leygardagur 22. februar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 22. februar 2003
15
Talan er um einar
350.000 ferkilometrar
stórt øki, sum fýra
lond og harímillum
vit gera krav um. Tað
er føroysk hugsan at
okkara landgrunnur
heldur náturliga fram
suður eftir til Rockall
og Hatton háslættar-
nar til man kemur út
á djúpt vatn aftur
vestan fyri Hatton og
sunnan fyri Rockall/
Hatton. Maðurin,
sum fer at standa fyri
arbeiðinum er Martin
Heinesen, stjóri á
Jarðfrøðissavninum
MARK
Jan Müller
Fleiri av londunum hava
ratifiserað havrættar-kon-
ventiónina, og tí eru tey
eisini komin longri við
sínum kanningum enn vit
føroyingar, nú Danmark
ikki fer at ratifisera hav-
rættarsáttmálan fyrr enn í
ár.
Martin Heinesen, stjóri á
Jarðfrøðissavninum, sum
kemur at standa fyri tí før-
oyska arbeiðinum, heldur
ikki, at hetta nýtist at vera
ein fyrimunur fyri tey, men
vit halda, at tað hevur so
mikið nógv av skundi, at vit
vilja arbeiða so skjótt sum
tað ber til. Hann sigur, at vit
ímynda okkum, at vit skulu
gera hetta arbeiði ikki í
einum 10 ára skeiði men
nærri einum fimm ára
skeiði. Danmark hevur so
eisini Grønland at taka sær
av, og har eru trý øki, sum
eru uppá tal.
Mest jarðfrøði
Man fer nú at kanna grund-
arlagið fyri, um man kann
gera krøv galdandi. Grund-
arlagið er mest jarðfrøði og
dýpi. Tað er spurningurin
um “Natural prolongation”
tvs. náttúrligt framhald av
landøkinum. Dokumenta-
tiónin, sum skal liggja við
einum kravi, er rættiliga
umfatandi, og har er rætn-
ingslinjur, sum ein land-
grunnskommisión
undir
Havrættarkonventiónini,
sum kravið skal latast til,
hevur gjørt.
Í sambandi við at Dan-
mark í fjør gjørdi av at rati-
fisera sáttmálan í ár so
varð eisini gjørt av at fara
undir kanningar. Danska
stjórnin hevur tí sett peng-
ar, umleið 20 mill. kr. um
árið av á ríkisjáttanini til at
gera kanningar við Føroyar
og
Grønland
komandi
fimm árini.
Ríkið hevur yvirornað
sett ein kontaktbólk, “Kon-
taktudvalget”, har ráðharra-
stovan fyri vísind, tøkni og
menning hevur samskip-
andi uppgávuna, og danska
játtanin liggur hjá teimum.
Í hesi kontaktnevnd sita
fólk frá ymsum ráðharra-
stovum umframt føroying-
ar og grønlendingar. Sig-
mund
Isfeldt
umboðar
løgmansskristovuna
og
Herálvur Joensen, aðal-
stjóri oljumálaráðið.
Fyri at fáa gjørt konkretu
arbeiðini eru tveir stýrings-
bólkar, har ein er fyri Før-
oyar og ein fyri Grønland.
Føroyingar hava fingið
formansskapin í tí eina
stýringsbólkinum og verður
tað Martin Heinesen, stjóri
á Jarðfrøðissavninum, sum
situr við borðendan. Løg-
mansskrivtovan hevur heitt
á Jarðfrøðissavnið um at
samskipa alt tað tøkniliga
arbeiðið Føroya vegna. Tað
verður so gjørt í tøttum
samstarvi
við
danskar
stovnar.
10 fólk eru í hesum stýr-
ingsbólkinum, seks danir
og fýra føroyingar. Føroy-
ingarnir eru Martin Heine-
sen og Claus Andersen frá
Jarðfrøðissavninum, Hjalti
í Jákupsstovu frá Fiski-
rannsóknarstovuni og Hans
Pauli Joensen frá Náttúru-
vísindadeildini.
Donsku
umboðini eru m.a. frá far-
vatnsráðnum og kortráð-
harrastovuni.
