Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 4 — 8. januar 1991 Síða 5 SES) S0Sialurin | Bókhaldarin hjá Klaksvíkar Kommunu Ellindur Abraham- sen: - Eg skilji ikki, hví fiski- mannafelagið tvíheldur um okkara limir Brúkt nening til egið brúk --Prógv er fyri, at Ísak Mikladal hevur brúkt kommunupening uttanfyri kommununa, sigur Karsten Hansen, stóðleiðari í Klaksvík. Politiið í Klaksvík er nú, saman við Kristoffersen, kriminalassistenti frá danska ferðaliðnum, liðugt at kanna málið um fyrrverandi bókhaldaran hjá Klaksvíkar Kommunu Isak Mikladal. Hann er skuldsettur fyri at hava nytt kommunupening uttanfyri kommununa. --Málið verður nú sent fútanum at taka stóðu til og eg meti avgjørt, at grundarlag er fyri ákæru, sigur Karstin Hansen, sum ikki vil koma nærri inná hvat peningurin er nýttur til. --Tað liggur heilt fast, at Ísak Mikladal hevur nýtt pening hjá kommu- kassanum óregluligt, sigur Karsten Hansen. --Kanningararbeiðið hevur gingið gott. Ísak Mikladal varð meldaður 1. november og Kristoffer- sen, kriminalassistentur frá Ferðaliðnum kom seinast í november. Hann var í Danmark á jólum og kom aftur nú aftaná nýggjár at leggja seinastu hondina á verkið, sigur Karsten Hansen. --Tað er eitt stórt arbeiði at kanna bókhaldið hjá Klaksvíkar Kommunu og tí haldi eg at arbeiðið hevur gingið gott. jústinus ÍSAK: Sigur einki Sosialurin ringdi til Ísak Mikladal og spurdi hann um hann hevdi nytt kommu- nupening til egið brúk. —Tit eru skjótir á sjóvarfallinum. I løt- uni havi eg onga viðmerking til málið. Eg farið ikki at úttala meg fyrr enn alt er meira greitt, sigur Isak Mikladal. jústinus Karsten Hansen, stødleidari: "Tað liggur heilt fast, at Isak Mikladal hevur nytt pening hjå kommununi uttanfyri kommu- nuna." Reiðarafelagið førir samráðingar við byrsumúla fyri bringuni - sigur Ellindur Abrahamsen, formaður i Føroya Skipara- og Navigatørfelag Bæði Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Før- oya Fiskimannafelag krevja, at fritidarlønin hjá stýrimonnum verður goldin igjøgnum teirra felag. Sum er fáa stýri- menn frítíðarlgnina goldna igjøgnum fiski- mannafelagið. Men hvat felag skal fritidarlønin gjaldast í- gjøgnum? Tað er rætti- liga einfalt at svara, ti rætturin hevur gjørt úrskurð hesum viðvíkj- andi: hvussu arbeiðsgev- arin verður at gjalda fritidarlønina skal fast- leggjast i såttmålum å arbeidsmarknadinum. Sum er hevur Føroya Fiskimannafelag såttmåla vid reidarafelagid, har tað stendur, at frí- tíðarlgnin hjá øllum fiskimonnum uttan skip- arum skal gjaldast gjøgn- um FF. >En ændring af denne retstilstand kan efter loven kun ske ved ændring af de gældende overenskomster<, skrivar landsrætturin 11. nov. í fjør. Ellindur Abrahamsen og skipara- og naviga- tørfelagid halda, at tað er upplagt, at broyting kemur í, soleiðis at stýrimenn fáa sína frí- tidarløn goldið gjøgnum sitt felag. - Reidarafelagid er i roynd og veru púra samsint við okkum í hes- um, men tað tingast við pistól fyri bringuni: ganga reiðararnir okkum á meti, so óttast teir fyri, at Óli Jacobsen leggur flotan, sigur Ell- indur Abrahamsen. Men tað er full- komuliga burturvið, tí reiðarafelagið er frítt stillað frá 1. apríl, tá sáttmálin við fiski- mannafelagið gongur út, sigur Ellindur Abra- hamsen, ið vísir á, at valla nakað annað felag hevði gingið við til, at eitt annað felag umsat fritidarlønina hjá lim- unum. + ówh Reiðarar og navigatørar: Eydnast ikki at fáa sáttmála í dag, so fer skipara- og navi gatórfelagið í verkfall Samráðingarnar millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Før- oya Reidarafelag skuldu takast upp aftur í gjár klokkan 17.00 saman við . semingsmanninum Bjørn á Heygum. Hesin hevur longt sáttmálan til miðnátt í annadkvøld. Er eingin sáttmáli fingin tá, verður verkfall, tí semingsmaðurin hevur ikki fleiri møguleikar at leingja sáttmálan. TVINNI KRØV Krøvini frå Skipara- og Navigatørfelagnum eru tvinni. Í fyrsta lagi krevur FSN, at skiparar og stýrimenn fáa fritid- arløn av allari lønini (sum er verður teirra frítíðarlón bert rokna av einum fiskiparti, hóast lónin er meira enn ein fiskipartur); í gðrum lagi krevur felagið, at ikki bert skiparar (sum í galdandi sáttmála), men eisini stýrimenn fáa frítíðarlgnina útgoldna gjógnum FSN og íkki gjøgnum Føroya Fiski- mannafelag, sum nú (hetta er partur av sått- málanum millum reið- arafelagið og fiskimanna- felagið). FRÁ 1. APRIL Fritidarlønin hjá teim- um, sum hava navigatør- pappirir, men eru mynstraðir sum dekkarar, skal framvegis gjaldast gjøgnum fiskimannafel- agið, sigur FSN. Broytingarnar skulu galda frá 1. apríl, sigur FSN í sínum uppleggi. Tá gongur sáttmálin millum reiðarafelagið og fiskimannafelagið út, og eftir hendan dag er reiðarafelagið ikki bundið til at gjalda stýrimonn- um fritidarløn gjøgnum fiskimannafelagið. FF Í BUKTINI Føroya Fiskimannafelag gjørdi herfyri vart vid, at tað gongur ikki við til, at frítíðarlgnin hjá stýrimonnum skal í- gjøgnum nakað annað felag enn fiskimanna- felagið. Semingsmaðurin royndi í síðstu viku at fáa fiskimannafelagið til al gera vart við, at tað fór at góðtaka broyt- ingina, sum FSN krevur, men tað vil felagið ikki. I EVSTU LOTU Reiðarafelagið noktaði í síðstu viku fyri at ganga krøvunum frá FSN á meti. Partarnir hava dagin í dag og í morgin aftrat, at koma á samt um ein sáttmála. Vit høvdu einki frætt um úrslitið av fundinum í gjár, tá blaðið fór til prentingar. ówh Atlantsflog DÐANUR ICELANDAIR SAF RN SE Faroe Travel Tlf 12600