leygardagur 22. februar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 37 - 22. februar 2003
Nr. 37 - 22. februar 2003
19
– Eg havi ongantíð
hoyrt løgmann úttala
seg so um landsstýr-
isfólk hjá fólkaflokk-
inum, soleiðis sum
hann hevur úttalað
seg um Annlis Bjark-
hamar, sigur Høgni
Hoydal, formaður
tjóðveldisfloksins
LANDSANTIK-
VARURIN
Áki Bertholdsen
– Tann einasti, sum kann
gera eina haldgóða niður-
støðu um leiklutin hjá Ann-
lis Bjarkhamar, tá ið hon
setti landsantikvarin, er ein
óheftur stovnur.
Høgni Hoydal, formaður
tjóðveldisfloksins, heldur
tískil, at tað einasta rætta er
at lata Løgtingsins Um-
boðsmann kanna málið um
setanina av nýggjum lands-
antikvari.
Men hann hevur onga
viðmerking, tá ið vit spyrja
hann, um at hetta merkir, at
hann ikki hevur álit á, at
Løgmaður kann koma til
eina niðurstøðu, sum er
faklig og sostatt eisini
partapolitisk óheft.
– Eg haldi bara at tað er
bara ein óheftur stovnur,
sum kann gera eina álítandi
kanning. Tað slepst ikki
undan at alt annað verður
litað av einum partapolit-
iskum spæli.
Løgmaður ger
mannamun
Men tað skilst eisini á
honum, at hann heldur, at
løgmaður ger mannamun á
landsstýrisfólkum.
Tí hann leggur afturat, at
hann minnist onki til, at
Løgmaður hevur úttalað
seg um landsstýrismenn hjá
fólkaflokkinum,
soleiðis
sum hann hevur úttalað seg
um leiklutin hjá Annlis
Bjarkhamar.
– Eg undrist stórliga á
úttalililsini hjá løgmanni í
hesum
máli
afturímóti
teimum úttalilsum, hann
hevur havt í øðrum málum
og tað havi eg eisini boðað
honum frá.
Høgni Hoydal sigur, at
hann hevur eisini sagt við
Løgmann,
at
ynskiligt
hevði verið at hann segði
tað, hann hevur at siga, við
partarnar í málinum, heldur
enn av tingsins røðarapalli.
Skilir ikki
Hann sigur, at hann skilir
heldur ikki, at málið um
landsantikvarin ikki er lagt
fyri Løgtingsins Umboðs-
mann.
– Og kemur hann til eina
niðurstøðu, sum er tyngj-
andi fyri Annlis Bjarkham-
ar, er hon til reiðar at taka
avleiðingarnar. Tað hevur
hon boðað bæði tjóðveldis-
flokkinum og almenning-
inum frá.
– Men hon metir seg ikki
hava gjørt nakað skeivt. Og
tá ið hon heldur tað, fáa vit
onki gjørt við málið, ti vit
hava ikki innlit í tað.
Hava ikki broytt kós
Høgni Hoydal leggur aftur-
at, at hann er ikki sinnaður
at gera viðmerkingar til tað
ítøkiliga málið um lands-
antikvarin.
Men hann vísir staðiliga
tí aftur, sum floksfelagi
hansara, Tórbjørn Jacob-
sen, førir fram í Sosialinum
nú í vikuni.
Tórbjørn Jacobsen fýltist
á, at tjóðveldisflokkurin
ikki fer fram í hesum máli á
sama hátt, sum hann er
farin fram í øðrum líknandi
málum, eitt nú málinum um
Signar á Brúnni, tí tá gjørdi
flokkurin vart við seg
alment.
– Tað er ikki rætt, at vit
hava broytt kós og tað kann
ein og hvør eftirkannað. Vit
hava sagt tað, vit hava at
siga á røttum stað og tað
gera vit eisini í hesum føri.
– Annars hevur Tórbjørn
Jacobsen ikki ført hesi
sjónarmiðini fram í flokk-
inum.
Annars
hevur
Høgni
Hoydal ikki fleiri viðmerk-
ingar til Tórbjørn Jacobsen.
Men hann sigur, at tað
hava verið mong slík mál
frammi fyrr, men hann
hevur ongantíð viðmerkt
tey alment.
– Eg hevði onga við-
merking til málið um
Jørgen Niclasen, fyrrenn
málið kom til viðgerðar í
tinginum. Tað sama hevur
verið galdandi í øðrum
málum, og tann linjan verð-
ur hildin, sigur Høgni
Hoydal.
Kannað væl og
virðiliga
Tá ið málið um Jørgen
Niclasen var fyri, boðaði tú
frá, at bara tað, at ivi var
sáddur, var nóg mikið til at
hann mátti fara frá?
– Tað er beinleiðis skeivt.
Málið um Jørgen Niclasen
varð kannað í tvey ár. Og
tað varð av einum óheftum
stovni - og tað var eisini utt-
an eina einastu viðmerking
frá løgmanni.
