Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 37 - 22. februar 2003 Nr. 37 - 22. februar 2003 7 Ein rein komedia Býráðsfundurin í Havn hóskvøldið gjørdist ein reinur glantrileikur, har fáu oyrarnir fingu klandur, fjas, agg og sjónleik í samfullar fýra tímar BÝRÀÐSFUNDUR Heri á Rógvi Er stríðið millum Jan Christian og Heðin Mort- ensen kólna, so er stríðið millum meiriluta og minni- luta heitari enn nakrantíð. Nøkur heilt fá fólk sótu sum áhoyrarar til býráðs- fundin hóskvøldið. Og hetta skuldi gerast ein bý- ráðsfundur, áhoyrarnir fara at minnast, men so avgjørt ikki fyri tað góða. Men hví góðar og saklig- ar viðgerðir, tá tað heldur ber til at klandrast og skjóta eftir hvørjum øðrum í sam- fullar fýra tímar. Allur fundurin sum hann gjørdist eitt langt drúgt stríð millum meiriluta og minniluta í Tórshavnar býráð. Hóast nógv varð sagt, so er lítið, sum er hugaligt at festa á blað. Hæddarpunkt- ið á fundinum var, tá bý- ráðsformaðurin, Jan Christiansen, hótti við at koyra Jógvan Arge av fund- inum, um hesin ikki skikk- aði sær pent. Meirilutin og minnilutin kundu hóskvøldið illa semjast um, hvat vendi upp ella niður. Gjógvin millum partarnar vaks bara sum fundurin leið. Í hvørjum einasta málið varð dúgliga tosað aftur og fram um mannagongdirnar. Meirilutin vildi hava tað soleiðis, at tey flestu málini uttan nøkur serstøk vóru løgd fram til kunningar – og ikki til støðutakan. Hetta kundi minnilutin ikki góð- taka, og fyri hvørt mál vak orrustan meira og meira. – Diktaturur, segði minnilutin, og meirilutin setti hart móti hørðum. Og so mældi prátið rundanum seg sjálvt óteljandi ferðir. Orðaljóðið gjørdist stundum ógvuliga ódám- ligt, og ein skattgjaldari í Tórshavnar kommunu hevði vallað sovið betri um náttina við býráðsfundinum hóskvøldið í huganum. Klandur, nógv agg og heilt fitt av sjónleiki dugdu garvaðu politikararnir í Tórshavnar at hála fram hesar fýra tímar, fundurin vardi. Alt skuldi fáa viðmerk- ingar, og prikini vóru alt annað enn skemtilig ella dámlig. Nógvu málini snúðu seg um dagstovnar, og børnini á stovninum duga mestur ikki betri at kasta eftir hvørjum og seta órímilig krøv. Hóast onkur glotti hóm- aðist, so var samlaða upp- livingin ógvuliga syrgilig. Minnilutin: Hesi halda, at alt meirilutin sigur og ger er skeivt. Mynd: Heri á Rógvi Meirilutin: ...Hesi halda, at minnilutin grenjar ov nógv. Mynd: Heri á Rógvi Framhaldsdeild í Kollafirði Kollafjarðar skúli skal umbyggjast fyri einar seytjan milliónir – uttan MvG. Hetta hevur Menta- málanevndin hjá Tórs- havnar býráð gjørt av. Byggingin verður býtt upp í tvey byggistig. 