Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SíÆað Nr. 2 — 4. januar 1991 Scansat/TV3 Fríggjadagin kl. 15.00: Familjan Strauss Vit eru nú komin til seinasta part í sendi- reðini um familjuna Strauss: »Adele«. Johann er nú 58 ára gamal og kennir seg ikki heilt ungan longur. Hann er tungur í huga, síðani konan fór frá hon- um, og at seinastu ferðirnar han hevur sett nakað á pall ikki er væleydnað, ger ikki steðuna betur. Og oman á alt verður hann ósamdur við beiggja sín, Edi og einkjuna eftir Josef, Karolyn, tá ið hann verður góður við hina ungu, vekru einkj- una Adele Deutsch. Hann ætlar at gift- ast við henni, men er enn á pappírinum giftur við Lili og kann ikki verða skildur. Fríggjadagin kl. 22.00: Ten Seconds to Hell Amerikanskur filmur frá 1959. Segan er frá, tá ið seinni heimsbardagi var liðugur í Berlin, har nakrir týsklir hermenn halda til, eftir at vera komnir úr enskari krígs- fangalegu. Eric Korther er leiðari hjá teimum, og tann sum er næstur í reðini at verða leiðari er Karl Wirtz. Arbeiði teirra er at beina fyri bumbum, sum enn ikki eru brostnar, og hetta er sera vanda- mikið. Og uppaftur truplari verður tað, tá ið teir seks menninir í bólkinum semj- ast um at lata helvtina av lønini í eina bússu, sum tríggjar mánaðar seinni skal býtast millum teir, sum eftir liva. Leygardagin kl. 7.30: Follyfoot Ensk sendireð um garðin Follyfoot. Dora flytur hagar og væntar sær einki serligt av lívinum sum heild. Men longu fyrsta kveldið hendir nakað, sum broytir lív hennara. Leygardagin kl. 18.30: Okkara ringastu ár Al hevur frí og hevur ætlanir um einki petti at gera hesa vikuna, hóast Peggy hevur skrivað eina rúgvu niður, sum skal gerast í húsunum. Al roynir at fáa Steve við sær í eina frítíðaríbúð, sum hann og Marcey júst hava leigað, men konurnar vilja sleppa við, við børnum og ellum. Og henda vikan, sum skuldi verða so friðar- lig, er vorðin beint tað ovugta. Leygardagin kl. 20.48: Rachel, Rachel Amerikanskur filmur frá 1968. Rachel Cameron er lærarinna í barnaskúlanum. og býr saman við mammu síni í einum lítlum býi í Amerika. Hon heldur, at lívið fer bara framvið, og ongantíð hendir nak- að — hon arbeiðir um dagin og um kvøld- ið er hon saman við mammu síni. Tá ið gamli vinmaður hennara, Nick Kazlik, kemur at vitja, verða tey góð, og so broytist lívið hjá Rachel. Joanne Woodward og James Olson Leygardagin kl. 22.40: The Stranger came home Enskur filmur frå 1954. Ein onglending- ur verdur ålopin i Fjareystri. Tå id hann vaknar aftur, hevur hann mist minnið. Hann veit ikki, hver hann er longur. Ikki fyrr enn trý ár seinni vendir hann aftur til Onglands, har hann beinanvegin kem- ur upp í eina morðsak. Er tað tann sami, sum stendur aftan fyri hetta morðið og álopið? Sunnudagin kl. 20.48: Follow that Dream Amerikanskur filmur frá 1962, bygdur á bókina »Pioneer go home« eftir Richard Powell. Ein amerikonsk familja setir sær fyri at flyta suðureftir og búseta seg á óbygdum eki, hóast myndugleikarnir nokta. Í filminum syngur Elvis Presley m.a. »Home is where the Heart is« og »On Top of old Smokey«. Månadagin kl. 19.00: Spenser Ein stumm kvinna, Joan, setir seg i sam- band vid Spenser, og bidur hann hjålpa sær at finna ein