leygardagur 22. desember 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 210 — 22. desember 1990
tíðindablaðið sgsialurin
S íða 3
Jålasølan er
misjøvn, tó at
handilsfólk og
viðskiftafólk eru í
jólahýri
Peningaliga er
stóðan broytt
soleiðis, at
handilsfólk
noyddust at
umhugsa, hvussu
nógv tey keyptu inn
til jóla, men kortum
er vøruúrvalið eins
fjølbroytt og í fjør
Eftir tí, sum
Sosialurin hevur
frætt, er nú
rættiliga gongd
komin á jolasøluna
men helst eisini, at
fólk bíða til
vikuskiftið at keypa
tær seinastu
gávurnar.
Handilsfólk hava
ikki frí í
vikuskiftinum, men
tað hava flestu
aðrir lónmóttakarar
Rokan I fjerðinum
- | gongugøtuni í Havn
Hóast jólini nú standa
fyri durum, hava fólk
ikki rættiliga gjørt av,
hvat tey skulu geva hvør-
jum ødrum í jólagávu.
Onkur handilsmaður
heldur, at fólk enn eru í
ivastødu, tey kanna sær
kanska onkran lut í dag,
og koma aftur í morgin
eftir honum, onnur spyr-
ja um pris o.s.fr.
KEYPA MINNI
Tilsamans kunnu hand-
ilsfólkini, sum vit hava
tosa við siga, at jólasglan
er minni, meðan onnur
halda, at hon er betur enn
í fjør.
Av tí at handlarnnir
eru opnir í vikuskif-
tinum, halda handils-
fólkini, at fólk bíða sum
longst at keypa jólagáv-
ur.
Hvørt sølan verður
eins g68 og i fjør, halda
tey flestu handilsfólkini,
neyvan man fara at halda.
Jákup Jacobsen, í J.J.
Harratoy í Gongugøtuni
heldur at jólasglan er
heldur slakari í ár, í mun
til í fjør.
Jákup Jakobsen: - Fólk
keypa ikki minni, tey eru
bert meira varin. Áður
var tað soleiðis, at fólk
keyptu fyri alt tey áttu,
fyri at gevast tá einki var
eftir.
- Tað er heilt greitt, at
fólk í dag ikki keypa fyri
alt. sum tey eiga, tey
vilja hava nakað eftir, tá
jólini eru av.
KREVJA BETRI
TÆNASTU
Vørumongdin er minni
í ár, tó at tað er eins
fjølbroytt veruúrval,
sum seinasta ár. Vit hava
bert keypt minni mong-
dir av somu vøru, tá vit
keyptu inn. Tað hevur
ikki tað við sær, at minni
er í handlinum at fáa,
men bert í smærri mong-
dum.
Lagið er gott á fólki,
sum kemur inn á gólvið,
men tey krevja betri
tænastu, og ikki sørt, at
fólk hava hug at tingast
um prisin.
Kunnu fólk gera ein
góðan handil hjá tykkum?
- Ja, hugurin er har, men
tey kunnu ikki tingast
um prísin hjá okkum.
Hann er fastur og eins
fyri øll. Um vit lata ein-
um viðskiftafólki vøru
fyri lagaligari prís, gon-
gur tað bert út yvir tann
næst persónin, sum kem-
ur inn at keypa.
Tað gongur ikki - hjá
okkum eru gll við-
skiftafólk vælkomin og
fáa eins góða tænastu,
men so gjalda tey eisini
sama prís, fyri somu
voru, sigur Jákup Jakob-
sen.
jOLASØLAN
EINS GÓÐ
OG Í FJØR
Í H.N.Jacobsen bóka-
handil eru tey væl nøgd
við jólasgluna og siga
sum teir einastu handils-
mennirnir í dag, at sølan
er eins góð og i fjør.
Vagn Andersen, leidari
á bókadeildini, sigur við
Sosialin, at tey hava havt
úr at gera í Gamla Bóka-
handli.
Vagn Andersen: - Tað er
kanska rætt, tá áður hev-
ur verið sagt, at í ringum
tíðum fara fólk at lesa
bøkur. Vit kunnu ið
hvussu so er ásanna, at
békasølan - síðani tær
føroysku bøkurnar komu
út til jóla, hevur verið
framúr góð. Hon er ikki
minni enn í fjør.
Stríðsárini hjá Niels Juul
Arge er greitt á odda.
Síðani kemur Føroyasøga
hjá Hans Jacob Debes,
Siglingarsøgan 0.s.fr.
- Ein orsøk er kanska
eisini, at prislegan á bók-
um er góð, tá jólagávan
skal keypast. Hjá okkum
fært tú eina bók fyri 200
- 300 krónur, og tað er
kanska eisini eitt góð
upphædd, sum fólk flest
hava ráð at geva í jóla-
gávu.
Tumma Jakobsen í
SHJ-Radiohandil í Tórs-
gøtu heldur eisini, at
sølan er minni i ár. Hann
heldur kortini, at fólk
fara seinni til handils í
ár, av tí at handlarnir
hava opið í vikuskift-
inum.
Tí er tað kanska eisini
torført at sammeta við í
fjør.
Higartil hava fólk spurt
eftir prísum og eru enn í
iva um, hvat tey skulu
keypa.
UMVÆLA
HELDUR ENN
KEYPA NÝTT
Teir stóru lutirnir
eitt nú sjónvarp og sjón-
bandatól verða avgjørt
ikki seld í somu mongd-
um i år, sum í fjør. Fólk
keypa plátur og bond,
oyramikrofonir 0.a., sum
í príslegu liggur um 500
krónur.
Annars eru sterio-an-
legg eisini væl umtókt
jólagáva, men tá er prís-
urin um 10.000 krónur.
Aður keyptu fólk nýtt
sjónvarp, tá tað gamla
var í ólagi. Bert hesa
vikuna hava vit havt 20
sjónvarpstól ul umvæl-
ingar. Tað hevur ikki
hent áður. Tað er helst tí
fólk nú eru vorðin
varisligari, tá jólagávur-
nar skulu keypast, sigur
Tummas Jakobsen. Hann
eins og hini handilsfólk-
ini sigur seg ikki hava
stundir at tosa meir við
okkum, tí so nógv fólk
er komið inn í handilin.
Av hesum greinastubba
skilst, at dagurin í gjár
var hin fyrsti rættiligi
handilsdagurin og sum
ein teirra málbar seg: Tað
er rokan í fjørinum, eg
noyðist at fara, og hand-
ilsfólkið ynskir blíðliga
„góð jól, áðrenn hornið
verður lagt á. Tað ynskir
undirritaða somuleiðis.
Dagny