina, ikki hildu vera neyðugt at áseta. Fesk dómi eru um, at Sjóvinnubankin nýtir lønarlistarnar til at ogna sær nýggj viðskiftafólk. TAÐ VAKTI mikla øsing tå talan var um at seta sokallaðu víðkaðu p-talsskipanina í verk. Bankarnir vóru á gosi, tí eftir víðkaðu skipanini fór betur at bera Líkningarráðnum til at kunna seg um, hvat fólk áttu á bankabók. Talað varð um misnýtslu av skráum. Men hvat ger bankin nú sjálvur? Mangt broytist so hvørt ein verður greiður yvir hvor fær nyttu av hvørjum. AT Sjóvinnubankin nú er farin um sømuligt kappingarmark hevur sjålvandi sinar orsøkir. I fyrsta lagi er orsøkin hon, at bankin er svangur, og tf vil hava fatur å einum parti av teimum pengum, hann heldur vera í vanda. Hann vil hava fatur á flytingunum til tey fólk, sum skylda bankanum pengar. OG HVÍ skylda mong av hesum fólkum bankunum í dag pengar, sum tey kanska hava ilt við at rinda aftur? Rætt og slætt tí bankin var út um alt mark "lagaligur" tann tíð tað var. Júst tey árini bankin hevði ríkiligt av pengum og tí vildu hava teir út í lán. Tá vóru stórar lýsingar at síggja í bløðunum um lønarkreditt og kappbjóðingar um lán, og sum vera man tóku mong av. Blaðfólk: Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Olavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard Utgevari P/t Sosialurin Uppseting: P/f Sosiaturin Prent Pit Pressan 1981 MEN NU sansar at, og bankin vil hava fatur å pengunum aftur. Eitt sjålvskapt problem, sum nå kemur teimum aftur um brekku. MEN TAÐ eru eisini aðrar orsøkir fyri, at bankarnir ikki hava hildið tað verið neyðugt at arbeitt meira ábyrgdarkent enn teir hava. Millum aðrar tær tríggjar slangurnar, sum ligið hava í landskassan. Hin fyrsta, við áskriftini: Rentuspekulati- ónin. Onnur við áskriftini landskassaveðhald. (At lands- kassin hevur åtikid sær tey veðhald, bankin átti at havt) og hin triðja, sum eitur: Avsett móti tapi. Í Føroyum kunnu bankarnir avseta einar tríggjar ferðir so nógv móti tapi í mun til í Danmark. Hetta eru peng- ar, sum ikki skulu skattast. VIT HAVA so mangan fyrr víst á hvussu føroysku bank- arnir hava spælt hund við fólki og gera tað framvegis, men nú má vera nógmikið. At rokna við normalum viti og skili er ikki Bústaður: Argjavegi 26 Argjum Telefon: 11820 Postadressa: Postsmogu 76 110 Tórshavn Teletax: 14720 nógmikið,- fyri ikki at tala um moral. Duga bankarnir ikki sjálvir at seta mark fyri hvat ein kann og ikki kann mugu onnur gera tað fyri teir. Einki er at ivast i, at hetta er neyðugt, og tí er at vóna, at so verður gjørt. tor.- mm sosigaley Til arbeiðis ! „Tað skal undra, um Javnaðurin ikki bank- ar uppá hjá Fólka- flokkinum kanska longu fyri jól — væl at merkja um Javnaðurin skal hava ordiligt fólk til at hjálpa sær við upptekuni. Ti sjálvir eiga teir lítið í at velja, tá ástendur. Vit bíða í tolni. Men vit selja okkum dýrt. Hesuferð skulu sosialistarnir sleppa at fera tann ein- asta politikkin, sum kann brúkast og kann bjarga hesum samfelag uppaftur at standa: Frísinnaðan politikk«, <S skrivar Dagblaðið í oddagrein. Ófrávíkilig krøv — ultima- tiv krøv og útspilling. Hetta er heilt einfalt tad, sum málgagnið hjá ti før- oyska fólkaflokkinum hevur at bjóða javnaðar- flokkinum nú samráðing- ar hava verið um skipan av eini samgongu. Undir- málarar, tollarar, ið róta í kuffertunum hjá fólki, javnaðarmenn sammettir við stalinistar og nazistar osfr. lesa vit aftur og aftur í