Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 i ed at Tað er við piprandi hjarta tú setir teg framman fyri sjónvarpið eitt yrka- kveld, har kanska onkur góður filmur er á skránni í TV-3. Tað er ikki greitt frammanundan, um tað nú riggar við tekstinum, tí tað hendir bert av og á. - Jú, tað ber til at sløkkja tólið. Hinvegin er tað so dek- ans harmiligt um TV-3 sendir onkran góðan film, sum tú kundi hugsa tær at sæð. HARMILIGT Øll munnu hava sæd TV- 3, tå myndir og tekstir ikki snúgva seg um sama evni. Td. ein am- erikanskan film, við tekstum, sum - lættliga skilst er ein enskur filmur um heilt annað evni enn tað, sum mynd- irnar vísa. I ødrum føri, at síggja franskan film vid ongum teksti, ella bert tad at tekstin kemur hálvan tíma ov seint ella ov tíðiliga til myndirnar, sum vístar verða. Tá er ringt at gita sær til, hvat vit skulu við TV-3! Sosialurin hevur fleiri ferðir roynt at fingið greiði á, hvat tað er sum bagir, tá myndir og tekstir ikki samstundis kunnu sendast heim í stovurnar okkara. UMSITA SENDINETIÐ Aftaná at hava ringt til Per og Pól í Norður- londum, royndu vit at tosa við Telefonverkið. Har vistu teir so mik- ið, at teir hava ábyrgdina av sendinetinum. Ein teknikari vildi vera við, at talan var um kod- urnar, sum vóru broytt- ar, tá danir fingu egnu sendistød í fjør, og vit ikki skoyttu um danska TV-3. Hetta var i november månada, og ti er tad løg- ið, at einki munagott var gjørt fyri at bóta um sendingarnar. Á Telefonverkinum frættu vit kortini, at danir longu í november mánaða høvdu sagt, at føroyingar kundu vænta ólag í sendingunum, av tí at kodurnar skuldu broytast, tå føroyingar valdu at siggja tær norsk/sensku sendingar- nar, istadin fyri tær donsku i TV-3, men at teir i Danmark skuldu geva Telefonverkinum boð um, hvussu teir skuldu broyta kodurnar. -Trupuleikin er tann, at vit ongantíð hava hoyrt frá dønum síðani, sigur ein teknikkari á Nr. 6 — 10. januar 1991 Ruðuleiki í TV-3 sendingunum: Orð til ein myndir til annan - mynd og tekst verða sendar um tvær rásir. Av ti at kodurnar á parabolinum í Fóroyum venda móti donsku rásini - myndin móti norsk/svenska TV-3, er ruðuleiki á skíggjanum Mynd: Kalmar Telefonverkinum. Um spurningurin bert er at broyta okkurt tek- niskt í parabolinum við Grótbrotið, so átti tað ikki at verið so drúgt at fáa sendingarnar í rætt- lag? SKEIVAR KODUR Vit ringdu aftur til Danmarkar og spurdu TV-3 í Danmark, hvar slík teknisk hjálp var at fáa, sum kundi geva TV- 3 hyggjararum i Føroy- um frið í sálina um kvøldarnar. Tað er Finvik fyri- tøkan í Danmark, ið er eitt systurfelag hjá TV- 3, sum tekur sær av øllum parabol- og hy- bridesendingum i Dan- mark. Henda fyritøka selir og setur upp slíka útgerð, eins og teir selja so- nevndar haldararásir - eini sjey ymsar rásir, sum privatfólk hava møgu- leika at velja. Serliga er talan um tíðindi, barnasendingar og rásir, sum bert senda filmar Fyri at fáa mynd og tekst at fylgjast á skíggjanum, er neyðugt at broyta kodurnar í parabolskipanini. Hóast ólag hevur verið á sendingunum hjá TV-3, hevur Telefonverkið sum umsitur sendinetið, ikki fingið nakrar klagur, sigur teknikari á Radiodeildini á telefonverkinum við Sosialin. Vónandi verða viðurskiftini skjótt fingin í rættlag Tað er ikki sørt ørkymlandi at síggja ein amerikanskan film, sum norskisvenska råsin sendir myndir av, vid tekstum til ein heilt annan film, sum danska TV-3 deildin samstundis bjóðar hyggjarunum í Danmark. Í Føroyum skoyttu vit ikki um tær donsku sendingarnar, men valdu norsk/svensku skráðina ístaðin. Hetta er ivaleyst ein.av orsøkunum til ruðuleikan, tá havnarfólk og onnur, sum síggja TV-3, hava stytt sær stundir framman fyri sjónvarpið seinastu tíðina. Nógv vilja hava í boði at síggja TV-3 sjónvarp, men hetta er tó ovbodid allan sólarringin. Umframt hetta, so skrásetir Finvik allar kodurnar, sum teir so aftur selja til ymsu sendistødirnar, eisini til Føroya. Kristian Nielsen, marke- tingstjóri á Finvik, sigur við Sosialin, at hann ikki veit av, at kodurnar í Føroyum skuldu broyt- ast. Hann sigur at felagið í Føroyum er skrásett hjá teimum, og at tað bert snýr seg um at broyta hesar kodur, so mynd og tekst fylgist, tá vit fáa sendingar inn í stovur- nar. Kristian Nielsen held- ur kortini - eftir tí sum vit hava greitt frá um ruðuleikan í TV-3 hjá okkum, at kodurnar eru í ólagi, sum nú er, um- framt at ein umstilling eigur at fara fram. Orsøkin til at vit fáa mynd við skeivum teksti, er tann, at parabol-an- tennan í Grótbrotinum er kodað til danska TV-3. SENDA YMIKST TILFAR Av tí at myndirnar fara um eina rás og tekstirnar um eina aðra - fyri at veita norrmonnum norskan tekst, dønum danskan tekst o.s.fr., er ivaleyst hent tad, at før- oyingar fáa myndirnar frå norsk/svensku sending- unum, og sidani danskar tekstir, sum tå i løtuni verda sendar i Danmark. Tad er ikki i øllum førum, at allar TV-3 stødimar senda sama til- far samstundis, og ti gerast vit ørkymladi i Havn og aðrastaðni i Føroyum, har TV-3 sæst. Marketingstjórin í Finvik játtaði fyri Sos- ialinum, at teir skuldu seta seg í samband við deildina á Telefonverkin- um, sum umsitur sendi- netið, og fyri at vissa okkum um, at umvæl- ingin nú verður gjørd, ringdu vit á Telefonverk- ið og boðaðu teimum frá hesum - og góvu teimum tif. nummarið hjá Fin- vik. Dagny