Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 4 — 8. januar 1991 Føroyar/EEC — Hoyvík/Tórshavn Um fólk eru í iva um hver støda Føroya til EEC skal verða, skal ein bert ímynda sær støduna Hoy- vík/Tórshavn. Hoyvík var ein komm- una við sínum rættindum og skyldum hjá tí fólki har búleikast. Fólkið har teivst sum í einari føroyskari bygd. Vid teimum uppbygdu traditionum og nyskapan. Sum ein nýggj tilflytara- bygd stendur fyri, vísti tað seg ikki at ávirka bygdina negativt — tvert- urímóti. Meg minnist tey, ið fluttu til Hoyvíkar fyrst í 70-árunum, tá ið byggi- stig 1 og 2 varð bygt. Tilflytararnir fullu lætt inn í tað hugnaliga um- hvervið. Skipað varð fyri ymisk- um tiltøkum fyri borgar- arnar. Millum annað var fastur tåttur at halda nýggjárshald — skrúð- gonga við faklum, bál, borðhald, reður og dansur. Bernini fingu sín part við: uppletur av segu, sangi, ábit o.s.fr. Ikki bert hesin tátturin vísti seg at blíva tradi- tion. Tey »gomlu« hildu trettanda sum fastan tátt um veitslusið. Eisini hesin táttur fekk fastar retur í tí fólki, sum setti føtur und- ir egið borð at búgva í Hoyvík. Nevnast kunnu onnur tiltøk í Hoyvík, sum ikki hava fingið livilíkindi. Hvussu við bygdahúsi- num?!! Tað virksemið sum har var. Alt virksemi skal hava ein karm at virka í. Vit sum hoyvíkskingar standa nú sum ein bygd, ið hevur mist alla upp- bygda traditión, sum okk- ara ungdómur bert kann uppliva við at vitja tey pláss, haðani hesi foreldur hava sínar retur. Hverjum eiga vit at takka fyri hetta úrslit/ar- beiði. Heilsanin er til tykkara Zacharias Wang og Katrina Dahl. Zacharias fyri at hava limað okkum inn í Havn- ina, har vit nú bert eru eitt fólk uttan frælsi og rætt- indi (hygg eftir Pædagog- Pól). Katrin Dahl fyri at hava arbeitt effektivt og avlíva alt ungdémnsarbeidi í Hoyvík, brotið allar meguleikar og karmar fyri ungdómsvirksemi. Hesir persónar, Katrin og Zacharias, hava skyldu at endurreisa og upp- byggja Hoyvík til tann trivna har var, og at eggja og skapa nýggj til tøk/møguleikar. Tú, Katrin Dahl, hevði eina rimmar huldutalu um gamlan sið í reðu tíni til fólkatingsvalið. Hví ikki flyta somu huldusegu um Hoyvík, hvat var gamal siður har fyrr o.s.fr. Vónandi tekur tú stig til at fáa trettanda- ella tjúg- undakveld hildið aftur sum fastur táttur í Hoy- vík, saman við eðrum neyðugum tiltøkum. Vónandi felir tú skyldu, sum vald úr Hoyvík til bý- ráðið í Havn, at virksemi og gamlar traditiónir við nýskapan og trivna aftur fáa retur festar i Hoyviks- haga. Við ynski nýggjár. um gott Hoyvíkskingur Hjálpið russisku jódunum I 1990 komu 200.000 jed- ar til heimland teirra, Is- rael, og í 1991 vænta ísra- elskir myndugleikar at 500.000 jedar fara at koma úr Russlandi. At ein slík hópinnflytan av fólki kostnar nógvan pening fyri Ísrael, er eyð- sæð — landið er framman- undan ikki serliga væl fyri figgjarliga. Ti er tad glediligt at fel- agið Føroyar-Israel hevur sett sær fyri at hjálpa í hesum máli. Og hetta skuldi verið púra náttúr- ligt fyri allar foroyingar — ikki minst okkum, sum játta okkum til kristnu trúgv og gudsótta, tí tað, sum fer fram, beint fyri eygum okkara er uppfyll- an av Guds lyftum til Is- rael, sum aftur skal verða savnað úr fjarløgu, á Isra- elsfjøllum; Ezekiel 36-37. Felagið Feroyar-Ísrael hevur skipað fyri at giro- kort til hesa hjálp til russ- isku jødarnar, liggja á øll- um posthúsum kring land- ið. Gironummarið er 56 499. Annars fer Felagið Fer- oyar-Ísrael at hava felags- fund á Hotel Hafnia sunnudagin 27. januar, har Ása Lútzen fer at vísa myndir frá ferð í Ísrael, í heyst og greiða frá stødu- ni har. Til henda fund eru . ell vælkomin — eisini tey sum ikki eru limir. Stuðlið Exodus-tiltakið. Biðið um frið yvir Jerusa- lem. Svenning av Lofti Kommunurnar eru arbeiðsgevarar — men uttan arbeiðsgevararætt!!! Kommunurnar eru ar- beiðsgevarar, segði løg- maður við pedagogarnar sum savnaðir vóru til mót- mælisgongu í Tinganesi hendan dagin. Men tað sum legmaður gloymdi at siga var, at kommunurnar ur arbeidsgevarar, men ittan arbeidsgevararætt. Hver arbeidsgevari í hes- im landi skilur ikki okk- im kommunur i hesum nåli. Hugsid tykkum til, ivussu tit skulu fåa eitt iubeidsplåss at hanga aman, tå rætturin at stjórna arbeiðnum ikki er il staðar. Eg veit ikki nær tað rongur upp fyri teimum, ð varða av hesum máli, at alan er um eitt fakfelags- strid, eitt fakfelagsstríð har ein fakbólkur — við teimum amboðum ið eru til