Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 37 - 22. februar 2003 Nr. 37 - 22. februar 2003 13 Sendingin hjá Suðurrás í Útvarpinum hóskvøldið um nýggju tunnilsføringina millum Øravík og Hov avdúkaði tvey viðurskifti: Tað er ikki bara at siga tað at fara undir at gera journalistiskar sendingar, tá hesar fáa eina politiska slagsíðu, og tað er ófatiligt sum summir politikkarar kunnu lata vera við at siga alla søguna. Tá tað er sagt, skal eisini sigast, at tað er frálíkt við lokalútvarpi, men kravið eigur at vera tað sama, sum vanliga verður sett einum landsvarpi. Gestir í útvarpsstovuni í Vági vóru løgtingsmaðurin Her- geir Nielsen, borgarstjórin Jógvan Krosslá, studentaskúla- lærarin Petur Nielsen og byggimeistarin Petur Hammer. Verturin boðaði frá, at talan var um prát og ikki politiskt orðaskifti! Luttakararnir fegnaðust sjálvandi um, at Petur Hammer hugsaði eitt sindur longur, og ikki blint góðtók tunn- ilsføringina hjá Landsverkfrøðinginum, men spurdi, um ikki aðrir møguleikar vóru til steðar! Úrslitið av tí er, at byggifelagið NCC, sum hevur gjørt Vágatunilin, sigur seg kunna gera ein tunnil í beina kós úr Øravík til Hovs, og at tað ikki er neyðugt at fara 150 metrar upp frá sjóvar- málanum. Hesi ætlan boðaði Hergeir Nielsen frá í fjølmiðlum í síðstu viku, og allir suðuroyingar fegnaðust sjálvandi um, at hetta alternativið kom fram, tí tað virkar nógv skilabetri enn verkætlanin hjá LV. Harafturat er tað bíligari, tí nærum eingir vegir skulu gerast og grótið kann brúkast til ta nýggju ferjuleguna. Men tað kom ikki greitt fram, at grundin til, at LV, helst eftir jarðfrøðiligari ráðgeving, noyðist longur upp og eystur, er, at tilfarið í fjallinum í beinari kós Øravík-Hov er so skikkað, at LV kann ikki fara ígjøgnum, tí hesin almenni stovnurin hevur bara gamla útgerð og ikki nútímans útgerð sum NCC. So kunnu vit spyrja, hví setti verturin ikki spurningin: - Hví hevur so LV verið inni í myndini, tá hann ikki hevur ta røttu útgerðina? Tað hevði verið áhugavert at vita, hvat Hergeir Nielsen hevði svarað. Vit minnast, hvussu nógv og stór spurnartekin Tjóð- veldisflokkurin setti, tá LV ikki slapp at gera ella standa fyri Vágatunnlinum. Er tað ikki Tjóðveldisflokkurin - fyri ikki at nevna nakað ávíst navn - sum beinleiðis ella óbeinleiðis hevur skorað á fyri at fáa LV at standa fyri hesi tunnilsætlan við teirri avleiðing, at neyðugt var at fara niðan undir Hovstúgvu? Men hesin parturin av søguni er ikki politiskt "in" nú! Gott, at menn vakna, og ikki eru so steinrunnir, at teir ikki kunnu taka við nýggjum hugskotum, sum óivað eru nógv skilabetri. Men nýggja uppskotið setir eisini krøv til øðrvísi fíggging, tí soleiðis sum Hergeir Nielsen koyrir málið fram, skal tunnilin helst vera liðugur, tá tann nýggja ferjan fer at pløga Suðuroyarfjørð um knappliga tvey ár. Lántøka varð nevnd, men tað er ikki í tráð við fíggjar- politkkin hjá Karsten Hansen, so her mugu aðrar snildir til! Vónandi vísa norsku kanningarnar, at tað ber til at fremja ta nýggju verkætlanina, tó ikki í skundi, men í tráð við skynsaman fíggjarpolitikk, sum onkur tykist gloyma í løtuni! DAGSINS MEINING Sosialurin Áhugaverd ætlan – men hon skal fíggjast VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kári Sverrisson Saltangará Fyri at alt ikki bara skal vera ja, amen og halleluja hiðani