Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 ÍTRÓTTUR Uppskot til FSF-aðalfundin: Hoyring neyðug áðrenn revsing Tann dómdi má vita, hvat tað er fyri, sigur B 71 í uppskoti til FSF- fundin í morgin Umframt FSF sjálvt er B 71 einasta felag, ið hevur sent uppskot inn til FSF-aðalfundin. B 71 skjýtur upp, at tá kappingarnevnd fær kæru til viðgerðar, so skal hon beinanvegin biða um frá- greiðing frá tí partinum, sum kært er um. Sam- stundis skal hesin part- urin - eisini sambært B 71-uppskotinum - fáa av- rit av kæruni. B 71 vísir í grundgev- ingum sínum í høvuds- heitum til dystin mill- um B 71 og VB við 'eftirspæli”. Eftir dystin fekk Páll á Reynatúgvu reytt kort fyri ésømi- ligan atburð. Dómarin skrivaði FSF frágreiðing. Í dómarafrá- greiðingini stóð (sam- bært dómsúrskurðinum), at B 7l-leikarin hevði víst ésømiligan atburð bæði undir og eftir dystin. Kappingarnevndin dømdi Páll á Reynatúgvu leikbann trý leikumfør, gav felagnum bót uppá 00 krónur og ávaring "= veit ikki i skal krevja seg um at missa heimavøll. Dómsnevndin staðfesti dómin. B 71 heldur, at tvinni viðurskifti eru burturvið í málinum gllum. Í fyrsta lagi, at dómarin vísir til ósgmiligan at- burð á vellinum, hóast dómarin einki gult kort hevði víst Páll á Reyna- túgvu; í ødrum lagi at málið alt verður vidgjørt við so harðari revsing uttan at Páll á Reyna- túgvu og B 71 vita, hvat tað er tey eru dømd fyri: tey hava einki kærurit sæð og ei heldur - hvorki áðrenn ella eftirsíðani - fingið høvi til at for- svara seg. B 71 ivast eisini i, um málið hevur fingið eina forsvarliga viðgerð í démsnevndini: orðingin »démsnevndin skal hava havt fund um málið fyrst í september< bend- ir á hetta. >Og har standa vit so: vit hava tíkið okkara revsing, men vita fram- vegis ikki, hvat revsingin er fyri«, skrivar B 71, ið við uppskotinum vil tryggja, at »onnur lid ella einstaklingar ikki koma í okkara stóðu: at skula verja seg ímóti ákærum, sum ongantíð verða avdúkaðar. Hetta stríðir ímóti allari í- tróttarligari og demo- kratiskari hugsan<. ówh Páll á Reynatúgvu. Hevur umhugsað at fara í rættin, men hvat hann reinsaðan fyri Mynd: hj Páll á Reynatúgvu til Skovbakken Pålli á Reynatúgvu, fyrr B 71, stendur í boði at royna seg hjá danska 3. deildarfel- agnum Skovbakken í Árhus. Sandingurin hevur seinasta árið gingið á fysioterapeut-skúla í danska provinshgvuðs- staðnum. Góðu úrslitini hjá landsliðnum hava økt um útlendska áhugan fyri føroyskum leikar- um eins og hugurin hjá flestu leikarunum til stórri avbjóðingar er vaksin. Páll á Reynatúgvu, 10 upprunaliga var við í landsliðs-hópinum fær sostatt høvi ul at gera seg galdandi aftur á høgum stødi… um hann roynist so væl í Skov- bakken, at hann kemur 77 upp í besta hópin har. ówh Glasgow Rangers spurt Jens Martin — talan hevur tó bert verið um óbindandi fyrispurning Tá Jens Martin Knudsen herfyri var eitt av føroysku umboðunum á teirri stóru altjóða ferðamannafram- sýningini „World Travel Market" í London, fekk hann ein fyrispurning frá skotska toppliðnum Glas- gow Rangers. „Har kom eitt umboð fyri felagið, sum eg tosaði við," sigur Jens Martin. „Men tað var bara ein leysur fyrispurningur, so eingin avtala av ngkrum slag varð gjørd har.” Men hóast talan higartil bert hevur verið um leysar og óbindandi fyrispurning- ar viðvíkjandi Jens Mart- ini, tykist rættiliga stórur áhugi vera fyri landsliðs- málmanninum. Millum annað hava donsk blød fleiri ferðir givið til kennar at donsk feløg skula hava havt hug at fingið „The man in the bubble-hat" á liðið, men enn hevur so einki av álv- ara víst seg. hj. Jens Martin Knudsen hevur fingið fyri- spurning frá skotska toppliðnum Glasgow Rangers. Mynd: Hilmar Jan "hl 1. deild móti landslignum Fótbóltssambandið bjóðar nú øllum lið- unum í i. deild til víkuskiftiskapping í Havn, har landsliðið verður eitt av luttak- andi líðunum. Møguleiki verður - hjá tveimum ella fleiri feløgum at skipa seg sum eitt ið... Fyrst og fremst er endamálið við hesi kapping at geva landsliðsspælarunum dystarvenjing, sam- stundis sum eisini aðr- ir spælarar í kapping- ini fáa møguleikan at gera vart við seg. — Umráðandi er, at landsliðið kemur í so góða venjing sum gjørligt, tí umframt at - EM-dystirnir til várs - nærkast — allir á úti- velli — skulu Føroyar vera vid í einari kapp- ing á Cypern máti eitt nú svensku og norsku OL-landslidunum. Tilmeldingarfreistin til kappingina er sett. til månadagin 16. jan- uar. hj. FSF hevur adalfund Regluligi aðalfundurin hjá fótbóltssambandinum verður nú leygardagin. Fundurin verður í ÍSF- húsinum og byrjar klokkan 10. Skráin verður sambært lógina: formaðurin og kassameistarin leggja fram, álitisfólk verða vald og innkomin mál vidgjørd. I starvsnevndini standa teir bådir Børge B Han- sen, næstformadur, og Mortan Poulsen, skriv- ari, fyri vali. Teir hava bådir boda frå, at teir taka vid afturvali. I kappingarnevndini standa Oli Holm, for- madur, og Anfinn Dan- ielsen fyri vali vali. Anfinn Danielsen hevur bodad frå, at hann tekur ikki vid afturvali. ówh Borge B. Hansen. Tekur við aft- urvali