Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 37 - 22. februar 2003 Nr. 37 - 22. februar 2003 9 Bíggjarfólk hava verið illa fyri við telefon í longri tíð. Men nú kemur vend í, sigur borgarstjórin TELEFONSAMBAND Edvard Joensen Bø: Telefonviðurskiftini í Bø fara at batna munandi heilt skjótt, sigur Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri í Bíggjar Kommunu. Telefonsambandið hevur verið vánaligt í Bø í longri tíð, siga bíggjarfólk. Linj- urnar hava verið ringar, og hoyrilíkindini hareftir. Og hjá onkurum hevur als eingin linja verið, so tey máttu klára seg við far- telefon. – Men hetta verður nú broytt, tí nú er avtalað gjørd við Føroya Tele um, hvussu hetta skal loysast, sigur Jógvan Páll Joensen. Einki veruligt kaðalhús hevur verið í Bø, sigur hann. Ælanin hevur so verið at bygt eitt nýtt hús til at savna kaðalar í, men tað hevur drigið út orsakað av útskifting, sum verið hevur í bygdini. Tað munnu vera eini tvey- trý ár, síðan nýggjur kaðal varð lagdur um alla bygdina, og Føroya Tele søkti um at sleppa at byggja eitt nýtt kaðalhús. Men tað hevur ikki borið til at fingið ávíst nakað pláss at seta hetta nýggja húsið á, sigur borgarstjórin, tí eingin hevur rættiliga vitað, hvør eigur havt, fyrr enn útskiftingin er liðug. – Nú er tað ofta so við slíkari útskifting, at kærur koma um avgerðir, tiknar eru, og so enda tær hjá ymsum kærustovnum, og tað tekur ofta tíð. Tá so ein avgerð er tikin, verður kært umaftur, og meira tíð gong- ur. Man ikki okkurt so- vorðið eisini hava verið uppi í, nú útskift er í Bø? spyr borgarstjórin. Hann sigur, at okkurt hús hevur ligið heilt uttan telefonlinjuní eitt ár, og tey hava so verið noydd at brúkt fartelefon. Og inter- net er ikki hugsingur um, sum er. Men nú er semja gjørd í seinastu viku um, hvar hetta nýggja kaðalhúsið skal standa, so nú verður heilt skjótt, til telefonviður- skiftini í Bø verða í lagi, sigur Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri í Bíggjar Kommunu. Altjóða kvinnu- dagur í Miðvági Vágafólk royna at fáa eitt stuðulsfelag til fótbóltssamtakið FS Vágar upp at standa. Fyribilsnevnd varð vald á stovnandi aðalfundi herfyri ÁHUGAFELAG Edvard Joensen Vágar: Nevndin fyri stuð- ulsfelgnum hjá FS Vágum er farin undir átak at fáa nýggjar limir í felagið. Ymiskir ágóðar verða bodnir teimum, sum gerast limir í stuðulsfelagnum. Í tíðindaskrivi, sum sent er runt í Vágum, verður sagt, at ein tann størsti trupulleikin hjá felagnum er, at ov lítið bakland er til, at felagið kann muna nakað fíggjarliga hjá FS Vágum. Tí verður nú roynt at fáa fólk, eisini vágafólk, sum búgva aðrastaðni enn í Vágum, at stuðla felagnum. Roynt verður at fáa nýggjar limir at tekna seg. Tað kann gerast á ymsan hátt. Fólk fáa møguleika at velja millum fýra ymiskar limaskapir, um tað kann nevnast so. Talan er - næstan sum í Gekkinum - um val millum ymiskar litir. Grønt, gult, blátt og reytt limakort. Grøna limakortið fæst fyri eina flyting á kr. 100,-, sum so er limagjald fyri árið. Gula limakortið fæst við at tekna seg fyri einum gjaldi á kr. 50, - um mán- aðan. Tá fæst afturfyri eitt fríkort til alalr heimadyst- irnar hjá FS Vágum. Bláa limakortið, sum kostar 100,- krónur um mánaðan, gevur nakrar fyrimunir afturat. Tann sum teknar blátt hald, fær um- framt fríkort til dystirnar, eisini fríkort til onnur tiltøk hjá FS Vágum. Eitt nú dans, konsertir, framsýn- ingar