av Skálafjørðinum um undirsjóvartunnilin, tey nú skulu gera til Havnar - okkara miðstøð og borg - vil eg loyva mær at koma við einum mótmæli. Væl vitandi at slíkt mótmæli hvørki ger frá ella til; tí tá ið nóg nógv fólk við nóg nógvum skilagóðum rokni- stykkjum um framburð og menning, spreinging og oyðilegging, taka seg sam- an og seta sær okkurt fyri, er ofta so stutt frá kaffi- fundi við smákøkum og greyti til hard core bang og krasj og óteljandi lastbilar eftir vegunum, dagar og nætur til verkið er fullgjørt. Sundsdepilin, svartkjafta- trolarar upp á strípu, flaka-, surimi- og onnur virki, ið eingin longur minnist nøvnini á, eru góð dømi um, hvussu roknistykkini, løgd fram á sannførandi hátt, vístu okkum fram veg- in til sannleika og til sælu. Tá ið so talan harumframt er um guddóm nr. 1 í før- oyskum hjørtum - Bilin og náðiríka, tíðarsparandi frælsi hansara - er tað rætt og slætt blasfemi at tala at. Kortini: Sleppið hasum. Brúkið hasar ørandi pen- ingaupphæddirnar til okk- urt skilabetri enn nakað so steindeytt sum ein tunnil. Eitt hús til sjónleik og tónleik, t.d. Betri skúlar. Fleiri pláss til tey gomlu og veiku (nú ljóði eg sum ein politikkari upp undir eitt val, eg veit). Ein bát, kanska. Við vindeygum í allar ættir. Bátar eru fan- tastisk før. Undirsjóvar- tunlar eru bara kuldi og niða. Nakað sum ein rottu- hola. Ikki ein sólarglotti, ikki ein einasta skyggjandi alda, eingin súla, ið stoytir seg í havið, eingin lundi lágt yvir vatnskorpuni, eingin nísa ein stillan summarmorgun. Bara larmur frá øðrum bilum og musakkur í eina óendalig- heit. Í navni tíðarsparingar- innar og fisksins; hann, ið sleppur at liggja í sínari frystibingju 40 minuttir longri í Havn ístaðin fyri onkra aðrastaðni. Men, men. Eisini eg veit hvat klokkan í hesum førin- um hevur sligið. Tíð er pengar, segði McGvagg á sinni, og eg haldi at næsta bronsustandmynd, ið vit gera, skal vera av honum og hon skal vera himmal- høg. Standmyndin, við blaktrandi kyndli í hevjað- ari hond, kann hóskandi standa úti á Flesjunum. Mótmæli móti undirsjóvartunli Jákup Danielsen Tað frættist, at landsstýrið hevur ætlanir um at lækka skattin yvir eitt tvey ára skeið. Og í kjalarvørrinum av hesum tekur seg upp hendan afturvendandi til- knýtingin millum lønar- samráðingar og møguligan skattalætta. Hugsi, at onkur man hava misskilt tað at geva skatta- lætta. Ein skattalætti er ikki nakað, vit sum skattaborg- arar fáa til gávu frá ta til eina og hvørja tíð sitandi landsstýri. Ein skattalætti merkir, at sitandi landsstýri hevur avgjørt at taka minni av peningi frá okkum skattaborgarum, annað- hvørt við tí grundgeving, at tikið verður ov nógv, ella at umsitingini nú tørvar minni peningi til rakstur og íløgur. Lønarsamráðingar hin- vegin snúgva seg keyp og sølu av arbeiðsmegi og onki annað. Krógv og blundað – frá útjaðaraøkjum kring landið skal hava eina sokallaða »flatrate«, so allir fiskaframleiðarar og keyparar hava somu fortreytir at virka undir Johan Dahl Ætlanin hjá sitandi sam- gongu er, at flutnings- stuðulin til fiskafram- leiðslu har sund og firðir skilja nú skal heilt avtakast. Tað er púra burturvið at tosa um at avtaka stuðulin til flutningin uttan at gera eina skilagóða loysn, sum er varandi fyri vinnuna í útjaðaranum., tí um tað ikki verður gjørt, so fáa bygdir- nar og útjaðaraøkini ein stóran