Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 6 — 10. januar 1991 rá EF-arbeiðsbólkinum 8. kunnin VIRK á + # 4 4 f | á Grein 7 í Romar- sáttmálanum Millum tær meginreglur, sum ásettar eru í Rómar- sáttmálanum, er reglan, ið bannar øllum mannamuni, sum er grundaður á tjóð- skap. Henda regla er ásett í grein 7, 1. petti, og hevur hesa orðing: »Innan virkisekið í hesum mill- umlandasáttmála og við fyrivarni av serligum åsetingum i hesum er all- ur mannamunur, ið gjørd- ur veråur grundadur å tjóðskap, bannadur«. Teir, sum á sinni orðaðu Rómarsáttmálan, hava við at seta hesa reglu mill- um reglurnar um sam- starv víst á serliga týdn- ing hennara. Teirra áskoðan var, at londini í Europa í eldir hevdu lagt mest sum ov stóran dent á tjóðina og við hesum eisini tjóðskap- in. Hetta hevur í okkara eld havt við sær sera óhugnaligar politiskar og fíggjarligar avleiðingar. Ætlaða samstarvið mill- um londini í EF skuldi tí byggja á bann fyri, at tjóðskapurin skuldi hava nakran rættarligan týdn- ing. Á hverjum økjum er grein 7 galdandi? Eftir orðingini er reglan bert galdandi: + innan virkisøki Rómar- sáttmálans og * um grundin til manna- munin er ávísur tjóðskap- ur. Tá reglan bert er gald- andi innan — virkisøki Rómarsáttmálans, forðar hon bert fyri mannamuni mótvegis borgarum og virkjum í hinum limalond- unum innan EF. Reglan forðar tískil ikki fyri, at limalondini gera manna- mun mótvegis borgarum og virkjum í londum uttan fyri EF. Tá EF-samstarvid (og virkisøki Rómarsáttmál- ans) ikki enn er galdandi á øllum økjum, eru framveg- is øki, har loyvt er at gera mannamun, sum grundar seg á tjóðskap. Sum demi kann nevnast útbúgvingarlóggáva, har limalondini framvegis kunnu áseta reglur, ið gera mannamun á egnum borgarum og borgarum í hinum limalondunum. Tá bert mannamunur, sum grundar seg á tjóð- skap, er bannaður sam- bært grein 7, so kunnu limalondini framvegis gera mannamun, bert hes- in mannamunur íikki grundar seg á ávísan tjóð- skap. Mannamunur, ið byggir á sakligar grundir, er so- statt loyvdur. Sum demi kann nevn- ast, at tann treyt, at per- sónur skal duga ávíst mál ella búgva á ávísum stað, kann vera at meta sum mannamunur, sum ikki er loyvdur sambært grein 7. Talan er tó ikki um brot á grein 7, um sakligar grundir eru fyri hesum treytum, t.d. tá ein fyri- treyt fyri at kunna rekja ávíst starv er, at viðkom- andi dugir ávíst mál. Heldur ikki er talan um brot á grein 7. um eitt limaland setir sum treyt, at persónur skal búgva, har hann rekur virki sítt, t.d. í ávísari kommunu. Tá henda treyt er galdandi fyri egnar borgarar og borgarar í hinum lima- londunum, er ikki talan um mannamun. Sjálvur Rómarsáttmál- Arbeiðshandskar! — keypið so teir føroysku Nú eru vit komin rættiliga í gongd við framleiðsluni av handskum. Teir fáast í øllum støddum i øllum heil- sølum og handlum kring landið. Stuðlið føroyskari framleiðslu! Pf. Handskavirkið á Húsum TIf. 57900 - Fax. 57268 in ásetir, sum hann er orð- aður í dag, fleiri undantek frá hesari meginreglu, og fevna hesi undantøk um stóran part av teimum tydningarmestu økjunum innan EF-samstarvið. EF-dómstólurin hevur ásett, at umframt lima- londum og stovnum innan EF, so er eisini bannað privatum, t.d. virkjum og feløgum, at gera manna- mun grundað á tjóðskap. Eisini hevur EF-dóm- stólurin bannað sonevnd- um n„fjaldum< manna- muni, t.e. at t.d. limalond- ini áseta treytir, sum í veruleikanum fera til sama úrslit, sum um sett- ar vóru í gildi reglur, sum beinleiðis viltu, at manna- munur varð gjerdur or- sakað av tjóðskapi. Í stuttum kann sigast, at grein 7 setir bann fyri ásetingum av treytum og eyðkennum, ið kunnu metast at gera tað lættari hjá ávísum EF-borgarum í mun til aðrar at fáa ávísar semdir ella at sleppa und- an ávísum byrðum. Framtíðar- gongdin Gongdin innan EF-sam- starvið, t.d. við innara marknaðinum, sum kemur í gildi áðrenn árslok 1992, fer uttan iva at bera við sær, at reglan um bann fyri mannamuni grundað- ur á tjóðskap verður gald- andi á alt fleiri økjum, og at undantekini sostatt verða alt færri. Rættarmál móti Bretlandi Áhugavert rættarmál um brot á grein 7 er í 1989 lagt fyri EF-dómstólin. Forsegan til hetta rætt- armál er, at spanskir fiski- menn í áttatiárunum skrá- settu nógv fiskiskip undir bretskum flaggi, og keyptu skip, sum framm- anundan vóru skrásett í Bretlandi. Hetta varð gjørt fyri at hesi skip, ið vóru mannað við sponskum fiskimonn- um og