Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

MJ MR. VR TR TR Síða 14 SP sOSIalurin Nr. 6 — 10. januar 1991 Ætt Heródesar kongs er ikki útdeyð Tala, hildin í Sorvágs missiónshúsi trettandakvold av John S. Petersen, trúboðara. Tekst. Matt. 2.13-18. Sum foreldur, uppalarar og myndugleikar annars, er løgd stór ábyrgd á okk- um at verja um tað, ið rætt og gott er. Jósefi varð álegd henda ábyrgd sum fosturfaðir Jesusar, at verja um barnið og flýggja við tí og móður tess undan hinum illa, sum lá tí eftir lívinum. Í hesum føri er talan um Heródes. Men ikki bert hann hevur fingið boð av himli um at verja Jesus- barnið. Allir verjar, ell, sum hava við uppaling, boðan og lógararbeiðið at gera, fingu álagda somu á- byrgd: at verja Jesusbarn- ið í fólki sínum. Tað er nógv, vit saman við bernum okkara mugu flýggja undan. Tað eru tey, ið vilja taka tað góða, vit í okkara skroypiligheit royna at leggja niður í tey, frá teimum aftur. Vit mugu nærum alla tíðina vera á varðhaldi við á- minningum og vegleiðing- um, og kortini kann tað tykjast sum okkara orð og ráð viga so lítið mótvegis tí illa, ið hevur nógv sterri tyngd. Tað hevur eydnast summum at týna Jesus- barnið í smáum barnasál- um. Tað eydnaðist nek- rum lærarum í skúlunum, meðan aðrir skúlar hildu fast við kristna grund- steðið, takkað verið góð- um skúlastjórum. Heródes hin ræðuligi Heródes ætlar at leita eft- ir Jesusbarninum til tess at drepa tað. Heródes hin ræðuligi varð hann nevnd- ur. Eyknevnið fekk hann, tí hann kaldur og kynisk- ur drap tvær av konum sínum og tveir av synum sínum. Kortini minnist hann best frá lívsverki sínum, toppinum av ræðu- leikunum: Barnadrápið í Betlehem. Kaldur og kensluleysur læt hann menn sínar drepa allar smádreingir har um vegir. Jú, hann mátti vera uppá ta sikru síðuna, sum onk- ur hevur tikið til. — Fyri- byrgja. Heródes ætlar at leita eftir Jesusbarninum til tess at drepa tað. Og tað ætlar hann steðugt, tí hann er við sítt fríska lív. Onkur hevur sagt, at hin illi Heródes er djevulin. gantíð hevur hann ver- so væl útgjerdur við . ålparmonnum og fimtu- i olonnum sum nú. Vísur er hann, dugir at fylgja menningini i heiminum; hevur verid so heppin at fåa folk at gloyma at taka vid i metingunum, at hann er ein livandi veruleiki og ikki bert nakad i teoriini. Hann er ikki ein gamal maður, sum hoyrir eini farnari, fornari tíð til. Nei, hann er dagsins maður, sum er við mitt í menning- ini, við í telduskipanini, við í ráðleggingum, við í lógarsmíði, ja, ríki hans- ara er annað stórveldið í heiminum, — hitt er Guds ríki. Djevulin er við í ellum, tí vinnur hann so stórar sigrar, sum hann ger. Menniskju halda fram at vóna, at jerðin einaferð skal gerast eitt paradís hóast allar hesar mongu hugsjónir eru miseydnað- ar ein fyri og onnur eftir. Kommunisman avdúkaði seg sjálva nú. Henda para- dis-bygging gjøgnum tíð- irnar hevur so verid uppå bekostning av at milliónir av ósekum máttu bløda ut. Kasta ikki við gróti, tá ið tú sjálvur býr í glashúsi Heródes er steðugt úti og leitar eftir Jesusbarninum til tess at drepa tað. Hann vil kvala Gud í barnasál og munni so skjótt tað let- ur seg gera. Spakuliga má- ar hann steðið undan kristnitrúnni. Hann setur spurnartekin við alt. Sig- ur, at vit eru inni í eini heilt nýggjari tíð nú, og at tað ber væl til at gera semju við Gud. Ansa eftir honum! Hann er manndrápari! Hver torir at rópa hetta út av gellum landsins præ- diku- og talarastólum, so