trupulleika at drag- ast við, sum í seinasta enda verður ein landstrupulleiki, sum eitur arbeiðsloysi, frá- flyting og harvið lækkandi inntøkur til samfelagið sum heild. Fiskivinnan føðir Havn- ina og øll embætisfólkini og tey alment løntu eins væl og hon føðir restina av landinum. Tað er ongin trupulleiki fyri samfelagið Føroyar at lata øll økir gjalda tann sama flutningsprísin, og vil eg mæla fiskimálaráðnum, ið umsitur fiskivinnumenn- ing á landi, um at seta seg saman við Strandferðsluni/ vinnumálaráðnum og finna ein gjaldssats pr. kg í flutningskostnaði, sum vinnan kann liva við, óansæð hvar hon virkar í landinum. Farmaflutningsgjøldini fyri fiskaflutning VIÐMERKINGAR Heri Ziska Við Frælsari Ítróttarkvøðu Tað var áhugavert at lesa kommentarirnar hjá Jan Christiansen borgarstjóra viðvíkjandi rennibreyt um Tórsvøll í Sosialinum hós- dagin tann 20/2. Har eru nøkur ting, sum hann førir fram, sum eg kundi hugsað mær at sagt mína meining um, og so eisini sett Jan Christiansen nakrar spurn- ingar. Tað skal eitast at kosta einar 13-15 milliónir at gera rennibreyt um Tórs- vøll, og samstundis skal tað verða nógvar ferðir bíligari at gera eina rennibreyt i Marknagilið!? Er tað veruliga so, at tað kostar meira at taka 5 røð av setrum niður, við arða síðuna, flyta grasvøllin 2,5 m og flyta áskoðaraplássini oman móti Gundadals- høllini út til síðirnar, enn tað kostar at grava út, spreingja og planera eitt nýtt øki, byggja áskoðara- pláss (sum eru neyðug og eru um Tórsvøll), byggja skiftifacilitetir (sum eru neyðugir og finnast við Tórsvøll) og byggja reið- skapsrúm (sum eru neyðug og finnast við Tórsvøll)? Tað er annars týdningar- mikið, at man hevur í huga, at einasta orsøk til allar hesar eykakostnaðarnar, sum ein rennibreyt um Tórsvøll førir við sær, eru eykakostnaðir, sum stand- ast av at Tórshavnar býráð hevur brotið øll lyfti, sum tað hevur givið tí frælsa ítróttinum og øllum hinum, sum hava áhuga í eini rennibreyt í Havn. Jan Christiansen førir fram, at ein rennibreyt er ein stór íløga til lutfalsliga fáða íðkarar!? Her vil eg gjarna spyrja Jan nakrar spurnigar: Hvussu ofta hevur Tórs- vøllur verið brúktur, síðan hann bleiv tikin í nýtslu? Hvussu nógvir íðkarar hava brúkt Tórsvøll higar- til? Hvussu nógv hevur Tórs- vøllur higartil kostað Tórs- havnar Kommunu og har- við borgarum í Tórshavn? Viðvíkjandi teimum »lut- falsliga fáu íðkarnum«, sum Jan sipar til í samband við rennibreyt, so umfata hesir »fáu« íðkarnir: Øll tey, ið íðka frælsan ítrótt í Tórshavn Øll skúlabørn í Tórshavn Øll vaksin, sum hava áhuga í at royna seg uttan at risikera lívi við at renni ímillum bilarnar á vegun- um Øll tey, sum hava eitthvørt brek sum ger, at tey ikki kunna renna úti á veg- unum. Eg veit, at hesir »lutfalsliga fáu íðkarnir« ikki hava somu vekt, sum teir opin- bart lutfalsliga nógvu íðk- arnir, sum hava verið tvær, tríggjar ella kanska heilar fýra ferðir á Tórsvølli í samband við altjóða dystir hjá landsliðnum, og er tað tvey ella trý onnur føroysk lið, sum eru sloppin inn um stongda portrið í Gunda- dali? Undirritaðu økisleiðarar í Heimarøktini harmast um støðuna, sum er íkomin nú bæði stjórin fyri Heima- røktina & Serforsorgina og fakligi leiðarin innan røkt- arøkið hava valt at siga seg úr starvi. At hetta hendir nú stórar broytingar standa fyri framman, tá eldraøkið