leygardagur 5. januar 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tórshavnar býráð
trumfaði í gjár
Nr. 3 — 5. januar 1991
ígjógnum eina samtykt
viðvíkjandi sáttmálaviðurskiftunum hjá pedagogunum, og hana
skuldi landsstýrið taka stóðu til seinnapartin
Kommunalu dagstovnarnir
í Havn, á Tvøroyri og i
Fuglafirði hava ikki tikid
ímóti børnum, síðan árið
byrjaði, og seinnaparun í
gjár var framvegis ivasamt,
nær teir lata upp aftur.
Trupulleikin var hjá lands-
stýrinum bæði at semjast
innanhýsis og at gera semju
vid kommunurnar, sum al-
ment bert verða umboðaðar
av Tórshavnar kommunu.
Tórshavnar byråd og løn-
amevndin hjá kommunu-
felagnum hava tó tosad
saman, medan målid hevur
vend vidgjørt. Kommunu-
felagid heldur, at Havnin
eigur teir flestu dagstovn-
arnar, og felagið letur tí
Havnar kommunu umboða
seg. Sjónarmiðini eru tey
somu hjá Havnar kommunu
og kommunufelagnum, sig-
ur Jógvan K. Mørkøre, for-
maður í Føroya Komm-
unufelag.
Tá blaðið fór til prent-
ingar, var framvegis ógreitt,
hvat landsstýrið fór at ganga
7 viðtil. Um meirlutin í lands-
stýrinum kundi gera eina
niðurstøðu, kommunurnar
Summi
LJ dukkur og aðrar leikur
við sær á býráðsfund
Málið byggir framvegis á,
at kommunurnar ikki góð-
kenna sáttmálan, landsstýr-
ið gjørdi í summar við neda-
gogfelagið. Tað merkir, at
pedagogarnir sambært sátt-
málanum skulu hava meira
løn, enn kommunurnar vilja
lata, samstundis sum hjålp-
børn høvdu
arfólkini fáa meira, enn sátt-
málin ásetur.
"SEMJAN"
Løgmadur og býráðfor-
maðurin í Havn gjørdu
hóskvoldið fyri aðru ferð
eina sokallaða "semju",
sum miðar eftir, at komm-
unurnar skulu yvirtaka sam-
ráðingarrættin við peda-
gogfelagið. Henda "semja"
varð samtykt av einum
meirluta í figgjarnevnd
byrådsins fyrrapartin i gjår.
Og klokkan hålvgum tólv
varð almennur byrådsfund-
ur við trætuni um lønar- og
setanarkorunum hjá peda-
gogunum á skránni. Fund-
urin byrjaði tó ikki fyrr enn
trý korter seinni.
+ N Se i
Foreldur og starvsfólk á
dagstoynunum vóru alt
annað enn nøgd, fá tey
komu út aftur av
býráðsfundinum
NOGVIR
AHOYRARAR
Sjáldan hava so nógv fólk
verið á býráðsfundi í Havn.
Har vóru pedagogar og
hjálparfólk, fleiri foreldur
við bømum, sum onga-
staðni hava at vera, tå
kommunalu dagstovnamir
eru stongdir.
Og líka sjáldan (í nýggjari
tíð) hava so nógvir býráðs-
limir í Havn lagt í at tikid
orðið og sagt býráðsfor-
manninum ímóti sum henda
dagin. Øll seks í andstøduni
royndu at fáa formannin at
ganga frá semjuni, men illa
gekst. Samgogan tagdi og
samtykti.
Avtalan millum løgmann
og býráðsformannin var, at
hvør parturin skuldi fara við
sitt við uppskot til semju.
Sum nevnt varð henda
semja samtykt av fíggj-
amevnd býráðsins, og átta
av 13 býráðslimunum gó-
ðtóku hana. Samgongan
fekk her stuðul frá Inga
Mohr, sum annars umboðar
andstøduna.
=>
Sjáldan er so nógv fólk
og lurtar eftir, hvat
býráðslimirnir hava at
siga. Ahoyrararnir
flentu, tá býráðsfor-
maðurin segði, at hann
hevdi ætla, at stovnir
kundu lata upp aftur
longu seinnapartin i
gjár. So lætt gekk tað
ikki