at tað hoyrist inn at mergi og beingi: Ansið tykkum fyri Heródesi og ætt hans- ara! Um hann so gongur í ljóðleysum skóm, ella hann letur yndisligar tónar ljóða, ella hann sleppur einum flokki av glúpskum hundum leys- um — hann er líka vanda- mikil. Tá ið vit fáa av- dúkað andlit hansara, síggja vit, hver hann er, og hvat hann vil, hann vil eittans eitt: drepa Jesus. Og eydnast honum at fáa dripið Jesus — í einum fólki, tá gerst fylgjan óhugnalig. Tá ið Jesus- barnið er útruddað, er einki í vegin at rudda út í hinum bernunum við. So leingi Jesus er livandi í einum fólki, er hann ein forðan fyri at røra næstan. Næstin eigur tá sama rætt til lívið, hvussu hann so sær út og hver hann enn er. Men er Jesus deyður, tá er einki ófert. Heródes, sum ætlaði at drepa Jesus, drap eisini frá hond øll dreingjabørn frå 2 årum og nidureftir. Menn hansara vóru eirindaleysir. Teir riptu smábernini úr fanginum á mammunum og góvu teimum sverðstingin fyri eygum teirra. Landsins myndugleikar hevdu alt hesar menn upp til at vera kaldar og kensluleysar. Teir vóru eins og steinar yvirfyri skríggjunum frá mammunum — kaldir, óvikandi. Vit hava nú gjøgnum nakrar vikur í SVF fylgt eini rekonstruktión av ræðuleikunum, sum fóru fram undir eðrum heims- bardaga, eitt nú frá týn- ingartippunum í Ausch- witz og aðra staðni, har milliónir av jødum vórðu riknar inn og gassaðar av monnum Hitlers. Vit skelva av ræðslu og trúgva ikki okkara egnu eygum og oyrum: Kann tað bera til, at menniskjan er so dýrisk? Alt í okkum rópar: Gevið teimum harð- astu revsing! Gevið teim- um harðastu revsing, ið slíkt fremja! Men hví so snar við okk- ara dómi? Er okkara dóm- ur yvir hesi ikki Dávdids sjálvdómur? Kasta ikki við gróti, tá ið tú sjálvur býr í glashúsi, sigur orða- takið. Hygg eftir tínum egna Calcutta, segði móðir Teresa. Ein ársfrá- greiðing frá landslæknan- um varð lisin upp í Ut- varpinum fyri nýggjár. Millum gleðitíðindini um hækkandi barnsburðatal, vóru eisini skelkandi tíð- indi at hoyra. M.a. varð sagt, at 75 lógligir abortar vórðu framdir í Føroyum í 1988. V.ø.o. tríggir full- mannaðir skúlaflokkar. Lóglig barnadráp. Ja- men, tað var eisini lógligt, barnadrápið í Betlehem á sinni, eins og tað eisini var lógligt at reka ósekar jed- ar í milliónatali inn í gass- kemrini undir seinna heimsbardaga. Menninir gjørdu tað, teir fingu boð um. Boðini komu frá land- sins hægstu myndugleik- um, og haðani kundu tey eisini = verðið steðgað. Menn Heródesar ganga okkara millum enn. Nú eru teir ikki í hermanna- búna, teir hava skift til fínar humanistisk klæði. Men ætlanin og endamálið er hitt sama: at fáa ávísar kategoriir av menniskjum av vegnum. Hvøljuhvin og ramaskriggj Læknakunnleikin, id er at tæna livinum til tess enda, eins væl og frå tess byrj- an, sum eigur at hava alla virding fyri livi — 6ansæd aldur, sjåku ella hvørjum veikleikum menniskjað plågast av — fær loyvi at seta punktum vid manna- lívið, tå ið hann finnur tað fyri gott. Tá ið læknin hyggur meira eftir teim- um sosialu og fíggjarligu viðurskiftunum enn tí, ið beinleiðis er uppgåva hansara, nevniliga at gera alt ið gerast kann til tess at bjarga mannalívi, mis- brúkar hann starv sítt. Klókt og vakurt svarað av eini móður, ið av lækna sínum í Danmark nærum varð tvingað at beina fyri tí barni, hon bar undir belti, tí hon, eftir hansara tykki, hevði gjert sína borgarligu skyldu, at føda 3 bern. Nei, svaraði hon, bern er ein gáva frá Gudi, og