Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Løgmadur — fær til Bruxelles! UM STUTTA tid verda aftur sam- ráðingar millum EF og Føroyar um eina frihandilsavtalu. Hetta er sam- bært einum av føroysku umbodu- num i samrådingarnevndini sidsta útkall, nú samráðst hevur verið so oftani. LOGMAÐUR vísti i nyggjårsrødu síni á, at neyðugt er at senda nýggja politiska áheitan úr Føroy- um til Bruxelles skal nakad spyrjast burtur úr ynski føroyinga at fáa eina nýggja handilsavtalu við EF. Hann segði, at embætisverkið í Bruxelles hevur ilt við at halda tey politisku lyfti, sum vórðu givin fyrr í fjør, segði løgmadur. EINGIN ivi er um, at legmaður hev- ur rætt í hesi niðurstøðu, men so mugu vit bara vóna at hetta verður Ábyrgdarblaðstjóri: Térfinn Smith Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Blaðfólk: Randi Jacobsen - gjørt — ella kanska longu er gjørt. Vit kunnu ikki bíða eftir einum nýggjum landsstýri til at fáa eina tilika åheitan avstað. Løgmaður eig- ur at fara til Bruxelles sum skjótast ella lata taka telefonina og ringja til EF-høvudsborgina. Tad var annars Jógvan Sundstein løgmadur sum á sinni sjálvur var í Bruxelles og tos- aði við topparnar har, og var úrslitið av tí m.a., at EF góðtók krav føroy- inga um at spurningurin um at lata fisk fyri toll als ikki skuldi vera uppi í samráðingunum. Vónandi fer ein nýggj áheitan frá løgmanni at hava eitt eins gott úrslit við sær nú, tá EF sær, hvussu torfør stødan hjá før- oyska búskapinum er í dag. OG TAÐ sum vit ynskja av EF er heldur einki órímiligt krav. Vit vilja hava eina avtalu, har føroyskur fiskiidnadur i framtíðini hevur møguleika at góðska fiskin og út- flyta hann til EF uttan toll. NÚ KANN ein sjálvandi spyrja, hvat vit í roynd og veru hava vunnið í Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard Utgevar: Pt Sosialurin Bustadur: Argjavegi 26 Postadressa: Postsmogu 76 Uppseting P't Sosiakurin Argjum 110 Tórshavn Prent Pt Pressan 1981 Telefon: 11820 Teletax: 14720 samrådingunum higartil. Tad er nu slettis ikki so lítið, men tað er bara ikki nokk, og tí eiga okkara samráð- ingarmenn at standa fastir við ikki at góðtak royndir EF's at gera okk- um til eitt land, sum í allari framtíð skal útflyta råvørur til EF. VIT HAVA so fingið tað burtur úr, at EF ikki krevur fisk fyri toll. Og EF hevur eisini góðtikið at strika tollin á ellum fiskavørum, men tó við teirri avmarking, at loft verður lagt á ávísar vørubålkar, serliga tå talan er um at góðska fiskin meira í Før- oyum. Her sigur EF, at vit sleppa at útflyta til EF tollfrítt somu nøgdir av góðskaðum fiskavørum, sum vit hava framleitt higartil. Og tað vil í veruleikanum siga nærum null, tí vit hava vitturliga gjørt lítið og einki við at góðska fiskin meira. Og tað er her hundurin liggur begrivin. OKKARA samráðingarmenn hava gjørt EF greitt, at tað ber ikki til hjá Føroyum at útiloka seg frá ti møgu- leikanum at skula góðska meira av fiskinum í Føroyum. Hetta er einasti máti at fáa eitt meirvirði fyri tær minkandi fiskanggdirnar, sum útlit eru til í 90-árunum. OG HER stendur tað so. Fiskiidnad- urin í EF er ikki sinnaður at slaka og hevur givið sínum samráðingar- monnum greið boð, at hann ynskir at fáa råvøru frá londum sum Føroy- um, ið ikki eru limir. Og tað er her Igmaður må koma inn í myndina og greiða Delors og øðrum góðum monnum frá, at EF má sleppa kravinum um at leggja toll á góðsk- aðu vørurnar, sum føroyingar vænt- andi fara at framleida meira av i framtíðini. Við meira enn 80% av okkara útflutningi eru vit bundin at EF upp á hond og fót. Nú verður so spennandi at vita, hvat EF fer at siga til enn eitt politiskt initiativ úr Føroyum. Latið hetta initiativid koma skjótt og latið tað tala Føroya sek. EF má eisini fáa at vita, at før- oyingar eru ikki sinnaðir at fara upp í EF. Men vit ynskja eitt samarbeiði og vóna at EF fer at ganga okkara ynskjum á meti. 14. september og javnaðarhorur ið fór saman við sam- bandinum. royndum seinastu tvey ár- ini — so er best við eini Yvirtøkur -0g hvat so? mánaðir hava grópa „Spennandi verður at vita, hvussu langt Óli Breckmann fær buks- urnar niðurum aftur- partin á javnaðarhor- uni'« skrivar 14. sep- tember í viðmerking til samgongusamráðing- arnar millum javnaðar- flokkin og fólkaflokkin. Málgangið hjá tjóðveldis- flokkinum hevur verið í eðini inn á javnaðarflokk- in líka síðani valið í 1988. Eftir valið gjerdi tjóð- veldisflokkurin av, at hann undir ongum um- stødum fór í Tinganes saman við