mikudagur 9. januar 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 5 — 9. januar 1991
Navigatørarnir:
Síða 3
Føroya Skipara- og Navigatørfelag vil hava fritidarlønina roknaða av
allari lønini og ikki bert av einum fiskiparti
Ein stýrimaður, ið t.d. fær
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Sum nevnt i blaðnum i
gjår, so krevur Føroya
Skipara- og Navigatør-
felag, at skiparar og
stýrimenn skulu fáa frí-
tidarløn roknaða av all-
ari lønini.
SAMBÆRT
SÁTTMÁLA
Lógin um fritidarløn
tilskilar, at arbeiðsgev-
arin skal gjalda frí-
tidarlønina. Fyri fiski-
menn verdur fritidar-
lønin rokna sambært
galdandi sáttmála.
Sáttmálin millum
reiðarafelagið og skipara-
og navigatørfelagid sig-
ur, at styrimenn fåa fri-
tidarløn roknaða av
einum parti, hóast 1.
stýrimaður á t.d. ísfiska-
skipum undir Føroyum
verður løntur vid 1,5
parti og 2. styrimadur
vid 1,25 parti.
EINS OG
ONNUR
Hetta vil Føroya Skip-
ara- og Navigatørfelag
hava broytt, soleidis at
fritidarlønin verður
roknað av allari lønini.
- Øll onnur fáa frí-
tidarløn roknaða av all-
ari lønini, so tað er so
sjálvsagt, at stýrimenn
eisini fáa tað, sígur Ell-
indur Abrahamsen, for-
maður í skipara- og
navigatørfelagnum.
Ein 1. styrimadur vid
t.d. 24.000 krénum i
fritidarløn hevdi i stadin
fingid 36.000 krénur.
Hart ímóti herðum Í
navigatermálinum
Eingin vil slaka, og tí bendir alt á, at Føroya Skipara- og
Navigatørfelagid fer í verkfall á miðnátt í kvøld
Fundurin í gjár milum
Føroya Reiðarafelag og
Føroya Skipara- og
Navigatørfelag var ikki
úrslitaleysur: greiða varð
fingin á tulkingarósem)j-
um í verandi sáttmála
eins og onkur “lættari
mål” vóru avgreidd, sum
tikið verður til.
Hinvegin varð eingin
semja burturúr í sam-
bandi við tey bæði
høvudskrøvini hjá skip-
ara- og navigatørfel-
21.000 krónur ein túr, fær fritidasløn roknada av 14.000 krón-
um. - Øll onnur fáa fritidarlønina roknaða av fullari løn og tað vilja vit eisini, sigur
STIGVIST
Eftirsum allir sáttmálar
á fiskiskipum eru brutto-
sáttmálar, so verða tað
reiðararnir, ið gjalda
munin; t.v.s., at fiski-
partarnir høvdu ikki
verdid skerdir beinleidis.
Ellindur Abrahamsen
sigur, at teir krevja ikki
hækkingina í einum, men
gjøgnumførda stigvist.
ówh
agnum: fritidarlønin
skal roknast av allari
lønini og ikki bert einum
parti, og reiðararnir
skulu gjalda fritidarløn-
ina hjá teimum, ið
mynstra sum stýrimenn
gjøgnum skipara- og
navigatørfelagid.
Reiðarafelagið vil ikki
ganga krøvunum å móti.
Í spurninginum um, hvat
felag lønin skal ganga
ígjógnum, skilst, at
reiðarafelagið ikki er
sinnað at ganga kravinum
á meti, fyrrenn Føroya
Fiskimannafelag hevur
givið "grønt ljós".
Hvat snýr tað seg um?
Hetta er spurningurin, sum flestu uttanfyristandandi
spyrja í samband við tær nógvu og at vísa seg
fløkjasligu Osemjurnar á arbeiðsmarknaðinum í hesum
døgum.
Trætan millum Føroya Reiðarafelag og Føroya
Skipara- og Navigatørfelag hevur tvinnar tættir.
