týsdagur 8. januar 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
kanningartól
- tikið í nýtslu á Landssjúkrahúsinum, sum
Tryggingarsambandið hevur latið stovninum
til gávus.
Mynd: Kalmar
Nr. 4 — 8. januar 1991
Í gjár varð nýggjur
skannari tíkin í nýtslu á
Landssjúkrahúsinum, sum
kann nýtast til at kanna
likamid alt.
Tad er Tryggingarsam-
bandið sum hevur latið
tólið til gåvus, í sam-
band vid 50 åra stovning-
ardagin 1. juli 1990.
Heilkropsskannarin,
sum tólið verður nevnt á
Landssjúkrahúsinum, er
ein Siemens Somatom Hi.
Q. skannari og kostar 5
mió. krónur. Skannarin er
eitt teldustýrt rgntgen-
tól.
GAGNLIG GAVA
Anders Harboe Ree,
yvirlækni á røntgendeild-
ini, sigur við Sosialin, at
teir á Landssjúkrahús-
inum hava havt slíkt tól
í huga seinastu árini, og
at skannarin hevur verið á
fíggjarlógini seinastu
tvey - trý árini.
- Sum fíggjarvánirnar
eru í løtuni, hevði tað
neyvan verið møguligt,
at útvega slíkt tól, um
ikki gávan frá Trygging-
arsambandinum var kom-
in.
Fyri átta árum síðani
lat Sjévinnubankin
Landssjúkrahúsinum ein
skannara. sum kann nýt-
Tað er
tryggingarsambandið,
sum hevur latið til
gávus nýggja skannarin,
í samband við at
stovnurin fylti 50 ár í
fjør.
Mynd: Kalmar
ast til kanning av høvdi
og ovara parti av
hálsinum. Nýggji skann-
arin er ein sonevndur
"Wholebody-skannari,"
sum kann nýtast til alt
likamid. Sama slag av
skannara eru i Esbjerg.
Rønne, Viborg og á
Finsens Instututtinum.
TØKNIFRØDIN
OG
SJUKUAVGERD
Tekniskt og læknaliga
eru vit væl búnaðir til
hetta tól, sigur Anders
Harboe Ree. Tað tekur tó
nakrar mánaðir at fáa
allar partar vandar til
eitt nýtt tól, so tað kann
nýtast í gerandisdegnum
eins og undir bráfeingis
umstødum.
Hvat kann hetta tólið
nýtast til?
- Tað kann fyrst og
fremst nýtast til bæði
skjótari, nágreiniligari og
betri at kanna alt tað, ið
vit ikki hava havt møgu-
leika til áður.
- Umframt at kanna
skaðar í høvdi, so kann
hetta tólið nýtast til at
kanna skaðar á rygg,
menu og koku, blødingar
og skaðar í bróstholu og
búkholu á ein skjótan og
nágreiniligan hátt.
- Fyrimunurin er eisini,
at allar kanningar kunnu
fara fram á sama borði.
Tað hevur stóran týdning
fyri sjúklingar, t.d. um
teir eru illa løstadir, tå
ofta nógvar ymiskar
kanningar skulu gerast.
Nýggi skannarin á
Landssjúkrahúsinum er
ætlaður til kanningar av
likamnum, og hevur
tann fyrimun, at nógvar
ymiskar kanningar
kunnu gerast, uttan at
tað kortini er neyðugt
at flyta sjúklingin.
Sjúklingurin verður
fluttur á borðinum - alt
eftir hvør likamspartur
skal kannast.
Vinstrumegin siggjast:
Marius Rasmussen,
yvirlækni, Ragna
Reinert,
deildarsjúkrasystir,
Anders Harboe Ree,
yvirlækni og Elsa Horn,
sjúkrasystir
Tólið kann eisini
nýtast til krabbameins-
sjúkur - at staðfesta ella
úthýsa krabbameinssjúk-
um í høvdi, kroppi ella
útlimum.
Serliga hent er hetta
tól fyri at fylgja við í
gongdini av viðgerð av
krabba, fyri at síggja um
sjúkan stendur í stað,
batnar ella versnar.
- Sum nú er, mugu vit
ofta senda sjúklingar av
landinum, júst til hesa
kanning, sum higartil
hevur verið gjørd á
Ríkissjúkrahúsinum.
SJÚKLINGA-
VINARLIGT
Annars kann skannarin
nýtast til at kanna nýru,
livur, gall, bris o.a. fyri
at útihýsa krabba, eins og
vit kunu síggja bruna,
blødingar og annað.
Sjúkur í búkholu
kunnu verða truplar at
lýsa, og ofta kann tað
vera ein fyritgka hjá
sjúklinginum at verða
kannaður fyri hesar sjúk-
ur.
-Við nýggja tólinum
slepst ofta undan tílík-
um kanningum. Hetta tól
er tí eisini ógvuliga sjúk-
lingavinarligt,sigur And-
ers Harboe Ree.
Dagny