Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Abyrgdarbladstjåri: Tårfinn Smith Fyritaksstjóri Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Blaðfólk: Randi Jacobsen - Krisjan Dahl Dagny Joensen - Ólavur W. Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard i Utgevari P'4 Sosialurin Uppseting: P/F Søsiaturin Prent Pif Pressan 1981 Høgnesen - Trampa til tu fær rætt STØDAN i sokallada Pedagog málinum er nú á leið aftur har tað byrjaði fyri nøkrum mánaðum síðani. Hetta takkað verið einum ryggleysum lands- stýri, og einum valdshungrandi býráðsformanni, sum er vanur at seta sínar egnu tulkingar av landsins lógum og reglum hægri enn tær í veruleikanum siga. MÁLIÐ er í stuttum, at lands- stýrið í summar undirskrivaði ein lønarsåttmåla við Pedagog- felagið. Hetta var bæði rættur og skylda landsstýrisins, eftir at báðir partar vóru komnir til sættis um hendan sáttmálan. SÍÐANI gera Tórshavnar Kommuna saman við Komm- unufelagnum landsstýrinum greitt, at kommunurmnar vilja ikki Q - Á - | FO SE | 67 Á > . 2 F X halda såttmålan. Ført verður fram, at hetta er eitt kommunalt mål, og ikki eitt landsmål. Seinri er tó vorðið heilt greitt, at talan er um eitt landsmál, og hevði landsstýrið tí allan rættin á sínari síðu. Men hóast hetta vildu kommunurnar ikki góðtaka sáttmálan. LANDSSTÝRIÐ gjørdi í dec- ember kommununum greitt, at varð sáttmálin ikki hildin, fór landsstýrið at taka loyvi at reka dagstovnar frá kommununum. Heldur ikki hetta hjálpti. Nú stóð greitt, at kommunalu stovnarnir í Havn og á Tvøroyri vóru stongdir frá 1. januar, og í eini roynd at sleppa undan hesum gjørdu løgmaður og bý- ráðsformaðurin í Havn eina so- kallaða semju fyri jól. Semjan segði, at kommunan skuldi halda sáttmálan, og gjørdi hon tað, skuldi rætturin av sam- ráðast um lønir og setannar- viðurskifti falla til kommunurnar eftir 1. juni í ár. S* N ; + HENDAN semjan var kortini ikki til stóran nyttu, tí beint sum hon var gjørt, varð hon vrakað í landsstýrinum. Mikudagin 2. januar var fyrsti arbeiðsdagur í nýggja árinum og samstundis fyrsti dagurin, stovnarnir vóru stongdir. Einaferð enn gjørdu løgmaður og býráðsformaðurin í Havn eina semju, sum ikki var stórt ødrvisi enn hin fyrra, men aftur hesaferð vísti tað seg, at løgmaður hevði ikki landsstýrið aftan fyri seg, og semjan varð vrakað í landsstýrinum. Lands- stýrið játtaði tó nú at komm- unurnar lótu stovnarnar upp aftur. TRÆTAN millum landsstýrið gðrumegin og serliga Tórshavnar Kommunu hinumegin er eitt skúladómi um eitt anarkistiskt samfelag sum Føroyar í roynd og veru er. Eingin ivi er um, at landsstýrið hevur rættin á sínari síðu, men hóast tað bjóðar tað teimum, << Bústaður: Argjavegi 26 Telefon: Postadressa: Postsmogu 76 110 Tórshavn 14720 Argjum 11820 Telefax: sum hava skyldu at halda ein gjørdan sáttmála okkurt afturfyri um tey halda landsins lógir. HETTA sigur okkum so mikið, at øll eru ikki eins fyri lógini. Hetta sigur okkum somuleiðis, at hevur tú ikki hug at halda landsins lógir skalt tú bert trampa í gólvið, so fært tú tín vilja. Trampar tí nóg hart, fært tú enntá okkurt afturfyri. Væl at merkja - tað velst um hvgr tú er. TAÐ SKAL vera okkara vón til komandi landsstýrið, sum nú hevur fingið hetta mál at loysa, at tað verður ført fyri at seta øll eins fyri teimum lógum og reglum sum galdandi eru og ikki gevur eftir fyri teimum, sum rópa og trampa harðast. Ikki fleiri yvirtokur sigur Dimman ! „Men i hvert fald ind- byder situationen ikke til gentagelse af at overtage flere anlig- gender med det håndelag eller mangel på samme til behand- ling af tingene, der hid- til er udvist«, skrivar Dimmalætting i leidara leygardagin. Tað er einki nýtt í ti, at bæði Dimmalætting og sambandsflokkurin, eru ímóti yvirtekum. Tilveru- grundarlag sambands- floksins er nettupp hetta, at alt skal