Fyrsti stýringsbólkafund-
urin var í Føroyum beint
fyri jól. Næsti fundurin var
28. januar í Keypmanna-
havn. 6. februar var næsti
fundurin í kontaktbólkin-
um, eisini í Keypmanna-
havn. Á tí fundinum var
allur bygnaðurin og ætlanir
fyri 2003 og skitsuporjekt
fyri komandi árini góðkent.
So Jarðfrøðissavnið hev-
ur fingið eina hampuliga
stóra arbeiðsuppgávu, og
tað kann henda at eisini
onnur koma við í arbeiðið.
Jarðfrøðissavnið arbeiðir
tætt saman við Danmarks
Geologiske Undersøgelser.
Farvandsvæsenet
hevur
ábyrgd av uppmátingum og
síðani kemur Kort og
Martikelstyrelsen. Ætlanin
er, at málsøkið, sum Far-
vandsvæsenet hevur og tað
sum hevur við Føroyar at
gera, verður flutt til Før-
oyar.
Av tí at okkara granna-
lond hava góðtikið hav-
rættarkonventiónina
fyri
nógvum árum síðani og tí
eru komin væl áleiðis við
sínum arbeiði og tí vit hava
ósvaraðar spurningar um
yvirlappandi krøv so meta
føroyingar,at tað hevur
skund at fáa gjørt okkara
arbeiði. Vit satsa tí uppá at
fáa gjørt meginpartin av
innsavningini í ár og næsta
ár soleiðis at man kann
arbeiða víðari við data og
vera komin væl aleiðis
eftir fimm árum sigur
Martin Heinesen.
Arbeiða eisini saman
við øðrum
Tað verða gjørdar neyvar
dýpdarkanningar av skap-
inum
av
havbotninum.
Síðani jarðfrøðilig kort-
legging, tvs. hvussu langt
út basaltini røkka, hvussu
tjúkk
sedimentini
ella
legugrýtið er bæði norðan
og sunnan fyri. Hvussu
bygnaðurin av jarðarskorp-
uni er í Føroyum og allan
vegin út. Her eru ymsar
jarðfrøðiligar kanningar,
sum vit skulu brúka til tess
at dokumentera, at Føroyar
og landgrunnurin halda
fram við tí, sum verður
kallað fyri natúrligt fram-
hald. Og hetta skal kunna
dokumenterast uppá so
nógvar mátar sum møgu-
ligt. Allar upplýsingar um
okkara undirgrund hava
týdning. Nógvar kanningar
eru longu gjørdar. Eitt nú
Føroyar Rockall projektið.
Tær upplýsingar vit fingu
har kunnu eisini brúkast.
Hini londini og vísindaligir
stovnar, oljuvinna oo. hava
gjørt kanningar. Alt verður
brúkt.
Hini londini, sum eisini
krevja rættin til økini, hava
so gjørt onkrar kanningar.
Martin Heinesen sigur, at
teir hava samband við tey,
hóast vit kunnu gerast
mótpartar. Føroyingar hava
sum er samband við øll
grannalondini. -Vit arbeiða
saman so langt tað verður
mett at vera skilagott og
ráðiligt, og tað verður alla
tíðina gjørt í samráð við
tann politiska myndugleik-
an, hvat man kann og ikki.
Sambannd
er
millum
londini bæði á tekniskum
og á politiskum støði vísir
Martin Heinesen á.
Í Føroyum skal byggjast
upp ein databasi, har yvirlit
verður yvir allar gjørdar
kanningar og data. Metast
skal so um dygdina av
tilfarinum og hvat manglar
í. Martin Heinesen sigur, at
man veit, hvat man skal
fara eftir og roknar við, at
tað verður eingin trupul-
leiki at seta út í kortið
skilagóðar verkætlanir.
Talan
er
um
einar
350.000 ferkilometrar stórt
øki, sum fýra lond og
harímillum vit gera krav
um. Tað er føroysk hugsan
at
okkara
landgrunnur
heldur náturliga fram suður
eftir til Rockall og Hatton
háslættarnar til man kemur
út á djúpt vatn aftur vestan
fyri Hatton og sunnan fyri
Rockall/Hatton. Tað er
sjálvandi alt ov tíðliga at
siga, hvussu fara vit so at
standa í einum dysti við
grannarnar um hetta stóra
økið og harvið rættin til
møgulig ráevni.