og veitslur. At enda er tað reyða limakortið, sum serliga ætl- að er fyritøkum og stovn- um, og er fyri øll gjøld, sum eru hægri enn 100,- krónur um mánaðan. Tað kortið gevur somu fyrimunir sum tað bláa kortið. Tann, sum ynskir tað, kann gerast limur í FS Vágum við at flyta lima- gjaldið á konto í Føroya Banka ella Føroya Spari- kassa. Limirnir í stuðulsfelag- num fáa regluliga sendandi kunningarskriv frá felag- num, sigur nevndin í tíð- indaskrivinum. Nevndin er skipað so- leiðis, at Sigfríður Olsen í Sandavági er formaður. Sjúrður Poulsen í Miðvági er skrivari, og Jonhard Magnussen í Miðvági er samskipari. Betri telefonviðurskifti í Bø Fyri einum tveimum, trimum áru síðan varð nýggjur kaðal lagdur til alla Bíggjar bygd, men ikki fyrr enn nú er klárt at fara undir at byggja kaðalhúsið, so telefonviðurskiftini verða brúkilig í bygdini Mynd: Edvard Joensen Altjóða kvinnudag- urin, sum er tann 8. mars, verður hildin við kvøldsetu í bygdarskúlanum í Miðvági KVINNUDAGUR Edvard Joensen Altjóða kvinnudaurin, sum er tann 8. mars., verður hildin um allan heim. Eisini í Miðvági. Tað verður við kvøld- setu í bygdarskúlanum. Marjun í Kálvalíð er ein teirra, sum skipar fyri kvøldsetuni í Mið- vági. Hon sigur, at ætl- anin er at hava eitt ment- anartiltak klokkan 20 um kvøldið. Tað verður ókeypis atgongd, og saktans sleppa menn eisini inn. Men tað verða bara kvinnur, sum fara at føra fram tað, sum verður at síggja og hoyra á kvøldsetuni. Á skránni verður alt frá skemtileikum til fyri- lestur. Á vegnum verður eisini tónleikur, sangur og upplestur. Marjuní Kálvalið fer saman við øðrum at standa fyri tí skemtiliga. Nakrar ungar gentur úr Miðvági hava ein tón- leikabólk, sum fer at framføra ymisk løg. Ser- liga donsk frá kvinnu- bólkinum Venter på far, greiðir Marjun í Kálva- líð frá. Jónleyg á Løgmans- bø, sum er ættað ur Mið- vági, fer at lesa upp og syngja úr yrkingasøvn- um, hon hevur givið út. Undirspæli fara fastrar hennara av Løgmansbø at standa fyri. Kvinnur úr Vágum fara eisini at sýna fram ymisk listaverk, tær hava gjørt. Marjun í Kálvalíð sig- ur, at ætlan teirra, sum skipa fyri, er at fáa eina kvinnu, sum annaðhvørt er politikari ella framm- arlaga í vinnulívinum, at halda ein stuttan fyri- lestur. Enn er tó ikki av- gjørt, hvør tað verður, sigur hon Sum vera man verður felagssangur á eini slík- ari kvøldsetu, eins og kaffi og køkur eisini eru at fáa eitt slíkt kvøld. Og tað er alt samalt ókeypis, minnir Marjun í Kálva- líð á. Sandavágs Ítróttar- felag skipar í kvøld fyri hugnaløtu í SÍF húsinum. Ymiskt bæði til gaman og álvara verður á skránni, sigur fe- lagið HUGNAKVØLD Sandavági Í kvøld klokkan 19.00 skipar Sandavágs Ítrótt- arfelag fyri hugnaløtu í SÍF húsinum. Fólk, bæði úr Sandavagi og uttan eftir, fara at luttaka. Høvuðsnavnið á kvøldsetuni verður Heri Joensen, prestur í Havn, sum er at hugleiða um lívið á bygd, sum sagt verður. Men eisini sandavágs- fólk, bæði burturflutt og tey, sum búgva í bygd- ini, fara at hava ymsikt til kemtanar og álvara. Knút Olsen, sanda- vágsmaður í Havn, og Marius Joensen, sanda- vágsmaður í Miðvági, fara at syngja. Saktans sangir, sum á einhvønn hátt hava tilknýti til Sandavágs. Av tí meira skemtiliga undirhaldinum verður »Mótashow«, sum Jonna og Heinabandin, sum tey siga lokalt, fara at standa fyri. Tey hava roynt seg fyrr, og tað tykist ikki vera