vera við tað gamla, einki skal broyt- ast. Ráddu sambands- menn einsamallir fyri borgum í Feroyum, so var øll fyrisiting, ell styring og øll tilrættalegging av føroyska samfelagnum i Keypmannahavn. Føroy- ar i amtsstødu, ein litil partur av Danmark eins og restin av Danmark. Dimman nevnir ikki ávísar yvirtekur uttan blokkstuðulsskipanina, sum hon ynskir, har pipar- ið grer. Við at yvirtaka og átaka okkum bæði avgerð- ir og útreiðslur á fleiri økj- um, heldur blaðið, at vit bert hava skundað undir teir búskaparligu trupul- leikarnar. Tað eru ringar tíðir í landinum í letuni, tí dylur eingin fyri, og tað er greitt, at Dimmalætting roynir at brúka hesar ringu tíðir til at fyrigykla fólki, at vit eru hverki fer fyri eitt ella annað og so slettis ikki at standa á egnum beinum. Danir skulu partú halda fram við at gjalda og vælsakt- ans eisini valda, um tað stóð til sambandið. Hyggja vit nærri at teimum yvirtøkum, sum eru gjørdar øll hesi sein- astu árini, so er greitt, at ymiskt er, hvussu hepnir vit hava verið. Víst verður oftani á, at Postverkið gevur alt ov stórt undir- skot, og at Landsskúla- fyrisitingin er alt ov stór, og tí kostar ov nógv. Tað er eingin ivi um, at nógv kundi verið gjørt eðrvísi og betri. Eftir okkara met- an var tað rætt at yvir- taka hesi málseki og onn- ur við. Taka vit t.d. skúla- skapin, so kann tað ikki vera rætt, at henda so týdningarmikla lívsæðrin í okkara lítla samfelag fult og heilt verður stýrd og goldin úr Keypmanna- havn. Tað eru tey, sum tosa um loysing iimorgin. Slíkt er veruleikafjart. Vit verða hverki ferir fyri at taka loysing í morgin ella í ovurmorgin. Men sum samfelag ið egnum máli og egnari mentan eiga vit at seta okkum mál, og eitt av hesum málum er, at vit so við og við kunnu gerast meira standa á egnum beinum. Tað er eini duulsmál, at tað er ikki gott latín at skula tosa um yvirtelkur o.l. í hesum tíðum, har samfelag okkara er vi dat fara av knóranum. Men sum við øllum eðrum i livi- num, mugu vit øll hava målsetningar, nakad at stíla fram ímóti. Og yvirtøkurnar koma at halda fram, tad kunnu sambndsmenn og Dimma- sjálvbjargin — ' lætting verða vís í. Takið bara undirgrundina. Hetta er eitt mál, sum fer- oyingar vilja hava allan avgerðarrætt yvir. Tað kostar okkum einki, held- ur ikki dønum. Kann vera at tað er olja í undirgrund- ini og harvið kunnu vit fáa eitt ískoyti ti fiskivinn- una. Hetta liggur sjálv- andi langt frammi, men tað er sera umráðandi at vit føroyingar sum skjót- ast fáa avgerðarrættin ti undirgrundina. Tá vit hava tað, eiga vit at loyva kanningum, ið kunnu siga okkum, um olja ella gass er at finna í okkara egnu jørd. Dimman ávarar móti fleiri yvirtøkum. Vit halda tað vera upp á hægstu tíð, at tað verða vit feroying- ar, sum avgera allar spurningar, ið hava við undirgrundina at gera. Tað gera vit nevniliga ikki í dag. Hetta er kanska eitt av teimum týdningar- mestu málunum at loysa hjá einum komandi lands- stýri. Sveinabrøv Hesi hava fingið sveinabræv frå Føroya Læruráð: Rógvi Blástein, sum á Vestmanna Skipasmiðju lærdi ul maskinsmið var avlærdur 2. januar. Lærumeistari var Regin Remi Didriksen. Johnny Kaj Nón, sum hjá P/F Kára Johannesen á Kambsdali lærdi til maskinsmið, var avlærdur 4. jan- uar. Lærumeistari var Kári Johannesen. Marjun Johansen, sum Hjá Ásu i Havn lærdi til frisør, verður avlærd 7. januar. Lærumeistari var Ása Per- domo. Dávur Joensen, sum hjá Kontórteknikk í Havn lærdi til skrivstovutólamekanikara, var avlærdur 4. januar. Lærumeistari var Oskar Neshamar. Jóna Pauli Jacobsen, sum hjá P/F El-Service á Skála lærdi til elektrikara, var avlærdur 4. januar. Læru- meistari var John Eli Olsen. Jacob Pauli Jacobsen, sum hjå Svend Joensen i Klaksvik lærdi til elektrikara, var avlærdur 4. januar. Lærumeistari var Svend Joensen. Lýsið i sosialinum