gávur hansara tveita vit ikki burtur. Jú, provokeraður abort- ur — er barnadráp. Morð av einum Guds skapningi, sum bæði hevur fingið likam, organir og sansir — og sum tí fær ilt eins og øll vit onnur. Hugsa um barnið, ið føtt er fleiri mánaðir ov tíðliga, takkað verið læknavísindini og hennara framúrskarandi dugnaskapi, tá ið hon verður brúkt á rættan hátt, at hon í dag kann bjarga hesum barni, og hava tað langar tíðir í kuvøsu. Kanningar og måtingar visa, at hetta litla kennir mammunnar nærveru, hjartasløg — ja, rødd. Altso hevur hetta litla kenslur og fær ilt å sama hått sum vit onnur. Men tað letur til, at hvølju- hvini úr Sandágerði ávirkar okkara kenslur meira enn hitt tigandi ramaskríggið eftir mamm- uni úr ruskspannunum longur uppi i Hornabø. AT drepa grindahval til mannafødi er bara synd móti umhvervisfelags- skapum í USA og aðra staðni, men at drepa smá- bern, er synd móti Gudi, Harra og skapara okkara. Hvat um vit prioriteraðu altjóða mannarættinda- fundir hægri enn altjóða hvalaveiðufundir? Virðingin fyri menniskjanum dalar so hvørt sum virðingin fyri Gudi minkar Áðrenn 1937 var í Dan- mark eitt blómandi Guds- lív nógva staðni kring landið. Tá var pláss fyri Jesusbarninum og tí pláss fyri hinum bernunum við. Men tá varð hurðin glopp- að fyri fosturtyning. Ad renn var fosturdráp straf- bart eins og øll onnur dráp. Hurðin fór skjótt upp á víðan vegg. Talið av fosturdrápum vaks úr 500 upp í 28.000 frá 1937 til 76, trý ár eftir at frítt fosturdráp var sett í gildi. Men hygg, í sama tíðar- skeiði og síðani gjørdist plássið fyri Jesusbarnin- um trengri og trengri, og í dag liggja stórir lands- partar sum um teir skuldu verið heidningamarkir. Við rygginum móti múrin- um mugu danir nú ásanna, at teir fóru skeiv- ir, tá ið teir hildu seg duga betur at meta um og av- gera fólkavesturin í land- inum enn hin alvísi Skap- arin. Og spurningur er tí av álvara reistur: Hvat er til ráð at taka? Jú, tað eru ráð, men tað gevast bert tey einu: Biðja hin miskunnsama Skapar- an um náði og fyrigeving fyri alla synd móti honum og skapningi hansara, og síðani bøna hann um endurreisn. Henda ben skal eisini stíga upp úr hjørtum várum í Føroyum til faðir okkara á himni. Hin sterki og hin sterkasti Djevulin, ið kallaður verð- ur hin stóri Heródes, er sterkur. Vit eru eins og bløka í hondum hansara. Men hann er ikki hin sterkasti. Tann, ið letur seg vegleiða og áminna av hinum altvaldandi og al- vísa Gudi, verður ikki til skammar, men skal um- síðir sigra við honum. Gud er í dag líka áhug- aður fyri, at djevulin verð- ur við undirlutan, sum hann var hin dagin, tá ið Jósef og Maria máttu flýggja til Egyptalands. Av teimum báðum stór- veldunum, ið enn berjast á folkum, er annað longu demt at tapa. Heródes og herlið hansara fer einaferð til grund med alla. Tá skal Guds ríki vinna fram við — lívi í yvirflóð. Har er eingin Heródes, eingin djevul. Men har er Gud alt í ellum. Amen. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur årsadalfund í felagshølunum á Argjum månakvøldid 4. februar kl. 20. Dagsskrá samb. lógina. Uppskot um lógarbroytingar og annað, sum limir ynskja viðgjórt á aðalfundi, skulu vera nevndini í hendi - skrivliga - í seinasta lagi fýra dagar fyri fundin. Nevndin HOLI Á ARGJUM uml. 62 fermetrar til støddar við inn- gongd av Argjavegnum — til leigu frá 1. jan. 1991. Hølini eru væl hóskandi til skrivstovu, handil, goymslu ella annað vinnuligt endamál. TIf. 11820