Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 6 — 10. januar 1991 Bíðar úti á stødni Síða 5 Høllin, ið Argja kommuna í summar keypti úr Danmark, kann ikki setast upp, fyrr enn lendisviðurskiftini eru greið Síðan jun mánað hevur høllin, sum Argja kommuna keypti úr Danmark, staðið á stóðni á Argjum, sundurtikin Síðst í juni mánaði kom eitt skip á Argir við eini høll, Argja kommuna keypti úr Danmark. Bara partur av høllini kom við skipinum, so stór var hon. Erland T. Jacobsen, bygd- arráðsformaður á Argjum, læt væl at keypinum, tí høllin skuldi vera sera bilig. Høllin er tó enn ikki tikin í nýtslu. Elementini og sperr- urnar standa framvegis á stødni á Aregjum. Høllin verður tó væntandi sett upp í ár, sigur Erland T. Jacobsen. Tað hevur drigið eitt sindur út, men neyðugt var at taka høllina heim i summar, tá hon varð keypt, sigur hann. Lendisviðurskiftini = eru orsøkin til, at høllin ikki er sett upp enn. Kommunan eigur ikki lendið, hon skal setast á. Tað skal maka- skiftast, soleiðis at komm- unan fær hetta økid fyri eitt annað, hon eigur. Beint nú er Matrikulstovan við at gera uppmátingar. Við frakt og øllum ødrum íroknað, kostar høllin, sum hon stendur, kommununi 0.u. 700.000 krónur. At seta høllina upp verður ikki tað stóra arbeiðið, heldur bygdarráðsformað- urin. Kommunan hevur nógv fólk, sum kann stoypa fundamentið at seta undir høllina. So er bara at seta elementini upp, men tað må gerast av gðrum, sigur Erland T. Jacobsen. Frystirúm hoyrir til høll- ina, ið annars skal nýtast til goymlsu við amboð og maskinur hjá kommununi, og ruskbingjurnar hjá kommununi sleppa tá eisini undir tak at standa. randi Byrja upp á arnagarðin Gongur byggingin eftir ætlan, letur barna- garðurin á Velbastað upp longu í apríl mánaði Samstundis sum aðrar kommunur hava ilt við at svara hjvgrjum sítt, fer Velbastaðar kommuna at byggja barnagarð. Arbeiðið byrjar fyrsta dagin. Tað fer ikki at taka langa tíð at fáa húsini upp. Órógvar veðrið ikki ov nógv, skal húsið verða liðugt í mars mánaði, sigur sáttmálin, Velbastaðar kommuna hevur gjørt við P/F Norðsetur, sum byggir bamagardin, ið verður eitt sniðhús. Barnagarðurin á Velba- stað fer at rúma 30 børnum, og útivið 30 børn eru í kommununi til barnagarð- in, heldur Helma Frydal, bygdaráðsforkvinna á Vel- bastað. Enn hava tey ikki skrivað børn upp til barna- garðin, men ætlanin er nú at bjóða foreldrum á fund at hoyra meira um barnagarð- in. Við øllum fer barnagarð- urin at kosta o.u. 18 mió. krónur. Helma Frýdal held- ur tað vera væl ráðiligt av kommununi at gera slíka íløgu nú, sjálvt um framtíð- arvénimar í landinum tykj- ast daprar. Flestu fólkini hava fast arbeiði, ikki tengt at fiskivinnuni, og komm- unan telist millum teirra, sum eru best fyri fíggjarliga. randi Strævið » athíða Kommunulæknarnir Í , Havn eru ovbyrjadir og hava ilt vid at góðtaka, hví tað skal draga so någv út við at seta sjeynda kommunulæknan Éin av teimum seks kommunulæknunum i Havn hevur verið sjúkrameldaður í mán- aðir, og tað verður ikki beinanvegin, at hann kemur aftur til arbeiðs. Eingin avloysari er fyri hann. Ein annar kommunu- lækni fer um nakrar vikur uttanlands eina tíð, uttan at nakar kemur at avloysa. Tá verður bara fýra kommunulæknar í Suð- urstreymoyar lækna- dømi. Teir skuldu verið sjey, um sjeyndi komm- unulæknin hevði slopp- ið til verka. Kommunulæknarnir í Havn eru við at ganga undur í arbeiði, og teir ótolnast eftir, at sjeyndi kommunulæknin byrj- ar. Sum nevnt í Sosial- inum í gjár, dregur út, tí Tórshavnar býráð enn ikki hevur góðtikið til- boðini upp á útgerð, nýggi kommunulæknin skal hava. Kommunulæknarnir í Havn eru bilsnir av, at keypið av útgerð skal vera orsøkin til útsetan- ina. Tað er ikki hent áður, og kommunu- læknin biðjur ikki um nakað út yvir tað van- liga. Poul Michelsen, bý- ráðsformaður í Havn, umreddi í Sosialinum í gjár ein almennan grunn, ið hann segði eftir réttum skal figgja megininpartin av lækn- aútgerðini. Hetta er grunnurin til heilsu- midstødir, sum helst er tómur eins og flestu aðrir grunnar. Tað kann tó ikki vera nøkur und- anførsla hjá Havnar kommunu fyri at drála, tí í so mongum gðrum fórum, eitt nú við havn- arbygging leggja kommunurnar út og fáa pengarnar afturgoldnar seinni, heldur Kaj Kalls- berg, kommunulækni í Havn. Hann og hinir kommunulæknarnir vóna, at Tórshavnar kommuna skjótt fær avgreitt málið, at út- gerðin til læknan verður biløgd beinanvegin, so nýggi kommunulæknin kann byrja í seinasta lagi 1. mars. randi Fakfeløg átala Føroya Pedagogfelag fær góðan stuðul frá ødrum fakfeløgum. Tysdagin hevdi Sam- starvsráð Fakfelaganna fund um pedagogósemj- una. Samstarvsråd Fak- felaganna er ein sam- skipan av fakfeløgum, sum hav sáttmála við tað almenna. Samstarvsráðið sigur í tíðindaskrivi frá fund- inum, at tað mótmælir viðferðina, Føroya Ped- agogfelag hevur fingið, og tað góðtekur ikki, at gjørdir sáttmálar ikki verða hildnir. - Vit åtala samstundis harðliga, at Føroya Landsstyri ikki fylgir egnum samtyktum og br úkar teir møguleikar, sum landsstýrið í veru- leikanum hevur til at fáa kommunumar at halda gjørdar såttmålar, sigur samstarvsráðið, ið gev- ur Føroya Pedagogfelag sin fulla stuðul i stríð- num fyri at verja sátt- málabundin rættindi.