1 byggistig skal vera liðugt á sumri 2004, og 2. byggi- stig skal vera liðugt á sumri 2005. Útbyggingin í Kolla- fjarða skúla merkir seks nýggjar skúlastovur, bókasavn/námsdepil og onnur høli. Við nýggju hølisviður- skiftunum skal fram- haldsdeild eisini vera í Kollafirði, soleiðis at kollfirðingar sleppa und- an at ferðast langa veg tey síðstu árini í fólkaskúlan- um. 10. flokkur verður tó ikki í Kollafirði. Tórshavnar býráð ætlar at játta peningin tey kom- andi árini. Tann stórt saknaða ítróttarhøllin í Kollafirði skal ein áhugabólkur standa fyri, og Tórshavnar kommuna letur væntandi eini 30% í stuðuli, men óvist er, hvar restin av fíggingini skal koma frá. -HR Tórfinn kann skriva Minnilutin í býráðnum heldur ikki, at tað er rætt, at ein faldari um Havnini verður skrivaður av Tórfinni Smith, bý- ráðslimi, uttan at hetta er boðið út. Talan er um ein faldara við upplýsingum um átøk og ætlanir hjá politiska myndugleikanum og umsitingini í kommuni. Fyritøkan hjá Tórfinn Smith, Rit&Ráð, fekk tólv túsund krónur fyri at skriva og leggja faldaran til rættis. Leivur Hansen helt, at talan var um eitt brot á kommulógina, og hann segði seg vilja fara víðari við málinum. Eisini málið viðvíkj- andi mannagongdunum kann hugsast at fara til ein landsmyndugleika til støðutakan. Jan Christiansen helt, at hetta var at gera nakað burturúr ongum. Hann vísti á, at Tórfinn Smith eftir hansara tykki var væl kvalifiseraður til uppgávuna. Eisini nýtti borgarstjórin nógva tíð til at vísa á, at hesin faldarin var væl bíligari enn ein bóklingur, ið varð givin stutt undan síðsta kommunuvali – tá Leivur Hansen var borgarstjóri. -HR Fyri ein samlaðan kostnað áljóðandi 15 milliónir krónur verður ein dagstovnur bygdur í Klingruni í Hoyvík. Stovnurin ovarlaga í Hoyvíkshaganum er ætlaður at rúma 96 børn- um – 24 vøggustovu- børnum og 72 barna- garðsbørnum. Eisini Eystanfyri Løg- mannabreyt ætlar Tórs- havnar býráð at byggja ein nýggjan dagstovn. Hesin skal rúma tólv vøggustovubørnum og 32 barnagarðsbørnum. -HR Dagstovnur í Hoyvíks- haganum Tórshavnar býráð: Játta meira pening til Tórsvøll Tórshavnar býráð hevur gjørt av at stuðla Tórsvallar- grunninum við tveimum milliónum afturat. Hetta stigið er enn ein forðing fyri, at rennibreyt verður um vøllin – og kanska endaliga forð- ingin TÒRSVØLLUR Heri á Rógvi Sum síðsta mál á skránni frá meirilutanum í Tórs- havnar býráð stóð uppskot um stuðul til Tórsvøll á skránni á drúgva og rokuta býráðsfundinum hós- kvøldið. Sum Sosialurin skrivaði fyrr í vikuni hevði Fíggjar- nevndin gjørt av at læta Tórsvallargrunninum tvær milliónir í stuðuli afturat. Peningurin verður innførd- ur sum stovnsfæ, men pen- ingurin skal nýtast til eitt lán og ymsar nýbyggingar. Tórshavnar býráð sam- tykti hóskvøldið at geva stuðulin við tíggju atkvøð- um fyri og tveimum – Hild- ur Eyðunsdóttir og Beate L. Samuelsen – ímóti. Lán og trappur Sum nevnt skulu pengarnir nýtast partvíst til at innfría eitt lán og partvíst til at gera trappur og wc fyri. Tað er einamest við dyst- inum móti Týsklandi í juni í huga, at bygt verður afturat. Krøvini til altjóða dystir til- skila, at fólk ikki skulu ganga – sum gjørt verður nú – rundanum vøllin. Fyri at skipa fyri hesum verða trappur gjørdar, so fólk kunnu ganga beint niðan á áskoðararplássini. Hetta arbeiðið hevur skund, tí týskarar koma longu á vitjan um minni enn fýra mánaðir. Hetta arbeiðið skal eftir ætlan kosta eina millión at gera. Hin milliónin frá