leygardagur 5. januar 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Abyrgdarbiadstjori
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahi
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
al
. +
lian 8
Tórfinn Smith Blaðfólk: Randi Jacobsen -
=
Blaðið
Ga Árið
LÍTIL IVI man vera um, at Tíðinda-
blaðið Sosialurin er tað foroyska
blaðið, sum hevur verið mest lisið
og harvið eisini mest umrett í tí
farna árinum. Hetta er kanska held-
ur ikki so logið, tí tað var í 1990, at
fyrsta føroyska
blaðið fór undir eina spennandi og
óvanliga roynd í føroyska blað-
heiminum: at geva eitt blað út nær-
um hvenn dag ella heilar fimm ferð-
ir um vikuna.
Sosialurin sum
HENDA ROYND var í tráð við ta út-
bygging. sum hevur verið á blað-
num síðan seinast í 70-árunum. Tá
helt blaðið tiul undir sera trongum
og ótíðarhóskandi umsteðum í
Sjúrðargetu. Hóast minnini eru
mong haðani var tað ein kollvelting
fyri blaðið og ikki minst mongu
starvsfólk tess, tá gjørt gjørt varð
av at flyta í stór og rúmlig heli á
Argjum. Frá at koma út eina ferð
um vikuna er útgávan fyrst okt til
tvær ferðir, síðani til tríggjar ferðir,
og í dag kemur Sosialurin sum ein-
asta foroyska blað út heilar fimm
ferðir um vikuna.
HÓAST umsteðurnar á blaðnum
hava verið góðar til at okja útgáv-
una, so er tað okkum í dag greitt, at
hetta er ein rættiliga tung og stór
uppgáva vit hava átikið okkum.
Hon krevur fleiri fólk — men ikki
bara tað, hon krevur eisini meira av
hverjum einstøkum fólki, antin tað
so er blaðfólki, arbeiði í bókhaldi-
num, pakkingin av blaðnum ella
tey, ið taka sær av tí typografiska
partinum av arbeiðinum. Øll byrjan
er torfør. Tað koma at henda mis-
tok, sum royndirnar tó so við og við
fara at minka og heilt beina fyri.
TAÐ VAR við fíggjarligu støduni og
einum inniligum áhuga fyri at fáa
eitt meira virkið og aktuelt foroyskt
dagblað sum grundgeving. at vit
settu skjøtil á fimmdaga-utgåvuna í
mars 1990. Stødugt minkandi talið
av lýsingum og harvið inntøkum til
blaðið gav blaðleiðsluni tvinnar
kostir í at velja: antin at skerja um
verandi útreiðslur og harvið at
minka um útgávu og góðsku á blað-
num, — harvið hevði verið neyðugt
at sagt fólki upp — ella at økja um
inntekurnar á annan hátt, eitt nú við
at geva blaðið út oftari. Tað kravdi
so aftur størri útreiðslur til eina
víðkaða manning. So her var hvørg-
in kosturin mjúkur. Men vit valdu ta
seinnu loysnina, og vísti royndin at
geva blaðið út fimm ferðir um vik-
una frá mars til juni í 1990 eitt so
mikið gott úrslit, at tað varð gjørt av
at gera hesa fimmdaga-útgávu ti
fastan tátt frá vetrinum 1990.
NÚ ERU vit so farin inn í eitt nýtt ár
og vit halda fram við okkara fimm-
daga-útgávu. Í løtuni eru vit við at
gera støduna upp, men tað er greitt,
at fyri at hava nakað at byggja tínar
framtíðarætlanir á, so mást tú hava
eitt rættiliga gott talgrundarlag at
byggja á. Tað hava vit so dánt nú.