skal leggjast út á kommunurnar at umsita, ger ikki støðuna minni óhepna, tá hugsað verður um tey umsitingar- ligu og fakligu innlit hesi starvsfólk hava. Síðani Heimarøktin í august 1996 alment fór at virka eftir núverandi leisti, hava vit verið fyri støðug- um broytingum og alsamt fleiri uppgávur eru og verða lagdar út á einstøku økini at umsita. Hetta krev- ur bæði eina vælvirkandi økisfyrisiting og miðfyri- siting. Miðsfyrisitingin tek- ur samanum fyri allar Før- oyar, soleiðis, at tænastan verður so eins kring alt landið sum tilber. Í hesum sambandi hava vit støðugt víst á tørvin á einum fak- ligum leiðara. Heimarøktin & Serforsorgin er ein stovnur, og hevur Serfor- sorgin haft fakligan leiðara allatíðina. Hin 1. oktober 2002, varð loksins fakligur leiðari settur fyri Heima- røktina og hóast bert 4. mánaðar í starvi, kunnu vit longu ásanna, hvussu al- stóran týdning hetta hevur fyri hesa skipan. Vit meta tí støðuna so álvarsliga, at hetta í ring- asta føri kann hava við sær, at Heimarøktin sindrast. At støðan í Heimarøktini mangan kann tykjast ka- otisk er ongin loyna og at størsti trupulleikin er manglandi peningalig orka, er ivaleyst heldur ongum ókunnugt. Við at lesa "Álitið um eldraøkið", sum varð almannakunngjørt í fjør, kann ein og hvør re- sonnera seg fram til, at stóri tørvurin á samdøgurs- plássum - umleið 315 - má kosta Heimarøktini dýrt. Hvaðani skuldu fólk við hesum tørvi annars fingið hjálpina? Hinvegin kunnu vit spyrja um verkætlanin "Royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni" (Løgtingslóg nr. 111 frá 20.12.02), ikki var eitt po- litiskt signal um, at eldra- økið møguliga kundi verið skipað øðrvísi? Eftirmetingin av hesi royndarskipan varð liðug 27. august 2002. Men við "Kunngerð nr. 7 frá 27.01.03 um eldrarøkt í Sandoynni" er nú avgjørt, at eldrarøktin í Sandoynni skal halda áfram sum í verkætlanini. Hetta er bert at frøast um, eisini tí rokn- ast má við, at vit loksins hava fingið ein leist at ganga eftir fyri allar Før- oyar. Um hetta er ætlanin hjá politiska myndugleikanum, krevst, at restin av eldra- økinum í Føroyum fær víðkað fíggjarligu karm- arnar munandi, soleiðis, at samsvar er ímillum tørv og fólkatal í teimum ymisku økjunum. Anna Maria Oskarsson Elsba Lutzen Sonja Klein Ása Hanusson Jeanna í Lágabø Spurningar til Jan Christiansen borgarstjóra viðvíkjandi rennibreyt um Tórsvøll Hvussu verður við Heimarøktini framyvir? Umsiting av almennum peningi Heri Mohr Fyri 10 árum síðan fór tað føroyska samfelagið so singlandi á heysin, og hvørt heim merkti svið- an, so tað stóð eftir. Heim í stórum tali vórðu upployst, og fleiri tús- und stungu í sekkin og rýmdu av landinum – í stóran mun til Danmark- ar. Og landskassin! – jú, hann endaði í somu grøv, hann fór falitt, og við hesum misti hann, tað vil siga skattaborgar- arnir, milliardaupp- hæddir, nevniliga alt tað sum við løgtingslógum var veðhildið fyri og veitt í lánum til virkir og feløg. Í hesum døgum hava vit fingið at vita, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum ætlar at biðja løgtingið um loyvi til at strika fleiri hundr- að milliónir av toll-, mvg- og skattaskuld hjá (somu?) virkjum og fe- løgum. Til hetta er í fyrsta lagi at siga, at um hesi feløg og virkir, sum skylda landskassanum eina lítla milliard, lóg- frøðiliga í stóran mun eru strikað og