Tórs- havnar býráð fer til at infría eitt lán, ið Tórsvøllargrunn- urin hevur tikið hjá HB- Stuðlum, og ger hetta til eitt kommunalt lán. Lánið verður rentu- og avdráttarfrítt í fimm ár. Eingin rennibreyt Hetta málið skapti eitt sind- ur av skipaðum kjaki á bý- ráðsfundinum hóskvøldið. Beate L. Samuelsen, bý- ráðslimur fyri Sambands- flokkin, segði, at hon ikki skilti, hví peningur aftur skuldi játtast til Tórsvøll, tí boðað hevði áður verið frá, at grunnurin sjálvur skuldi standa fyri fíggingini, eftir at kommunan hevði inn- goldið stovnsfæið og eina uppruna upphædd til byggj- aríið. Hon visti eisini á, at hon ynskti Tórsvøll har piparið. Orsøkin er tann, at hon metir Tórsvøll vera eitt misprýði fyri høvuðsstaðn- um, og Beatel L. Samuel- sen segði seg ikki vilja stuðla víðari byggingini av verandi verkætlan. Hildur Eyðunsdóttir, bý- ráðslimur fyri Tjóðveldis- flokkin, segði, at hon vildi ikki atkvøða fyri uppskot- inum, tí hetta gjørdi tað mestsum ómøguligt nakr- antíð at fáa eina rennibreyt rundanum Tórsvøll. Jan Christiansen vísti einum parti av kritikkinum hjá Beate L. Samuelsen aftur. Borgarstjórin segði, at tað ongantíð hevur verið sagt, ongir fleiri pengar skulu játtast til Tórsvøll. Leivur Hansen, sum var býráðsformaður, tá Tórs- vøllur kom upp at standa, segði, at henda nýggja byggingin fór at gera ein enda á ætlanum um renni- breyt. Hann nevndi tosið, sum aftur hevur stungið seg upp við einum áhugabólki á odda, har ynski um renni- breyt um Tórsvøll aftur verður ført fram. Heðin Mortensen segði, at hendan loysnin ikki var hansara dreymur. Hann helt fyri, at fært tú ikki tann tú elskar, so mást elska tann, tú fært. Í hesum førinum mugu vit taka til takkar við hesum, helt hann. Býráðsfundurin vísti greitt, at rennibreyt um Tórsvøll ikki er nøkur rað- festing. Sum ein gardering hevur býráðið eisini ein samtyk, sum ásetur, at Tórsvøllur er fótbóltsvøllur burturav. Ein rennibreyt um Tórsvøll er ikki nakað, sum eigur stóran áhuga í Tórshavnar býráði. Størstan týdning hevur, at vøllurin er klárur til dystin móti Týsklandi í juni. Mynd: Finnur Justinussen Rás Tórshavn er farið í søguna og kemur ongantíð aftur. Hetta staðfesti Tórshavnar býráð hóskvøldið SJÒNVARP Heri á Rógvi Tórshavnar býráð gjørdi á býráðsfundi hóskvøldið enn einaferð greitt, at Rás Tórshavn er farið í søguna, og hetta kommunala tilboð- ið fáa borgararnir í høvuðs- staðnum ongantíð aftur. Jógvan Arge, býráðslim- ur fyri Tjóðveldisflokkin, reisti málið á býráðsfundin- um. Hansara uppskot, um at fáa málið upp til nýggja viðgerð, fekk bert atkvøður úr minnilutanum. Jógvan Arge vísti í við- merkingunum til uppskotið á, at kommunan hevði gjørt ein risastóran feil við at slep- pa sær av við Rás Tórshavn. Hann kallaði Rás Tórs- havn fyri ta bestu kommun- alu tænastuna, sum fólk ikki fingu longur, men noyddust ístaðin at gjalda fleiri túsund krónur fyri Televarpið. Hann helt tað tískil vera upp á sítt pláss, at Rás Tórshavn kom aftur á skíggjan, og kommunukassin skuldi rinda kostnaðin. Hann legði