Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 2 — 4. januar 1991 Síða 7 Fríggjadagin kl. 21.00: Heimurin í loga 8 Byron og Natalie. — Nær siggjast tey aftur? Hitler yvirlivdi álopið i 1944, og nú verða mótsteðumenn hansara eirindaleyst for- fylgdir. Loyniliga våpn hansara, V2- bumburnar, herja London. Stødan er eis- ini hættislig i Theresienstadt, har tals- menn hjá jødunum sjålvir noyðast at peika á teir fangar, sum skulu beinast av vegnum. lan McEIhinney Fríggjadagin kl. 22.50: Strikadur úr telduni 1:5 Ein dagin hvervur Dr. Fairling — ein í okkara tíð sterstu telduheilum. Eingi spor eru eftir hann, og allir upplýsingar um hann eru eisini burturi. Samstundis hendir nógv óhugnaligt í einum fongsli, har sálarliga sjúk fólk eru — er samband millum hesar tilburðirnar? Fariling hevði samband við fongslið Catherine Neilson Leygardagin kl. 18.20: Anne og Sanne Anne og Sanne Hetta er ein sending um nakrar strævnar dagar, meðan upptekurnar av einum tón- leikaverki hjá Anne Linnet og Sanne Salomonsen fóru fram. Hugskotið var upprunaliga at fram- føra ein musical »Gøngehøvdingen«, men tá ið hugskotid um eina rockplåtu kom, varð heitið »Krig og kærlighed«, ein sega um óndskap, svik, kenslur og mangt ann- að. Leygardagin kl. 21.00: Sjórænararnir — am. filmur = 3 #1 Walter Matthau o.a. Henda Roman Polanski-sjórænarasegan frå 1986 við Walter Matthau í høvuds- leiklutinum er á tremur við »svørtum humori« og skemtisegum. Matthau er Red við træbeininum. Filmurin er skemtiligur og spennandi. Sunnudagin kl. 22.50: Kring jørdina i 80 dagar 1:7 Enski skemtarin og rithøvundurin Michael Palin fylgir vid hetjuni Phileas Fogg frá ævintyr-skaldsøgu Jules Vernes. Úr London tvertur um Miðeyst- ur, Fjareystur, Japan og USA. Alla jerð- ina runt í 80 dagar við gomlum flutnings- tólum, toki og skipum. Palin lovar okk- um eina undirhaldandi og læruríka ferð Michael Palin Tysdagin kl. 21.15: Å markinum til livid + Joanna og Stephen Stephen Crane og Joanna hava bæði mist arbeiðið, men Stephen hevur fingið eitt annað. Hann skal hjálpa »Douglas Mo- tors< at bjarga nekrum sporstvognum frá einum útlendskum snýtara. Men tre- ini vaksa ikki inn í himmalin, nýggir vindar eru á veg Himmal og helviti Danskur filmur frá 1988 við Karina Skands og Ole Lemmeke. Í sekstiárunum var stríðst á ymsum økjum, tríggjar kvinnur velja at broyta lív sítt Hósdagin kl. 21.00: Kvinnur í nánd Ensk sendireð — Barnatos. Ein ung genta, sum er við barn, ítalski drongurin hjá Juliu og ein onnur genta gera øll sitt til, at uppaftur sterri hurli- vasi verður, har kvinnurnar búgva. Hósdagin kl. 22.50: Seinasti møguleiki Aktuel sending um Tibet. Tibetanarar greiða frå kúgingini, sum Kina hevur skuldina av. Leiðari teirra, Dalai Lama, krevur sjálvstýri.