Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 2 — 4. januar 1991 tíðindablaðið Ítróttastríðsmaður farin 18. desember andaðist skúlastjórin á Tveroyri Mannbjern Mortensen eftir langa og svára sjúk- ralegu 65 ára gamal. Hesar reglur eru ein seinasta heilsan frá okk- um í Neistanum til Mann- bjørn, sum í meira enn ein mansaldur hevur givið ítróttinum so nógv. Mannbjern varð feddur á Tveroyri 6. juli 1925. Smádrongur var hann, tá hann gjerdist faðir- og móðurleysur, og vaks tí upp hjá eini systur í Dan- mark. Longu sum smádrongur var Mannbjern kendur TB'ari á Tveroyri. Hann var hverja summarfrítíð í Feroyum, og honum dám- di eins og nógvum eðrum smádreingjum væl at spæla fótbólt. Hann var unglingi, tá ið hann spæl- di sín fyrsta dyst við besta liðnum hjá TB. Í 1951 varð Mannbjern kendur um allar Feroyar, tá hann varð úttikin til føroyska fótbóltslandslið- ið, sum skuldi spæla dyst í Hetlandi. 1952 tók Mannbjern læraraprógv á Blágárd læraraskúlanum í Dan- mark. Eftir lokið prógv ar- beiddi hann sum lærari við skúla í Keypmanna- havn, til hann 1. apríl 1954 fekk starv sum lær- ari í Vestmanna. Sum ungur lærari byrj- aði hann beinanvegin at arbeiða fyri hondbólts- spælinum í bygdini. Um- framt at vera spælari, venjari og nevndarlimur í VÍF, so hevði hann eisini orku at taka sær av oðrum uppgávum. Sum einasti feroyingur hevur hann vant bæði fótbóltslands- liðið og hondbóltslandslið- ið. Hann vandi fótbólts- landsliðið 1955, 1957 og - 1963 og var venjari hjá fyrsta føroyska hond- bóltslandsliðnum yvirhev- ur, sum spældi dyst ímóti ' íslendingum í Gundadali 7 Hann var eisini 2 1964. venjari, tá vit 1968 aftur spældu ímóti íslendingum 7 í Gundadali. Innan ÍSF hevur Mann- bjern eisini havt síni álit- issterv. Var stjórnarlimur 1967-68. Var eisini eitt skifti í kappingarnevndini í fótbólts- og hondbólts- deildini. Tað var sum hondbólts- unglingi, undirritaði kom at kenna Mannbjern i í Vestmanna. Hann gekk upp í hondbóltin við lív og sál, og tað fingu vit, sum eisini hevdu tokka til % hetta undirhaldandi og * spennandi spæl, gleði av. Tá ið tíðini var hondbólt- urin meiri viðkomandi fyri tann einstaka spælaran. Ferðasambandið var ikki tað, tað er í dag, so tá vit fóru til Vestmanna at spæla hondbólt, vóru vit har norðuri mestsum allan dagin. Í apríl mánaði 1989 fylti Vestmanna Ítróttafelag 50 ár, og á hátíðarveitslu var Mannbjørn Morten- sen heidradur av vestmen- ningum fyri dygdarar- beiði í bygdini. Um tað mundið var Mannbjern álvarsliga sjúkur, men hevði tó leitað sær av Tveroyri til Vestmanna. Í 1972 var Mannbjern Mortensen settur skúla- stjóri á Tveroyri. Tað var alla tíðina eitt ynski hjá Mannbirni og konuni Miu at fara aftur til Suðuroy- ar. Mia er uppvaksin í Vági. Mannbjern segði mær mangan, at tað var hans- ara vón, at hondbóltspæl- ið festi retur á Tveroyri. Hann royndi sítt besta; var formaður í hondbólts- deildini í TB frá 1972 til 1978 og aftur frá 1987 til 1988. Seinasta uppgávan Mannbjørn átók sær á hondbóltsekinum var at venja dreingir 14 år hjå TB. Um sama mundið