Árni Olafsson, sum er
serkønur í føroyskum við-
urskiftum í danska uttan-
ríksiráðnum, og sum áður
hevur havt týðandi leiklut í
arbeiðinum at vinna Før-
oyum rættindi úti á land-
grunninum, hevur eisini her
eina týðandi uppgávu eitt
nú í sambandi við samskifti
millum londini.
Fyri at gera arbeiðið
fullgott frá byrjan av verður
eisini neyðugan orkan sett
av. Martin Heinesen hevur
søkt um og fingið farloyvi
frá sínum stjórastarvi á
Jarðfrøðissavninum frá 1.
apríl, soleiðis at hann kann
taka sær av nýggju uppgáv-
uni burturav. Helst verður
tað brúk fyri fleiri fólkum á
Jarðfrøðissavninum eisini.
Nú verður so sett út í kortið
av álvara.
Framtíðar útlit
Í desember í fjør vóru
tíggju ár síðan, at Atli
Dam, løgmaður, og Poul
Schlúter,
forsætisráð-
harri, skrivaðu undir
avtaluna um yvirtøku av
ráevnum í føroysku und-
irgrundini. Fáur mundi
tá droyma um, at so
nógv skuldi kunna fáast
av skafti eftir so stuttari
tíð skrivar Halgir W.
Poulsen, advokatur og
ein av teimum, sum
hevur verið við í arbeið-
inum at vinna Føroyum
rættindi á undirgrund í
grein í serútgávu av
Sosialinum í desember í
fjør. Hann skrivar eisini
um økið fyri sunnan:
-Føroyskir myndug-
leikar hava í dag ræði á
undirgrundini í einum
250,000
ferkilometra
øki og kunnu uttan uppí-
legging
skipa
fyri,
hvussu møgulig ráevni í
hesi undirgrund skulu
verða
útvunnin,
og
hvussu peningaúrtøkan
av hesum virksemi skal
verða umsitin. Vit hava
eitt nútímans lógarverk,
bæði tá ræður um virk-
semið sjálvt og skatting
av tí. Vit ráða fyri, nær
og á hvønn hátt loyvi at
leita eftir og vinna út
olju verða bjóðað út, og
vit ráða yvir hvør fær
hesi loyvi og við hvørj-
um treytum. Verður tal-
an um munandi olju-
vinnu á føroyskum øki,
fer tað at seta ómetalig
stór krøv til myndug-
leikarnar, skulu sam-
felagsárinini ikki gerast
so ógvislig, at vit verða
kollrend. Ikki minst
skyldurnar móti um-
hvørvinum og eftirkom-
arunum eiga at viga
tungt, tá ein møgulig
oljuvinna fer í gongd av
álvara.
Vit eru eisini við í
kappingini
um
eitt
350,000
ferkilometra
stórt øki í ein útsynning
úr Føroyum, Hatton-
Rockall økið. Hendan
kapping stendur millum
Stórabretland, Írland, Ís-
land og Føroyar, sum øll
kanna sær rættin til hetta
økið. Hinumegin stend-
ur
Havbotnsmyndug-
leikin, ið sambært hav-
rættarsáttmálanum frá
1983 skal umboða “fe-
lagsarv mannaættarinn-
ar” (les fátækralondini
og íbúgvar teirra), ið
sambært sáttmálanum
skulu eiga tann partin av
havbotninum, ið verður
til avlops, tá ríklondini
hava kannað sær sítt.
Hvør av hesum báðum
vinnur
stríðið
um
Hatton-Rockall økið er
helst ikki ringt at gita,
men hvat verður í part til
Føroya, tá endaliga skal
býtast, man vera meira
ivingarsamt.