mark fyri, hvat tann bandin kann finna uppá. Sandavágskøkurnar eru tiltiknar,og onkrar teirra verða eisini at fáa saman við kaffi í SÍF húsinum í kvøld. Kostnaðurin fyri til- takið er kr. 60,- ej Hugnakvøld í Sandavági Fótbóltsstuðul í Vágum Í samrøðuni í fríggjadags- blaðnum við Heina Holm, borgarstjóra í Kvívík er komið at standa, at Kví- víkar Kommuna hevur hækkað skattaprosentið fyri at fáa tríggjar milliónir til at fíggja skúlaútbygging fyri. Tað er eisini rætt, men sjálvandi bara partvís. Tí tær tríggjar milliónirnar eru tað, sum manglar í til út- byggingina, sum samlað fer at kosta einar níggju-tíggju milliónir, sigur borgar- stjórin. Í so bíligur skúli Eiðis Bóltfelag fyllir runt Mánadagin fyllir Eiðis Bóltfelag, EB, 90 ár. Í hesum árinum verður aftur farið undir at spæla hondbólt á Eiði Føðingardagur Edvard Joensen Eiði: Ejde Boldklub sá dagsins ljós 24. februar 1913. Fel- agið fekk navnið EB og hevur tað enn, hóast navnið nú er Eiðis Bóltfelag. Mánadagin eru sostatt liðin 90 ár, síðan felagið varð stovnað. Og tað verður hátíðarhildið við eini stovn- ingarveitslu, sigur núver- andi formaðurin í EB, Olaf Fríðheim. Men føðingardagsveitsl- an verður tó ikki hildin sjálvan føðingardagin, utt- an verður flutt ein mánað til tann 22. mars. og tað hevur sína orsøk. Hølisviðurskift- ini. Ætlandi skuldi nýggja ítróttarhøllin standa liðug nú um vikuskfitið. Freistin var í grundini í gjár, sigur Olaf Fríðheim. Men sum so ofta er, er okkurt, sum ikki rakk fram til tíðina. So av- gjørt er at flyta hátíðarhald- ið ein mánað. Sjálvandi stendur EB húsið í bygdini, men tað er stutt og greitt tov lítið til tað tiltak, ætlað er, sigur for- maðurin. Karmurin um borðhald og tað, har til hoyrir, verður ítróttarhøllin, meðan so verður farið om- an í EB húsið at dansa aft- aná, sigur formaðurin. Innbjóðingar eru sendar øðrum ítróttarfeløgum og stuðlum hjá EB, eins og roknað verður við, at til eina slíka veitslu fer nógv fólk at vilja vera við. Olaf Fríðheim sigur um virksemið hjá EB, at mest er tað fótbóltur í løtuni, og hann varð fyri nøkrum ár- um síðan lagdur saman við Streymi í kenda felagsliðið EB-Streym. – Men á seinasta aðal- fundi hjá Eiðis Bóltfelag varð hondbóltsnevndin endurstovnað. Farið verður av álvara undir at spæla hondbólt aftur, nú ítróttar- høllin við øllum sínum møguleikum srtendur lið- ug, sigur formaðurin í Eiðis Bóltfelag. Nýggja hondbóltsnevnd- in hjá Eiðis Bóltfelag verð- ur kvinnustýrd. Nevndar- limirnir eru Sigga Vestur- tún, Elin Vesturdal og Jastr- id Andreasen. Tað verður, sum vera man, eingin kapp- ingarhondbóltur í vár, nú kappingin er so langt kom- in, men í heyst verður av álvara farið undir aftur hondbólt í gomlu hond- bóltsbygdini Eiði. – Grundin til, at hond- bólturin heilt helt uppat á Eiði var tann, at venjingar- umstøðurnar vóru so vána- ligar, og trupult var at koma til venjing, sum gekk fyri seg í høllini á Skála. Hinvegin eru møguleikar at skipa fyri øðrum smærri tiltøkum soleiðis beinan- veg, høllin letur upp. Sum eitt nú innandura fótbólts- kappingum og borðtennis, sum eisini var frammalaga á Eiði ta tíð, tað var, men sum nú trívist sera væl í Sundalagnum. Eru tað kvinnurnar, sums týra hondbóltinum á Eiði, er tað hinvegin ein mans- stýrd høvuðsnevnd í EB. Ikki tí, sigur Olaf Fríðheim. Nevndin, sum sat undan okkum, var ein kvinnu- nevnd, men tær hava nú lagt frá sær