Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 37 - 22. februar 2003 Nr. 37 - 22. februar 2003 11 - Vit hava eina út- byggingarætlan, sum røkkur yvir eini 15 ár, og ætlanin er at brúka einar 3 milj. krónur til skúlan um árið, sigur Sigurd Simon- sen, býráðsformaður KOMMUNUMÁL Vilmund Jacobsen Fuglafjarðar kommuna hevur serliga sett ljóskastr- an á trý mál seinastu 2-3 árini. Størstu íløgurnar eru í hesum tíðarskeiði farnar til havnalagið, útstykking- ar og til skúlan – stívliga 2 milj. krónur til hvørt av hesum málum. Íløgukarm- urin hjá kommununi er umleið 6,5 milj. kr. og kann í besta føri vera 7,5 milj. kr. Støðug útbygging Sigurd Simonsen, býráðs- ormaður í Fuglafirði, sigur, at skúlin er undir støðugari útbygging. Hetta er triðja árið á rað, at skúlin verður útbygdur. - Vit hava bygt ein 700 fermetra stóran bygning í tveimum hæddum á skúla- plássinum niðanfyri skúlan. Hesin parturin er bara ætl- aður til ymiskar serstovur, sigur hann. Vanligar stovur Býráðsformaðurin vísir á, at longu nú er skúlin í uppi- setri við vanligar skúla- stovur, og tí verður neyðugt at halda fram við einum bygningi aftrat til vanligar skúlastovur. - Vit hava gjørt eina ætlan um, hvussu skúlin í Fuglafirði skal útbyggjast. Henda ætlan røkkur yvir eini 15 ár, og vit miðja eftir at brúka einar 3 milj. krón- ur um árið til skúlan, sigur Sigurd Simonsen. Støðug útbygging av Fuglafjarðar skúla Trongt hevur verið í skúlanum í Fuglafirði, men nú verður skúlin so støðugt útbygdur næstu árini – fyrst við serstovum og síðan við vanligum skúlastovum. Myndin er tikin fyri útbyggingina, sum nú er í gongd. Mynd: Edvard Joensen Fuglafjarðar komm- una hevur økt skatta- prosentið við einum prosenti, úr 18,9 í 2002 uppí 19,9 í 2003. Meirinntøkan verður oyramerkt til bygging av einum røktar-og ellisheimi í Fuglafirði ELDRAØKIÐ Vilmund Jacobsen Fuglafjarðar kommuna telist millum tær komm- unur, sum vilja gera nakað ítøkiligt fyri tey gomlu og avlamnu. Nøkur ár herfyri læt kommunan byggja eitt eldrasambýli, og í fjør varð eisini kjallarin í sambýlin- um innrættaður, soleiðis at pláss er fyri fleiri fólkum. At kalla alt arbeiði er gjørt av fólki hjá og í kommununi – heilt frá tekniborðinum til tað hugnaliga og snotuliga býlið, ið nú er karmur um tilveruna hjá teimum gomlu, sum búgva har. Økt skattaprosent Við hátíðarløtuna, tá ið kjallarin alment varð tikin í nýtslu, segði býráðsfor- maðurin í Fuglafirði, Sig- urd Simonsen, at kommun- an eisini hevur ætlanir um at byggja eitt ellis-og røkt- arheim í Fuglafirði. - Vit umhugsa at hækka skattaprosentið við tí enda- máli at byggja eitt ellis-og røktarheim, segði hann. Og tað er hetta, sum kommunan nú hevur gjørt. - Skattaprosentið er økt úr 18,9 í 2002 uppí 19,9 í 2003. Inntøkan av hesum prosentinum verður oyra- merkt til bygging av ellis- og røktarheiminum, sigur býráðsformaðurin. Hann vísir á, at bygging- in við hesum verður løgd uttanfyri íløgukarmin hjá kommununi. 