leygardagur 22. februar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 37 - 22. februar 2003
Nr. 37 - 22. februar 2003
3
FERÐSLUÓHAPP
Mortan Seyer Vistrup
Tað er ikki á hvørjum degi,
at tú verður ákoyrdur av
einum politibili, men tað
upplivdi ein maður í Hoy-
vík fríggjamorgunin.
Meðan hann stendur og
bíðar við hávatenninar í
Mannbrekku, rennur ein
politibilur á hann aftanífrá.
Skaðin var kortini ikki
stórur.
Tað er ræðuliga
løgið
at
skriva
minningarorð um
teg. Í veruleikanum
so meingingsleyst!
Tað hevði verið
nógv stuttligari at
skula skrivað eina
talu til tín 35 ára
føðingardag í næsta
mánaði. Men lat
fara, tí tú ert farin –
og har vendst ikki
aftur.
Hóast
vit
vildu givið alt fyri
at fingið teg aftur,
so mugu vit sláa
okkum til tols við
fullkomiliga mein-
ingsleysu støðuna –
og tómleikan – og
viðurkenna, at tú
valdi at fara – frá
teimum, sum vóru
góð við teg, og
teimum, sum tú vart góður við.
Tað kundi verið so mangt at trivið í,
tá talan er um eitt menniskja, sum tú
altíð hevur kent. Altíð. Alt títt lív, so
kennist tað sera løgið og svárt at við-
ganga, at hetta menniskjað er ikki
meira, at vit ongantíð aftur skulu síggj-
ast her á fold.
Vit kundu tosað um barnadagarnar
uppi í Tórfinsgøtu. Allar tær glaðu løt-
urnar, vit høvdu, tá vit smíðaðu
»hyttur«, spældu saman við øllum
hinum børnunum í Tórfinsgøtu og har
um vegir. Ella tá vit lærdu okkum at
ganga í býnum - og smakkaðu vaksna-
mannalívið. Ella tá Jógvan Edvard
spældi neisur, eitt nú tá hann billaði tær
inn, at Donny Osmond skuldi koma til
Føroya á konsertferð. Tú trúði so fult
og fast upp á hetta, tí hetta hevði stóri-
beiggi sagt tær – hann hevði eisini sagt,
at konsertin skuldi vera í kjallaranum í
Uppistovu í C. Pløjensgøtu í Havn, har
Losjan tá helt til. Hesum hava vit
mangan grinið eftir.
Komnir til mans skiltust vegir okkara
á ein hátt. Tú leitaði tær av landinum í
lestrarørindum, men vinarlagið frá
barnsbeini var altíð har, og soleiðis
vórðu vit báðir gubbar hjá døtrum okk-
ara – og tað var als ikki av tilvild!
Tað tyktist alt so hugaligt, nú tit
komu heimaftur og settu búgv í Nólsoy.
Góði Gudmund! Tú ætlaði tær títt við
lívinum. Tú fekst tað ikki, og tú gavst á
hondum. Hetta var stórt spell, tí hóast
kærleikstrega ella onnur duld og døpur
mein, so hevur lívið so ómetaliga
mangt at bjóða - har eru so mangar dyr,
ið eru opnar! Hvørja ferð ein verður
latin aftur, so lata fleiri aðrar upp.
Heimurin hevur so mangt at bjóða, sum
vit ikki vita um, hetta átti tú eisini at
vitað!
Prestur tosaði so vakurt um »okkara
innaru Nólsoy« – í fluttari merking, at
vit hava okkurt »dult«, sum verjir móti
»ódnini«. Um tað dulda í okkum, sum
vit ikki vilja siga okkara medmenn-
iskjum. Og rætt hevur hann, tá hann
sigur, at vit mugu tosa saman, mugu
greiða frá okkara trega, heldur enn at
lata hann bylgjast í barmi. Mátti sorg-
arleikurin um teg, góði Gudmund, lært
okkum onnur at sæð virðið í lívinum
sum Guds gávu til okkara.
Tú vart altíð so hjálpsamur, og tú
hevði altíð um-
sorgan fyri teim-
um, tú vart um.
Ikki minst tá vit
hugsa um ommu
og abba. Tá vart tú
tann,
ið
nýtti
mestu tíðina at
ganga teimum til
handa. Tú fórt á
posthúsið við v4-
seðlinum fyri abba
og til handils fyri
ommu. Tú las eis-
ini lestur fyri teim-
um, tá tey ikki
longur orkaðu at
fara í kirkju – og
hini børnini tosaðu
eisini um, at tú al-
tíð rann fyri omm-
una. Men soleiðis
vart tú bara.
Omma og abbi
vóru eisini sera
góða við teg – og tað var eisini tú, sum
flutti inn til abba, tá omma doyði, og
abbi misti lívsgleðina – og legði seg at
nærmast at doyggja.
Tað er sera torført at skilja, at tú ert
farin, góði Gudmund. Vit hugsa aftur
og aftur um tað. Kenslurnar eru so
nógvar og løgnar. Í okkum bylgist
vreiði, undran, ótti. Vit seta okkum
eisini spurningin, hvat lívið í veru-
leikanum er til? Duga vit at handfara
tað á rættan hátt? Duga vit at »liva«
lívið? Duga vit at lurta, at virða, at æra
og ikki minst at skilja hvønn annan?
Tað gera vit ikki til lýtar, og valla fáa
vit greiðu á hesum heldur. Men tá vit
bera eitt ungt menniskja í gørvina, sum
sjálvt hevur fyrireikað jarðarferðina, so
steðga vit á – so steðgar lívið eina løtu:
Hvat er tað, sum er galið?
Svarið fáa vit ikki…
Góði Gudmund! Saknurin er stórur
og sorgin nívur, men tú hevur tað óiva
gott, har tú nú ert. Fari at enda hesi
fátøku orð við sanginum, tú sjálvur
valdi til jarðarferðina, og sum Kim
sang so vakurt í kirkjuni. Hetta er ein
sangur um at líta frameftir, síggja
vónina, um at tú ongantíð skalt ganga
eina, men altíð fara fram við vónini í
hjarta.
You'll Never Walk Alone
When you walk through a storm hold
your head up high
And don't be afraid of the dark.
At the end of a storm is a golden sky
And the sweet silver song of a lark.
Walk on through the wind,
Walk on through the rain,
Tho' your dreams be tossed and blown.
Walk on, walk on with hope in your heart
And you'll never walk alone,
You'll never, ever walk alone.
Walk on, walk on with hope in your heart
And you'll never walk alone,
You'll never, ever walk alone.
Guds friður veri við minninum um
ediliga menniskjað, vinmannin og
systkinabarnið, Gudmund Lindenskov
Joensen.
Eirikur
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum á ymiskan hátt
gleddu meg á føðingardegnum 6. februar.
Elin Brekkstein
You'll Never Walk Alone,
góði Gudmund!
Politibilur rendi á
Løgreglummenninir og
eigarin á ákoyrda bilinum
kanna skaðan
C
M
Y
K
3
2