eftir at hava sitið fleiri skeið. Teir, sum í dag manna nevndina í Eiðis Bóltfelag saman við Olafi Fríðheim formanni, eru Magnus Magnussen, næstformaður, Hans Jákup Johansen, kassameistari og Kaj Joen- sen, skrivar. Tað hevur veirð rættiliga fitt av fólki, sum hevur gist á vallaraheiminum á Giljanesi seinasta árið. Nú bíða tey spent efir, hvørja ávirkan undirsjóvar- tunnilin fer at hava FERÐAVINNA Edvard Joensen Sandavági: Á vallaraheiminum á Giljanesi hevur so at siga onga nátt veir tómt hetta seinasta árið, sigur Niels Olgar Joensen, sum rekur vallaraheimið. Men so leggur hann afur- at, at hetta er fyrsta árið, síðan tey fyri 12 árum síðan byrjaðu, at tað hevur malið runt. Tað eru serliga danskir skúlaflokkar, sum brúka vallaraheimið á Giljanesi í summarhálvuni, sigur Niels Olgar Joensen. Um veturin hava tað so verið føroying- ar, sum hava búð her. Ser- liga arbeiðsfólk, sum kom- ið er vestur í Vágar aðra- staðni úr landinum. Men eisini ítróttarfólk og onkur annar bólkur, hava brúkt vallaraheimið. Nú um vikuskiftið er tað til dømis eitt ungdómsorkestur, sum er í Vágum á venjingarlegu, sum býr her, sigur hann. Hann er spentur upp á at síggja, hvussu og um hetta fer at broytast, nú undir- sjóvartunnilin er latin up, og fólk sleppa heimaftur, tá tey vilja. Hinvegin er líkt til, at donsku skúlaflokkarnir, sum eru nógv størsti kundabólkurin hjá vallara- heiminum, hava funnið út av, at tunnilin eisini kann brúkast til túrar hinvegin. Vanligi pakkin hjá vall- araheiminum hevur verið, at gestirnir eru komnir við flogfari. Hava so búð tvær nætur á Giljanesi, tvær á Gjáargarði og síðan tvær á Bládýpinum í Havn. Men skúlarnir hava funn- ið útav, at tá ferðast verður í Føroyum, er nokk við ein- um dagstúri til Havnar, sig- ur Niels Olgar Joensen, so okkurt bendir á, at tey fara at verða verandi í Vágum og so koyra runt hiðani. Tað hevur víst seg, at somu skúlarnir, sum eina- ferð hava sent ein flokk til Føroya, senda flokkar aftur ár um ár. Og tað er enntá somu lærarar, sum koma aftur, sigur Niels Olgar Joensen. Hann væntar, at tað nú kann fara at merkjast eisini hinvegin, at tunnilin er komin. Tá nú nýggja Nor- røna fer at sigla við nógv- um ferðafólki, kann vænt- ast, at tey í nógv størri mun fara at koma vestur í Vágar, nú samferðslumynstrið er heilt broytt. Niels Olgar Joensen sig- ur, at tey hava biðið Sanda- vágs Kommunu um loyvi at slætta eitt øki uttan fyri vallaraheimið til tjaldingar- pláss. Hann væntar at frætta aftur frá kommununi heilt skjótt. Annars verða umvæling- ar gjørdar á sjálvum vall- araheiminum. Tó í smáum, sigur hann, tí tað er ikki betri forrætning enn so, at tað má ansast væl eftir út- reiðslunum. Fyri einum tveimum árum síðan varð bygningurin klæddur uttan, allur sum var, og nú eru baðirúmini og wc gjød heilt av nýggjum. Tað er rættiliga nossligt innan. Kømurini mugu tó bíða eitt sindur enn, sigur Niels Olgar Joensen, men ásann- ar, at tey treingja eisini til eina hjálpandi hond. Lívligt á Giljanesi Nú Eiðis Bóltfelag fyllir 90 ár, er besta føðingardags- gávan uttan samanbering ítróttarhøllin, sum verður tikin í brúk fyrsta dagin Tað hevur verið heilt fitt av gestum á vallaraheiminum á Giljanesi hetta seinast árið, sigur Niels Olgar Joensen, sum vænar, at undirsjóvar- tunilin fer at draga nøkur av ferðafókunum frá nýggju Norrønu vestur i Vágar Mynd: Edvard Joensen C M Y K 9 8