javnaðarflokki- num, hóast hesir báðir flokkar høvdu verið i sam- gongu til valið tå. Alt ann- að — bara ikki javnadar- flokkin. Og 14. september fekk sítt ynski uppfylt. Javnaðarflokkurin varð settur uttanfyri alla ávirk- an. Men fyri at hetta skuldi bera til noyddist tjóðveldisflokkurin at slúka nakrar kamelar. Hann varð noyddur at fara í samgongu við erka- fígginda sín sambandið. Vit hava her í blaðnum átalað tjóðveldisflokkin fyri hesa gerð. Ikki endi- liga tað, at hann fór sam- an við sambandinum. Tað var hansara val. Men hetta at fara saman við sambandinum bara fyri at kunna hevna seg inn á javnaðarflokkin. Tað var tað, sum vit mettu bæði ómansligt og undirbrot- ligt. Og vit vístu eisini alla tíðina á, hvussu nógvhetta kundi koma at kosta flokkinum. Valúr- slitið prógvaði at vit hevdu rætt. Nú velur 14. september so at kalla javnaðarflokk- in fyri eina horu, tí at flokkurinfer í samgongu við ein av sínum argastu mótsteðuflokkum, fólka- flokkin. Tað skal ikki vera nakað dulsmál, at tað eru javnaðarfólk, sum seta eitt stórt spurnartekin við eina slíka samgongu. Vit hava jú demokrati, so hetta er bara natúrligt. Ikki minst vit hava víst á vandan við eini sam- gongu, har júst javnaðar- og tjóðveldishatarin Óli Breckman er tungan á vágskálini. Men tað er meirilutin, sum ræður, tá tað snýr seg um at skipa eina samgongu, eins væl og tað var tað, tá tjóðveld- Búskaparliga steðan í landinum er so mikið álv- arslig, at landið kann ikki liggja í stjórnarloysi long- ur. Tað hvílir ein sera stór ábyrgd á javnaðarflokki- num sum stersti flokkur at fáa eitt landsstýri skip- að. Og sum steðan er vorð- in hevur flokkurin ikki loyvi til bara at hyggja at egnum áhugamálum. Hann er noyddur at finna flokk/flokkar at virka saman við í fýra ár. Sam- bandið hevur meldað frá, og hvat tjóðveldinum við- víkur, so kann ikki sigast, at tað hevur víst serligan áhuga fyri at koma út aft- ur í Tinganes saman við javnaðarflokkinum. Tað skuldi eisini verið legið, tá hugsað verður um, at sami flokkur setti sum treyt fyri at fara út í Tinganes eftir valið í 1988, at javnaðarflokkur- in varð hildin uttanfyri. Um broytta tingmanning floksins hevur broytt hesa steðu mótvegis javnaðar- flokkinum er ógreitt. Hvussu er og ikki — vit mugu og skulu hava eitt landsstýri. Flestu fólk halda, at sum tíðirnar nú eru — og eisini út frá samgongu við fæst megu- ligum flokkum. Her er so bara tan eini meguleikin við tveimum flokkum og sýnist tað sum um, at hetta verður samgongan. Spurningurin er so um hesir báðir flokkar eru for- ir fyri at fáa landið aftur á beint. Tað eru í hvussu so er teir, sum hava fingið størstu undirtøkuna frá veljarunum. Menn og kvinnur mugu nú fara til arbeiðis. Enn hava vit lítið og einki fingið at vita um, hvat hesir flokkar eru samdir um. Júst tí er eis- ini sera torfert at hava nakra meining um eina slíka samgongu. Men tað verður áhugavert at síggja, hverji fingramerki ávísur politikari fær í eitt komandi samgonguskjal. Hóast samgonga milium C og A, so skal 14. sep- tember verða vísur í, at Sosialurin framhaldandi fer at vera fremsta bol- bverkið móti tí ekstre- mistiska hegra, antin tað so er at finna í fólkaflokki- num ella í eðrum flokkum. Hetta meta vit sum eina okkara fremstu uppgåvu. tíðindablaðið Eitt av gandaorð- unum í føroyskum politikki hevur í mong ár frá ávísum síðum verið: yvirtøkur. Bert yvirtikið verður, so eru trupulleikarnir burtur, hevur ein havt varðhugan av. Minni hevur verið tosað um hvussu vit hava verið før fyri at umsita tað vit hava yvirtikið. Eitt av hesum málum er postverkið, sum varð yvirtikið fyri umleið 15 árum síðani. Vanligu viðskifta- fólk postverksins hava helst ikki í gerðandisdegnum merkt so nógv til hesa yvirtøku, men tað hevur landskassin (og við honum skatt- gjaldarin). So meint hevur landskassin verið raktur, at hann talaðit hann at. Boð vóru send eftir donskum rationali- seringsserfrødingum, sum nu i nakrar hvørja skuffu i- gjøgnum. Teir eru nu lidnir vid arbeidi sitt og frågreiding er skrivað. Men sum alt annað í Føroyum, skal hendan frágreið- ingin eisini dyljast og gevur hetta sjálvandi alla orsøk til nógvar gitingar. Vit skulu ikki gita her og nú, men bert vóna, at tá sjóneykan nú verður sett á føroyska postverkið, verður ikki bert hugt eftir vaskikonulønun- um ella teimum, sum dag og dagliga sjagga út við postinum, men at eisini verður farið longur upp í stigan. Tað kundi verið, at okkurt kundi verið annarleiðis har. tíðindablaðið EO