Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 37 - 22. februar 2003 Nr. 37 - 22. februar 2003 17 Seinasta hálva árið eru 32.000 arbeiðs- pláss horvin í Dan- mark, og búskapar- frøðingar mæla nú stjórnini til at seta tiltøk í verk fyri at tálma skeivu gongdini DANMARK Árni Joensen: Donsku búskaparfrøðing- arnir eru á einum máli um, at tað er afturgongdin í al- tjóða búskapinum, sum er farin at seta síni sjónligu spor í Danmark. Tað fyrsta tekinið kom í einari upp- gerð frá donsku hagstovuni, sum fyrradagin kunngjørdi, at seinastu seks mánaðarn- ar eru 32.000 arbeiðspláss horvin á arbeiðsmarknað- inum. Sagt verður, at gongdin minnir um krepp- una tíðliga í nítiárunum og tað, sum hendi aftan á bú- skaparkreppuna í Asia í 1997. Hetta hevur fingið bú- skaparfrøðingar at mæla stjórnini til at seta tiltøk í verk fyri at tálma skeivu gongdini. Í vinnuráðnum hjá danska arbeiðsgevara- felagnum sigur Thomas V. Pedersen, búskaparfrøðing- ur, at stjórnin eigur at fram- skunda tíggju ára íløgu- ætlanina. Í Nordea-bank- anum sigur búskaparfrøð- ingurin Johnny Bo Jakob- sen, at verða tiltøk ikki sett í verk, fer ætlanin hjá stjórnini at gjalda uttan- landsskuldina niður fyri bakka. Hann heldur tað vera minst líka týdningar- mikið at skunda undir ferð- ina í búskapinum sum at gjalda skuldina niður. Stjórnin hevur boðað frá, at hon umhugsar skatta- lætta fyri einar átta milli- ardir krónur, men sambært Nordea-bankanum er tað alt ov lítið. Við Politiken sigur Johnny Bo Jakobsen, at tað er neyðugt við um- leið 12 milliardum krónum afturat teimum átta, sum stjórnin ætlar. Men Thor Pedersen, fíggjarmálaráðharri er ikki samdur við búskaparfrøð- ingunum. Hann sigur, at tað eru framvegis tekin um framburð í danska búskap- inum. Ein dómstólur í USA hevur dømt ein fyrr- verandi fregnar- tænastuserfrøðing fyri at hava njósnast til frama fyri Irak og Kina NJÓSNING Árni Joensen: Brian Regan arbeiddi hjá tí loyniliga stovninum NRO, sum hevur eftirlitið við teimum amerikansku njósnarafylgisveinunum. Í august í 2001 tók FBI hann, júst sum hann var á veg umborð á eitt flogfar, ið skuldi til Sveits. Uppi á sær hevði hann skjøl um rakett- støðir í Irak og Kina um- framt telefonnummar og adressur hjá iraksku og kinesisku sendistovunum í Sveits og Eysturríki. Í øðrum skónum hjá Brian Regan fann FBI eitt pappír við adressunum hjá fleiri øðrum irakskum og kinesiskum sendistovum í Evropa. Sambært FBI hevði maðurin eisini skriv- að Saddam Hussein og libyska leiðaranum, Muammar Gaddafi, bræv, har hann beyð sær til at útvega teimum týðandi upplýsingar, um hann fekk pengar afturfyri. Rætturin hevur nú dømt fyrrverandi fregnartænastu serfrøðingin sekan í njósn- ing, men enn er ikki av- gjørt, hvørja revsing hann fær. Tað kann henda, at Brian Regan verður tann fyrsti amerikanarin í 50 ár, sum verður avrættaður fyri njósning. Tað avgerandi fyri revsingina er, um rætt- urin kemur til ta niður- støðu, at hann hevur latið Irak loyniligar hernaðarlig- ar upplýsingar. 1. februar var seinasta freist at lata norsku Nobel-nevndini upp- skot um, hvør skal fáa næstu friðarheiðurs- lønina. Millum upp- skotini er Bono úr tónleikabólkinum U2 HEIÐURSLØN Árni Joensen: Mánadagin fer norska Nobel-nevndin at hyggja at teimum 150 uppskotunum, sum hon hevur fingið um, hvør skal fáa Nobel- friðarheiðurslønina í ár, men ikki fyrr enn tann 25. oktober verður listin við uppskotunum lagdur fram. Tað er kortini greitt, at nógv kend nøvn eru á listanum í ár eins og undanfarin ár. Eitt teirra er Bono úr tónleikabólkinum U2. Hann hevur í mong ár verið heitur talsmaður fyri, at tey ríku londini og Heimsbankin eiga at strika skuldina hjá teimum fátæku londunum. Men tað er longu nú greitt, at Bono fær harða kapping. Millum hini upp- skotini eru eitt nú