Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Tórfinn Smith Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Ein týdningar- mikil glotti VIT eru nú farin inn í eitt nýtt ár og skriva 1991. Líta vit nú aftur um bak var farna árið sera hendingaríkt bæði uppá gott og ringt. Úti í heimi hendu fleiri stór framstig. Eitt nú í Eystureuropa, har flest øll lond vrakadu kommunismuna sum sam- felagsskipan. Múrarnir millum eyst- ur og vestur fullu og kalda kríggið var sega. Í Suðurafrika kom gongd á samráðingarnar millum tey svørtu og hvítu, aftaná leyslatingina av frælsishetjuni Nelson Mandela, og Namibia gjørdist sjålvstødug tjóð eftir áralangt suðurafrikanskt hjá- landaveldi. Men eisini syrgiligar hendingar fóru fram og tann, sum hevur lopid hvøkk á allan heimin, er kreppan í Golfinum, nú aftaná at lrak gjørdi innrás í Kuwait. Mangt er annars at minnast aftur á, og tað skulu vit sjálvandi venda aftur til í komandi oddagreinum eins og í uttanlandatilfari okkara. HER heima munnu tað vera fá, sum minnast farna árið fyri tað góða, tá hugsað verður um, hvussu búskap- arliga stødan í landinum er versnað og fólk eru noydd at rýma av landi- num fyri at finna sær arbeiði aðra- staðni. Men eitt gott hendi í hvussu er, og tað var, at táverandi kland- urssamgongan fann út av at leggja frá sær og skriva út nýval. Og upp aftur gleðiligari var tað, tá valúrslit- ið gjørdist greitt, at Javnaðarflokk- urin vann sin størsta valsigur nak- rantíð. MEN til hva kunnu vit nú spyrja! Tí enn hevur flokkurin ikki verið førur fyri at skipa eina samgongu, sum kann stýra landinum komandi fýra árini. Nú skal tað sigast, at øll undanfarin år, er samgonga ikki skipað fyrr enn út í januar mánað. Tó eiga vit at gera okkum greitt, at stødan í landinum í dag er meira Blaðfólk: Randi Jacobsen - álvarssom enn kanska nakrantíð áður, og tí áttu samgongusamráð- ingarnar eisini at havt verið avgreid- dar so mikið skjótari. Og kanska serliga tá vit vita, at hesaferð er meguleiki at skipa samgongu við bara tveimum flokkum. VIT mugu tó ásanna, at enn hava vit iki fingið eina samgongu. Javnaðar- flokkurin royndi fyrst við Fólka- flokkinum — fór síðani til Samband- ið — og er nú aftur farin til Fólka- flokkin. Tað skal ikki vera nakað dulsmál - heldur ikki í tí nýggja ári- num — at Sosialurin ber stóran ótta fyri eini samgongu millum Javnað- arflokkin og Fólkaflokkin. Einki er at ivast í, at hesir báðir flokkar kunnu semjast um mong týðandi mál, hóast ideologiskt ymiskir, men við javnaðarhataranum Óla Breck- mann sum tungan á vágskálini tyk- ist ein tílík samgonga mestsum kolldømd uppá forhond. Sær Javn- adarflokkurin ongan annan møgu- leika fyri at skipa eina samgongu, so må hann gera sær henda vanda greitt. At fara i eina samgongu, vid ein mann, sum bara hevur havt eitt mål i langa politiska virki sinum, nevniliga at reka krossferð móti javnaðarfólki, er sera vágiligt fyri ikki at siga oyðileggjandi — ikki bert fyri Javnaðarflokkin, men eisini fyri samfelagið sum heild, nú tað hevur krav uppá at fá eitt ar- beidsført stýri í fýra ár. VIT hava longu sæð, hvussu sami maður uttan minsta samvitskubit í Dagblaðnum