vandi eg sama aldursbólk hjá Neistanum, og vit báð- ir tosaðu mangan saman um framtíðina hjá hond- bóltinum í Feroyum. Dreingirnir hjá TB komu í finaluna, men Mannbjern var tá so sjúkur, at hann sá ikki dreingirnar spæla. Mannbjern og Mi fingu trý bern, Kára, Áka og Maluna. Vit vilja við hesum sýna okkara samkenslu við teimum nærmastu og minnast ítróttastríðs- mannin Mannbjern Mort- ensen. Síða 15 f. Hondbóltsfelagið NEISTAN Vagnur Michelsen Sr Til áminningar Valdemar A. Dalsgaard, Skálavík 13. September 1931 - 17. Desember 1990 So komu deyðsbðini av Valdemari, eftir at hann fyri mongum árum síðan varð raktur av ólekjandi sjúku, og teir síðstu fýra fimm mánaðirnar hevur ligið á Landssjúkrahúsi- num, har hann nú andað- ist. Valdemar vaks upp í rakárunum í tríatiárun- um, sum vóru ikki bara ring, tey settu síni spor í tann mun, at sparsemi mátti til fyri at yvirliva. So kom kríggið sum av- loysti ta neyðina við aðr- ari neyð. Øll henda broyt- ing ið tann tíðin hevði við sær, ávirkaði tey ið tá vóru ung. Valdemar var lættsint- ur og skemtingarsamur og dugdi væl at málbera seg. Hansara arbeiðsdag- ur bleiv í hansara fødi- bygd á Sandoynni, fyrst sum bilferari og síðan sum postboð so leingi sum evn- ini rukku til, eina tíð á Posthúsinum í Havn eftir at sjúkan hevði gjert vart við seg av álvara. Hann var ein trúgvur javnaðarmaður og var næstan altíð á fundum í javnaðarfelagnum tá fundir vóru, og var felag- num sostatt ein góður stuðul. Hann hevði góð evnir næstan til alt, og tað síðstu tíðina nú evnini sc líðandi vóru at fjarða burt- ur, fekst hann við at festa ymiskt á blað. Tann dagin hann fór til gravar, blivu tvey erindi úr einum sangi, hann sjálvur hevði skrivað, sungin á gravarbakk- anum. Lag: Nú sólin aftan fyri fjall. Nú komin er mín síðsta ferð, eg her á fold skal verða og mini kæru bera meg, nú kroppur bert man vera. Í gravardýpi fara skal eg, Harri kær, ei ok eg meir skal bera. Eg móður var, nú tú meg tók, tann meðin hon er runnin. Eg glaði meg til Himna sal, hvar fleiri verða funnin. Har mini kæru hvila seg, har komi eg. Vit aftur verda funnin! Brynhild kona hansara hevur verði honum ein góður stuðul, hon var um hann alla ta longu tíð hann lá á sjúkrahúsinum, og tað síðstu tíðina vaktu hon og børnini uppi yvir honum. Tað má hava verði kenni ein strævin tíð. Við hesum fátæku orð- um, vil eg lýsa frið yvir minnið um Valdemar. Ein ið vildi honum tað besta. VALUTAKURSIR 31. Dollari .. 574,30 Pund ... 1117,30 Markur . 385,00 Króna 102,46 Króna 98,26 Frankur . 113,14 Frankur . 18,680 Frankur . 254,25 Gyllin ... 341,32 0,5113 159,45 10,55 54,740 6,044 4,3170 USA Bretland V-Týskland Svøriki Noreg Frakland Belgia Sveits Holland Italia Finnland Island Eysturriki Spania Portugal Kanada Markur . Króna .. Skillingur Pesetas . Escudos 497,10 Dollari .. Japan Yen ce 4,2995 „1025,75 Írland Pund .. Gríkkaland Drakmur 3,6600 Kelda: Føroya Sparikassi síðsta mán. 577,15 1118,50 383,54 102,54 98,25 113,64 18,570 450,10 340,05 0,5111 160,23 10,55 54,550 6,060 4,3650 495,00 4,3335 1023,00 3,7300