Jóhannes Páll pávi, fyrrverandi kekk- iski forsetin, Vaclav Havel, kinesiski andstøðingurin Wei Jingsheng, fongslaði ísraelski kjarnorkuteknik- arin Mordechai Vanunu og kubanski mannarættinda- stríðsmaðurin Oswaldo Paya Sardinas. Skuldi tað eydnast ST- vápnaeftirlitsmonnunum at forða fyri kríggi í Irak, verður hildið, at teir báðir oddamenninir, Hans Blix og Mohamed ElBaradei, hava góðar møguleikar at fáa friðarheiðurslønina. Báðir eru í uppskoti. Tað er franski forsetin, Jazques Chirac, eisini - ivaleyst fyri sítt stríð ímóti amerikansku stjórnini í Irak-málinum. UTTAN ÚR HEIMI Neyðugt við búskapartiltøkum í Danmark Danskir búskaparfrøðingar halda, at stjórnin hjá Anders Fogh Rasmussen sigur at seta tiltøk í verk fyri at tálma skeivu gongdini í búskapinum. Amerikanari njósnaðist fyri Irak Bono í uppskoti at fáa friðarheiðurslønina Bono úr U2 hevur í mong ár stríðst fyri at fáa tey ríku londini at strika skuldina hjá teimum fátæku londunum. Nú eigur hann at fáa heiðurin fyri tað, halda summi Kríggj fer at elva til meiri yvirgang Leypa amerikanarar og bretar á Irak, fer kríggið at elva til meiri altjóða yvirgang. Tað heldur fyrr- verandi fregnartænastuovastin í Saudiarabia, Turki Al-Faisal, sum júst er tilnevndur saudiarabiskur sendiharri í Bretlandi. - Sæð úr einum hernaðarligum sjónarhorni haldi eg ikki, at talan verður um eitt veruligt kríggj. Amer- ikanska hermegin er so sterk og so væl útgjørd, at eingin kann standa ímóti henni, og tí verður eitt kríggj við Irak stutt, sigur Turki Al-Faisal. - Men hinvegin vænti eg ikki, at kríggið fer at forða fyri yvirgangi. Tvørturímóti vænti eg, at eitt kríggj við Irak fer at økja yvirgangin allastaðni í heiminum, sigur komandi saudiarabiski sendiharrin í Bretlandi við sjónvarpið Channel 4 News. Iran hevur reaktor Útlagnir iranar vilja vera við, at Iran hevur ein kjarnorkureaktor, sum kann nýtast til at gera kjarn- orkuvápn. Teir vilja eisini vera við, at myndugleik- arnir hava fjalt útgerðina fyri altjóða kjarnorkueftir- litinum. Tjóðskaparliga iranska mótstøðuráðið sigur, at myndugleikarnir í Teheran hava sett sær fyri at fáa sær kjarnorkuvápn við tí fyri eyga at broyta makt- javnvágina í økinum. Mótstøðuráðið hevur tætt til- knýti til felagsskapin Mujahedin-e Khalq, sum fær stuðul frá irakska leiðaranum, Saddam Hussein. Altjóða kjarnorkueftirlitið skal um vikuskiftið kanna kjarnorkuútbúnaðin í Iran. Iranska stjórnin hevur avsannað, at hon hevur ta neyðugu útgerðina til at gera kjarnorkuvápn. Hungurneyð hóttir Etiopia Amerikanskir neyðhjálparfelagsskapir ávara nú um, at stórur vandi er fyri umfatandi hungursneyð í Etiopia, og teir biðja altjóða samfelagið veita teim- um neyðstøddu hjálp alt fyri eitt. Varastjórin í amerikanska hjálparfelagsskapinum USAID, Roger Winter, sigur, at áhaldandi hevur havt við sær, at vandi er fyri álvarssamari hungurs- neyð, og sum er eru fleiri túsund fólk í vanda fyri at doyggja í hungri, sigur hann. Roger Winter hevur júst vitjað tey ringast raktu økini í Etiopia. Í 1984 og 1985 doyðu næstan ein millión fólk í Etiopia í hungri. Roger Winter sigur, at tá kom hjálpin ov seint, men hesaferð hava vit ein møgu- leika at fyribyrgja teirri stóru vanlukkuni, sigur hann. Krígsharri lagdur undir yvirgang Amerikansku myndugleikarnir hava nú sett ein av teimum sonevndu krígsharrunum í Afghanistan á listan yvir altjóða yvirgangsmenn. Talan er um Gulbuddin Hekmatyar. Sambært amerikansku myndugleikunum hevur hann samband við al-Qaeda. Hekmatyar er kendur fyri at vera í parti við tí, sum letur ta bestu samsýningina, og undir sovjetsaku hersetingini í Afghanistan sigst hann hava havt gott samband við amerikansku fregnartænastuna CIA. Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum í Washington, Richard Boucher, sigur, at amerikanska stjórnin hevur fingið fatur á upplýsingum, sum vísa, at Gulbuddin Hekmatyar hevur tikið lut í atsóknum hjá al-Qaeda og gamla Taliban-stýrinum í Afghanistan. Yvirgangsfelags- skapurin al-Qaeda hevði lagt ætlan um eina atsókn afturat teimum í New York og Washington tann 11. september í 2001. Eitt amerikanskt herskip í Persaflógvanum skuldi spreingjast í luftina YVIRGANGUR Árni Joensen: Atsóknin at amerikanska herskipinum skuldi vísa heiminum, hvussu sterkur yvirgangsfelagsskapurin var, skrivar amerikanska tíðarritið Newsweek, sum hevur tíðindini frá keldum í fregnartænastuni CIA. Sambæret keldunum hevði al-Qaeda fingið fatur á einum farmaskipi, sum hevði ein stóran krana á dekkinum. Samstundis keypti felagsskapurin nak- rar skjóttgangandi bátar frá einum millummanni í Sam- eindu Arabisku Emiratun- um. Ætlanin var at fylla bátarnar við spreingievni og at lyfta teir upp á dekkið á farmaskipinum. Tá farmaskipið var komið nóg nær amerikanska herskip- inum, skuldu teir skjótt- gangandi bátarnir setast í sjógvin. Haðani skuldu teir seta kós ímóti herskipinum sum mannaðar torpedoir, skrivar Newsweek. Al-Qaeda hevði eisini tikið fyrivarni fyri, at manningin á amerikanska herskipinum fór at varnast bátarnar, og tí hevði felags- skapurin eina aðra ætlan klára. Eftir hesari ætlanini skuldi sjálvt farmaskipið fyllast við spreingievni. Hetta hevði gjørt skipið til eina so sterka bumbu, at tað kundi oyðilagt amerikanska herskipið uttan at koma heilt at tí. Avlýst Atsónin varð kortini av ongum. Tað vísti seg, at tað var trupult hjá al-Qaeda at fáa fatur á nóg nógvum spreingievni, og um somu tíð vóru fregnartænasturnar í fleiri londum farnar at leita sær upplýsingar um mannin, sum hevði lagt atsóknina til rættis. Hann æt Abd al-Rahim al- Nashiri, men varð vanliga róptur Mullah Bilal. Hetta var sami maður, sum eftir øllum at døma skipaði fyri bumbuatsóknunum at amerikansku sendistovun- um í Kenya og Tanzania í 1998. Tað verður eisini hildið, at Mullah Bilal skip- aði fyri atsóknini at amer- ikanska oyðaranum »Cole« í Jemen í 2000, tá 17 amerikanskir flotahermenn doyðu. Amerikanarar halda, at atsóknin at herskipinum varð avlýst, tí al-Qaeda bar ótta fyri, at atsóknin kundi avdúka hinar báðar atsókn- irnar, sum skuldu verða sama dag í New York og Washington. Hetta var kortini ikki tann einasta atsóknin, sum Mullah Bilal skal hava lagt til rættis. Tíðliga í fjør tóku myndugleikarnir í Marokko nakrar menn úr Saudi- arabia, og tá varð avdúkað, at menninir arbeiddu við einari ætlan um at søkja at einum amerikanskum her- skipi í Gibraltar-sundinum. Eisini hesa ætlanina hevði Mullah Bilal lagt til rættis. Í loyniligari fangalegu Stutt fyri jól í fjør boðaðu myndugleikarnir í Jemen frá, at Mullah Bilal var har, men hann varð kortini ikki tikin. Men tá hann seinni fór til Dubai, varð hann settur fastur. Myndugleik- arnir í Dubai lótu amerik- anararnar fáa hann, og síð- ani hevur Mullah Bilal sitið í einari fangalegu hjá CIA onkunstaðni uttan fyri USA og amerikanska lóg, skrivar Newsweek. Keldurnar hjá CIA siga við blaðið, at Mullah Bilal hevur latið fregnartænastuni nógvar upplýsingar, men tær ásanna samstundis, at handtøkan hevur ikki steðgað al-Qaeda. Tað var eftir at Mullah Bilal varð tikin, at al-Qaeda setti sær fyri at fáa hendur á hópoyðingarvápnum, men hetta hevur víst seg at vera truplari, enn felagsskapurin eftir øllum at døma hevði roknað við, tí eftirlitið við slíkum vápnum er rættiliga virkið, skrivar Newsweek. Skuldi tað kortini borið so á, at felagsskapurin fær fatur á kjarnorkuvápnum, lívfrøðiligum ella evna- frøðiligum vápnum, nýtist teimum ikki tey stóru evn- ini fyri at kunna nýta tey, siga keldurnar hjá blaðn- um. UTTAN ÚR HEIMI 11. september kundi verið uppaftur verri C M Y K 17 16