Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-12-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. desember 1990síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 á Nr. 210 — 22. desember 1990 Sum tað ljóðar er útlit fyri, at vit fyrst í komandi ári koma í ta margháttligu stødu, at fiskimenn skulu fara í verkfall móti sær sjálvum. Tað felag, sum stendur aftanfyri hesa merkiligu ætlan, er Feroya Skipara- á Navigaterfelag, sum sigst ætla sær í eitt verk- fall, sum er bent móti Fer- oya Fiskimannafelag. Í hesum sambandi fara vit í FF at kunna fiski- menn um, hvat hetta mál- ið snýr seg um. Síðan FF var stovnað í 1911 hevur tað verið felagið hjá ollum fiskimonnum við undan- tak av skiparum. Hetta hevur merkt, at FF hevur virkað fyri at beta um við- urskiftini hjá ellum fiski- monnum. Hetta er so komið skiparum til góða eisini, tá „tað regnar á prestin, dryppar á dekn- inc. Demi um virk- semið hjá FF Her kunnu bert verða nevnd nøkur fá dømi. T.d. geva vit limunum, t.v.s. eisini bestamonnum ískoyti til almennu sjúkra- viðbótina, vit lata í ávís- um førum endurgjald fyri inntøkutap,. tå skip liggja og í nógvum førum leggja vit hýruágóða út, tá skip fara á húsagang og kunnu vit stytta munandi um bíðitíðina hjá fiskimonn- um eftir teirra ágóða. Í ødrum ferum royna vit at ávirka almennar mynd- ugleikar at beta um viður- skifti fiskimanna, og eitt ítekiligt úrslit av hesum virksemi er t.d. dagstudn- ingurin, sum gevur inn- tókum fiskimanna eitt ískoyti, sum er upp til 200 kr. um dagin, og hetta fær skiparin eisini. Frítíðarlgnin Eitt tað stersta framstig, sum FF hevur útvegað fiskimonnum, er frítíðar- lenin, sum fekst í sáttmál- an í 1959. Treyt fyri at fáa fritidarløn var limaskapur í FF, og tá bestamenn vóru limir í FF, fingu teir fritidarløn frá fyrsta degi, meðan skiparar ikki fingu fyrr enn í 1972. Og teir fingu ikki frítíðarlon av viðbót og minstulen fyrr enn í 1984, meðan FF hevði tryggjað besta- monnum hesa veiting í 1959. Einki takksemi Ein hevði kanska vænta takksemi frá Skipara- á Navigaterfelagnum fyri hjálpina frá FF at bata um korini hjá limum sínum. Men tað er tverturímóti. Inntil sitandi formaður tók við, høvdu feløgini eitt rimiligt samstarv. Men seinastu årini hevur felag- id nýtt stóran part av síni orku at mótarbeiða FF. I hesum årinum hevur FSN enntá roynt við rættarinn- ar hjálp at beina fyri okk- ara innkrevjingarhåtti av limagjaldi, men teir taptu. Teir hava nú í eini fýra ár í rættinum roynt at fáa dóm fyri, at FF ikki er rætta felagið at umsita frí- tidarlønina hjá besta- monnum. Teir taptu við Føroya Rætt, har vit ann- ars góðtóku eitt semings- uppskot, sum var sett fram av dómaranum, og sum vildi loyst teir trupul- leikar, sum FSN hevur av verandi skipan. Teir taptu aftur í Lands- rættinum nú í heyst, og bert í sakarkostnaði man felagið hava goldið tætt við 100.000 kr., sum er stórur partur av árslima- gjaldinum hjá bestamonn- um við fiskiskipum. Vilja nú fara í verkfall móti fiskimonnum Nú er hent tað ótrúliga, at FSN hevur hótt Feroya Reiðarafelag við verkfalli, um ikki Reiðarafelagið forpliktar seg til, megu- liga við lockout, at gera seg leyst av tí parti av sáttmálanum, sum snýr seg um frítíðarlen hjá bestamonnum, sum sam- bært rættin er okkara sáttmálagki, og sum reið- arafelagið er bundið av. Tað skal ikki vera nakar ivi um, at eitt meguligt verkfall við hesum kravi fara vit at rokna sum eitt verkfall móti fiskimonn- um sjálvum og teirra felag. Og vit fara at taka til øll tiltøk sum vit meta vera neyðug í hesum sam- bandi. Okkara steða er nevni- liga tann, at vit vilja fegin tingast við øll feløg og eis- i Síða 15 lesarabrøv Skulu fiskimenn fara