Og niðurstøðan av kann-
ingini var púra greið, at
Jørgen Niclasen var farin út
um sínar heimildir.
– Tá ið tað er staðfest,
eiga vit at taka tað í álvara
og at taka avleiðingarnar.
Og spurningarnir vóru,
um Jørgen Niclasen skuldi
rættarsøkjast, ella um hann
skuldi taka tær politisku
avleiðingarnar.
– Og niðurstøðan var, at
tað var rætt, at hann tók tær
politisku
avleiðingarnar,
hóast tað eisini varð um-
hugsað at rættarsøkja hann.
Men tað mettu vit kortini
ikki vera neyðugt útfrá tí
tilfari sum lá í málinum.
At samanbera málið um
landsantikvarin við málið
um Jørgen Niclasen, kann
bara tæna einum partapolit-
iskum endamáli.
– Tað vera altíð mál, sum
skapa øsing í fjølmiðlunum
og tað sigur seg sjálvt, at
tað kann ikki fáa avleiðing-
ar fyri eitt landsstýrisfólk,
bara tí at ein fjølmiðil reisir
ein iva. Og higartil er málið
um landsantikvarin bara
reist í fjølmiðlunum.
Høgni Hoydal leggur
afturat, at í teimum málum,
sum
tjóðveldisflokkurin
hevur viðgjørt, hava tað
verið óheftar kanningar,
sum flokkurin hevur bygt
sínar niðurstøður á, antin
kanningar hjá landsgrann-
skoðaranum ella hjá kann-
ingarstjórum.
– Og tí halda vit eisini, at
ein óheftur stovnur eigur at
kanna hetta málið, sigur
Høgni Hoydal.
Og hann heldur, at tað
hevur týdning at tað verður
gjørt fyri at fáa lýst málið
til fulnar.
– Tað kann fáa týdning
frameftir og tí hevði tað
verið gott at fingið ein
óheftan stovn at skorið
ígjøgnum.
Brotið
setanarpolitikkin
Høgni Hoydal dugir heldur
ikki at siga, um nakar
setanarpolitikkur er brotin í
hesum føri.
– Eg kann ikki úttala meg
um hetta málið, tí eg kenni
tað ikki.
– Men eg havi sjálvur
gingið ímóti meirilutanum í
einum setanarbólki.
Høgni Hoydal sigur, at
yvirhøvur er tað so, at tað
er ikki embætisverkið, sum
skal seta týdningarmikil
størv.
– Vit hava landsstýris-
mannaábyrgd og vit hava
eina fyristingarlóg. Og tað
er landsstýrismaðurin, sum
setir størv og sum hevur
ábyrgdina av teimum fólk-
um, hann setir í starv.
– Men tað, sum lands-
stýrismaðurin hevur brúk
fyri, er, at embætisverkið
gevur honum eitt haldgott
grundarlag at taka støðu
útfrá og gevur honum
greiðar metingar av førleik-
unum hjá teimum ymsu
umsøkjarunum.
– Tá ið landsstýrismaður-
in hevur fingið eitt haldgott
grundarlag, ger hann sínar
niðurstøður og setir eitt
starv.
– Men hann skal hava
góðar grundgevingar fyri tí,
hann ger, sigur Høgni
Hoydal
Løgmaður ger mun á landsstýrisfólkum
–Tað er bara ein óheftur stovnur, sum kann kanna málið um Annlis Bjarkhamar og
landsantikvarin. Alt annað verður litað av partapolitikki, heldur Høgni Hoydal, formaður
tjóðveldisfloksins
Øll manningin upp á
sjey mans varð bjarg-
að í øllum góðum, tá
danska farmaskipið
"Karin Cat" gekk
burtur í Miðalhavin-
um mikumorgunin.
Skipari var Erik Lund
Eriksen í Havn
SKIPBROT
Magnus Gunnarsson
Veðrið var ringt, tá danska
farmaskipið "Karin Cat"
gekk burtur í Miðalhav-
inum mikumorgunin, 400
km sunnanfyri Sicilien.
Skipið sendi út neyðarkall
kl. 7.30 og ein tíma seinni
fór manningin í bjarging-
arbátarnar.
Manningin
bleiv tikin upp av einum
maleiskum skipi, sum settu
teir av í Alexandria í
Egyptalandi. Skipari var
Erik Lund Eriksen, sum býr
í Bóndabrekku í Havn.
Danska reiðaríið J. Poulsen
Shipping A/S eigur og
rekur skipið. Skipið var á
veg frá Italien til Oman við
eini tungari konstruktión til
eitt oljureinsivirki, tá lastin
forskjeyt seg, og hol kom á
skipið. Sjógvur streymaði
inn, og skipið fekk stóra
slagsíðu. Karin Cat sakk
ikki beinanvegin.