20 búfólk Ætlanin hjá Fuglafjarðar kommunu er at brúka einar 10 milj. krónur trý tey næstu árini til hesa bygg- ing. Síðan væntar komm- unan, at landið kemur við øðrum 10 milj. krónum til endamálið. - Málið er soleiðis at byggja eitt ellis-og røktar- heim fyri einar 20 milj. krónur, har pláss í fyrsta lagi verður fyri 20 fólkum, sigur Sigurd. Royndirnar av at byggja Vesturstovu, sum eldrasam- býlið eitur, eru tó so góðar, at býráðsformaðurin vænt- ar ikki, at kostnaðurin av ellis- og røktarheiminum verður 1 milj. krónur fyri hvørt búfólk, ið annars er vanligt, tá ið slík bygging fer fram. Umsókn er send mynd- ugleikunum um at hjálpa til við byggingini, og Sigurd Simonsen heldur, at lands- myndugleikarnir áttu at fegnast um, at kommunur taka slík stig, sum Fugla- fjarðar kommuna í hesum førinum hevur gjørt. Ætlandi verður ellis-og røktarheimið í Fuglafirði bygt úti á vestara landinum. - Verður spakin settur í eftir summarfrítíðina, sum ætlanin er, klára vit at brúka tann peningin í ár, sum fellur til hesa bygging, sigur hann. Ikki við Nú ellis-og røktarheimið í Runavík, sum kommunur í Eysturoy eru saman um, verður útbygt, tekur Fugla- fjarðar kommuna ikki lut í hesi útbygging. - Vit fara at brúka sama leist hesaferð, sum við øðr- um kommunalum bygging- um her í kommununi sein- astu árini. Vit fara at tekna húsið á teknistovuni hjá kommununi og gera alt sjálvir, sum vit nú einaferð eru førir fyri. Á henda hátt vænta vit, at ellis-og røktar- heimið kann byggjast fyri minni enn eina milj. krónur fyri hvørt búfólk, sigur Sigurd Simonsen, býráðs- formaður, at enda. Byggja røktar og ellisheim fyri økt skattaprosent Eftir summarfrítíðina verður spaki settur í til ellis-og røktarheim í Fuglafirði. - Vit fara at brúka sama leist hesaferð, sum við øðrum kommunalum byggingum her í kommununi seinastu árini, sigur Sigurd Simonsen, býráðsformaður. - Vit vænta, at ellis-og røktarheimið kann byggjast fyri minni enn eina milj. krónur fyri hvørt búfólk, sigur Sigurd Simonsen. Mynd: Vilmund Jacobsen Viðurskiftini ímillum landsstýrið og almenn starvsfólk eru ikki nóg greið, heldur Starvsmannafelagið LANDSANTIKVARUR Áki Bertholdsen – Viðurskiftini ímillum almenn starvsfólk og Landsstýrið, eru ikki nóg greið. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafel- agnum, heldur at tað er í hvussu so er ein lærdómur, sum vit kunnu fáa burturúr málinum um landsantik- varin. Og tað er, hvussu stóran týdning tað hevur at hava greið viðurskifti ímillum arbeiðsgevara og starvs- fólk. – Stóri trupulleikin er, at starvsfólkaviðurskifti og sáttmálaviðurskifti hoyra undir hvør sín landsstýris- mann. Fíggjarmálaráðiarrin umsitur sáttmálaviðurskift- ini og Løgmaður umsitur starvsfólkaviðurskiftini. – Hetta elvir til stórar trupulleikar, tí tað ger tað ringt at hava samanhang í øllum teimum viðurskift- um, sum eru ímillum eitt starvsfólk og Landsstýrið. Hann heldur tí, at tað ein- asta rætta er, at sáttmálavið- urskifti og starvsfólkavið- urskifti verða løgd undir sama landsstýrismann, tí so er øll ábyrgdin savna á ein- um staði. Um tað so skal vera undir løgmanni ella undir lands- stýrismanninum í fíggjar- málum, hevur minni at siga fyri hann. – Hann sigur, at Starvs- mannafelagð hevur roynt at fingið hesi viðurskifti í rættlag og hann