Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 6 — 10. januar 1991 | Lóggáva og umsiting | eru ofullfiggjad -Eg eri samdur vid Olavi i, at bæði lóggáva og umsitingar- praksis í Føroyum eru ófullfíggjað og ikki nóg væl tryggja góðan umsitingarsið og javnan rætt mótvegis almennum myndugleikum, sigur Kjartan Hoydal í sínum ummæli av bókini hjá Olavi Christiansen, Búskapur og Politikkur. Eitt stutt ummmæli av bókini hjá Ólavi Christ- iansen Búskapur og Politikkur — áttatiár- ini og framtíðini. Fer- oyakletturin. Eg hevði ætlað at gjørt eitt fullfíggjað og ná- greiniligt ummæli av bók- ini hjá Ólavi Christiansen, sum er eitt savn av grein- um, sum hava staðið í Dimmalætting. Bæði tí ein heildarlýsing av fer- oyskum búskapi er so sjáldsom, at hon hevur uppiborið viðmerking og ti so týdningarmiklir spurningar verða reistir í bókini. Men eg eri komin eftir, at frægari man vera at heita á fólk um at ogna sær bókina og lesa hana, heldur enn at greina hana út í æsir. Tað er á ein hátt spell, at bókin er vorðin bland iv lærubók og politiskum riti, men hetta bilar ikki hóast alt. Tað týdningar- mikla er, at Ólavur setir nakrar spurningar, sum eiga at verða svaraðir. Um tú ivast í onkrum, hann skrivar og ert ósamdur í eðrum, so eru hevuðs- spurningarnir so týdning- armiklir, at ikki slepst undan at svara teimum. Politisku myndugleikar- nir eiga at taka steðu til teir og almenningurin eig- ur eisini at viðgera teir, um vit skulu læra nakað av teimum mistekum, sum eru gjørd seinastu nógvu árini. Ein av hevuðstonkun- um hjá Olavi er, at galið er stýrt. Hóast tey politisku tólini og neyðuga vitanin hava verið til staðar til at steðga skeivari gongd ella leggja upp fyri óhepnum avleiðingum, so eru tey skeivt nýtt. Mær tykist at Ólavur er á rættari leið her og kundi hugsa mær at nevnt nak- rar grundir fyri skeivu gongdini. Ein orsek er óivað hin vanligi politiski óviljin at gera broytingar. Er ein skipan fyrst komin, er ringt at sleppa undan henni aftur ella tátta í. Ein onnur er lyndið til bert at síggja smápartar- nar og ikki heildina. Góð- tøka av einum realkreditt- láni kann ikki vera nakar meinbogi, men tá øll verða løgd saman, so er galið. Er meguligt at geva 1 fiski- loyvi, so má tað næsta eis- ini gevast. Eitt er í lagi men tá talt verður saman er galið. Hevuðsorsekin tykist mær tó at vera vantandi metingar av avleiðingum Í samráðingum millum politiskar flokkar og kanska serliga samgongu- samráðingum, seta partarnir sær ymisk mál. T.d. at stuðla fiskivinn- uni. Eingin politisk ó- semja er um hetta. Ein vælvirkandi fiskivinna, sum veitir ellum í henni rímulig kor kann eingin Ungur bakari sækir arbeiði. Tif. 19890 Odyrur bilur Polda (Fiat 125) frå Polandi. Hevur bert koyrt 23.000 km. Årg. 87, biliga til sølu. TIf. 10538 vera ímóti. So skulu bú- skaparligu tólini veljast at stuðla fiskivinnuni og nú gongur galið. Tey tólini, sum verða vald, tann formurin stuðulin fær, geva als ikki tað úrslitið, sum politisku myndug- leikarnir ynsktu, men hitt beint øvugta. Niðurfisk- aðar stovnar, stirvið virk- is- og selulið og støduga kreppu. Eitt annad dømi, sum Olavur vid røttum ger nógv burtur úr, er upp- skotið um at lækka allar lenir við 20%. Ólavur vísir greitt, at hetta uppskot als ikki ferir til tað úrslit, sum teir sum evnað hava til uppskotið ætlaðu, at beta um kappingarferið hjá føroyskum vinnulivi. Um ein mynd kann nyt- ast, so kunnu vit hugsa okkum at politisk semja er um at gera eina brúgv um okkurt sund. Politisk semja verður um at gera hetta á ein ávísan hátt, men tá avtornar vísir tað seg, at hóast politisku semjuna, so heldur brúgv- in ikki. Á sama hátt er vid øør- um økjum. Fyri at rekka ávísum politiskum máli er neyðugt at nýta ávísa tekniliga og fakliga vitan, ávísar útrokningar. Hetta er galdandi innan fyri fiskivinnuna og innan fyri búskapin yvirhøvur. Með- an eingin ivast í, at met- ingar og útrokningar mugu gerast tá talan er um eina brúgv ella eini hús, so verða innan fiski- vinnu- og búskaparpoli- tikk ongar útrokningar nýttar til at lýsa hverjar avleiðingarnar eru og hvussu ein skipan kann rekkast, sum heldur og er samfelagsliga at gagni. Hetta er hevuðsboð- skapurin í bókini hjá Olavi og er ein høvudsat- finning móti føroysku po- hevur opið månadag- fríggjadag kl. 9-16. Telefonir: 182 22 og 19288 litisku skipanini og móti skipanini í feroyskari al- mennari umsiting. Eg eri samdur vid Olavi i, at bædi loggåva og umsiting- arpraksis i Føroyum eru ófullfíggjað og ikki nog væl tryggja góðan umsit- ingarsið og javnan rætt mótvegis almennum myndugleikum. Men lesið bókina sjálvi. Hon elvir til at hugsa av nýggjum og læra av mis- tøkum og tað er kanska tað mest er tørvur á í let- uni. Kjartan Hoydal Ólavur Christiansen vísir greitt, at uppskotið um at lækka allar lønir við 20 prosentum als ikki førir til tað úrslit, sum teir, sum hava evnað uppskotið, ætlaðu, at bóta um kappingarførid hjá føroyskum vinnulívi, sigur Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri. Rokniarkið PlanPerfect á B.A Føroya Data Skúli fer í viku 3 at hava eitt skeið i rokniarki num PlanPerfect. Forkunnleiki: Tað verður ikki kravdur nakar serligur kunnleiki til PlanPerfect, men ein fyrimun- ur er at hava grundleggjandi kunnleika til telduarbeiði. : Skeiðið er íttveir dagar og verðurmikudag- in 16. januar og hósdagin 17. januar. Vit byrja kl. 9, og gevast kl. 16. Innihald: Grundleggjandi hugtøkini í PlanPerfect verða gjøgnumgingin og uppgávur verða loystar, t.d.: fíggjar- og rakstrarætlan, veðskuldarabræv, skattauppgerð og skrá- setingararbeiði (leita og sortera). Tekning og upplýsing fer fram á tlf. 16173. FØROYA DATASKÚLI Brekkutún 1 Hoyvík - Tlf. 16173