landaðu veiðu sína í Spania, kundu fiska av teimum kvotum sum Bretland átti í EF-sjógvi. Fyri at forða spaniólum at fáa lut í hesum fiska- kvotum broytti Bretland treytirnar fyri at fáa fiski- loyvi, soleiðis at t.d. ásett varð, at ávísur partur av manningini skuldi vera bretskur og búgva í Bret- landi, umframt at sett varð sum treyt, at skipini skuldu hava ávíst tilknýti til Bretlands. Kommissiónin metti, at her var talan um brot á grein 7, t.e. at mannamun- ur varð gjørdur á EF- borgarum í ávikavist Bretlandi og Spania, og legði hon tí tann 4. august 1989 sak við EF-dómstól- in við kravi um, at Bret- land varð dømt at viður- kenna, at her er talan um brot á Rómarsáttmálan. Endaligur dómur er ikki fallin enn. Føroyar Um Føroyar gerast limur i EF, so verður grundregl- an i grein 7 eisini galdandi i Føroyum, og fer hetta t.d. at bera vid sær, at før- oyskir myndugleikar, grundað á tjóðskap, ikki fara at hava rætt til at gera mun á einum fer- oyskum umsøkjara og um- sekjara úr eðrum EF-lima- londum, tá t.d. sekt verð- ur um aliloyvi á føroysku firðunum. Eisini verður neyðugt at broyta ymsar lógar- ásetingar, sum í dag gera mannamun á feroyingum og útlendingum, og kann sum demi nevnast grein 3 í galdandi vinnulóg. Henda grein ásetir nevniliga, at ein treyt fyri at fáa loyvisbræv er, at viðkomandi persónur hev- ur danskan heimarætt og er búsitandi í Føroyum. Reglan um at viðkom- andi skal búgva í Feroy- um, er neyvan at meta sum brot á grein 7, men treytin um danskan heimarætt er hinvegin ivaleyst at meta sum mannamunur, sum er bannaður eftir Rómar- sáttmálanum. Við meguligari føroysk- ari innliman fara virki og persónar úr hinum lima- londunum sostatt undir somu treytum sum fer- oysk virki og persónar at hava rætt til at reka vinnu í Føroyum. Viðmerkjast kann tó, at eftir galdandi lóggávu, so er í dag eingin treyt, at ávísur meiriluti av parta- peninginum í føroyskum partafelag er á føroyskum hondum, og kunnu útlend- ingar sostatt í dag eiga allan partapeningin í partafelag, sum skrásett er í Feroyum. Heimild: Claus Gulmann og Karsten Hagel-Serensen: EF-ret. Síða 13 Ráðið fer nú til verka Arbeiðsmarknaðarráðið hevur fyrsta fund sín 22. januar Sjålvt um fleiri fakfeløg ikki valdu síni umboð í arbeiðsmarknaðarráðið fer ráðið nú kortini til verka. Formaðurin, Pet- ur Alberg Lamhauge, hevur kallað inn tl fyrsta fundin, ið verður 22. januar. Á hesum fundinum er ætlanin fyrst og fremst at tosa um, hvussu ar- beiðið hjá ráðnum skal skipast. Eingin reglu- gerð er fyri ráðið, men landsstýrið hevur hugs- að sær til, at hetta ráðið skal virka eins og fiski- vinnuráðið. Tað vil siga vera ein felagsskapur, har fakfelggini hittast at kunngera síni sjónar- mið fyri landsstýrinum, og landsstýrið leggur fram sínar ætanir fyri feløgini at viðgera. Ætlanin er, at ráðið skal hava fund fyrst í hvørjum ársfjórðingi, men stinga mál seg upp, iðráðiðeigur at viðgera, kann kallast inn oftari. Arbeiðsmarknaðar- ráðið skuldi hava 13 limir, men bara 11 eru valdir. Føroya Arbeið- arafelag hevur ikki valt umboð, og bólkurin við m.a. Starvsmannafelag- num, Tænastumanna- felagi Landsins, Føroya Postfelag, S á K og Tórshavnar kommunala starvs- og tænastu- mannafelag hevur ikki valt sítt umboð. Í onkum bólki vóru fleiri fak- feløg, men øll hava ikki verið við tl at valt umboð. randi Studningur til Áland og Norðurlandahúsið í Feroyum og Norður- landahúsini í Álandi og Grenlandi eru farin at samstarva fyri at stuðla fólki í hesum trimum londunum. Tey, sum kunnu sekja um studning eru: tíð- indafólk, lærarar og fólk, ið fáast við ment- an. Studningurin er upp til 25.000 Dkr og skal nýtast til útreiðsl- ur í sambandi við ferð- ing og uppihald. Í 1990 kundu føroy- ingar og íslendingar sekja um studning til Áland, og íslending- urin Borgtor Kjærne- sted fekk studningin. Í år er øll studnings- skipanin broytt og víðkað, soleiðis at fer- oyingar kunnu sekja Gronland um at sleppa til bæði Grenland og Áland, og álendingar og gren- lendingar kappast um ein samsvarandi stuðul til Feroyar. Endamálið við studninginum er at økja um kunnskapin til náttúruna í londunum, sum eru við, og har- afturat geva íblástur og skapa samband í- millum tey, sum verða vald út til at fáa studn- ing. Umsóknarfreistin er 1. februar, og longu 1. mars verður kunn- gjert, hver sleppur út at ferðast. Hver tann hepni verður, kunngera vit við einum tíðinda- skrivi úr Norðurlanda- húsinum. '