Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. januar 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 3 — 5. januar 1991 Lønargjaldingar í nærum øllum vinnugreinum minkaðar í 1990 Lønargjaldingarnar i nærum øllum vinnu-greinunum minkaðu i 1990. Bert innan råevnisvinnuna, fíggingarvirksemið og almennu tænastuna var vøkstur. Blaðið "Hagtíðindi", ið kom út herfyri, vísur at lønargjaldingarnar í øll- um vinnugreinunum ult- an omanfyrinevndu, eru minkadar. I tidarskeid- inum januar-novembur 1990 vóru tilsamans 3. 76 mia. kr. útgoldnar í løn, meðan 3. 98 mia. vóru útgoldnar sama tíð- arskeið í 1989. BYGGINGIN HARÐAST RAKT Tær vinnugreinarnar, ið eru harðast raktar av hesi minking eru byggivirk- semið, landbúnaðurin og flutningsvinnan. Innan byggivirksemið vóru 300.5 mió. útgoldnar í 1989, meðan bert 225.1 mió. vóru útgoldnar í 1990. Her er altso talan um eina minking uppá heili 25 %. Í landbúnaðinum er lønargjaldingin minkað við 23 %, men í tólum er bert talan um eina minking frá 3.5 mió. til 2.7 mió. Verri stendur til hjá flutringsvinnuni, tvs flutningsvinnan á landi, her er útgjaldingin minkað frá 65.3 mió. til 51.1 mió. Hetta er ein prosentvís minking uppá 21 %. VØKSTUR Á TRIMUM ØKJUM Hóast lønargjaldingarnar fyri tíðarskeiðið januar- novembur 1990 saman- bornar við sama tíðar- skeið í 1989 vísa eitt hall uppá 6 %, so er tað kortini á trimum gkjum í vinnuni har ongar upp- sagnir hava verið, heldur øvugt. Talan er um råevnis- vinnuna (grótbrot, sand- grevstur o.t.), figgingar- vinnuna (banka-, spari- kassa- og tryggingarvirk- semi) og almennu tæn- astuna. Í råevnisvinnuni eru lønargjaldingarnar farnar ' upp við 8 %, frá 5 mió. í " 89 til 5.4 mió. í ' 90. Í Hagdeildin um gjaldsjavnan: Hallið minkar vid hálvari miljard Gjaldsjavnin fyri 1990 fer at vísa eitt hall millum 200 og 400 milj- ónir. Hetta er fyribils- metingin á Hagdeildini, sambært nýggjastu Hag- tíðindunum. Nettoinntgkurnar á skråsetiligu postunum (innflutningur/útflutn- ingur, danski staturin, danski tjóðbankin og tryggingar) verða mettar til 1434 miljónir krónur; í 1989 vóru tær 916 miljónir krónur, so talan er um ein bata uppá 518 miljónir krónur. Endaliga talið fyri gjaldsjavnan roknar Hag- deildin at kunna leggja fram fyri 1. maí. Tá er skuld føroyinga og åogn uttanlands gjørd upp og harvið eisini teir leyp- andi postar, sum ikki ella illa ber til at skrá- seta beinleiðis. Hallið á gjaldsjavnan- um fyri 1989 var 819 miljónir, og heldur met- ingin hjá Hagdeildini fyri 1990 (minus 200- 400 miljónir), so verður talan um ein bata uppá 400-600 miljónir krónur í mun til 1989. Gummimåtta SN, Mikudagin var ein heldur sjåldsamur stuldur framdur i Klaksvik. Ein gummimåtta, ið plagdi at liggja undir reiggjun- um i barnagardinum hvarv knappliga uttan at nakar varnadist hvar, hvør og hvussu. Vaktarhavandi å politi- stødini í Klaksvík helt at tað óiva mundu vera ótangar, ið høvdu tikið hana til at brenna bál við. Máttan var í øllum fórum ongantíð sædd aftur. Annars frættist frá politistødini í Klaksvík, at tvey smærri ferðslu- óhapp eru farin fram mikudagin. Ein bilur hevdi rent å og ein annar farin av vegnum. Eingin ålvarsamur skadi. KSN . mio. í Lønargjaldingar, Vinnugrein í mió.kr. Meðal árs- vøkstur í % Jan- nov. 1989 Jan- Jan- nov. nov. 1990 89-90 Landbúnaður Fiskiskapur Fiskaaling Ráevnisvinna Fiskatilvirking Teknisk umv. og smíð Idnaðarframleiðsla Bygging Orku- og vatnveiting Handil, gisting ot. Sjóflutningur Flutningur annars Postur og fjarskifti Fígging Informatiónstænastur Húsarhaldstænastur Almennar tænastur Otilskila8 virksemi 1 2 3 5 6 7 8 9 Tilsamans 3. 