hósdagur 3. januar 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 1 — 3. januar 1991
90 uppsøgd
Pedagogar og hjálparfólk á kommunalu barna-
ansingarstoynunum
í Havn eru framvegis til
arbeiðis, sjålvt um tey eru uppsøgd tí uppsagn-
artíð teirra er tríggjar mánaðir. Men tey hava
eingi børn at ansa, ti stovnarnir eru stongdir
Komandi dagarnar fæst at
vita, hvør er sterkari og
treiskari: Landsstýrið gðru-
megin ella hinumegin Tórs-
havnar kommuna og Føroya
Kommunufelag.
Tad tykist vera hetta, sum
málið viðvíkjandi sáttmála-
num hjá pedagogunum á
kommunalu barnaansingar-
stovnunum snýr seg um nú.
Tað verður ikki við góð-
um, at landsstýrið fær Tórs-
havnar kommunu at góð-
kenna sáttmálan, landsstýr-
ið gjørdi við pedagogfelag-
ið 12. juli í fjør. Poul
Michelsen, býráðsformað-
ur, var í gjár at kalla sann-
førdur um, at soleidis verður
trætan ikki loyst. Hann vil
ikki vita nakað av sátt-
málanum, tí hesin sáttmálin
stríðir ímóti tí lønarpoli-
tikki, Tórshavnar kommuna
hevur.
VIL HAVA
MEIRA AT SIGA
Poul Michelsen er heitur
talsmaður fyri, at barna-
ansingin skal leggjast meira
út til kommunurnar. At
kommunurnar fáa eitt åvist
gjald, Ld. í mun til hvort
barnið, og at tær so sjálvar
húsast við hesum pengum í
barnaansing síni.
Líkt er annars til, at fund-
arfrásagnirnar ikki hava
verið serliga gjølla skriv-
aðar, tá landsstýrið, Tórs-
havnar kommuna og Føroya
Kommunufelag hava hiutst
at tosa um baranaansing-
arspurningar. Avleidingin
er, at hvør parturin hevur
sina nidurstødu og fatan av,
hvat kom fram.
Soleidis var tað td., tå
landsstýrið gjørdi sáttmálan
við pedagogfelagið. Að-
renn sáttmálin varð gjørdur,
hevði landsstýrið kunnandi
fund við Tórshavnar komm-
unu og Føroya Kommunu-
felag. Løgmadur sigur, at
býráðsformaðurin í Havn
og kommunufelagsformað-
urin góðtóku, at landsstýrið
hevði heimild at gera sátt-
mála við pedagogfelagið,
men tað er ikki rætt, sigur
Poul Michelsen við Sosi-'
alin.
Tórshavnar kommuna og
Føroya Kommunufelag
vildu ikki góðkenna sátt-
málan, og pedagogar á
kommunalu stovnunum í
Havn og á Tvgroyri fingu
ikki lón sambært sáttmál-
anum. Landsstýrið svaraði
aftur, at um kommunumar
ikki vildu halda sáttmálan,
mistu tær loyvi at hava
dagstovnar.
Løgmadur gjørdi eina
roynd at loysa ósemjuna.
Hann kallaði kommunu-
felagið og Tórshavnar
kommunu á fund at gera
eina semju. Sambært hesi
semju skuldu kommun-
umar yvirtaka samráð-
ingarrættin við pedagog-
amar og gera sáttmála
sjålvar. Løgmadurin sigur,
at hann hevdi heimild frå
landsstyrinum at gera hesa
semju, men tað kom fram, at
hini landsstýrisfólkini einki
kendu til hesa semju, ið
eisini varð vrakað á lands-
stýrisfundi 27. desember. Í
tíðindaskrivi ger løgmaður
tað ul, at mótmæli frå
pedagogfelagnum móti
semjuni, varð tíkin við í
stødutakanini hjá landsstýr-
inum.
BROYTIR
IKKI STØDU
Tórshavnar kommuna og
Tvøroyrar kommuna hava
mist loyvi at hava barna-
ansing, og tí lótu teirra
stovnar heldur ikki upp í
gjár.
Sjálvt um hetta kemur
sera illa við hjá nógvum
foreldrum, er Poul Mich-
elsen íkki sinnaður at
boyggja seg. Hansara boð
er, at landsstýrið broytir
stóðu og g6dtekur semjuna,
ið gjørd varð við løgmann.