mann, sum eitur Tyrone. Joan hevur ein lesarateig í einum blað, har fólk skriva og biðja um góð rá. Ty- rone hevur fleiri ferðir skrivað um nakað legið, sum fer fram, har hann arbeiðir. Joan hevði avtalað at hitta hann, men hann kom ikki, og nú óttast hon fyri at okkurt er hent honum. Spenser finnur skjótt, hvar Tyrone arbeiðir, men Tyrone er horvin Mánadagin kl. 20.03: Double Trouble Amerikanskur filmur frá 1967. Hin ríka Jill Conway er forelskað í sangaranum Guy Lambert. Hon hevur sæð hann í ein- um náttklubba í London, og tað eydnast henni at fáa í lag, at tey skulu hittast aft- ur. Men formyndari hennara Gerald Waverly steðgar hesum og sendir Jill á ein skúla í Bryssel, uttan at vita at Guy eisini er á veg hagar Elvis Presley spælir Guy Lambert. Joan Collins spælir við í filminum „Monte Carlo«, sum TV3 sendir leygarkvøldid og sunnukveldið kl. 19.00. Mánadagin kl. 21.48: Edward VII Nýggj ensk sendirød í trettan pørtum um son Victoriu drottning, Edward VII. Ed- ward var kendur fyri sítt »luxusliv«, og hann hevði nógvar gentur. 1. partur Victoria drottning og Albert prinsur hava trupulleikar, bæði heima og polit- iskar: Sambandið millum Victoriu og mammuna gerast alsamt vånaligari, meðan Albert er argur um, at hann hevur so lítið at siga. Og tað tykist sum Lord Melbourne, sum drottningin er væl við, fær ein avloysara, Robert Peel, sum henni ikki líkar. Um hesa tíðina verður trúnarvingurin, Edward — prinsur av Wales — føddur. Týsdagin kl. 19.03: Harum Scarum Amerikanskur filmur frá 1965 við Elvis Presley. Filmstjørnan Johnny Tyronne verður rændur, meðan hann er og vitjar í Miðeystri. Alt í einum er hann staddur millum brotsmenn, sum gera ætlanir um at myrða kungin. Johnny rýmir Týsdagin kl. 20.30: Kvinnurúmið Nýggj sending frá TV3 í tveimum pert- um um kvinnur — um hvat hendir inni í høvdinum á teimum. Hvat práta kvinnur um, tá ið eingin maður er í nánd, og hvat hugsa tær um? Hetta eru samreður mill- um skandinaviskar kvinnur um alt sum viðvíkur kvinnuáhugamálum. Frey Kannert er programleiðari. Týsdagin kl. 22.00: Demon Seed Amerikanskur science fiction-filmur frá 1977, bygdur á bók eftir Dean R. Koontz. Barnasálarfreðingurin Susan Harris er gift við datagranskaranum Alex Harris, men hjúnalagið rillar, tí Alex hugsar bara um arbeiðið — Proteus IV — eina superteldu, hann hevur uppfunnið. Pro- teus dugir at tosa og hevur egnan vilja. Alex flytir, og tá verður Susan fangi í sínum egna heimi, tí har hevur Proteus IV tikið valdið. Mikudagin kl. 23.00: Løgregluliv Nakrir dreingir, sum kalla seg »tikarar- nir« gera seg inn å ein matstovueigara úr Bangladesh, og sonur henda bidur Lines um hjálp. Carver fær eina óvæntaða gávu, tá ið ein ung kvinna, leggur eitt pinkubarn á skrivstovuborð hansara — eitt barn, sum kanska er hansara Reilly — Ace of Spies Í 1901 er Reilly á veg til Baku í Riuss- landi fyri bretar at hyggja nærri at ein- um oljuprojekti i Persia. Løgreglan við mrkið steðgar tokinum, hann er við. Sagt verður, at ferðafólkini eru hótt av stríð- num millum tartarar og armenar, og tí Skulu øll flytast á eitt hotell nærhendis. reilly veit, at tað er honum, teir eru eftir, og fær eina unga gifta kvinnu, Margaret, at hjálpa sær at flýggja...