Ætla at brúka fimm ár
til at finna prógvini
Martin Heinesen, stjóri á Jarðfrøðissavninum, sum komandi árini burturav fer at taka sær av at finna prógv fyri, at Føroyar
halda fram langt suðureftir. Her vísir hann kort av økinum, sum m.a. Føroyar gera krav uppá
Mynd Jens K Vang
15
14
Nr. 37 - 22. februar 2003
Í næsta mánað fer
danska stjórnin at
ratifisera havrættar-
konventiónina, og tað
merkir, at føroyskir
og danskir myndug-
leikar nú fara undir
eitt miðvíst arbeiði at
prógva, at føroyski
landgrunnurin
heldur fram suður
eftir, og at ein partur
av stóra Rockall og
Hatton háslættanum
er føroysk ogn
MARK
Jan Müller
Føroyar gjørdust størri, tá
vit gjørdu avtalu við bretar
og íslendingar um markið.
Nú er so ætlanin at tvífalda
Føroyar. Talan er um rættin
til stóru økini fyri sunnan
uttan fyri 200 fjórðingar,
sum enn eingin eigur men
sum ikki færri enn fýra
lond gera krav uppá, teirra
millum Føroyar. Í dag
fevna Føroyar um eitt
knappar 300.000 ferkilo-
metrar stórt øki. Stóra økið
fyri
sunnan
er
góðar
300.000 ferkilometrar.
Talan er ikki um nakað
nýtt mál. Tað hevur verið
meira og minni gongd í tí
seinastu nógvu árini, men
fyri okkara viðkomandi var
tað lagt á hillina, tá vit
raðfestu markið millum
Føroyar og Bretland fremst.
Nú hetta markið, markið
móti Noregi og markið
móti Íslandi eru komin upp
á pláss liggur “bert” stóra
økið fyri sunnan eftir av
týdningi at fáa uppá pláss. Í
sambandi við at Danmark
nú fer at góðkenna havrætt-
arsáttmálan
er
danska
stjórnin eisini farin at
fyrireika próvførsluna fyri
krøv til øki uttan fyri 200
fjórðingar bæði í Grønlandi
og Føroyum.
Málið hevur verið við-
gjørt í landsstýrinum, og
nú hevur Oljumálaráðið so
sett ynski fram um at fáa
góðar 5 mill. kr á eyka-
fíggjarlóg til arbeiðið. Løg-
maður er sera fegin um, at
málið er komið hertil og
sigur, at frá føroyskari síðu
hava vit ynskt, at arbeiðs-
bólkurin, sum hevur við
Føroyar at gera, fær føroy-
ing í leiðsluna. Og tað er
játtað. Martin Heinsen,
stjóri á Jarðfrøðisavninum,
verður formaður.
Løgmaður sigur víðari, at
tað er heilt náttúrligt, nú
vit krevja formann í einum
av arbeiðsbólkunum, at vit
so eisini luttaka fíggjarliga
í verkætlanini. Danir hava
sett góðar 20 mill. kr. á
fíggjarlógina til arbeiðið í
ár og verður helst líknandi
upphædd sett av tey kom-
andi fimm árini. Neyvan
verða nakrar kanningar
gjørdar í 2003, men ætlanin
er heldur at fáa eitt yvirlit
allar tær kanningar, sum
longu eru gjørdar. Tað
skulu eisini gerast seis-
miskar kanningar og roynd-
arboringar, men tær liggja
nakað longur frammi.
Anfinnur Kallsberg sig-
ur, at vit frá føroyskari síðu
fara at gera okkum stóran
ómak við hesum, tí hetta er
eitt so stórt og týðandi mál
fyri okkum. Í hesum sam-
bandi royna vit eisini at fáa
innlit í tilfar, sum aðrir hava
savnað saman.
Vit hava áður gjørt okk-
ara krav galdandi um økið
sunnan fyri, men tá vit fóru
undir at finna eina semju
um mark millum Føroyar
og Bretland valdi man
eisini at hekta kravið til
Rockall av, fyri ikki at
órógva hitt málið. Men nú
er tað so brandaktuelt at fáa
tað gjørt.
Eitt av stóru málunum
Sær løgmaður fyri sær, at
føroyingar sum frálíður
fara at fáa rættin til ein part
av tí stóra økinum sunnan-
fyri!
- Ja tað geri eg. Hyggur
tú at einum havkorti um
okkara leiðir so sær tað út
sum, at Rockall háslættin
er eitt framhald av tí
føroyska kontinentalsoklin-
um, men tað kunnu aðrir so
eisini siga um síni øki. Tað
eru jú dýpi ímillum. Og
íslendingar gera eisini krav
uppá Rockall. Írar gera tað
og bretar gera tað. Men har
eru nakrar djúpar rennur
millum. Og hyggur tú tí
náttúrliga at tí, sær tað út til
at partur av økinum hoyrir
til Føroyar, men tað skulu
vit prógva.