Beint fyri nýggjár varð
roynt at fáa ein fund í lag
millum landsstýrið og fíggj-
amevndina hjá Tórshavnar
býráð, men tað eydnaðist
ikki at fáa landsstýrið
fullmannað á fund. Poul
Michelsen ætlaði í gjár at
gera eina nýggja roynd at
fáa landsstýrið í talu.
Í gjár vóru leiðararnir á
kommunalu barnaansing-
arstovnunum í Havn á fundi
við Poul Michelsen. Har
fingu tey at vita, attey skulu
meta til arbeiðis, sjálvt um
stovnarnir ikki taka ímóti
børnum. Bæði pedagogar
og hjálparfólk á hesum
stovnum eru uppsøgd, men
uppsagnartíð teirra er
tiggjar mánaðir, og so
leingi tey hava starv og fáa
løn, skulu tey meta sum
áður.
Tað hevði ikki tað heilt
stóru ávirkan í gjár, at
stovnarnir vóru afturlatnir.
M.a. tisummi hava tikið sær
fri, og onnur hava størri
børn og onnur skyldfólk,
sum kunnu hava tey småu.
Men í dag byrja skúlarnir
aftur, so tá kunnu stóru
skúlanæmingarnir ikki vera
heima hjá ynsgri systkjum.
Tað kann tí væntast, at fleiri
foreldur í dag noyðast at
taka børn síni við til
arbeiðis.
randi
Tað vóru í gjár ikki nógv
børn til arbeiðs við
foreldrum sínum. A
Brunatryggingini var
Sigrid einaasta barnið.
Hon kom til arbeiðis
saman við mammu síni
Elin, tí Miðstovnurin í
Gunadali ikki er opin
Samd um 0semju
Osemjan millum Føroya Heimahjålparafelag ødrumegin og
Landsstýrið, Heimahjålparaskipanina og Almannastovuna
hinumegin er neyvan av
Fríggjadagin fyri jól gjørdu
Heimahjålparafelag Føroya
og Landsstyrid eina semju,
id tryggjadi, at heimahjålp-
ararnir arbeiddu um jólini.
Hetta var tó ikki ngkur
semja um, hvussu trætan
skal loysast. Partarnir
ásannaðu bara, at teir eru
ósamdir. Men tað var so nóg
mikið til at kunna binda frið
um høgtidina.
I semjuni stendur, at tey
ikki eru samd um, hvussu
ein grein í sáttmálanum skal
tulkast. Tað er greinin um
arbeiðstíðina. Fyrst í de-
sember mánaði sendi Al-
mannastovan út setnarbrøv
til heimahjálpararnar at
skriva undir, og f hesum
brøvum stóð, at arbeidatidin
var í miðal xx tímar um
vikuna. Hetta vildi Heima-
hjálparafelagið ikki góð-
taka. Tey vildu hava orðini
"í miðal" burtur.
Á fundinum fyri jól varð
so semja um, at tey setanar-
brøv, sum eru undirskrivad,
skuldu standa við, men "í
miðal" skal íkki við ít
brøvini, sum nú verða send
út. Tó verður gjørt vart við,
at partarnir framvegis hava
hvør sina áskoðan um,
hvussu såttmålin skal skilj-
ast. Avtalað varð at kanna
meguleikarnir fyri at seta
mark fyri, hvussu stórt
rávikið kann vera á tíma-
talinum í hvgrjari viku hjá
teimum fastløntu.
Heimahjálpararnir halda
tað ikki vera rímiligt, at
arbeidsvikurnar skulu vera
so ymiskar til longdar. Tær
haldaikki, at arbeidsgevarin
kann krevja av teimum, at
tær skulu arbeida timarnar
inn aftur, sum tær arbeida
ov lítið eina viku, ti tær
kunnu ikki gera við, at
skipanin ikki hevur nóg
mikið arbeiði til teirra eina
viku. Heimahjålparamir
hildi tað eisini vera skeivt,
at felagið ikki varð kunnað
umsetanarbrævið, áðrenn
tað varð sent ut.
Eingin fundur er avtal-
aður millum partarnar, men
hann skuldi vera fyrst í
januar mánaði. Sunneva
Tyril, forkvinna í heima-
jálparafelagnum, sigur, at
hon væntar at fáa fundarboð
úr landsstýrinum ein av
døgunum.
randi
LL)
Þ- I
| O Vendelbo I
! Marmulåta 1 kg -
Í Best og bíligast og í Í
I fittari leikuspann til Í
- bernini. 1
| |
! |
| |
| !
| !
! |
Í —— nn