taks — roynir at vinna sær so góðar treytir sum meguligt. Hesum havi eg alla virðing fyri, men við vunnum rættindum hjá nevnda fakbólki er ikki víst, at arbeiðsplássið ella tænastan til borgaran er trygg og í framhaldandi menning — tverturímóti! Setanar- og lønarkrøv eru sera avgerandi, ongin ivi um tað, alt veldst um hver metir. Men ongin skal fáa meg at trúgva, at sjálvt um ein íslendskur pedagogur bert fær helvt- ina av tí len og helvtina so góðar treytir sum føroysk- ir pedagogar, at so ís- lendsk bern og foreldur teirra fáa verri tænastu. Utan at nakar skal taka mær tað illa upp, so haldi eg at tey, ið framvegis hava eitt arbeiði, eru í eini góðari stødu, í mun til tey, ið als onki hava. Tí júst or- sakað av sáttmálanum við Pedagogfelagið, eru tað fleiri, ið mugu úr starvi ella eisini missa munandi í løn fyri at hesin kann haldast. Neyðugt er við nógvum keðiligum sparingum, sum ganga so tætt at góð- skuni, at talan verður um mistrivnað í tænastuni. Ikki er lætt at skilja landsstýrisins avgerðir um at spara í rakstri á ansingarstovnum, ongar útbyggingar verða loyvd- ar, samstundis sum ein fakbólkur fær tænastulík- ar setanartreytir saman við stórari lenarhækkan. Eg skal minna lands- stýrið á, at í Havn standa útvið 300 bern á bíðilista við ONGARI loysn. Hetta — saman við teimum setanarkrevum pedagogunum er tryggj- að, ger, at kommunali ar- beiðsgevarin talar at. Men hesin rættur verð- ur okkum sýttur. Ístaðin seta landsins myndugleik- ar og nevnd Pedagogfel- agsins foreldur og bern upp ímóti kommununum, við einum faisaðum pá- standi um at alt er rætt og regluligt, hetta hóast at landsstýrið veit og við- gongur nú, at málið ikki hongur saman — oga ls ikki moralskt — arbeiðs- gevari við ongum rætti? Framhald á síðu 13 Stjórin á LIMES Con- sulting vitjar Føroyar LIMES Consulting A/S er donsk rådgev- arafyritøka, sum í meira enn 25 år hevur verið + rådgevi hjá donskum og utlendsk- um — vinnulivsfyritøk- um. LIMES hevur eisini verið ráðgevandi hjá donskum amtum, statinum og kommun- um, og hevur verið við til at leggja til rættis týdningarmikil vinnu- lívsprojekt fyri tað al- menna í Danmark. LIMES verður eisini brúkt til samstarv og sum ráðgevi, tá tað snýr seg um at seta persónar í nevndir og virkisleiðslur á ymisk- um økjum. Bæði innan privata vinnulívið og á al- menna økinum hava teir øll árini gjørt seg galdandi vid at seta fólk i starv, kanningar hava verið gjørdar av dygd, evnum og ar- beiðsevnum hjá við- komandi persóni. Umframt hetta sam- starvar LIMES Con- sulting A/S við væl- kendar fyritøkur innan t.d. persånsmenning og tað, id vanliga verð- ur kallad »team-build- ing« undir navninum INTEGRO. — INTERPROFIL er annað samstarv, ið átekur sær »design managment«, tað vil millum annað siga, sum leggur til rættis reklamu, eyðkenni hjá fyritokum, búmerki, litir og onnur frámerki. Hetta hjevur alt selu- fremjandi endamál. — Millum kundarnar hjá INTERPROFIL eru best kendu fyritekur í Skandinavia. Eisini samstarvar LIMES við fyritøkur innan samskifti, vind- orku 0.s. fr. LIMES Consulting A/S hevur sæti i Keyp- mannahavn, har 10 folk starvast, umframt »freelance«, sum verða tikin inn til ávísar upp- gávur. Øll tey ið starv- ast hjá LIMES eru sera væl útbúgvin fólk, samstundis sum tey hava drúgvar vinnu- lívsroyndir. Stkórin á LIMES er figgjarfrødingur, = og hevur arbeitt innan danska bankaheimin í 25 ár, tey seinastu 7 ár- ini sum administrer- andi stjóri fyri út- lendska fíggingarfyri- tøku. Fyri 3 árum síðani gjørdist P/f MER- CHANT í Klaksvík samstarvsfelagi í Fer- oyum hjá LIMES Con- sulting A/S, og hava hesar fyritøkur í felag havt fleiri uppgávur í Feroyum hesi árini. Í tí sambandi, at stjórin á LIMES Con- sulting A/S — Arne Risbæk Kristiansen — vitjar fyritøkur í Før- oyum, fer hann at hava fyrilestur á Tekniska Skúla í Klaksvík týs- kveldið 8. januar kl. 19.30 fyri vinnulívs- fólki um evnið >Hesar broytingartíðirÉ. Eisini verður hevi hjá fólki — einsæris ella í felag — at hitta hann á máli, og seta spurningar, sigur P/f Merchant í tíðinda- skrivi. Fyrispurningur Í fylgjandi pørtum av års- ins morgunlestrum i ut- varpinum, varð greitt frá bønini Faðir Vár. Úr inni- haldinum viðvíkjandi dag- ligum breyði varð víst á, hvussu mikið hetta umfat- aði og fyriuspurningurin er settur fram av somu or- sek. Hvussuleiðis mega vit biðja Faðir Vár? Tí eg havi biðið, ár und- an ári, og Gud veit tað, onki fingið. dapur trúgvandi