fríggjadagur 21. desember 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jen
Nr. 209 — 21. desember 1990 |
Ovanlig heils
Við trummum og ødrum ljóðfórum møttu JamesOlsen, Arnold
Ludvig, Búi Petersen, Eirikur Skála og Rógvi Zachariassen í
útvarpshúsinum í Reykjavik at senda heim jólaheilsu
Tónleikur og sangur í
sambandi við jólaheilsur frá
føroyingum uttanlands
plagar at vera teir kendu
jólasangirnir. Men i jóla-
heilsunum, sum leygar-
kvøldid koma úr Reykjavik
verður nakað heilt annað at
hoyra. Eitt instrumentalt lag
á rummu, trompet, koppar
og onnur ljóðfori.
Tað eru fimm ungir
havnardreingir, sum á
henda hátt senda heim
jólaheilsu til vinfólk og
skyldfólk síni i Føroyum.
Teir fimm eru James
Olsen, Arnold Ludvig, Búi
Petersen, Eiríkur Skála og
Rógva Zachariassen, sum
allir eru í tónlistaútbúgving í
Reykjavík. Teir senda heim
hesa heilsu, sjálvt um fýra
teirra koma heim um jólini.
James verður í Reykjavík á
jólum.
Teir búgva allir á før-
oyska sjómansheiminum,
sum framvegis ikki er lið-
ugt. Men tað er so frægt
liðugt, at teir fimm og tveir
aðrir føroyingr hava hvør
sitt kamar, og teir fåa eisini
gjørt sær mat.
Tå teir komu yvir til
Reykjavíkar í september
mánaði, fingu teir loyvi ul
fyribils at búgva á sjómans-
heiminum. Men fyribils
bleiv til fleiri mánaðir, tí tað
hevur ikki eydnast teimum
at finna nakað hús ul leigu
til teir allar fimm. Teir
gjørdu so av at byta seg í
tveir partar, og í januar
mánaði flyta Búi, Eiríkur og
Arnold í eini hús, teir hava
leigað bæði við innbúgvi,
sjónvarpi, klaveri og kettu.
Teir fimm trívast væl í
Íslandi. Íslendingar eru fitt
fólk, og lætt var at falla til.
Veðurlagið er frægari enn í
Føroyum, heldur James.
Búi gongur áeinum hægri
tónlistaskúla fyri klassiskan
tónleik. Hinir eru allir á
privata skúlanum FIH.
Teirra undirvísing er bara
nakrar fáar tímar seinna-
partarnar, tí flestu næming-
arnir noyðast at arbeiða fyri
at klára seg. Skúlin sjálvur
kostar góðar 4 túsund
krónur fyri árið. Teir fáa
nakað at stundingi frá SU,
men royna eisini at vinna
sær nøkur oyru við at spæla
til dans og undirhalds. Hvgr
í sínum lagi eru teir annars
við at gera orkestur saman
við íslendingum.
James mælir fólki, sum
ætla at fáa sær tónlistaút-
búgving um at koma til
Reykjavíkar. Ikki bara tí
Ísland er nakað annað, men
við tónleiki eru íslendingar
komnir væl longur enn dan-
ir, heldur hann.
randi
Leygarkveldið fáa vit í
føroyska útvarpinum at
hoyra lagið, sum James,
Arnold, Búi, Eirikur og
Rógvi framførdu til jola-
heilsu til Føroya
UL da Mi 1
Tað er ikki so galið at
búgva á føroyska sjó-
mansheiminum, halda
teir. Rógvi var ikki komin
á fótur, tá vit vitjaðu teir
ein morgun
sva
dd Avmarkað
heimahjalp
Verkfallið hjá heimahjálp-
arafelagnum heldur fram,
men fleiri arbeiða kortini
Einki samband hevur
verið millum heima-
hjálparafelagið og
landsstýrið, síðan heim-
ahjálparafelagið — lyst
verkfall at byrja å mid-
degi mikudagin. Einasta
sambandid er tidindi,
sum koma i fjølmidlar-
nar frå åvikavist heima-
hjålparafelagnum og
Almannastovuni/Heim-
ahjálparaskipanini..
Sjálvt um heimahjálp-
arafelagið hevur álagt
sínum limum ikki at
arbeiða, eru tað langt
burturfrá, at tær akta
allar. Í summum bygd-
um og býum er allar til
arbeiðis. Tað vóru tó
fleiri í verkfalli enn
mikudagin, tá verkfallið
byrjaði.
Eydna Háberg, leiðari
á Heimahjálparskipan-
ini, heldur ikki, at nakar
líður neyð orsakað av
verkfallinum. So frægt
av heimahjålparum eru
til arbeiðis allastaðni, at
tey vánaligastu fáa
hjálp, sigur hon. To
heldur hon tað vera
avmarkað, hvussu leingi
Føroya
skipanin kann virka við
færi heimahjålparum
enn undir vanligum
umstødum. Um jólini fer
tað neyvan at bila,
heldur hon, tí tá hava tey
flestu avvarandi at
hjálpa sær.
Nógv avvarandi hava
annars vent sær ul
Almannastovuna og
spurt um samsýning fyri
at hjálpa sínum. Tað
verður mett um í
hvørjum einstøkum føri.
Í gjár endurtók Al-
mannastovan, at tað er
Almannastovan og ikki
heimahjálparafelagið
sum avger, hver arbeiðir
sum heimahjálp. Hetta
er svar uppá, at heima-
hjálparafelagið hevur
sagt við heimahjálparar,
sum arbeiða undir verk-
fallinum, at tær íkki
sleppa at arbeiða aftur
sum heimahjálparar, tá
verkfallið er av
Í gjár kunngjørdi Al-
mannastovan, at fast-
løntir heimahjålparar,
sum eru i verkfalli, ikki
fåa løn longur enn til 19.
desember.
Nýgj hóttan
Arbeiðarafelag
hóttir við tiltókum fyri at
styrkja
verkfallið hjá
heimahjálparunum
Orðið "hóttan" er dag-
iga á lofti í sambandi
hjålparunum.
Heimahjálparafelagið
hóttir limir sínar, sum
arbeiða undir verkfall-
inum.
Efuirlitskvinnurnar
hótta heimahjálparar,
sum ikki arbeiða undir
verkfallinum, sigur
heimahjálparafelagið,
men hetta afturvísir Al-
mannastovan.
Og nú hóttir Føroya
Arbeidarfelag við til-
tøkum. I gjår bar Føroya
Arbeidarafelag lands-
styrinum bræv, har vist
verður á, at heima-
hjálparar verða hóttr
við líkum og ólíkum, um
arbeiðið ikki verður
tikið uppaftur.
Hetta góðtekur Før-
oya Arbeiðarafelag og
vil hava landsstýrið at
vátta skrivliga, at tað vil
fylgja galdandi sát-
mála. Annars umhugsar
Føroya Arbeiðarafelag
at seta stig í verk mót
øllum almennum stovn-
um undir landinum.
Af