Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 2 — 4. januar 1991 s egðarhóv Útf lutningsvera Norðmenn eru farnir at útflyta seyðarhóvd Scydarhøvd er vorðin ein nýggj útflutningsvinna í Hardanger og á Voss í Noreg. Tey seinastu árini r hendan delikatessa send ða um í Noregi, og eisini verður hon bein- eiðis útflutt. Seydarhøvdaserfrøding urin, Ivar Løne frå Voss sigur vid norska blaðið Dag og Tid, at marknaðurin økist og nú sendur hann seyðarhgvd bæði ul Svalbard og Libanon Norðmenn á Vestur- landinum hava etið seyð- arhøvd eins leingi sum seyðurin hevur havt fýra bein. At nú eystur- norðmenn eru farnir at eta seydarhøvd sum høgtids- mat, tað snerkja vest- lendingar at. Seydarhøvd hevur altíð hjá teimum verið gerandiskostur. --Fólk ótu seydarhøvd, tí tey ikki høvdu ráð at lata vera, sigur Jens Ljones úr Ulvik i Har- danger vid Niels Erik Kvamme, Dag og Tid. -Men tað var ikki nøkur delikatessa. Minni enn so, sigur hann. SVIDA, SALTA OG ROYKJA Vanliga sidmenningin var, at fólk flettu sjålvi og tey hagreiddu eisini seyðin og sjálvsagt eisini høvd- ini. Tað vóru serliga konufólkini og tey eldru sum áttu hetta arbeiðið. Fyrst vórðu tey svið- in. Á Sunnfirði vórðu tey skrædlaði, saltað og turk- að. Men í Hardanger og Voss verður flent eftir hesum hagreiðingarhátt- inum. Teir vilia ikki vera tann góða svidnasmakkin fyri uttan. --At svíða seyðarhgvd var hugnaligt. Fólk hvíldu seg kaldar heystdagar við at sita kring eldin og svíða. Tað brakar í bróski og beini, tá Jens Ljones stingur svidnasneisina inní høvdid. Og ramur roykur stendur frá honum. Av og á skravar hann ullina av. --Ein javnur og myrka- brúnur litur er gott tekin, sigur Jens Ljones. Tveir til tríggjar tímar seinni liggja 12 seyðar- høvd uttanfyri eldhúsið. Oyruni eru skorin av. -Fyrr var tað ikki vanligt at skera oyruni burtur. Ein skuldi kunna prógva, at ein átti seyðar- høvdid, um onkur gestur kom inn, sigur Ljones. Síðan verða høvdini klovin, tey verða vaskaði og eygnavætan verður tappað innanfrá, soleiðis, at eygnalokini lata seg aftur. Síðan verða høvdini løgd at vatnrenna til næsta morgun. Nú. er komið hálvt- ávegis. Saltingin er týdningar- mikil, salt verður stappað í øll hol. Tey liggja í salti í tríggjar dagar. Tá verða tey vaskaði aftur og síðan roykt. Ikki heilt turrur viður verður nýttur, hesin gevur nógvan royk og lítlan eld. HVAT VERÐUR DRUKKIÐ? Roykingin tekur van- liga tveir dagar. Og sterkur luktur stendur av roykjaranum. Nú er liðugt og seyðarhgvdini kunnu roynast. --Her hjá okkum er siður at eta seyðarhgvd fyrstu ferð skoltasunnu- dag, tað er seinasti sunnu- dagur fyri jól. Viðskerðin var mjólk og eplir, sigur hann. Mjólk? --Tað var ikki vanligt at njóta brennivín ella gl her á Vesturlandinum til ábit. Eisini var skolta- sunnudagur roknaður sum mishalgidagur, og tá varð etin vanligur matur, sigur hann. Men eisini má leggjast afturat, at altíð hevur verið ein stridsspurningur um rúsdrekka á Vesturland- inum. Fleiri hildu, at rúsdrekka stavaði frá sjálvasta tí versta og at hava gl á borðinum var eins og hava fanan til borðharra. Men mótsetningarnir eru stórir á Vesturland- inum. Frá tí ytra Hard- anger er moralurin strang- ari meðan tær innaru Hardangerbygdirnar og Voss eiga ríkar traditiónir innan ølbryggjan. Á Voss verður gl og brennivín nýtt saman við seydarhøvdum. NYGGJUR TJODARRÆTTUR Hvat er tað sum ger, at seydarhøvd nú er vorðin ein so týdningarmikil útflutningsvgra frå Voss? Kring allan heim eru spesialitetir, sum bert kunnu smakkast í tí eina landinum. Í Skotlandi verður ein rættur kallaður Haggis, hetta er slambur. Íslendingar eta veður- lambsnossur, vidgjørd á serligan hått. Føroyingar eta alt av seyði uttan gor og gall. Og í Indonesien eru apuheilar og klapp- urslangur ikki óvanligar. Men tað verður ikki spurt um seyðarhgvd eru við at gerast norskur tjóð- arrættur fyri djarvar menn og kvinnur. Ein rættur, sum minnir um tað barbariska, Oyruni vórðu fyrr ikki skorin burtur. Tú skuldi kunna prógva, at tú átti hgevdið. Her kutar Jens Ljones prógvið burtur. Tað sær eitt sindur óhugnaligt út, tá seydarhøvd verða sviðin. groteska og heidna. At hava etið seyðarhgvd í Noregi verður í stóðum roknað sum ein mann- dómsbragd, sum gevur limaskap í mannfólka- klubbum. --At síggja tað fínara fólkið eta seydarhøvd er forkastiligt. Tey pilka og snerkja. Gev teimum heldur búffin og lat okkum eiga seyðarhgvd- ini, sigur Ljones. --Ein lækni her í bygdini segði einaferð við meg, at hann át ikki oyruni, tí hann hevði sæð so nógv oyravoks gjøgn- um tíðirnar. jústinus F | ' | Førovingar eldast væl Føroyingar eldast væl samanborið Norðanlondini. Miðalaldurin á mann- fólki er 73,3 ár meðan kvinnumar verða væl eldri 79,6 ár. Vit liggja oman- fyri Danmark, har meðal- aldurin á monnum er 71,6 ár og á kvinnum 77,5 ár. Samanbera vit okkum við Grønland, so gerst medalføroyingurin mun- andi eldri. Í Grønlandi er meðalaldurin hjá monnum við hini 60,4 og hjá kvinnum Íslendarar hava hægst livialdur í landinum, har verða mennirnir 75,0 og kvinnurnar 80, 4 ár. Nor- sku mennirnir gerast i medal 72,8 år og kvinnurnar 79,6. Svensku mennirnir gerast 73,9 og kvinurnar 79,9. Finsku mennirnir hava ein miðalaldur uppá 70,3 og kvinnurnar 78,6. jústinus HOLI Á ARGJUM uml. 62 fermetrar til støddar við inn- gongd av Argjavegnum — til leigu frá 1. jan. 1991. Hølini eru væl hóskandi til skrivstovu, handil, goymslu ella annað vinnuligt endamál. Tlf. 11820 | Lýsið i søstalinum Kr SSR i i 8