endurgevur júst tað, sum hóvar honum — frá annars in- ternum samráðingarfudum. Vit hava sæð, hvussu hann hevur roynt at misbrúka hsar internu samráð- ingar og snara veruleikanum soleið- is, at fólk skulu fáa ta fatan, at Javnaðarflokkurin er úti eftir hvørj- um smásparara í landinum. Hvussu í allari víðu verð kunnu menn hava álit á hvørjum øðrum og fremja eitt gott arbeiði, tá hetta er gerandis- kostur!!! Tað má vera minsta kravið Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/F Sosiaturin Prent: Pit Pressan 1981 at fáa arbeiðsfrið, skal eini sam- gongu verða lív lagað. Vónandi góð- tekur Javnaðarflokkurin ikki at lata seg gera til eitt lættkeypt maso- cistaoffur hjá Óla Breckmann eins og Tjóðveldisflokkurin gjørdi tað i undanfarnu samgongunum. Tað kostadi honum dyrt. Sosialurin ætla sær ikki at seta fór fyri Javnaðar- flokkinum í roynd hansara at fáa gongd á aftur samfelagið. Men vit fara ongantíð at góðtaka politiska virki ella framferðina hjá tí ónda mannafígginda nr. 1 Óla Breck- mann. TAÐ hevur verið lastað okkum, at tað eru vit, ið halda lii í umrødda po- litikara við at taka hann uppá tungu. Her eru vit ósamd. Ikki minst skriv- ingin í Sosialinum hevur fingið fólk at fáa eyguni upp fyri tí andstyggi- liga, ið hesin maður stendur fyri. Hyggja vit at atkvgðum hansara, so misti hann meira enn 200 til løg- tingsvalið og næstan 600 til fólka- tingsvalið, sammeta vit við undan- farinval. Tað er okkara plikt og ábyrgd at vísa hesi menniskjafigg- indaligu skriving aftur. Aðrastaðni í verðini er tað bara so nógv ødrvisi enn í Føroyum. Har fáa ekstremist- ar av slíkum slag bert minimuns ávirkan ella als onga. Her hjá okk- um verður ein tílíkur ekstremistur borðin í gullstóli — tó væl at merkja av einum parti av fólkinum, fólka- floksfólki. Lat tað vera nóg mikið hesaferð, men vit skulu lova okkara lesarum, at Sosialurin eisini í hesum árinum fer at vera besta bolverkið móti tí uttasta og ekstremistiska høgra. AFTUR til samgongusamrådingar- nar. Vitandi at flokkur er noyddur til at slaka og geva út, tå samarbeið- ast skal, so eigur Javnaðarflokkurin eftir okkara tykki — hvør sam- gonga enn spyrst burturúr — ikki at slaka, tá tað snýr seg um eitt av hansara høvudsmålum og lyftinum til veljararnar fyri valið, nevniliga at avtaka ta tvungnu uppsparingina. Hetta skuldi so heldur ikki verið Bústaður: Argjavegi 26 Telefon: Postadressa: Postsmogu 76 110 Tórshavn 14720 Argjum 11820 Teiefax: nakað órímiligt ynski, tá hugsað verður um, hvussu út av lagi ring figgjarliga stødan er hjá so mong- um familjum í dag. ENDAMÁLIÐ við hesi uppsparing var at minka um innflutningin, og má ta sigast, at hetta hevur eydnast 100%. Nú innflutningurin er so nógv minkaður fyri ikki at siga heilt steðgaður upp, so er eisini uppgáv- an fullførd, og henda uppsparing má tí takast av aftur. Neyvan er hugsandi, at hon fer at gkja stór- vegis um innflutningin aftur fyri tað. Hóast tað kanska ikki snýr seg um tær stóru upphæddirnar, so fer avtøka av uppsparingini at geva teimum mongu, sum eru komin i stórar figgjarligar trupulleikar, ein møguleika betri at gjalda skuld uppá t.d. hús. Nú fólkið nærum hev- ur