blaðnum hjá sama fólka- flokki. Hetta eru »vøkru« og álitisvekjandi orðini, sum hevur verið vartað upp við, nú umboð fyri hesar báðar sterstu flokk- arnar hava roynt at sam- ráðst um skipan av lands- stýri. Tað er ikki eiti á. Hetta eru teir menn, sum segdu, at klandur og stríð má „LS SO & t 5 AN OA r > ; 67 Á SY 5 7 c x £ KS >» A Fr er” > leggjast á hillina í fer- oyskum politikki, um meguleiki skal vera fyri at arbeiða. — Tit mugu gjarna fáa okkum við í samgongu, men vit selja okkum dýrt, tykkara menn nytta einki, tit hava bara at makka rætt osfr. Ja, ilt er at fáa eyga á eitt gramm av samarbeiðs- vilja, um tað er so, at Dag- blaðið er málgagnið hjá fólkaflokkinum! Javnaðarflokkurin held- ur fram við royndunum at skipa eitt landsstýri. Í gjár skuldi so sambandið koma við einum svari uppá upplegg javnaðar- floksins. Í skrivandi letu vita vit ikki, hvussu tað sær út, men vit kunnu í- mynda okkum, at sam- bandið enn einaferð fer at vísa á, at tað eru bú- skaparmálini, sum hava fyrsta prioritet — stersta týdning. Og hetta er tað KS ÁÁ uttan iva semja um í javn- aðarflokkinum eisini. Spurningurin er so bara, hvussu vit sleppa frægast burtur úr búskaparligu trupulleikunum. Javn- aðarflokkurin hevur síni uppskot, sambandið síni. So ræður um at snikka tey soleiðis til, at báðir partar kunnu góðtaka ein kom- andi búskaparpolitikk. Her mugu báðir vera fúsir at geva seg. Men eitt eigur sam- bandið at vita, og tað er, at búskaparpolitikkur sambandsins undir síðsta landsstýri kann ikki halda fram óbroyttur. Tí hann hevði ikki bara við sær, sum sambandsmenn kanska halda „at ell fóru at spara. Nei, hann hevði eisini við sær, at eitt og hvert hjól í hesum landi steðgaði upp. Vit mugu og skulu fáa hjólini í gongd aftur. Hetta má ikki sleppa at vera floskulkend og innantóm tala. Okkurt má gerast fyri at geva fólki vónina og trúnna aft- ur. Tað gerst so ikki við at fremja ein búskaparpoli- tikk, sum bara miðar móti at steðga ellum virksemi. Tað eru annars alarmer- andi tel, sum verða løgd á borðið í hesum degum, um hvat vit hava fiskað í ár. Upsin verður nú troyttur so nógv, at lítið man vera eftir av honum, og av hin- um dýru fiskaslegunum er so gott sum alt uppfiskað. Vit kunnu tosa um bú- skaparpolitikk, um ditt og datt, men vit koma ongan veg, um vit ikki gera okk- um fullkomiliga greitt, hvussu steðan er hjá fiskastovnunum og gera okkum púra greitt, hvat skal gerast fyri at varð- veita stovnarnar. Her eiga allir flokkar, uttan mun til ideologi, at draga eina línu, tí tað snýr seg um sjálvt tilverugrundarlag- ið. So kanska samgongu- samráðingarnar áttu at havt byrjað við okkara fiskastovnum. Ikki fyrr enn vit eru greið yvir, hvussu galið er statt, tora og duga vit at taka avleið- ingarnar av hesum og stinga út í kortið ein poli- tikk, sum miðar móti at varðveita stovnarnar. Tað kann koma at gera ilt, men gera vit einki, kann deyðin standa í durunum. Vit fara her enn einaferð at heita á okkara politik- arar at grava stríðseksina og finna saman at arbeiða fyri landi og fólki. At ávikavist Dagblaðið og Dimmalætting royna at forkoma meguleikunum at skipa eina samgongu millum fólkaflokk og javn- aðarflokk ella samband og javnaðarflokk, eigur ikki at taka mótið frá monn- um. Burtur við tí persón- liga brikslinum og til ar- beiðis. Vísið hverjum eðr- um álit og dyrkið tað posi- tiva hjá hinum partinum tit skulu til at samarbeiða við. tíðindablaðið EO