545. 62. 5. 393. 121. 149. 300. 45. 458. 140. 65. 116. 193. 159. 11. 1196. 20. 2. 105. 132. 225. 41. 402. 132. 51. 115. 202. 137. 10. 1214. 15. WACÆELOLLHOUBONOOOU ØD ØD UN I I UN ON OUDE SJ UN 3989.1 3760.0 Lønargjaldingar umfata útgoldnar A-inn- tókur, og frároknaðar eru almannaveitingar. Tølini eru frå Hagtíðindum. fíggingarvinnuni er ein vøkstur uppá 5 %, frá 193.9 mió. í '89 til 202.7 '90. Eisini al- menna tænastan hevur haft vaksandi arbeiðsum- setning í 1990; í 1989 vóru 1196.6 mió. goldnar út í løn, og í '90 vaks hetta talið til 1214.9 mió. Høg tøl, men eitt beskeðið prosenttal uppá 2 %. KSN Farnir eystureftir Kjølbro-trolararnir Skålaberg og Sundaberg fóru eystureftir fyrra- kvøldid. Reidiliga 30 mans eru vid hvørjum skipinum. Enniberg hevur verid eystanfyri í umleið tríggjar vikur og hevur umleið 200 tons inni. Breyt beinið Ein 20 ára gamal maður var sera óheppin, tå hann friggjamorgunin kom gangandi inneftir veg- num innanfyri ferjuleg- una å Strondum. Ein bilur kom koyr- andi, og tå hann skuldi snara oman til ferju- leguna, beint har mad- urin gekk, slingradi bil- urin, og rakti mannin fleiri ferdir. Hetta var klokkan hålvgum sjey um morgunin, og svarta- kálk var á vegnum. Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsi = við sjúkrabili. Hann hevði brotið beinið. Bilurin slapp heldur ikki óskalaður. Forrút- uruin brotnaði, og bugla kom í síðuna. Fleiri tryggingar ið verða teknaðar — ódýrari gjald Síðani vit í 1940 fóru undir at tryggja móti eldsvanda, er tryggingargjaldið farið niður í helvt. Tryggið hús, innbúgv, verur 0. a. móti skaða av eldi, stormi, vatnleiðingsbroti og oman- lopi. Eisini tryggja vit innbúgv og verur móti innbrotstjåvari. Vit tekna eisini glastrygg- ingar. Eru tað serstøk viðurskifti viðvíkjandi trygg- ing av ogn tygara, ið tygum hava áhuga fyri, geva vit fegnir gjøllari frågreiding. Tryggingin hevur eisini umboðsmenn á hes- um plássum, ið fegnir eru tygum til hjálpar: Vági Tveroyri Tórshavn Runavík Klaksvík Sverre Skaalum, tlf. Hjørleif Enni, tif. Kjartan Dalsgaard tif. 15222 Havstein Ellingsgård, tlf. 47055 Påll Josephsen, tif. 55835 73012 71061 FØROYA BRUNATRYGGING Telefon 17022 Smyrilsvegur 20 — Postbox 45 110 Tórshavn ” - Lysing Telefonverk Føroya Løgtings søkir eftir einum fólki at røkja starvið sum starvs- fólkaleiðari á stovninum. Starvið umfatar tilrættislegging av starvsfólkapolitikkinum, viðurskifti við yrkisfeløgini, setan av starvsfólkum og lærlingum, skeiðvirksemi og annars starvsfólkamál yvirhøvur. Talan er um eitt spennandi arbeiði, ið krevur góð samarbeiðsevni og evni at arbeiða sjålvstødugt. Lenin verður sam- bært sáttmálan millum Føroya Lands- stýri og Starvsmannafelagið ella avvarð- andi yrkisfelag. Umsóknir skulu vera telefonverkinum í hendi innan 20. januar 1991 og skulu stílast til: Telefonverk Føroya Løgtings att. Sålbjørn Jacobsen Postbox 27 110 Tórshavn S&K- Felagið Aðalfundur verður á skrivstovu felagsins á Traðar vegi 20, Tórshavn hin 21.1.91, kl. 19.00 NEVNDIN