Meira um hetta í einum komandi
blað. Ta skal tó ikki vera nakað
Dagny Joensen - Ólavur W. Hegnesen -
Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard
Utgevari Pit Sosialurin
Uppseting: P/F Søsiakurin
P/f Pressan 1981
Prent
dulsmál, at tað er sera tungt at reka
blød í Føroyum í dag. Fólk ru rætti-
liga illa fyri figgjarliga, og tað gong-
ur eisini út yvir blødini. Men vónir
okkara eru, at tað kortini skal eydn-
ast blaðnum at halda fram við at
koma út fimm ferðir um vikuna.
TIL TESS er mest umráðandi at
hava eitt javnt gott blað, sum fólk
vilja keypa. Vit hava so roynt at
leggja størsta dentin á vanlig tíðindi
og hevur tað eisini víst seg, at hetta
er tað flestu fólk ynskja og dáma.
Men vit skulu um somu tíð viður-
kenna, at hetta hevur kostað okk-
um í aðrar mátar. Tað hevur í ein
ávísan mun gingið út yvir annað
»tyngri« tilfar, og hetta vóna vit, at
vit kunnu beta um í hesum árinum.
Vit biðja tí lesararnar bera yvr við
okkum fyri teir byrjunartrupulleik-
ar, sum verið hava.
VIT HAVA einki ímóti at gerast
mest lisna og mest umredda blað í
1991 eins og tað hevur verið gald-
andi í farna ári. Sum dømi um hesa
nógvu umrødu av blaðnum kunnu
vit taka tær mongu debattirnar í
legtinginum ella yvirhøvur úttalilsi
frá eitt nú fremstu politikarunum
her á landi. Tað er ikki gingin dagur,
at politikarar og onnur hava víst til
greinar í Sosialinum — fyri antin tað
góða ella tað ringa. Ja, formaðurin í
einum av flokkunum var so opin-
skáraður, tá hann var spurdur av
sjónvarpinum, um úrslitið av fólka-
tingsvalinum, at hann gav
Sosialinum eina og aleina alla ær-
una fyri, at úrslitið bleiv sum tað
Bústaður: Argjavegi 26 Postadressa: Postsmogu 76
Argjum 110 Tórshavn
Telefon: 11820 Telefax: 14720
bleiv. Tad var Sosialurin, sum hevði
æruna av valsigrinum hjá javnaðar-
flokkinum og vánaliga úrslitinum
hjá hansara flokki. henda sann-
roynd, segði hann, skuldi fáa fylgjur
fyri hansara egna blað. Nú skuldi
tað upp á eitt »Sosial-stødi«.
VIT ERU bert fegin um hesa
umtalu, hóast hon ikki bara er
væl meint men tað er greitt,
at slík umtala setir stór krøv
til tey fólk, sum eisini í nýggja
árinum skulu geva blaðið út
fimm ferðii um vikuna. Nú
vóna vit, at vit vera før fyri at
gera eitt enn betri blað, men
tað verður so íkki uttan tykk-
ara hjálp — lesarin — vanligi
føroyingurin, eigur at gera
nógv meira brúk av tí sjålv-
sagda rætti han hevur, nevni-
liga at luttaka ímti almenna
orðaskiftinum. Júst á hesum
økinum vóna vit at síggja
meira til lesaran í 1991, so-
leiðis at tað verður ein veksil-
virkningur millum vanligar
tíðindagreinar og debattilfar.
Góðan arbeiðs- og lesihug øll
somul.
mn sosigaley
—
Hvat er fjant og
ST
fjas?
»Buskaparkreppan
krevur av abyrgdar-
monnum, at samstarv-
ið verður av øllum alvi
at bjarga landinum inn
av teirri bakkatrom.
vit hava livað úti á sid
an mitt í attatiårunum.
Hetta verður bert gjert
við skynsomum
skatta-, figgjar- og
vinnulivspolitikki. So
sum > skular, vega-
stubbar, batahyljar,
vendiplass o.a. fjas
koma í aðru rød« skriv-
ar Dagblaðið i odda-
grein.