veit onki um, at tað er tann stóran mótstøðan ímóti tí, heldur ikki frá landsstýrinum. – Tað hendir bara onki. Hann vísir eisini á, at tey eru mong, sum hava funnist at bygnaðarbroytingunum, sum Finn Normann Chris- tensen skipaði fyri í al- mennu umsitingini. – Tey kunnu teljast á ein- ari hond, sum taka undir við teirri skipanini og tey eru mong, sum hava ætlað at broyta hana, men tað hendir bara onki. Taka upp í samráðingar Gunnleivur Dalsgarð sigur, at nú sáttmálasamráðingar verða aftur í heyst, fer Starvsmannafelagið at royna at taka spurningin um viðurskiftini ímillum starvsfólk og landsstýrið upp í samráðingunum fyri at fáa øll starvsfólkamál undir sama landsstýris- mann fyri at fáa greið við- urskifti á økinum. Tað itøkiliga málið um landsantikvarin hevur hann ikki so nógvar viðmerking- ar til. – Tað er ikki eitt mál, sum liggur undir Starvs- mannafelagnum. Eg kann bara vísa til tær almennu viðmerkingar, sum starvs- fólkið á Fornminnissavnin- um hevur havt um málið. – Tey hava gjørt sínar viðmerkingar og teimum taka vit fult undir við. Annars heldur hann, at setanarpolitikkurin er orð- ingar um, hvussu tað eigur at vera farið fram, tá ið fólk verða sett í starv. Men tað eru ikki avgjørdar orðingar og tí er mangan trupult at siga, nær setanarpolitikkur- in er brotin ella ikki, sigur Gunnleivur Dalsgarð, men hann leggur dent á, at við hesum hugsar hann ikki serstakt um landsantikvar- in. – Men av tí at sáttmála- viðurskifti og starvsfólka- viðurskifti annars, liggja undir hvør sínum landsstýr- ismanni eru starvsfólkavið- urskifti og setanarpolitikk- ur orðingar uttan nakrar bindingar og tí má hetta halda uppat, sigur Gunn- leivur Dalsgarð. Meira um málið á síðu 18. Vit kunnu læra nógv av málinum um landsantikvarin – Tað at alt ikki liggur undir sama hatti, er ein storur trupulleiki og tað ma halda uppat Hugsanardagur er tann 22. februar. Dagurin verður hil- din av skótum kring allan heimin til minnis um hjún- ini Baden- Powell, ið bæði høvdu føðingardag tann 22. februar. Á enskum verður hesin dagurin nevndur »Think- ingday« ella »World friend- ship day«, tí á hesum degi hugsa vit um skótavinir okkara kring allan heim. Eisini ber til at senda skótum og øðrum eitt »Hugsanardagskort« við eini skóta heilsan í hesum sambandi. Í samband við hugsanar- dagin hevði Føroya Skóta- ráð eina teknikapping mill- um allar skótar í Føroyum. 4 tær bestu tekningarnar vunnu eina virðisløn, sum verður handa til vinnararn- ar á sjálvum hugsanar- degnum. Umframt virðis- lønina, so eru tekningarnar sum vunnu teknikapping- ina gjørdar til »Hugsan- arsagskort«. Í samband við at hugsan- ardagurin, so verða skóta- guðstænastur og skótasam- komur kring landið á hes- um støðum: Havnar kirkju, leygar- kvøldið tann 22. februar klokkan 19:00. Christianskirkjuni, leyg- arkvøldið tann 22. februar klokkan 19:00. Missiónshúsið í Leirvík, leygardagin tann 22. febru- ar klokkan 17:00. Kvívíkar kirkju, leygar- dagin tann 22. februar klokkan 15:00. Skótarnir í Suðuroynni fara til Guðstænastu í Sumbiar kirkju sunnudagin tann 23. februar. Hugsunardagurin 22. februar C M Y K 11 10