Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 37 - 22. februar 2003 Nr. 37 - 22. februar 2003 5 Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð er komin ásamt um, at ein dagstovn- ur skal byggjast við Landa- vegin í Havn. Barnagarðurin verður bygdur á økinum yvirav handlinum hjá Eli á Landa- vegnum. Stovnur fer eftir ætlan at kosta uml. 10,5 mió. at byggja. Pláss verður fyri 60 børnum tilsamans á stovn- inum – 24 vøggustovu- børnum og 36 barna- garðsbørnum. Í sambandi við bygging- ina hevur kommunan sagt eitt leigumál á trøðni upp. Á býráðsfundi hóskvøld- ið mótmælti minnilutin í býráðnum byggingina og mælti ístaðin til at flyta hesi eitt vet longur móti vegnum, tí økið skal nýtast til annað endamál. HR Vøggustova og barna- garður við Landavegin Á hesum økinum við Landavegin er ætlanin at byggja ein nýggjan dagstovn. Hevur tú eitthvørt, ið tú heldur kann hava áhuga fyri Sosialin hetta vikuskiftið, so er Sosialurin at hitta á telefon 227948 ella á teldupostadressuni: ingrid@sosialurin.fo Sosialurin um viku- skiftið ELDUR Mortan Seyer Vistrup Fríggjamorgunin vórðu boð send eftir sløkkiliðnum og løgregluni at koma niðan á brennistøðina á Sandvíkahjalla. Edur var í ruskdungan- um, inni á høllini, har rusk- ið verður goymt, áðrenn tað fer í ovnin. Tað er ikki óvanligt, at hetta hendir, og sløkkiliðið bæsti skjótt eldinum, sum ikki gjørdi skaða á brenni- støðina. Eldur í ruski á Sandvíkahjalla Menn frá sløkkiliðnum í Havn í ferð við at bæsa eldinum í ruskdung- anum á brennistøðini á Sandvíkarhjalla Mynd: Jens Kristian Vang Ein arbeiðsbólkur settur av Mentamála- stýrinum hevur gjørt eina lýsing av tørvin- um hjá Tekniska skúla fyri at kunna virka sum ein mið- námsskúli. Og nú hevur skúlin fingið eina játtan upp á, at arbeiðið kann byrja ÚTBYGGING Solby A. Eliasen Klaksvík: Arbeiðsbólkurin, sum varð settur av Mentamálastýrin- um, er komin til ta niður- støðu, at skúlin í verandi líki als ikki nøktar tørvin hjá næmingum, lærarum ella starvsfólkum sum ein miðnámsskúli. Skúlin hevur sostatt fingið eina játtan upp á eina millión í ár á fíggjarlógini og eina tilsøgn frá Menta- málastýrinum upp á tær 11 milliónirnar, sum arbeiðið er mett at kosta. Og ætlanin er, at hetta árið skal nýtast til verkætlanina. Rúni Heinesen, skúla- stjóri, væntar, at sjálvt ar- beiðið fer at byrja síðst í hesum árinum ella fyrst í komandi. Hann dylir ikki fyri, at henda útbygging hevur verið hart tiltrongd í fleiri ár nú, og at hon kemur at hava stóran týdning fyri skúlan framyvir. Arbeiðsbólkurin hevur gjørt eina frágreiðing um tørvin hjá skúlanum. Mill- um annað er tørvur á einum trimum vanligum skúla- stovum, tveimum minni undirvísingarhølum og fýra serstovum til eitt nú Mat- vøru-Framleiðslu, Alisfrøði og so framvegis. Eisini heldur arbeiðs- bólkurin, at sosiali tørvurin haltar. Tey mæla tí til, at eitt felagshøli verður gjørt til næmingarnar, soleiðis at tey hava eitt stað at detta inn í, har tey skulu kunna sita og gera bólkaarbeiði, heimaarbeiði og annars hugna sær við einum kaffi- munni. Hetta høli skal geva skúlanum eitt hugnaligt umhvørvi, har næmingarnir trívast, verður sagt í frá- greiðingini. Mangt annað kemur eisini fram í frágreiðingini, sum telur einar tólv síður. Tey hava til dømis útgrein- að tímatal upp á, hvussu nógv tær ymisku serstovur- nar koma at verða nýttar, eisini hava tey lýst eitt møguligt samstarv við HF- skeiðið í Klaksvík og kostnaðarmeting og íløgu- tørvur eru eisini lýst. Niðurstøðan hjá bólkin- um er greið. Tekniski skúl- in má byggjast út, um hann skal kunna bjóða næming- um sínum eina miðnámsút- búgving á sama støði sum hinir miðnámsskúlarnir í landinum. Miðnámsútbúgvingin HT tekur trý ár, og hevur næm- ingatalið verið vaksandi seinnu árini. Og frá skúlan- um verður sagt, at um hugs- að verður um undirsjóvar- tunnilin, sum kemur upp í Borðoyavík, so kann vænt- ast, at næmingatalið fer at økjast munanditey komandi árini. Útbyggingararbeiðið upp á Tekniska skúla verður mett at koma at kosta um 11 milliónir, og byggjaríið fer helst at strekkja seg yvir hetta árið og so tvey ár afturat. Mentamálastýrið fer nú at arbeiða við at gera eina verklagslóg, sum skal tryggja, at játtanin fylgir við arbeiðinum. Og tekn- iski skúlin hevur fingið at vita, at henda lógin skuldi farið at komið við í hesu tingsetuni. Tekniski skúli í Klaksvík byggjast út Tekniski skúlin í Klaksvík hevur havt hølistrupulleikar í fleiri ár, men arbeiðið upp á at byggja skúlan út fer í gongd í ár Klokkan gott níggju hóskvøldið fór streymurin í Kvívík, og hann kom ikki aftur fyrr enn um eitt tíðina STREYMSLIT Solby A. Eliasen Fólk í Kvívík høvdu ongan streym í góðar tríggjar tímar hóskvøldið. Og tá fólk fóru til arbeiðis fríggjamorgunin varnaðust tey, at ein stórur motorur stóð og gav bygdini streym. Frá SEV siga tey, at talan var um streymslit, sum ikki ber til at verja seg ímóti. Tað var ein samling millum linjuanleggið og kápul- anleggið, sum var farin. Og tá tílíkt hendir er tað van- ligt, at SEV setur ein motor upp til at veita streym. – Tílíkt arbeiði tekur nakrar tímar at gera, og fyri at minka um tíðina við streymloysi, so stilla vit ein motor upp, verður sagt frá SEV. Motorurin veitti so bygdini streym, og tískil var ikki neyðugt at fáa fólk at arbeiða við trupulleikan- um um náttina, men heldur varð farið í gongd beinan- vegin fríggjamorgunin. Sum sagt, so fáa tey ikki vart seg móti tílíkum streymslitum, men kvívík- ingar kundu vænta, at fáa regluligu streymveitingina aftur seinnapartin fríggja- dagin. Tílíkt hendir ikki ofta, men tað kemur fyri eina ella tvær ferðir um árið. Kvívík lá í streymloysi Hesin motorurin var streym- veitarin hjá Kvívík ein stóran part av fríggjadegnum, tá eitt streymslit hóskvøldið legði bygdina myrka í góðar tríggjar tímar Mynd: Jens K. Vang C M Y K 5 4