Løgmaður heldur hetta
vera eitt av stóru málunum
hjá føroysku tjóðini í fram-
tíðini. Talan er so eisini um
eitt øki norðanfyri, sum
bæði Ísland og Noreg gera
krav uppá. Har er meira
havdýpi, men har fara vit so
eisini at royna at fáa prógv
fyri, at hetta er eitt náttúr-
ligt framhald av tí føroyska
kontinentalsoklinum.
- Ein loysn, sum fer at
gagna Føroyum, fer at geva
okkum fleiri fyrimunir. Tað
fer at geva okkum rættin til
stór virði á havbotninum og
í undirgrundini uttan fyri
teir 200 fjórðingarnar, sum
eru mark í dag. Løgmaður
heldur og vónar, at vit hava
eina góða sak, men tað skal
gerast eitt stórt arbeiði fyri
at prógva, at so er. Hann
hevur stórt álit á okkara
fólkum, sum nú fara undir
hetta so týðandi “detektiv-
arbeiðið”.
Leggja botn til einar størri Føroyar
Hóast flestu londini á okkara leiðum ikki ratificeraðu - t.e. formliga settu í gildi
fyri teirra viðkomandi - Havrættarsáttmálan fyrr enn miðskeiðis í 90-árunum,
gjørdu strandalondini kring Hatton-Rockall økið hvør í sínum lagi
"designeringar" - t.e. einsæris krøv um landgrunsrættindi - út um 200 fjórð-
ingamørkini longu miðskeiðis í 80-árunum - baseraðar á ásetingarnar í
Havrættarsáttmálanum, sum varð undirskrivaður í ST í 1982.
Føroyar – men formliga er tað Danmark - er tað seinasta landið á okkara leiðum
at ratificera sáttmálan. Tað verður eftir ætlan gjørt í ár, møguliga longu í næsta
mánað. Ein orsøk til at henda góðkenning ikki er komin enn er m.a. eitt stríð, sum
hevur verið millum Bornholm og Póland.
Designeringarnar hava ikki nakað altjóða status. Har aftur ímóti fáa øll
strandalond, hvør í sínum lagi, eitt tíðarskeið - fram til 2009 ella í minsta lagi 10
ár frá tí, at tey hava ratificerað Havrættarsáttmálan - til at skjalprógva og
dokumentera fyri eini sonevndari landgrunsmarkanevnd undir ST (Commission
on the Limits of the Continental Shelf, CLCS), at tey hava tær neyðugu
náttúrugivnu umstøðurnar - natúrligt samband ella "natural prolongation" - út
eftir landgrunninum til at kunna gera formlig krøv galdandi og út um 200
fjórðingamarkið.
Ta uppgávuna hevur Jarðfrøðisavnið fingið at arbeiða við tey komandi árini -
saman við øðrum viðkomandi stovnum í Danmark og Føroyum.
Hetta er tó eitt ríkismál sum so. Danska ríkið hevur fimm umráði, har hildið
verður, at man skal gera seg galdandi uttan fyri 200 fjórðingar. Av teimum eru
tvey í Føroyum, eitt sunnan fyri og eitt norðanfyri. Síðani trý í Grønlandi. Løgd
er ein ætlan yvir 10 ár, har pengar verða settir av til at kunna prógva rættin at
gera krøvini galdandi uttanfyri 200 fjórðingar.
Økini, talan kann gerast um at gera krav um, eru fyri Føroyar partvíst á Hatton-
Rockall økinum í ein útsynning úr Føroyum, og partvíst í Norðurdjúpum í ein
landnyrðing úr Føroyum.
Fakta
Anfinnur Kallsberg, løgmaður og Eyðun Elttør, oljumálaráðharri á oljuráðstevnu í Stavanger fyri nøkrum árum síðani. Stóra kortið á vegginum vísir økið sunnan
fyri, sum Bretland, Írland, Føroyar og Ísland gera krav uppá. Á myndini er eisini Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
14