Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. januar 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 3 — 5. januar 1991 Síða 9 Fyrsti skúladagur var í 1956 og tá fóru 98 børn í 1. skúlaflokk í Klaksvíkar skúla Hesin skúlaflokkur var samstundis tann fyrsti í Føroyum, sum fekk i bodi at royna seg i 9 flokki. Henda myndin av næmingum i 9 flokki stóð i Norðýsinum 25 juli 1969. Í daga fara hesi - saman við óðrum næmingum sum fóru í skúla sama ár - at ganga gomlu skúlaleiðina Óvanligur skúladagur í Klaksvík - undirvísing, fimleikur, ræst kjøt og súpan vid dansi omaná, er innihaldið í stórum veitsluhaldi í Klaksvík í kvøld. Tað er møguligt, at fólk gerast grkymlað - sum hitta 90 tilkominir næm- ingar úr 1. flokki frá 1956, ið leygardagin ganga gomlu skúlaleiðina í Klaksvíkar skúla. Tá hittast heili 90 skúla- næmingar, ílatnir sum fyri 35 árum síðani. Leiðin gongur heim í skúlan, har hugnaløta verður fyri lærarunum og næmingum, sum hittust á lyrsta sinni í skúlanum. Tað eru ngkur ár síðani skúlagongd var leygar- dagar í Klaksvík, men í dag fara tey so kortini at royna seg. Hetta er ikki nakar van- ligur skúladagur. Orsgkin til at næming- arnir hittast nú, er tann, at flest fólk eru heima á jólum. I 1956 fóru 98 børn í l. flokk í Klaksvíkar skúla. Tey vóru býtt sundur í triggjar flokk- ar. I ár eru liðin 35 ár síðani 1. skúladag hjá hesum næmingum, og tað ætla tey í Klaksvík at gera nógv hóvasták burt- urúr. Umframt hetta, so vóru júst hesi skúla- børnini tey fyrstu í Føroyum, sum fingu i boði at fara í 9. skúla- flokk. HOVASTAK Ein teirra, sum fór í skúla fyri 35 árum síðani er Ólavur Klakk í Klak- svík, og hann sigur við Sosialin, at tey hava gjørt hópin burturúr at gera 35 ára dagin so hugnaligan, sum gjørligt. Av teimum 98 børn- unum, sum fóru í skúla í 1956, hava heili 90 boða frá luttøku. Næmingarnir koma úr øllum ættum, har tey nú hava búsett seg - úr Dan- mark, Svøriki, Grønlandi og Føroyum. - Tíverri fóru Sundaberg og Skálaberg á fiskileið í gjár, og har eru fleiri næmingar frá 1956 við, sigur Olavur Klakk, Hvussu fara tit at halda dagin? Vit ætla at gerast sum børn aftur. T.v.s. at vit hava roynt at finna fram til skúlabúnar, sum líkjast teimum, sum vit gingu í tá í tíðini. Dreingirnir fara í plusfoursbuksir og gent- urnar í skjúrt og gamasjubuksir - so sum mótin var í 1956. Harnæst hava vit savnað skúlabókur saman, sum vit høvdu í 1. flokki og gomul landalæru kort 0.s.fr. Eisini tær væl umtóktu teknirgð blødini, eitt nú Tarzan, Batmann, hava vit savnað saman. HUGNALØTA OG FIMLEIKUR Byrjað verður vid at hvgr næmingur sær fer frá húsum, har tey upprunaliga búðu sum børn. Síðani verður farið í skúlan, har teir gomlu lærarnir fara at taka móti okkum. Lærarnir eru Annfinn Justiniussen, sum var flokslærari hjá A-flokk- inum, Sigurd Heinesen, flokslærari hjá B-flokk- inum og Tummas Lervig, sum var flokslærari hjá C-flokkinum. Vit fara síðani inn í skúlastovurnar har lítil hugnaløta verður. Ólavur Klakk: - Konu- fólkini hava játtað at hoppa um band og vit dreingir ætla okkum at troðkast - so sum vanligt var í skúlagarðinum. Eg vænti at tað verður 6ført! "THE BIRDS" SPÆLA Aftaná fara vit í gomlu fimleikarhøllina at gera fimleik. Tað er Ove Fredriksen, sum var fimleikalærari hjá dreingjunum, og Kar- in Poulsen, var lærari hjá gentunum. Tey fara at skipa fyri fimleikinum. Tá alt hetta er av, fara vit í Skálan, har borð- reitt verður við ræstum kjøti og súpan. Aftaná borðhaldið verður dansur, og tá fer "The Birds" at spæla til dans - eins og teir plagdu at gera, tá vit vóru ung, sigur Olavur Klakk. Hvussu leingi hava tit arbeitt við at skipa hetta tiltak? - Eliesar úr Pállstovu og eg tosaðu um hetta longu í mai mánaða í ár. Vit fóru undir at finna fram til bústaðirnar hjá næmingunum - í Fer- oyum og útheiminum, og eg noyðiast at ásanna, at telefonrokningin er stór, sígur Olavur Klakk. Í august mánaða, tá summarfrítíðin var av, stovnaðu vit eina veitslu- nevnd. Í nevndini eru: Maria Olsen og Eliesar úr Pállstovu úr A- flokkinum, Emma Heine- sen úr B-flokkinum og Seinastu sýningarnar av sjónleikinum „Kradd- arin", sum leikbólkurin „Leikapettið“ hevur ferðast kring landið við, verða týsdagin og mikudagin. Týsdagin kl. 13 og 19 verða framførslur i »Glæmuni” i Kvivik, Olavur Klakk ur C- flokkinum. I dag eru næmingarnir sum hittast i skålanum um 41 åra gamlir. Dagny Seinastu ferð mikudagin 5.000 børn hava sæð Kraddaran” og mikudagin kl. 13 verdur allarseinasta syningin i Bygda- húsinum á Strondum. Higartil hava íkki færri enn 4.875 børn sæð leikin, so neyvan kann annað hugsast, enn at talið fer upp um tey 5.000. hj. TLF. 19820