Annar snyr seg um upphæddina av fritidarløn. Har
er tað so. at dekkarar (og øll onnur) fáa fritid-
arlønina roknaða sum prosent-part av allari lønini;
undantikid eru skiparar og stýrimenn: teir fáa frí-
tidarlønina roknada av einum fiskiparti, hóast lønin
er hægri
Hin snýr seg um, hvussu fritidarlønin hjá stýri-
monnum skal útgjaldast. Í sáttmála millum Føroya
Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag stendur, at
eisini stýrimenn skulu hava teirra fritidarløn út-
goldna igjøgnum fiskimannafelagið. Hesin sáttmáli
kann sigast upp til 1. apríl.
+ Føroya skipara- og navigatørfelag
(FSN)
- krevur at fritidarlønin hjá stýrimonnum verður
roknad av allari lønini og ikki bert einum parti; hetta
skal setast i verk stigvist
- krevur at reidararnir gjalda fritidarlønina hjå
styrimonnum til FSN frå 1. april (og ikki ul Føroya
Fiskimannafelag), ti stýrimenn eru limir í FSN
- vísir á, at formliga er einki, sum forðar reiðara-
felagnum at ganga hesum seinna á møl, tí felagið er
frítt stillað frá 1. apríl
- vísir á, at flesallir stýrimenn eru limir í FSN og
standa aftan fyri krgvini
+ Føroya Fiskimannafelag (FF)
- góðtekur als ikki, at FSN tingast vegna stýrimenn
um mál, sum ikki serliga viðvíkja stýrimonnum, tí
allir styrimenn eru limir i FF
- góðtekur als ikki at fritidarlønin hjá stýrimonnum
verður goldin gjøgnum FSN, ti allir fiskimenn uttan
skiparar eru limir í FF
- vísir á, at tað er FF, ið hevur vunnið stýrimonnum
tær sømdir teir hava, Ld. fritidarlønin (sum er vorð-
in lógarfest seinni)
- vísir á, at minni enn helvtin av stýrimonnum eru
limir í FSN
- vil gera eina samstarvs-avtalu við FSN undir
verandi fortreyt (te. at fritidarlønin hjá
stýrimonnum verður goldin til FF, sum avroknar
renturnar við FSN og fær ómakslen fyri hesa
umsiting
- mælir stýrimonnum ul ikki at geva verkfalsboðum
frá FSN gætur
+ Føroya Reiðarafelag (FR)
- vil ikki ganga vid til at hækka fritidarlønina hjå
styrimonnum; tad fer at økja rakstrarútreiðslurnar
- vil treydugt ganga við til at eftirlika kravinum frå
FSN um FR skal gjalda fritidarlønina hjå styri-
monnum gjøgnum FSN heldur enn FF, fyrrenn
vidurskiftini vid FF eru greid
- eggjar FSN og FF at fåa greidu å hesum sina
millum, ådrenn FR kann taka endaliga stødu til
kravid
Reiðarafelagið hevur
tók tískil stig til ein
fund millum Føroya
at umsita fritidarlønina
hjå styrimonnum.
Semingmadurin hevur
Fiskimannafelag og Før-
oya Skipara- og Naviga-
tørfelag, har seimings-
maðurin eisini skuldi
vera til staðar.
Fundurin skuldi vera
klokkan 16.00 í gjár. Vit
hvødu einki frætt frå
fundinum, tá blaðið fór
ui prentingar. Útvarpið
visti á middegi í gjár at
siga frá Óla Jacobsen,
formanni i Føroya Fiski-
mannafelag, at felagið
fór ikki at sleppa verandi
sáttmálarætti sínum um
framlongt sáttmálan
millum Skipara- og
Navigatørfelagid og
Reiðarafelagið til á
miðnátt í kveld; longri
kann hann ikki útsetast.
Ellindur Abrahamsen,
formaður i Føroya
Skipara- og Navigatør-
felag, segdi fyri Sosial-
inum i gjår, at fekk
felagid ikki eina sått-
málaloysn, tað kundi
liva við, so varð verk-
fall.
ówh
CI