onki eiga, sum útlegg kann verða gjørt í, so krevst ikki loyvi frá løgtinginum at strika skuldina. Tað veit ein sýslumaður/lands- stýrismaður sjálvandi betur enn nakar annar. Og í øðrum lagi: Um skuldararnir við 900 milliónum í landskassa- skuld ikki eru tilveru- strikaðir, og henda ovur- honds stóra eftirstøða ikki er fyrnað, endar á løgtingsborðinum en bloc, so eigur løgtings- nevndin (fíggjarnevnd- in?), sum skal viðgera málið, at krevja yvirlit yvir skuldararnar og sundurliðing av skuldini soleiðis: - B-skattur - P/f-skattur - Mvg - Tollur - Annað Og løgtingsnevndin átti eisini at kunnað saman- borið nevnda yvirlit við sundurliðing (specifika- tión) av milliardatapun- um, sum landskassin hevði í endanum av farnu øld jbr. »Frágreið- ing um 80-árini« síðu 43-51. Ein in blanco heimild frá løgtinginum at strika ótaldar milliónir av skattaborgaranna pen- ingi, sum landsstýris- maðurin við fíggjarmál- um hevur fráboðað, er ósømilig og ein háðan móti okkum, sum í hes- um landi búgva. Til sammetingar: Vit kunnu hugsa okkum lagnuna hjá fíggjarmála- ráðharranum í einum av okkara grannalondum, sum hevði dittað sær at komið við tílíkum tanka sum hesum, ið er kunn- gjørdur hvørjum húski í Føroyum. T.d. um stjórnin í Danmark hevði í kvittan at strika 70 milliardir í skatta-, toll- og momseftirstøð- um; – hvørjar avleiðing- ar hevði tað fingið? TÍÐINDASKRIV Angela og Hannibal fara at vera við til føstulávints- haldið í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði, og eisini verður dansur við kend- um 60'ara bólkum, og tveir kendir vísusangarar fara at hava konsert Tað verður nógv undirhald á skránni í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði leygardagin 1. mars og sunnudagin 2. mars. Leygardagin verður stór- sligið føstulávintshald, har tey bæði Angela og Hanni- bal, sum øll børn munnu kenna frá sjónvarpssend- ingunum, fara at vera við. Børnini fáa føstulávints- bollar og sodavatn, og tað verður kaffi til tey vaksnu. Tríggjar tær vakrastu grýlurnar vinna eina kassa av Faxe-sodavatni. Dansur Leygarkvøldið verður stórur dansur við tveimum kendum tónleikabólkum úr 60'unum. Talan er um Silly Boys og Thunderbirds. Tað undarliga við hesi samanseting er, at bólkarnir ongantíð áður hava spælt til konsert saman. Tað kann tykjast løgið, tí bólkarnir hava verið sera virknir, og teir hava gjøgnum árini verið við í nógum afturlít- andi dansitiltøkum. Men nú verður so møguleiki at hoyra teir væl umtóktu bólkarnar til sama tiltak. Í sambandi við dansin verður skipað fyri stórum køldum borði í Mentarhús- inum. Hetta verður frá klokkan 20.00. Atgongumerki til dansin kunnu keypast í forsølu. Vísukonsert Sunnudagin 2. mars verður vísukonsert við tveimum kendum føroyskum vísu- sangarum. Annar teirra er fuglfirð- ingurin Stanley Samuelsen, sum fyri nøkrum árum síð- ani gav út eina fløgu. Kendasti sangurin av hesi fløgu er ivaleyst »Um eg kundi kvøði«, sum sjálv- andi verður á skránni til hesa konsertina. Hin maðurin er ein legenda í føroyskum tón- leiki. Klaksvíkingurin Han- us Gærdum Johansen verð- ur mettur sum ein av okk- ara allarbestu vísusangar- um, og hann hevur eisini givið fløgu út. Hanus er kendur sum ein framúr tulkari av yrkingunum hjá Poul F., men hann hevur sanniliga eisini gjørt nógv- ar góðar sangir sjálvir. Tónleikur og føstulávintshald C M Y K 13 12