leygardagur 22. desember 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Abyrgdarbiadstjori: Tórfinn Smith
Fyritaksstjóri
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Blaðfólk: Randi Jacobsen
Krisjan Dahi
Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen
Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard
Utgevari P/t Sosialurin Bústaður: Argjavegi 26 Postadressa: Postsmogu 76
Uppseting: P/F Sosiaturin Argjum 110 Tórshavn
Prent P'f Pressan 1981 Telefon 11820 Telefax: 14720
Eitt solidariskt
samfelag
Í DAG er stytsti dagur av ári
num. Harvið eisini hin myrk-
asti, men ber hann tí eisini í
sær, at vit ganga móti lósari
tíðum. Lýðkan og ljósið fara
aftur at vinna á myrkrinum.
HETTA verður vónandi eisini
galdandi á øðrum økjum enn
hvat viðvíkur árstíðini og
veðrinum. Mong fólk eru illa
fyri fíggjarliga og vónloysið
er ikki ókent fyribrigdi.
Á POLITISKA økinum hevur
skjótt farna ár verið merkt av
ruðuleika sum endaði við, at
fólk vóru boðsend til valborð-
ið. Enntá tvær ferðir eftir bert
trimum vikum. Logtingsvalið
gjørdist ein stórsigur til Javn-
aðarflokkin, sum undan vali-
num førdi seg fram sum
flokkurin, sum vildi geva fålki
lívsvónina aftur. At tað aftur
fór at bera til hjá ollum, at liva
og virka her í landinum.
SAMRÁÐINGARNAR um
nýtt landsstýrið eru enn ikki
loknar og enn ber illa til at
siga hvønn veg tað ber. Vit
mugu bert vóna, at hesar
samráðingar fora til, at vit fáa
eitt sterkt og mannavinarligt
stýri, sum kann gera geran-
disdagin hjá føroyinginum
lagaligari.
MEN sum stødan tykist vera í
landinum, so vita flest okk-
ara, at vit ikki í næstu framtíð
kunnu vænta okkum »j6la-
dagar« í víðari merking, men
at vit enn eitt bil verða at
knógva okkum igjøgnum ger-
andisdagin — men kortini við
vónini um, at rákið vendir
sum frálíður.
TÍ ER VÓN fólksins fokin, so
er alt mist, og politikarar okk-
ara — hvussu vælmeinandi
teir annars eru — kunnu tá all-
ir sum ein breiða omanyvir
seg. Er fyrst vilji fólksins nóg
mikið skerdur av politiskari
ófrættatalu, um at alt má og
skal fara á bláman, so er eing-
S
in framtíð í landinum fyri tey
nógvu, brt fyri tey fáu.
HETTA må ikki henda í stórri
enn higartil og einasta byrg-
ing fyri hesi vanlukku gongd |
er ein solidariskur politikkur,
sum menna kann og gera
skilagóða nýtslu av tí treysti,
ið enn kanska bragdar í pørt-
um av fólki okkara.
GLEÐIS- og friðarhátíðin
stóra, jólini, kemur nú helst
upp ímillum samráðingarnar
um skipan av nýggjum lands-
stýri.
TÍBETUR kunnu vit kanska
siga, tí hastverk er sum kunn-
ugt lastverk — og kanska
kunnu vit sum eitt av jóla- og
nýggjársynskjunum ynskja,
at tann halgifriður, sum nú
fellur yvir foldina, fær okkum
øll eins og politikkarar okk-
ara, at ganga í seg sjálvar,
sleppa aggi og stívrendum
sinnismunum og veruliga
taka til sín boðskapin um frið
og jørð og góðan tokka mill-
burtur
frá sinum
um manna og fáa í lag sam-
starv um politiska leiðslu av
hesum neyðstadda landi.
TI ERU TEIR, id samráðast
skulu, so persónliga lítillæt-
nir, so andaliga stórlætnir, og
so politiskt skilagóðir, at teir í
ávísum munum megna at
vinna á sær sjálvum, so eru
teir eins stórir og teir, ið
vinna ein heilan stað — og tá-
stani kunnu tey góðynski, ið
ljóða úr øllum halgihúsum
landsins hesa hátíð veruliga
verða teimum og tjóðini at
gagni.
undan spara pening innan tað al-
SS
“ x
xx
S05lgd FU | 67 Á
<> På
+ *
N ;
>»
sd
SØS
Sambandið meira medgjorlig nú!
Vit
samgongu hesumegin jól
ella nýggjár. Men hetta er
so heldur einki nýtt, tí
vanligt hevur verið, at
landsstýrið er ongantíð
skipað fyrr enn út í januar
mánað. So helst
lingu onga nyggja
verður
eisini hesaferð
Men teir góðu harrar,
sum sita og samráðast um
nýtt landsstýri mugu gera
sær greitt. at tað hevur
skund at fáa eitt stýri at
taka vid, nú stødan i landi-
num kanska er meira ålv
arssom nakrantíð
fyrr.
