Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. januar 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Stødugar fosturtøkur — 75 fosturtókur í Føroyum i 1988 Tølini fyri fosturtøkur framdar i Føroyum eru stødug. Hvert år liggjatær einastaðni millum 75 og 85. Hesi seinastu árini tó við fallandi tendensi. Í 1988 vórðu tilsamans framdar 75 fosturtøkur í Føroyum. Av hesum vóru 70 á Landssjúkrahús- inum, fýra á Suðuroyar Sjúkrahúsi og ein á Klaks- víkar Sjúkrahúsi. Seinasta tíggjuárið eru flestar fosturtøkur framd- ar í 1985, tá tær samanlagt vóru 85. Tað árið vóru allar á Landssjúkrahúsinum, uttan tvær, ið vórðu framdar á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Ikki beinleiðis frí fosturtøka I Føroyum er ikki beinleiðis frí fosturtøka, men í at kalla øllum fórum kunnu kvinnur fáa fostur tik- ið, um tær ynskja tað, og tveir læknar eru um av- gerðina. Annars er eftir lógini loyvt at fremja fosturtøku í Føroyum, um vandi er fyri lív og heilsu kvinnurnar ella um fosturtøkan er grundað á annan sjúkuvanda. Fosturtøka kann bert verða framd í Føroyum á sjúkrahúsum, og bert, um kvinnan er eldri enn 14 ár. hj. 24 vórðu gjørd livssgr í 1988 Sambært ársfrágreiðing landslæknans vóru um- sóknir frå 24 føroyingum um at verða gjørdir lívs- sérir (steriliseraðir) gingnar á meti í 1988. Til tess at avgreiða umsóknirnar á rættan hátt. ið vóru frá 21 monnum og trimum kvinnum, hevði »Færøernes Sterilisationsnævn” átta fundir í 1988. Størstu tølini á føroyingum, ið seinastu árini hava ynskt at verða gjørdir livssørir, vóru í 1986. tá 31 menn og tríggjar kvinnur fingu ynski síni um hetta eftirlíkað. hj. Steypakappingin 90/91: Skála-Neistin 23-22 (10-8) 19-19 eftir vanl. leiktíð. Í umdystinum gjørdist 4-3 til Skåla, sum samanlagt vann 23-22 Málskjúttar: Skála: Sóleyg Mikkelsen 11 (5), Eyðleyg Mikkelsen 7, Daimi Poulsen 3, Alma Joen- sen 2. Neistin: Svanna Han- usardóttir 8 (3), Sigrun Mikkelsen 6 (2), Inga Dahl 2, Kára á Dunga 2, Gunnvá Guttesen 1, Harriet Rasmussen 1, Guðrun Patursson 1, Súna Mørk 1 Héskvøldid spældu 1. kvinnulidini hjå Skåla og Neistanum steypadyst. Talan er um oddalidini í føroyskum kvinnuhond- bólti, og hava liðini hitst tvær ferðir áður í hesum kappingarárinum. Í báðum fórum eru skálakvinnur farnar avstað við sigr- inum, og so var eisini hós- kvøldid, tá tær hittust tridju ferð. Men hesaferð gekk ikki so lætt hjá Skála at vinna. Munurin varð tað eina málið, og umdystur mátti til fyri at finna vinnara í dystinum. Togaðu seg upp á javnleik Lidini fylgdust rættiliga væl i fyrra hålvleiki, til Skála i einar tiggju min- uttir méti endanum var å odda vid trimum málum. Meginpartin av seinna hálvleiki eydnaðist eisini heimaliðnum at varðveita munin við einum og onk- untíð tveimum ella trim- um málum, men móti end- anum á dystinum kom Neistin betri við, og tá lið- ugt var, høvdu liðini 19 mál í part. Av ti at hetta var steypa- dystur, mátti vinnari finn- ast, og tí varð neyðugt við umdysti 2 X 5 minuttir ITROTTUR Steypagnið á Skála Neistin ov stuttur Her gjørdist Neistin eitt stig ov stuttur, og er tískil útsligin úr steypakapping- ini hesaferð. Skála er hinvegin á veg víðari við vælsaktans bestu møguleikum at vinna kappingina. Higartil hevur so eingin av álvara megnað at seta hesum góða og ágrýtna liðnum Nr. 3 — 5. januar 1991 Gøtu Cup '91 Aftur í ar skipar GÍ fyri stórari innandurakapping í fótbólti í Ítróttarhellini í Kambsdali, og sum van- ligt er, annað vikuskifti í árinum, nevniliga 12—13. januar. Henda kapping hevur altíð verið væl vitjað, síð- an skipað varð fyri henni á fyrsta sinni. Kappingin er bæði fyri kvinnur og menn. Full- teknað er, tá 80 lið eru teknað, og fer tekningin fram á telefon 41744 og kostnaðurin er 200 kr. fyri hvert liðið. Við ítróttarkveðu Getu Ítróttarfelag stólin fyri hurðina. Tí eru skálafólk nú so spakuliga farin at snodda „The Double”. Ikki so løgid, tí illa skal bera til hjá Skála, um ikki hetta verður endin á einum væl- eydnaðum kappingaråri hjá nýggja liðnum í 1. deild. Leggjast kann aftrat um dystin, at tað sum íkki einaferð vóru åvikavist tær báðar systrarnar Sóleyg og Eyðleyg og hinumegin Svanna, ið skaraðu framúr á liðunum báðum. Bæði Skála og Neistin vera í ovara bólki í enda- spælinum, so longu nú kunnu hondbóltsáhugað gleða seg til í minsta lagi tvær slíkar toppuppgerðir aftrat í ár. hj. Wu | || | I I 1 { TIf. 14949 Fax: 11330 Koksmiðstoðin átekur sær samtíðis alla tænastu av køkum | og húsarhaldstólum. Vit skulu nýta høvi til at takka kundum okkara fyri árið, ið før, | við teim bestu ynskjum um eitt eydnuberandi nýtt ár. | S FED Lø NE N + r/e JXKUP Á Dun K T ) Y »ksmdstodn LOKS to A Hals Frá1.januar i år verða | húsarhaldstól seld gjøgnum dótturfelag okkara: P/F Koksmiðstoðin Staravegur 5, 100 Tórshavn BE smidstødin f lotturfelag hjá Jákup á Dul ) Box 1. FR-110 Tórshavn, 298) 14949, Fax | +298) 11330