NØVN Í VIKUNI
Skipbrot í Miðalhavinum
Bókhaldsstovan Bisty
við Hildur Gunnars-
dóttir er flutt í nýggj
høli á Gørðunum í
Vági. - Eg vildi m.a.
sleppa undan at koyra
um Hovsegg, sigur
Hildur Gunnarsdóttir
FLYTING
Dagfinn Olsen
Eftir at hava húsast á Tvør-
oyri, er bókhaldsstovan
Bisty nú flutt í nýggj høli í
Vági. Nýggu hølini eru á
Gørðunum í Vági.
– Eg vildi m. a. sleppa
undan at koyra um Hovs-
egg, sigur Hildur Gunnars-
dóttir, sum leggur afturat,
at brúk altíð er fyri hølum,
og at heilsuskúlin nú fer at
nýta hølini á Tvøroyri.
Á Bókhaldsstovuni Bisty
starvast trý fólk, og tey
hava nógv at gera. Um-
framt Hildur eru tvey fólk í
starvi, m.a. dóttir hennara,
sum í løtuni gongur í skúla
í Havn.
Hildur
Gunnarsdóttir
hevur ymisk álitisstørv og
er nevndarlimur í Fíggjar-
grunninum frá 1992.
Bisty í nýggj høli
Finnur Helmsdal telist nú
aftur millum tjóðveldis-
manningina á tingi –
fyribils.
Hann sat á tingi seinasta
valskeið sum varamaður
fyri Høgna Hoydal, men
við løgtingsvalið í fjør var
hann tvær atkvøður ov
stuttur, og tí fór Jógvan
Arge við varasessinum
hesaferð.
Finnur Helmsdal er son-
ur Oliviu og Mikkjal
Helmsdal, fyrrv. landsverk-
frøðing. Hann er giftur
Jónrun Højgaard. Finnur er
útbúgvin sosialráðgevi, og
hevur starvast sum sosial-
ráðgevi á Almannastovuni,
og hann hevur verið leiðari
á Andveikraverndini.
Finnur Helmsdal er nú
leiðari á Føroya Barna-
heimi.
Á løgtingsvalinum sein-
ast fekk Tjóðveldisflokk-
urin trý umboð vald á ting,
Høgna Hoydal, sum fekk
1.351 atkvøður, Annita á
Fríðriksmørk, sum fekk
405 atkvøður og Kristinu
Háfoss, sum fekk 364
atkvøður. Jógvan Arge fekk
205 atkvøður og Finnur
Helmsdal fekk 203.
Finnur hevur sæti á tingi,
til Annita á Fríðriksmørk
boðar tingini frá, at hon
tekur sæti aftur.
Finnur Helmsdal
á ting
Tingkvinna Tjóðveldisflok-
sins, Annita á Fríðriks-
mørk, fór í gjár í barns-
burðarfarloyvi úr løgting-
inum.
Tað hendir ikki ofta, at
»tingmenn«, sum tað eitur
samb. stýrisskipaninin, fara
í barnsburðarfarloyvi, men
hetta er so aðru ferð, at
Annita
á
Fríðriksmørk
roynir hetta.
Hon hevur sum øll onnur
á arbeiðsmarknaðinum rætt
til
barnsburðarfarloyvi.
Tingfólk, sum fara í barns-
burðarfarloyvi,
missa
hvørki løn ella eftirlønar-
aldur meðan tey eru í far-
loyvi.
Annita í barns-
burðarfarloyvi
Victor Nielsen, skásettur
grannskoðari í Klaksvík,
hevur lokið HD prógv í
roknskapi á Handilsháskúl-
anum í Århus. Victor, ið er
41 ára gamal, varð út-
búgvin bókhaldari í 1981,
tók hægri handilsskúla-
prógv í 1983, starvaðist á
grannskoðaravirkinum hjá
Jógvan Sundstein frá 1983-
86 og var m.a. roknskapar-
leiðari hjá Føroya Fiska-
virking í Fuglafirði frá
1992-95. Victor gjørdist
skrásettur grannskoðari í
1995 og yvirtók sam-
stundis
bókhalds-
og
grannskoðaravirkið
Før-
oyabók í Klaksvík.
Victor Nielsen HD
prógv í roknskapi
Eyðun Christiansen í Havn
er settur í starv hjá Føroya
Kommunufelag.
Eyðun
hevur lisið samfelagsfrøði,
og kemur hann at taka sær
av málum sum koma til
felagið. Hann er 36 ára
gamal, sonur Poulu og
Hans J. Christiansen í
Havn. Nýggjur formaður í
Føroya Kommunu felag er
Mia Pedersen í Vestmanna,
hon tók við eftir Jacob
Vestergaard, ið bleiv settur
sum landsstýrismaður sein-
asta mánadag.
Erik Lund Eriksen skipari á
danska farmaskipinum
Karin Cat
Eyðun Christiansen settur í starv
hjá Føroya Kommunufelag
Hildur Gunnarsdóttir á nýggju skrivstovuni hjá Bisty. Vinnie starvast eisini á skrivstovuni og
ein dóttir Hildur er eisini í starvi, men gongur í løtuni í skúla í Havn
Mynd: D. Olsen
C
M
Y
K
19
18