fram eitt roknistykki,har hann vildi vera við, at borgararnir ístaðinfyri at gjalda tvær milliónir í skattinum – nú gjalda kanska einar áttati til veitararnar. Leivur Hansen, ið bæði er limur í minnilutanum og í Fíggjarnevndini, helt fyri, at býráðið átti at viðganga, at tað hevði gjørt ein feil, og hesin feilurin máttu tey so royna at rætta. Men minnilutin mátti ásanna, at dagarnir hjá Rás Tórshavn eru taldir, tí meirilutin var púra kaldur mótvegis uppskotinum. Tórshavnar kommuna riggaði av Rás Tórshavn í fjør. Útgerðin varð seld til Føroya Tele, sum flestum kunnugt er byrjað at endur- varpa sendingar við dóttir- fyritøkuni Televarpið. Hóast málið lá ovast á breddanum í flestu fjøl- miðlunum tað mesta av 2002, so hevur hesin spurn- ingurin ongantíð verið fyri í sjálvum býráðnum, og lítil og eingi mótmæli hava ver- ið fyrr enn nú. Tað var Fíggjarnevndin hjá Tórshavnar býráði, sum samtykti at selja ognirnar til Føroya Tele. 3.157 Ein av orsøkunum til, at málið nú er tikið fram, er, at fleiri enn trítúsund undir- skriftir eru savnaðar inn í høvuðsstaðnum fyri at vísa misnøgd við mista tilboðið. Undan býráðsfundinum hóskvøldið handaði Synn- øva Nolsøe býráðsfor- manninum 3.157 undir- skriftir, sum hon hevur staðið fyri at savna inn. Undirskriftirnar fingu tó ikki nakra heita móttøka á fundinum. Minnilutin vildi vera við, at hetta var greið tala frá borgarunum. Beate L. Samuelsen úr meiri-lut- anum vildi hava eftirkann- að, hvussu nógvar undir- skriftir “veruliga” vóru, tí trúði ikki upp á, at ikki eingin hevði skrivað undir fleiri ferðir. Meiriluta limirnir, ið tóku orðið, vóru ikki í iva um, at rætt var gjørt við at sleppa sær av við Rás Tórs- havn. Tórfinn Smith helt, at bara tað, at sleppa undan at viðgera rásirnar, var ein nóg góð orsøk. Jan Christiansen vísti á, at kostnaðurin fyri Rás Tòrshavn vildi fleirfaldast við tíðini. Argumentið fyri at sleppa sær av við Rás Tórs- havn hevur allatíðina verið, at rásirnar støðugt vildi gerast dýrari og dýrari at útvega. Fyrst var tað TV3, sum vildi fara at kosta einar 800.000 árliga, men vænt- andi var eisini, at hinar rás- irnar vildu gerast dýrari. Eisini skuldu fleiri íløgur gerast í tøkniliga útgerð, sum vildi kosta kommun- uni fleiri milliónir. Sostatt er tað als einki, ið bendir á, at Rás Tórshavn verður nakað annað enn eitt søguligt minni. Ongantíð aftur Rás Tórshavn Útstykk- ing í Hoyvíks- hagan- um Suður Tórshavnar býráð sam- tykti hóskvøldið at fara undir nýggja stóra út- stykking í Hoyvíkshag- anum. Hendan seinasta útstykkingin fer fram í Hoyvíkshaganum Suður. Arbeiðið varð boðið út í almennari licitatióin. Tá avtornaði áttu J & K Petersen og P/F Byggi- tek lægsta tilboð av teimum seks, ið vórðu latin inn. Tórshavnar býráð fer eisini at taka av hesum tilboðinum áljóðandi 27,5 mió. uttan MvG. treytað av, at bindandi avtala kann gerast um arbeiðstøkuna. -HR Tíðin við Rás Tórshavn er farin, og undirskriftir broyta ikki støðuna hjá meirilutanum í býráðnum. Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 7 6