4; xS
KS
NY £ >
3
S
Få
R
Feroyska samfelagið og
harvið nógvir einstakling-
ar og familjur í Feroyum
hava stórar fíggjarligar
trupulleikar at dragast
við. Orsekirnar til hetta
eru fleiri og skulu vit ikki
koma nærri inn á tær her.
Flestu fólk eru samd um,
at neyðugt er at bremsa í
og reka ein meira varnan
búskaparpolitikk. Vit
mugu tátta í, har hetta let-
ur seg gera, vit mugu
spara, har hetta er for-
svarligt o.s.fr
Jú, víst mugu vit reka
ein skynsaman skatta-,
fíggjar- og vinnulívspoli-
tikk, soleiðis sum mål-
SR.
COME“?
gagn fólkafloksins leggur
upp til í sínum nýggjárs-
boðskapi. Men at gera all-
ar aðrar spurningar í sam-
felagnum, sum nú ikki
beinleiðis hava við vinnu-
lívið at gera, til fjant og
fjas, kunnu vit ikki góð-
taka. Men tað er blaðnum
líkt at undirmeta týdning-
in av skúlum og eitt nú
eini tryggari ferðsluskip-
an kring landið. Tá Dag-
blaðið skrivar at eitt nú
hetta at gera vendipláss..
er fjas, so tykist blaðstjór-
in at vera rættiliga stutt-
mintur. Og helst er tað
verbali orðafloymurin,
sum enn einaferð hevur
tikið ræðið á honum, og
hann tí sum ikki einaferð
hevur traðkað ilspinatid
ella tað, sum verri er.
Tá hann nú velur at
taka upp slíkt sum at
brúka almennar pengar
upp á at gera ferðsluna
tryggari fyri borgararnar,
so skal hann eisini hava at
vita, at hann við hesum
eisini nemur við spurning-
in, um at tryggja at ikki
mannalív farast orsakað
av eini ótryggari ferðslu-
skipan. Vit hava fingið
eitt so stórt tal av akfør-
um, privatbilum sum
bussum, at tað er neyðugt
eisini at hava tryggar veg-
ir. Og har eru vendipláss
ein natúrligur partur. Júst
málið um vendipláss hev-
ur verið ein eymur spurn-
ingur í tjaki her á landi í
seinastuni, har tervandi
vendipláss á rutunum hjá
stóru bussunum, hava
verið orsekin til, at fleiri
fólk eru deyð í ferðsluni.
Her hava vit als ikki ráð
at spara eina tað einastu
krónu. Ynskja vit eina
góða kollektiva ferðslu, so
mugu vit eisini hava eitt
gott og trygt ferðslukervi.
Men vit vita, hvar Dag-
blaðið vil við hesum. Alt
tað, sum hevur við alment
virksemi at gera, tað skal
steðgast fyri einhvenn
prís. Og tá tað er tað al-
menna, sum hevur
ábyrgdina av vegakervi-
num, so skulu útreiðslur-
nar eisini minkast á hes-
um økinum. Líka mikið,
hvat pengarnir fara til,
bara talan er um almennar
pengar, so skulu játtanir-
nar minkast ella heilt fella
burtur. Hetta er í tráð við
fíggjarpolitikin hjá undan-
farna landsstýri, har vit
fingu fyrst ein og so aftur
ein fíggjarmálaráðharra,
sum uttan umhugsan
settu spariknívin í hjá tí
almenna. uttan at hugsa
um, hverjar fylgjur hetta
nú fór at hava.
Sálvandi er tað rætt at
halda aftur við bygging
av båtahylum o.l. í eina
tíð, har ráðini ikki eru til
tess. Men harfyri at kalla
alt tað, sum ikki hevur
beinleiðis við vinnulívið at
gera, fyri fjant og fjas, er
at fara ov vítt.
Vit síggja, hvussu tað
gongur í eðrum londum i
Framhald á síðu 14