Javnadarflokkurin er i
løtuni i samrådingum vid
Sambandsflokkin. Íkki
kann sigast annað enn, at
tónin sambandið hevur
lagt fyri dagin nú, er ein
annar enn hann var tað, tá
enn
umboð fyri báðar flokkar-
nar hittust til hitt fyrsta
samráðingarumfarið stutt
eftir valið.
Sambandið hevur fingið
eitt upplegg frá Javnaðar-
flokkinum, og hevur gjert
sær rættiliga stóran ómak
at svara hesum uppleggi
aftur. Sambært formanni
floksins í sjónvarpinum
hóskveldið, so skilst, at
tað er ikki nakað ófrávíki-
ligt krav bara at føra rein-
dyrkadan sambandspoli-
tikk. Hann hevur sannad,
at tå fleiri flokkar skulu
samarbeida, so noyðast
allir at geva seg, eisini
sambandið. Tað boðar frá
góðum og er tað ikki sort
av eini kærkomnari jóla-
gávu til Feroya fólk, at
sambandshevdingin, sum
áður hevur verið so treisk-
ur og steilur, nú bráddliga
er lendur við báðum bein-
um á jerðini og er fúsur at
lurta eftir, hvat onnur
meina og hugsa. Tí við
sambandspolitikki aleina
fáa vit so als onki lands-
stýri.
Enn er ov tíðliga at siga
nakað um eina møguliga
samgongu millum Javn-
aðarflokkin og samband-
ið. Sjálvsstýrisflokkurin
skal eisini uppí, og hann
hevur uttan iva síni ynski.
Eisini tey mugu teir stóru
flokkarnir lurta eftir og
taka steðu til.
Vit hava fyrr víst á, at
tað eru fyrimunir við at
skipa samgongu millum
A. og C. og somuleiðis við
at skipa samgongu mill-
um B. og C. So er bara
spurningurin við hverjum
av hesum flokkum Javn-
aðarflokkurin best kann
fáa gongd á samfelagið
aftur við. Tað er tí ógvu-
liga avgerandi, hvat Sam-
bandið hevur at siga til
upplegg Javnaðarflokk-
sins og hverji uppskot
hann sjálvur kemur við.
Nú vita vit, at
bandið ber orð fyri at vera
sera konservativt. Einki
skal broytast. Alt skal
vera við tað samla. Hetta
hava serliga sambands-
menn oftani brúki sum
eian styrki, tá tað ræður
um at reka varðligan bú-
skaparpolitikk. Og tað
kann vera nakað um tað.
Men Javnaðarflokkurin
eigur og má ikki slaka so
mikið fyri tí gamla og kon-
servativa sambandsanda-
num, at flokkurin gongur
Sam-
valinum um at fáa gongd
á aftur: nevniliga lyftun-
um um at skapa nýggj) ar-
beiðspláss og tryggja, at
ikki fólk í hópatali gerast
arbeiðsleys í næstum.
Sparingar fara sjálvandi
at krevja sítt, men vit
kunnu ikki bara spara
okkum burturúr kreppuni.
Vit mugu eisini framleiða
okkum burtur úr henni.
Og hóast tað kann tykjast
torført at síggja glottar á
framleidsluøkinum, so
mugu vit lata allar heilar
fara í gongd at finna fram
til nýggjar framleiðslur og
nýggj arbeiðspláss. Hevdi
tað ikki verið eitt hugskot
hjá tí nýggja landsstýri-
num at sett á stovn ein
hugskotsdepil, t.v.s. har
nekur av okkara bestu
høvdum innan fyri flest
oll eki fingu til uppgávu
at bróta upp úr nýggjum á
framleidsluøkinum og
verða ráðgevandi hjá
myndugleikunum — á
sama hátt sum landsstýr-
ið átti at sett ein arbeiðs-
bólk at komi við uppskoti
um, hvussu vit kunnu
menna við rationalisering-
um, effektivisering og
skilagóðari langtíðarplan-
legging.
Men jólini eru í hondum,
og vónandi fara eisini tey
at smitta av uppá samráð-
ingarviljan hjá flokkun-
um, soleiðis at vit stutt
eftir nýggjar fáa eina sam-
gongu, har allir partar
hava álit á hverjum eðr-
um, og har alt persónligt
brigsl einaferð med alla
verður lagt á hillina. At
tað verður farið til arbeið-
is útfrá hesum setningi.
Góð jól og eitt gott
nýggjár.