mist vónina og trúnna uppá fram- tíðina her á landi er sera umráðandi at tey kunnu hóma bara onkran lítlan glotta. Avtøka av tvungnu uppsparingini her og nú hevði verið ein tílíkur glotti, sum kundi fingið glid á aftur. Hvørja nyttu hava fólk av hesi uppsparing um nøkur år, tá fleiri teirra longu hava mist hús og heim! Í SKRIVANDI LOTU vita vit ikki, um ein samgonga spyrst burtur úr um- røddu flokkum. Okkara ynski er ikki at gera tað torfgrari hjá teimum fólkum, sum samráðast elal at seta kílar í, tí eitt stýri mugu og skulu vit hava. Men uppgáva okkara er m.a. at minna Javnaðarflokkin á tað hann lovaði til valið og annars var- skógva hann um teir vandar, sum ávísar samgongusamansetingar, vitturliga ber í sær. Tað er skilabetri at brúka alla ta tíð, ið skal til, fyri at fáa eina arbeidsføra samgongu upp á beinini, heldur enn at skunda sær og so skula ásanna um stutta tíð, at hetta var einki at byggja á. Sosialurin Dimman og samgongusamráðingarnar „Javnaðarflokkurin hevur brúkt rættiliga nógva tíð síðani valið at finna út av, hvenn flokk, hann fær at akta seg best í eini komandi samgongu« skrivar pn í Dimmalætting og heldur fram: »Sidani hava samráðingar ver- ið við Sambandsflokk- in. Hóast semja var um ávís mál, so var Sam- bandsflokkurin ikki so lættur at syfta sum Folkaflokkurin«. Vit hava fyrr vist å sera niðursetandi og niðurbrót- andi tónalagið móti Javn- aðarflokkinum í sokallaðu politisku tíðindagreinun- um í Dimmalætting. Vit hava víst á, at hetta tóna- lagið var ikki júst upp- byggjandi og álitisvekjan- di skuldi nøkur samgonga spyrjast burtur úr Sam- bandsflokkinum og Javn- aðarflokkinum. Og tað er heldur einki, sum bendir á, at henda skrivingin er broytt nakad, heldur tvørturi- móti. Nú aftaná at tað bleiv tileinkis í samráðing- unum millum hesar báðar flokkar skrivar pn, at sambandið er ikki eins lætt at syfta sum Fólka- flokkurin. Álvaratos pn! Flokkur tín fór til val uppá at fáa eina arbeiðsfora sam- gongu, at finna arbeiðs- stevið aftur, sum kundi halda í fýra ár og at leggja briksl og agg til viks. Men hvat hevur Dimmalætt- ingin, sum jú stuðlar Sam- bandsflokkinum í einum og ellum, ikki roynt at seta kílar í royndirnar at fáa eina samgongu við Javnaðarflokkin! Tað kann ikki vera uppgávan hjá Javnaðarflokkinum, soleiðis sum pn leggur upp til, at flokkurin bara vil hava flokkar at sam- starva við, sum akta hann í einum og hverjum — flokkar, sum lata seg syfta osfr. Hevuðsuppgávan hjá Javnaðarflokkinum má og eigur at vera at fáa gongd á aftur landsstýrisarbeið- ið — og tað við flokkum, sum vilja fera konstruk- tivan politikk. Fyri at rekka hesum máli eru bæði Javnaðarflokkurin og aðrir flokkar noyddir at slaka í fleiri av krevum og ynskjum sínum. So her er als ikki talan um at vilja hava aðrar at akta seg og at lata seg syfta. Vit hava víst á bæði fyrimunir og vansar við eini samgongu millum Javnaðarflokkin og Sam- bandið. Fyrimunur var m.a. tann, at tú slapst undan at hava ein Óla Breckmann sum tungan á vágskálini — og vansi var tað hinvegin, at Samband- ið tykist so konservativt, at einki skal henda í hes- um landi, alt skal standa í Framhald á síðu 15