i verkfall moti sær sjålvum? ini FSN um loysnir á teim- um trupulleikum, sum kunnu vera. Men vit fara ikki at ganga við til nakað sum kann gera FF verri fyri. Og vit vilja heldur ikki ganga við til nakað sum kann gera bestamenn verri fyri. Og tað er ikki tað minsta sum bendir á, at FSN kann geva hesum monnum somu semdir sum FF. Óli Jacobsen Ein flokkur í menning! Sjálvstýrisflokkurin hevði eitt framúr gott legtings- val, og fekk tríggjar ting- limir valdar. Men fólkatingsvalið prógvaði til fulnar, at brúk er fyri Sjálvstýris- flokkinum í feroyskum politikki, og at boð eru eftir honum. Sjálvstýrisflokkurin hevði eina framgongd uppá 75% í mun til undan- farna fólkatingsval, og tað eru vit sera fegnir um. Hetta er ein framgongd, sum flevar. Men tað sær ikki mæt- ari út enn at »onkur« hev- ur fingið búkilsku av frá- líku úrslitum floksins, og roynir at leggja annan týdning í úrslitið, eins og gjørt var undan løgtings- valinum. Rætt gitt, val- evni Sambandsfloksins í Eysturoy, skuggablað- maðurin á Sosialinum Hilmar Jan Hansen. Vit fegnast um úrslitini av valunum, vit fegnast eisini um úrslitini hjá He- lenu Dam á Neystabe. Hon bleiv vald tingkvinna fyri Sjålvstyrisflokkin í Suðurstreymoy, og fekk flestar atkveður til fólka- tingsvalið á sjálvstýris- listanum, tað ynskja vit henni hjartaliga tillukku við. Við hesum báðum valúr- slitunum í huga, mugu vit sanna, at veruligt glið er komið á sjálvstýrishug- sjónina. Og eingin sum helst ivi skal vera um, at Sjálvstýrisflokkurin i framtíðini í nógv størri mun ger at gera seg gald- andi í føroyskum poli- tikki. Sjálvstýrisveljarar hava orsekir at ynskja hverjum eðrum tillukku við frálíku úrslitum flok- sins, og hetta varð eisini gjørt í Tingakrossi sein- asta fríggjadag í sam- bandi við fólkatingsvalið. At undirritaði ikki verðið nevndur, byggir fyrst og fremst á eina misskiljing, sum er rættað, og sum við hesum orðum er komin upp á pláss. Tað verður í hvussu er eingin blaðmaður á Sosial- inum, sum sleppur at av- gera, hvussu álitisstervini í Sjálvstýrisflokkinum skulu skipast. Tann spurningurin hoyrir heima aðrastaðni, tíbetur. Á legtingsvalinum 17. november fingu tvey val- evni eins nógvar atkveður til løgtingsvalid aftan á fínteljingina. Vit í Sjálv- styrisflokkinum hverki rafla ella kasta lut um álitissterv. Á fólkatingsvalunum, sum vóru í 1987 og 1988, fekk undirritaði flestar at- kveður, men hetta fekk sjálvandi onga ávirkan á býtið av dålitisstørvum. Tey vóru í tryggum hond- um, eins og tey eiga at vera tað til eina og hverja tíð. Umframt tað at Sjálv- stýrisflokkurin hevði framúr góð valevni til log- tingsvalið, sum eisini hev- ur sera stóran týdning fyri eitt og hvert val, so eiga vit heldur ikki at gloyma aktiva leiklut Sjálvstýrisfloksins í sam- gongu og andsteðu tey seinastu tvey árini. Vit segdu kortanei til tann harðrenda politikk, sum Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin legdu út við, og fóru vit av júst hesi orsek burtur úr tí samgonguni. Tí treytin hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur altíð verið eitt sam- felag fyri menniskjuni fyrst, og at vit síðan skapa tervin fyri eðrum. Aðrir flokkar hevdu sanniliga eisini góð val- evni, men tað var rikni politikkurin, sum feldi teir á valinum 17. november 1990. Hevdu vit hildu fram á somu leið, so hevði úrslit Sjålvstyrisfloksins uttan iva fert stórt tap við sær. Men tíbetur hevdu vit eina politiska leiðslu, sum var væl at sær komin, og sum var samd í ellum lutum. At enda skal eg ynskja ellum eini góð jól. Lasse Klein 3 Bókhald $% Grannskoðan 3 Roknskapur 3 Ráðgeving Avgreiðsla: Mán.-fríg.: kl. 8.00-17.00 Pf. SANDOYAR BOKHALDSVIRK] tlf. 61376 — 210 Sandi