leygardagur 5. januar 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3 — 5. januar 1991
Ein segulig mynd: Hondhóltslandsliðið 1968
Í samband við minningarorðini í blaðnum í gjár um Mannbjørn Mortensen var gomul hondbóltsmynd, men av
misgávum var myndateksturin burturdottin. Vit biðja orsaka og prenta tí her myndina uppaftur - við teksti.
Standandi frá vinstru: Mannbjórn Mortensen, venjari, Niels Nattestad, Kyndil, Jóan Pætur Midjord, Kyndil,
Steinbjórn Zachariasen, VÍF, Petur H
Ólavur Lambaa, ÍSF-formaður.
øjgaard, VÍF, Anfinn R. Nielsen, Kyndil, Johnny Joensen, VÍF og
Húkandi frá vinstru: Regin Christiansen, VÍF, Marner Gaard, VÍF, Sverri Jacobsen, Kyndil, Egon Rasmussen,
StíF og Kristjan á Neystabø, Neistin.
Birthe Nielsen in memoriam
Jólaaftan andaðist Birthe
Juliane Nielsen á Ros-
kilde Amts sjúkrahúsi,
62 ára gomul. Birthe var
farin aftur til Danmarkar
í november, at búseta seg
á Frederiksberg.
Birthe, sum flestu
kenna sum konu Jóhan
Nielsen, prest sála, bú-
settist í Sandvík í 1983,
tá hevði Johan lagt frá
sær starvið sum prestur.
Longu í mai 1984 doyði
Johan. Birthe varð búgv-
andi í Sandvík, hevði
starv sum bókhaldari í
Keypsamtgkuni á Tvør-
oyri og var annars so
leingi hon var ment til
tað við í gllum sum fór
fram í bygdini. Hon var
deknur og formaður í
kirkjuráðnum, sera virkin
var hon og gjørdi mangt
fyri kirkjuna, innanhysis
prydi og nytt orgul fekk
kirkjan medan Birthe sat
sum kirkjuráðsformaður.
Birthe var fødd 28.
januar 1928 å Frederiks-
berg. Foreldrini vóru
Ebba og Robert Villy
Christensen, ortopedisk-
ur skésmidumcistari.
Hon var studentur frå
Nørre Gymnasium i
1946, var sidani å
laboratoriinum hjå Poul
Bergsøe og seinni å
Statens Ligningsdirekto-
rat. I mars 1948 giftust
Birthe og Johan, fimm
eru børn teirra, dreing-
irnir Mikkjal, Jacob,
og Jens og dóttirin
Bjørg. Øll eru búsitandi
í Danmark úttan Óli,
sum býr í Havn.
Tá Johan gjørdi lesn-
aðin lidnan í 1952 var
Birthe i Føroyum eitt år
vid synunum Mikkjali og
Jacobi. Hetta árið búðu
tey í Sandvík og har
lærdi hon føroyska málið
rættuliga væl, fáur
mundi ansa at hon ikki
var føroysk. Hon var við
í øllum bygdalivi, tók
hond í alt fyrifallandi
og var við í handlinum
hjá verfaðiri sínum.
1956 flutti familjan
heim til Føroya, Johan
varð prestur í Klaksvík
og árini har norðuri varð
Birthe høgt í metum,
bæði sum prestakona og á
annan hátt. Í Klaksvík
búðu tey til Johan tók
við nýggjum starvi, sum
prestur við Filipskirkj-
una á Amager í 1964.
Saman við familjuni
var eisini móðir Birthe,
Ebba við í Føroyum og
búði hon hjá teimum í
prestagarðinum. Hon
starvist á sysluskrivs-
stovuni og á Gjaldsstov-
uni. Hon varð verandi tá
prestafamiljan aftur fór
til Danmarkar í 1964 og
fór ikki avstaðaftur fyrr
enn árið eftir.
Birthe Nielsen var eitt
arbeiðsgrev, hon var
húsmóðir, prestakona,
politikkarakona, hon var
heilhjartað í øllum. Hon
fylgdi við johan, tá hann
feraðist kring í landinum
sum fólkatingsmaður.
Hann var nógv brúktur
rødari og tað hevði
stóran tydning, ti Birthe
syrgdi fyri øllum, og tad
var hon, sum koyrdi
bilin.
Vit minnast Birthe
fyri hennara stóra
trúfesui í øllum, hennara
nærlagni og idni, bæði tå
tað galt andligar sum
handligar uppgåvur. Frid
lysa vit yvir minnid um
Birthe Juliane Nielsen
J. Lindenskov
Servitrisa
. sEkist beinanvegin
til avloysarastarv.
Møguleiki er fyri
føstum starvi.
Hotel Hafnia
TIf. 11270
Síða 11
Han er en god stremer,
en god elsker
og en god morder.
Deildin fyri innanhysis
mål er týdningar-
miklasta parturin hjá
løgregluni. Vit eru
løgreglan yvir løgregl-
uni. Tí mugu allir
politistar vera hampa-
fólk, men ikki bert
tað, teir mugu eisini
virka reiðiligir.
Um legreglufólk eru
reiðiligari enn aðrir
borgarar, so mugu vit
veraenn reiðiligari.
Løgreglan í Los Ange-
hvíta
4 tjaldinum
les hevur landsins
reidiligasta løgreglu-
lið, og tað er grundað á
okkara arbeiði
Hesi vóru orðini, tá
Raymond Avilla
(Andy Garcia), kri-
minalpolitistur, verður
bjóðaður vælkomin í
nýggja starvinum, men
hann verður skjótt var-
ugur við, at teir
vanligu løgreglumenn-
irnir als ikki eru so
fegnir um deildini fyri
innanhýsis mál - fleiri
teirra taka móti mutri
og fåast vit eitihvørt
ólógligt gerðarmál í
frítíðini.
Filmurin "Interne Aff-
ærer" varð sýndur fyrs-
tu ferð í Leikhús Bio
tyskvøldid.
Atgonguemrki
fáast frá kl. 19,
tlf. 11131.
A telefonsvarar-
num 15666 fæst at
vita, hverjir film-
ar ganga.
Brævasamband
Michael M. Willders,
JR.
121 Nelson Drive
Williamsburg,
VA 23185
USA.
ynskir at koma i bræva-
samband vid føroyingar.
Hann hevur åhuga i at
frætta um føroyska søgu,
mentan og stjórnarligu
støðuna. Hann hevur
eisini áhiuga í frí-
merkjum og vil fegin
býta amerikansk frímerki
um við føroysk. Somu-
leiðis við myntum og
postkortum.
Háskúlaskeiðið
februar—juni 1991
Nýtt og fjølbroytt várskeið
byrjar 19. februar
Ringið 11743 lis
skrivið til Há-
skúlan um gjøllari upplýsingar
Føroya Fóikaháskúli,